Skip to main content

Hvat er reformatiónin?

 

Reformatiónin verður eisini nevnd siðaskiftið, trúarskiftið og trúbótin. Hetta eru fýra orð, ið nærum merkja tað sama. Reformatión er latín og merkir at endurnýggja ella at endurstovna. 

Reformatiónin er heitið á eini evropeiskari rørslu í 16. øld, sum var bæði átrúnaðarlig og politisk. Ætlanin var at reformera rómverkskt katólsku kirkjuna. Úrslitið gjørdist nýggjar protestantiskar kirkjur.   

Íblásturin kom serliga frá Martin Luther úr Týsklandi og Johannes Calvin og Huldrich Zwingli úr Sveis. 

Reformatíónin byrjaði tann 31. oktober í 1517. Tá setti Martin Luther 95 tesur á kirkjudyrnar í Wittenberg. Tesurnar vóru ímóti katólskum avláti. 

Orsøkin til reformatiónina er at finna langt áðrenn hesa hending. Tað var tann vaksandi verðsliggerðingin. Fólk gjørdust meira óheft av kirkju og trúgv, og prestastættin livdi ikki á ein sømuligan hátt. 

Katólski handilin við avláti skuldi fíggja Pærturskirkjuna í Róm. Tað var hesin handil við avláti, sum festi í reformatiónina fyri 500 árum síðan.

Wikipedia um reformatiónina

Hin føroyska Wikipedia skrivar soleiðis um reformatiónina undir yvirskriftini Átrúnaður í Føroyum:

Um ár 1539 er nýtt trúarskifti. Lutherska læran kemur í staðin fyri ta katólsku. Pávakirkjan er skift um við eina kongskirkju. Trúarfrælsi kemur í gildi við demokratisku grundlógini í 1849, og statskirkjan verður til fólkakirkju. Helst í 1539 varð eftir boði frá kongi tann katólski kirkjan tikin av í Føroyum, og tann lutherska innsett í staðin. Hetta skiftið í kirkju okkara er nevnt trúbótin. Seinasti katólski bispurin, Ámundur Ólavsson, varð settur frá. Ein nýggjur lutherskur bispur, nevndur Jens Gregersen Riber, kom í hansara stað og tók bústað á bispasetrinum í Kirkjubø. Av teimum katólsku prestunum vóru tað bert einstakir, ið tóku við luthersku trúnni, men hinir sýttu hesum. Teir vórðu so frásettir og fingu uppihald á garðinum Trøðum á Sandi. Tann seinasti teirra doyði í 1570.

Kongur gjørdi so av, at Føroyar skulu ikki longur vera eitt bispadømi, men gerast eitt próstadømi. Bispasetrið í Kirkjubø varð avtikið, men garðurin í Garðshorni í Oyndarfirði gjørdist próstagarður. Heini Havreki, sum hevði verið prestur í Suðurstreymoy og næsti maður hjá Amundi Ólavssyni, varð nú settir til próst yvir Føroyalandi, og hann var fyrsti próstur eftir trúbótina. Undan trúbótini hevði stórur partur av jørðini í Føroyum verið ogn hjá kirkjuni, ein part átti kongur, ein part áttu 2 útlendskar aðalsættir, og restin var óðalsjørð. Nú fekk kongur alla ta jørðina, ið kirkjan hevði átt. Til at fáa skil á jørðini sendi kongur ein fúta kring landið, og hann týkist at hava farið væl so harðliga fram. Um onkur hevði mist ognarbrøv síni burtur og ikki kundi prógva sín ognarrætt, kundi hon ella hann missa sína jørð. Nú vóru Føroyar, ið hvussu var av navni, eitt land, har Martin Luthers læra hevði fingið valdið. Men katólskir siðir, ið høvdu valdað í øldir, vóru ikki so lættir at rudda burtur. Teir livdu enn í langa tíð, og einstakir teirra finnast okkara millum dagin í dag. Tær ymsu messurnar og vøkurnar, sum eru á álmanakkanum, eru katólskir leivdir. Nevnast kunnu til dømis grækarismessa, tollaksmessa, ólavsøka, jóansøka, mariumessa og mikkjalsmessa.

(úr: Wikipedia, Átrúnaður í Føroyum) 

Arbeiðsuppgávur: 

 

1 Nær verður byrjanin til reformatiónina sett at vera?

 

2 Hvør var orsøkin til reformatiónina?

 

3 Hvat er Wikipedia?