Útbreiðsla: Lítli súgfiskur er undir Føroyum og Íslandi, annars fram við landi frá Bretagne og Bretsku Oyggjunum til Noregs, Svalbarðs og í Hvítahavið. Hann er í Norðsjónum, Skagerrak og Kattegat.
Lítli súgfiskur (súgfiskaættin)
Liparis montagui (Donovan, 1804)
Stødd: Lítli súgfiskur kann verða upp í 12 cm langur, men er sjáldan longri enn 8 cm.
Dýpi: Hann er úr fjøruni og út á 30 metra dýpi, á grótbotni í taranum.
Litur: Litir og blettir eru broytiligir, men ofta hevur hann ‘keðiligan’ grábrúnan lit. Hann hevur ljóst royggj.
Teinar: R 28-32; G 22-25; Ry 33-37.
Lýsing: Lítli súgfiskur er minni enn stóri súgfiskur, hevur tveir nasagluggar, ið eru minni útrendir og upprendir enn á stóra súgfiski. Hann hevur eina ryggfjøður, eina gotfjøður og stórar uggafjaðrar. Búkfjaðrarnar eru umskapaðar til ein súgvikopp, ið er nakað størri enn eygnatvørmátið.
Eyðkenni: Hann er kvapsutur og bleytur. Hevur bert tveir nasagluggar. Hvørki gotfjøður ella ryggfjøður eru samanvaksnar við stertin. Súgvikoppurin er størri enn eyguni. Gotið er nærri súgvikoppinum enn gotfjøðurini.
Týdningur: Lítli súgfiskur hevur ikki vinnuligan týdning.
da: Særfinnet ringbug, en: Montagu’s seasnail, ís: Litli sogfiskur, no: Kystringbuk, tý: Kleiner Scheibenbauch