Skip to main content

Føroyar og flóttafólk

Ymiskt er, hvussu flóttafólk verða fatað og móttikin í Norðurlondum. Í Føroyum er gjørt eitt alment integratiónsálit í 2011, sum lýsir øll sløg av tilflytarum. Í hesum áliti verður rátt frá, at Føroyar taka ímóti flóttafólkum:

”Vísandi til, at tað í besta føri er ivasamt, um Føroyar í verandi ríkisfelagsskapsstøðu hava skyldu ella heimildir til at yvirtaka flóttaøkið, og at tað í royndum verður so at siga ómøguligt at sita fyri økinum á nøktandi hátt, mælir arbeiðsbólkurin til, at umhugsað verður, hvørt tað er ráðiligt, at økið verður yvirtikið í sambandi við, at útlendingamál annars verða yvirtikin. Arbeiðsbólkurin metir ikki, at flóttafólkaøkið er so nær tengt at útlendingamálum annars, at tað er sjálvsagt, at flóttafólkaøkið skal verða tikið við, tá ið útlendingamál annars koma undir føroyskt málsræði.” (Integratiónsálitið 2011, bls. 47)

Formaðurin í hjálparfelagsskapinum Reyða Krossi sigur hinvegin, at vit eiga at taka ímóti flóttafólkum. Tað er hansara persónliga meining:


Les greinina her!

Skulu vit hjálpa?

Felagsskapurin Amnesty International, Føroya Deild, hevur gjørt ein stuttfilm, sum varir 7:46 min. Filmurin er um flóttafólk, og hvørt vit skulu hjálpa teimum og hvussu. Bæði fólk á gøtuni, vox populi, og politikarar verða spurd.

  • Kannið eftir, hvat tey siga um, at vit í Føroyum skulu taka ímóti og hjálpa flóttafólki.
  • Hvørjir trupulleikar eru, tá vit tosa um útlendingamál?
  • Skulu vit hjálpa flóttafólkum her í Føroyum, ella í tí landi, sum flóttafólkini búgva í - ella bæði?
  • Nevnd verður ein moralsk skylda og ein juridisk skylda. Hvør er munurin?

Hvør er næstin?

Haifaa Awad var 6 ára gomul, tá hon kom til Danmarkar, tí pápin hevði fingið friðskjól har. Haifaa hevur arbeitt sum lækni á Landssjúkrahúsinum í Føroyum og sum sjálvboðin í Sýria. 
Støðan í Sýria er óstøðug og vandamikil. Nógv fólk noyðast at flýggja undan kríggi og píning. Tá verða tey flóttafólk.

Bienvenido a Clavenet Personal.

Explora nuestros servicios de créditos y más.

Hetta evni kann eisini takast inn í kristniundirvísingina. Kristni 5, kap. 7 eftir Jón Magnus Joensen er um næstrakærleika.