Handilin við avláti
Johann Tetzel (1465-1519) var ein kendur rómverkst katólskur dominikaramunkur. Hann ferðaðist um í Evropa og seldi ávlát, syndanna fyrigeving, í skapi av einum váttaðum brævi. Tað varð nevnt avlátsbræv.
Tetzel, ið var góður sølumaður, segði: ”Tá ið avlátsdálar í kistli klinga, strax sálir úr skerseldi springa”.
Fólk gjørdu alt, fyri at keypa avlátsbrøv. Fátøk fólk valdu heldur at brúka pening til avlátsbrøv, enn at keypa húskinum mat. Tí ríkaði katólska kirkjan seg upp.
Orsøkin til hesa sølu var, at biskupar og pávin í Róm manglaðu pening. Biskuparnir fyri at fáa løn, og pávin til at byggja Pæturskirkjuna og aðrar stásiligar kirkjur.
Við at keypa avlatsbrøv kundu fólk sleppa undan, ella stytta um tíðina í skerseldinum. Eisini kundu tey keypa avlát fyri deyð fólk, foreldur og onnur.
Avlátshandilin rakk eisini til Føroya. Í 1450 gav biskupurin í Kirkjubø, Hemmingur, saman við øðrum biskupum í Niðarósa biskupsdømi, avlátsbrøv til teirra, sum við gudrøkni hildu seg til eina ávísa Ólavskirkju í Noregi.
Avlát fevndi um tær syndir, sum bøtast skuldi fyri her á jørð við góðum gerðum. Fólk skriftaðu sínar syndir fyri prestunum, og so áløgdu prestarnir fólki bót, til dømis at siga nækrar Ave Maria bønir, biðja nøkur Faðirvár, hjálpa neyðstøddum, ella at geva kirkjuni pening.
Trúgvin var, at øll ósónað bótssynd áðrenn deyðan, skuldi bøtast í skerseldinum, áðrenn tú slapp í himmalin.
Arbeiðsuppgávur:
1Hví keyptu fólk avlátsbrøv?
2Vóru avlátsbrøv seld í Føroyum?
3Hvat hevði tú sagt, um onkur seldi tær avlát í dag?
|