Skip to main content

Hvat hevur Luther at týða?

 

Tað finnast fleiri mátar at lesa og fata heimssøguna. Tað sigur Theodor Eli Dam Olsen, sóknar- og orlogsprestur, í Hoyvík. Orsøkin er, at í ár eru 500 ár liðin síðan reformatiónin byrjaði. Tá festi Martin Luther 95 tesur á kirkjudyrnar í Wittenberg. 

Einstaklingurin

"Vit kunnu til dømis geva einstaklingum allan heiðurin og siga, at hann ella hon bygdi hetta ella hatta bygningsverkið," sigur Theodor, prestur.

Arbeiðsfólkið

"Ella vit kunnu siga, at umstøðurnar høvdu nógv at siga, og at tað í grundini vóru arbeiðsfólkið, ið knossaðust og stríddust fyri at fáa hetta ella hatta upp at standa," sigur prestur og vísur til, at helst eru báðar søgufatanirnar rættar.

Prentkynstrið

"Og halda vit okkum til tað, so skerst ikki burtur, at Luther bæði hevur verið djarvur og dugnaligur. Gaman í vóru umstøðurnar eisini til vildar. Um somu tíð, sum Luther skrivaði síni verk, tók prentkynstrið rættiliga dik á seg við Gutenberg sum tí stóra prentsmiðinum. Áðrenn ta tíð blivu allar bøkur skrivaðar við hond. Sostatt bar til við uppfinningini hjá Gutenberg at prenta bøkurnar hjá Lutheri í túsundatali, og tað varð eisini gjørt. Hansara tankar og hugsanir komu víða. Hetta var ikki vandaleyst, tí hann setti lívið í váða. Men uppgerðin við avlátslæruna um, at tú kundi keypa tær og tínari familju eitt pláss hinumegin, var neyðug," sigur Theodor.

Gud og vit

"Við Lutheri búnaðist tankin um, at tað ikki eru vit, sum, kunnu gera tað stóra fyri Gud, men at hann kann gera tað stóra fyri okkum. Júst tí skulu vit gera so mikið meira fyri okkara medmenniskju. Vit skulu hjálpa einum eldri fólki yvir um vegin. Ikki fyri at vinna okkum sjálvum eitt pláss í himmiríki, men júst fyri at hjálpa tí gamla fólkinum. Gerningar vinna einki pláss í himmiríki, einans trúgvin, men júst tí skulu vit gera góðar gerningar. Ella sum ein biskupur einaferð segði: hetta minnir um ta gomlu søguna um fílin og músina, sum fara gangandi eftir vegnum. Brádliga spyr músin fílin: Heldur tú ikki, at vit trampa hart?!"

Vit skulu lesa sjálv

"Luther var einki halgimenni, og vildi neyvan heldur vera roknaður sum tað. Hann kundi vera bráðræsin og bonskur, og summar av bókum hansara eru ikki vakur lesnaður. Men Luther legði tó stóran dent á frælsið hjá tí einstaka, og minti á, at tað var av størsta týdningi, at børn og ung læra at lesa og ganga í skúla, so tey sjálv kunnu ogna sær vitan og leita til keldurnar," sigur Theodor Eli Dam Olsen, prestur, nú vit minnast at 500 ár eru umliðin, síðan reformatiónin byrjaði.

Arbeiðsuppgávur:

 

1 Lesið tveir teir fyrstu setningarnar hjá presti í tekstinum omanfyri. Setningarnir eru merktir við gásareygum. Skiftið orð í flokkinum um tað søgufatan, sum prestur leggur fram í hesum báðum setningum. Hvør er munurin á báðum søgufatanunum?

 

2 Í søgubókum og á Wikipedia stendur, at Magnus Heinason bygdi Skansan í Havn. Mann tað nú passa? Skiftið orð um hetjur í søgubókunum. Er tað altíð rætt at geva hetjunum heiðurin fyri søgulig avrik og bygningar?

 

3 Hvat úr virksemi Luthers hevur størsta týdning, og hví, sambært presti?