Ein søga um at velja í kommununi
Ein søga: Sára snarar sær á harða træstólinum. Hon situr við triðja borðið út ímóti vindeyganum inni í flokshølinum í 8.a. Tá ið hon hyggur út gjøgnum vindeygað, sær hon út yvir allan skúlagarðin. Eyguni hennara fylgja trimum ungum fólkum, sum fara gangandi yvir til stóra skorsteinin, har tey plaga at roykja.
Tað er als ikki loyvi at roykja í skúlanum. Tú hevur heldur ikki loyvi at keypa sigarettir, fyrr enn tú ert 18 ár.
Nøkur klók høvd hava allarhelst hugsað, at tað er soleiðis, tað skal vera, men hvør er tað, ið hevur tikið avgerðina? Eisini hugsar hon eina løtu um, hvussu tað hevði verið, um ongar lógir og reglur vóru yvirhøvur.
“Ungdómurin er áhugaður!” Brølar lærarin náðileysur frá pultinum og hyggur at Sáru. Hann roynir at fanga eyguni á henni. “Ungdómurin er áhugaður í politikki,” heldur lærarin fram og flagsar við eini blaðgrein frammanfyri sær, fyri at undirstrika tað, hann hevur sagt. “Her stendur, at 9 út av 10 tannáringum høvdu brúkt atkvøðurættin, um teir fingu loyvi at atkvøða til næsta val. Hvat siga tit til tað? Høvdu tit vitað, hvat tit skuldu atkvøtt?”
Lærarin starir at Sáru, sum roynir at víkja undan eygum hansara.
“Saved by the bell,” rópar Jónas av aftasta borði, tá ið skúlaklokkan sker ígjøgnum tøgnina. Sjálvt teir dølskastu næmingarnir í flokkinum ressast.
“Tað kann gera tað sama, hvør vinnur valið, bara tað eru teir borgarligu, ið fáa meiriluta. At skatturin skal lækka, ljóðar væl í mínum oyrum,” sigur Elias og leypur upp um gelendarin og niður á trappupallin. Hann er á veg út; ein túr aftur um skorsteinin kanska?
“Ert tú svakur?” Tað einasta borgarligu flokkarnir hugsa um, er at tey ríku skulu gerast ríkari,” rópar Jónas.
“Eg veit bara tað, at tað er gott, at vit hava eitt land, har gjógvin millum rík og fátæk ikki er so stór.
“Eg hevði ikki tímað at fari á val,” mutlar Marin.
Sára flennir. “Vit eru øll so øgiliga ymisk. Eg rokni ikki við, at nakar av okkum hevði atkvøtt tað sama, um vit sluppu á næsta val. Eg veit ikki, hvønn eg hevði valt, men eg haldi, at tað hevur stóran týdning, at tann, ið eg velji, hugsar um náttúruvernd!”