Skip to main content

Orðafrágreiðingar

 

Rættvísgjørdurdissertation on karl mar how to make a cover page for a research paper college admission essay for ucf phd thesis writing services in chennai: At  fáa syndafyrigeving,  Gud sigur, at hatta menniskja er frítt fyri synd, og fær onga revsing. 

Frelstur: Tað at vera loystur frá synd og glatan, fortapilsi.

Bót:  Er at gera góðar gerðir, tí at ein iðrar syndirnar.

Góðar gerðir:  Kundu t.d. vera at geva kirkjuni pening, hjálpa neyðstøddum, biðja bønir, arbeiða hart arbeiði, at revsa seg sjálvan við ikki at eta, liva í tøgn ávísar tíðir, ella at fara eina pílagrímsferð.

Náðigur Gud: Ein Gud, ið sýnir náði, ein miskunnsamur Gud. Ein Gud, sum er góður við menniskjuni, sjálvt um tey ikki hava uppiborið tað.

Skerseldur: Er eitt stað, har tey deyðu vera reinsað fyri synd, áðrenn tey kunnu síggja hin heilaga Gud. Halgimennini og tey livandi kundu hjálpa tí teimum deyðu við at biðja fyri teimum.

Innsigli: búmerkið ella navnamerki, merkt í lakki ella voksi, at seta undir skjøl og brøv til staðfestingar.

Innsiglisringur: Ein ringur, sum kundi nýtast at prenta innsigli við.

Yvirvøld: Stjórnin í landinum, tey, ið stýra.

Sakramenti: Eitt sakramenti er ein heilag gerð, sum Kristus hevur fyriskipað. Eitt sakramenti er eitt orð frá Gudi og eitt sjónligt tekin, so sum vatn við dópinum, og breyði og vín við altargongd. Við sakramentinum gevur Gud menniskjum lut í síni náði.

Lógin: Tey 10 boðini og aðrar lógir í Gamla testamenti.

Evangeliið: Merkir gleðiboð um at Gud sendi sín son til jarðar at frelsa heimin.

Sáttargerðin: At Jesus varð krossfestur.

Gamli sáttmálin.  Er at finna í Gamla testamenti. Tað er avtalan, Gud gjørdi við Ísraels fólk, sum segði, at tey skuldu halda hansara boð, so skuldu tey vera hansara fólk.

Nýggi sáttmálin: Er at finna í Nýggja testamenti. Við Jesu deyða á krossinum, gjørdi Jesus eina nýggja avtalu millum Gud og menniskju, sum fáa syndanna fyrigeving. Avtalan er galdandi fyri øll fólkasløg, ikki bert jødar.

Trúvillingur: Ein persónur, sum ikki fylgir tí almennu læruni, sum kirkjan ásetur.

Trúarjáttan: Ein stuttur samdráttur av høvuðstankunum í einari læru t.d. kristindóminum.

Avlát: Syndanna fyrigeving, sum ein persónur fekk, tá hann hevði skriftað fyri prestinum, og gjørt tað, sum presturin álegði honum at gera sum bót.

Avlátsbrøv: Kirkjan gav serligum sølumonnum loyvi til at selja syndanna fyrigeving, sokallaði avlátsbrøv, sum fólk kundu keypa. Eisini bar til at keypa avlát fyri tey deyðu.

Deyðssyndir: serligar syndir, sum vóru mettar at vera serliga ringar. Tær drógu aðrar syndir til sín, og fingu fólk at fara burtur frá Gudi.

Skrifta: At játta sínar syndir fyri einum presti, so at hann Guds vegna kann geva tær syndanna fyrigeving, og áleggja tær eina passandi bót. Allar ójáttaðar syndir longdu um tíðina í skerseldinum.

Kleystur: búðstaður hjá munkum og nunnum.

Munkalyfti: Ein munkur mátti lova at halda ymiskt, t.d. at verða lýðin móti abbatanum (tí hægsta munkinum í kleystrinum), at liva restina av lívinum í kleystri, at liva í fátækadømi og at tæna felagsskapinum. Nunnur máttu geva sama lyfti.

At umsita sakramentini: at hava, ella at fremja, altargongd og dóp á rættan hátt.

Katekismus: Verður eisini  nevnd Lærubók, tað er ein lærubók í kristindómi.