Skip to main content

 

40 ár í oyðimørkini

 

Í 1975 hersetti Marokko fyrrverandi spanska hjálandið, Vestursahara. Nógvir sahrawiar flýddu undan hermonnunum og endaðu í Algeria. Her vóru tey savnað í flóttafólkalegur í tí ódámliga og berliga lendinum í Sahara oyðimørkini, og her búgva mong enn í dag. 

 

Greining

Í høgra bredda er prentvinarlig útgáva (pdf) av tekstinum

  1. Hvussu er filmurin bygdur upp, leikritaður? Er bara ein frásøgugongd (ein tíðarrás), bylgjugongd (fleiri smærri tíðarræsur) ella annað?
  2. Hvussu er framdrátturin í filminum? (Hvat fær móttakaran nóg forvitnan til at hyggja at øllum filminum)
  3. Filmurin byrjar við at vísa landslagið. Hetta er áðrenn heitið á filminum verður víst. Eisini verður sama motiv brúkt í endanum á filminum. Greið frá og grundgev fyri, hvussu hetta skapar karmar um heildina.
  4. Hvussu verða brot úr gerandisdegnum í Sahara brúkt í samrøðunum og hvørji kor verða lýst?
  5. Í myndaskeringini verður "supertotal" nógv nýtt, hví?
  6. Greið frá, hvussu myndatøkan og frágreiðingarnar (voice-over) í felag fortelja søguna um flóttafólkaleguna og støðuna fólkini eru í.
  7. Greið frá heildini av upptøku og skeringum.
  8. Greið frá og grundgev fyri hvussu endasenan er sett upp. Met um, hvørt píkatráðurin er eitt tilgjørt kut (montageklip). 
  9. Hvat slag av dokumentarfilmi er hetta?
  10. Hvørjar fortreytir byggir filmurin á, hvat er hugskotið?

 

Innihald og umhvørvi

  1. Hvat sigur gamli maðurin um støðuna, fortíðina og framtíðina?
  2. Hvat sigur ungi maðurin, Mohamed um støðuna?
  3. Hvat gera teir ungu mennirnir um dagarnar? Hvat fer tíðin við?
  4. Hvørja útbúgving hevur Mohamed?
  5. Hvar hevur hann fingið sína útbúgving?
  6. Hvat kann hann brúka sína útbúgving til?
  7. Hvat sigur mamma Salku um lívið í leguni?
  8. Hvørja ferð skal Salku á?
  9. Greið frá, hvønn týdning ferðin hevur fyri Salku.
  10. Hví fer Salku til Spania?

 

    Umstøður

    1. Hvussu eru bústaðarumstøðurnar í leguni?
    2. Greið frá umhvørvinum.
    3. Hvat sigur vøksturin um veðurlagið?

     

    Útlit

    1. Hvør fíggjar leguna?
    2. Hví kann flóttafólkalegan ikki gerast varandi býarsamfelag?
    3. Hví er eingin varandi loysn funnin?
    4. Hvussu kunnu føringar og Føroyar veita hjálp?