Skip to main content

Lýsing av einum fiski

Fiskur er ryggdýr (Vertebrata), sum livir í vatni og andar við táknum.
  Tað eru umleið 28000 ymisk fiskasløg skrásettum allan heimin, og støðugt verða nýggj fiskasløg funnin.

Hóast fiskar eru sera ymiskir í útsjónd, so eru teir tó bygdir yvir ein felags leist. Teir hava beinagrind, vøddar, heila, innvøl, blóð og táknir innvortis. Skræðan klæðir alt hetta, og uttan á skræðuni hava teir fjaðrar og sansigøgn, og teir flestu hava eisini roðslu og slipu. Opini millum innvortis og útvortis eru kjaftur, nasagluggar, eygu, got, nøringsop og táknaop.

Táknir
Táknirnar eru andingargagnið hjá fiskum. Tær eru innast og út til síðirnar í kjaftaholuni og eru samansettar av eini rúgvu av smáum bløðum, ið oftast eru heft til táknabogarnar. Hetta er til at síla súrevni úr vatninum, sum streymar
framvið, og at lata útaftur koltvísúrni.

Fjaðrar
Fjaðrarnar nýtir fiskurin til at flyta seg úr stað. Sterturin, ryggfjaðrarnar og gotfjaðrarnar eru tær ómakaðu fjaðrarnar, meðan uggafjaðrarnar og búkfjaðrarnar eru makaðar.

  • Rundmunnar hava bert ómakaðar bleytar fjaðrar.

  • Hávar og skøtir hava stívar, kjøtugar fjaðrar, sonevndar lippufjaðrar.

  • Beinfiskarnir hava sonevndar teinafjaðrar.

Teinarnir kunnu vera bleytir ella harðir, og skræðan er spent uttaná sum eitt segl, og fjaðrarnar kunnu oftast leggjast niður.

Á summum fiskasløgum eru onkrar fjaðrar umskapaðar til okkurt annað, t.d. pík,
súgvukopp ella makingarlim. Nøkur fiskasløg hava eina lítla fitifjøður, ið situr mitt
omaná sporlinum.

Hoyrisansur
Fiskur hevur oyrað innvortis. Hoyrnin er góð, men ymisk frá einum slagi til annað.
Vanliga er hoyrnin lágfrekvent, og strikan, nytrurnar og sundmagin eru ofta partar av hoyrnini.

Følisansur
Fiskarnir hava góðan følisans. Strikan á síðuni er eitt av føligøgnunum, men onnur eru eisini. Nytrurnar eru, umframt at vera partar av balansu- og hoyrigøgnum, eisini eitt slag av sansigøgnum. Grunnnøsin (finnan) undir lippuni er eitt annað.
  Havmýs og fleiri hávasløg hava strikusett sansigøgn um kroppin og høvdið.

Tevsansur og smakkisansur
Nasagluggarnir fremst á gronini saman við grunnnøsini og smakkgøgnum í kjaftinum gera, at fiskur hevur framúr góðan tev- og smakkisans. Hjá onkrum fiskasløgum eru smakkisansir eisini í onkrum av fjaðrunum.

Sjónsansur
Eyguni eru stór og serbygd til at síggja í vatni, eisini á tí djúpa vatninum, har lítið ella einki ljós er. Eyguni, hoyrnin og følisansurin saman geva fiskinum eina góða kenslu av, hvat gongur fyri seg nærhendis.

Litur
Flestu fiskasløg eru soleiðis litt, at tey síggjast ikki væl í vatninum. Tey eru dimm
omaná og ljós undir. Hetta er tí, at ljósið í vatninum kemur úr erva, og soleiðis litt eru tey eina frægast fjald fyri fíggindum, og eisini at tey lættari kunnu sníkja seg inn á og taka annan fisk.

Evnistyngd
Fiskar eru tyngri enn vatnið, teir eru í, og tí søkka teir, um ikki okkurt verður gjørt. Nógv av beinfiskasløgunum hava sundmaga. Sundmagin er ein luftfyltur sekkur inni í búkholuni. Við at broyta luftnøgdina í sundmaganum kann fiskurin stýra síni evnistyngd í mun til vatnið og dýpið.
  Tey beinfiskasløgini, sum ikki hava sundmaga, mugu svimja alla tíðina, um tey ikki vilja søkka. Hesi eru td. makrelfiskar og flatfiskar.
  Bróskfiskar hava ikki sundmaga, men hava oftast sera feita livur, sum ger nakað av somu nyttu sum sundmagin.