Útbreiðsla: Stóri súgfiskur er undir Føroyum og Íslandi, við Svalbarð, í Hvítahavinum, Karahavinum og við Frants Jósefsland. Suður við norsku strondini, í Skagerrak, í Eystarasalti, í Norðsjónum og runt Bretsku Oyggjarnar.
Stóri súgfiskur (súgfiskaættin)
Liparis liparis liparis (Linné, 1766)
Stødd: Stóri súgfiskur verður upp í 15 cm langur.
Dýpi: Hann er úr vatnskorpuni niður á 300 metra dýpi, djúpast er hann norðast í útbreiðsluøkinum.
Litur: Hann hevur ógvuliga skiftandi litir. Teir, ið eru fingnir á okkara leiðum, hava verið ljósagráir og gjøgnumskygdir við einum farra av ljósareyðum yvir sær. Annars viðhvørt oliven- ella ljósabrúnligir ella gulir við hvítum langstrípum. Hann hevur ljóst royggj.
Teinar: R 35-43; G 29-37; Ry 41-49.
Lýsing: Stóri súgfiskur er lítil, bøllutur fiskur, minnir um hvalspýggju at føla, skræðan tykist leys og flytur seg undan, tá nortið verður við hann. Hægstur er hann um bulin. Hann hevur runda, stutta gron, eina ryggfjøður og eina gotfjøður og stórar uggafjaðrar. Búkfjaðrarnar eru umskapaðar til ein súgvikopp undir búkinum, og hann er munandi størri enn eygnatvørmátið. Hann hevur lítlan stert. Hann hevur tvinnar nasagluggar, teir fremru eru upp- og útbendir. Hann hevur smá táknaop. Gotið er nærri súgvikoppinum enn gotfjøðurini. Vaksnir fiskar síggjast sjáldan, helst tí teir halda seg mest niðri millum grótið á botni. Súgfiskar súgva seg ofta fastar á botn og benda stertin fram við aðrari síðuni.
Eyðkenni: Hann er kvapsutur og bleytur. Gotfjøðurin og ryggfjøðurin eru samanvaksnar við stertin við einum skræðulepa, mótsett lítla súgfiski. Hann hevur tvinnar nasagluggar.
Týdningur: Stóri súgfiskur hevur ikki vinnuligan týdning.
da: Finnebræmmet ringbug, en: Seasnail, fr: Limace de mer, ís: Stóri sogfiskur, no: Vanlig ringbuk, tý: Grosser Scheibenbauch