Skip to main content

Teir 95 avlátssetningarnir

 

Av kærleika til sannleikan og av áhuga fyri at fáa hann lýstan, verður bjóðað til kjak í Wittenberg av hesum setningum. Tað er Martin Luther, æraði faðir, lærari í fríu fakunum, doktari í heilagu gudfrøðini og almennur professari í gudfrøði í Wittenberg, sum bjóðar til kjak. Tey, sum ikki kunnu koma og munnliga taka lut í kjakinum saman við okkum, verða skrivliga biðin um at siga frá. Í harra okkara, Jesu Krists navni. Amen.

1       Tá ið harri og meistari okkara, Jesus Kristus segði: Gerið bót, o.s.fr., legði hann harvið dent á, at alt lív teirra trúgvandi eigur at verða bót.

2       Hetta orð sipar ikki til bótarsakramentið, tað vil siga skriftamálið og bót at gera fulnað, sum er prestsins uppgáva at hava í hondum.

3       Hann sipar heldur ikki bara til innaru bótina, ja, innara bótin er eingin bót, um hon ikki útvortis gevur seg til kennar í ymsum formum at deyða holdið.

4       Tí varir syndarevsingin eins leingi og haturin til ein sjálv-an varir, – tað vil siga, hin sanna innara bótin – til vit ganga inn í himmiríkið.

5       Pávin vil ikki og kann ikki geva eftir aðra syndarevsing enn ta, hann sjálvur hevur lagt á, antin eftir egnari avgerð ella sambært kirkjuligu lógunum.

6       Pávin kann ikki fyrigeva skuld, men bert kunngera og staðfesta, at hon er fyrigivin av Gudi, men sjálvandi kann hann geva eftir skuld í slíkum førum, tað viðkemur honum. Um hetta verður vanvirt, er skuldin framvegis í gildi.

7       Gud fyrigevur á ongan hátt skuld, uttan at vísa skuld-aranum til at geva seg eyðmjúkt undir sín umboðsmann, prestin.

8       Kirkjuligu bótslógirnar eru bert lagdar á tey livandi, og tað kann sambært hesum lógum ikki leggjast nakað á tey, sum skulu doyggja.

9       Tí ger halgi andin væl móti okkum gjøgnum pávan við sínum avgerðum altíð at gera undantak viðvíkjandi deyðanum og menniskjans evstu neyð.

10    Skilaleyst og skeivt gera teir prestar, sum leggja á tey, sum skulu doyggja, kirkjuliga bót í reinsanareldinum.

11    Talan, um í staðin fyri kirkjuliga revsing at áleggja revsing í reinsanareldinum, er illgrasarfræ, sum vissuliga er sáðað, meðan biskuparnir svóvu.

12    Fyrr vórðu kirkjuligu revsingarnar álagdar ikki eftir, men áðrenn boðanina um fyrigeving syndanna júst fyri at royna, um angurin var sannur.

13    Tey, sum doyggja skulu, eru við deyðanum frí frá øllum krøvum og eru deyð frá krøvum í kirkjuligu lógunum, við tað at tey eru deyð frá lógarinnar myndugleika.

14    Tá ið tann, sum skal doyggja, bert ófullkomið eigur frelsandi kærleikan, so førir hetta til miklan ótta, og hesin ótti er størri, har kærleikin hevur verið lítil.

15    Hesin ótti og ræðsla eru í sjálvum sær – fyri ikki at tosa um annað – nóg mikið til at kalla fram líðing og revsing í reinsanareldinum, tí tey koma vónloysi og ræðslu nær.

16    Uttan iva skilja helviti, reinsanareldurin og himmalin seg hvørt frá øðrum sum vónloysi, vónloysi og tryggleiki.

17    Eins og tað uttan iva er neyðugt fyri sálirnar í reinsanareldinum, at ræðsla teirra gerst minni, soleiðis er tað eisini neyðugt at kærleiki teirra gerst størri.

18    Ein kann ikki nýta vit og skil ella skriftstøð fyri teirri áskoðan, at tær eru í eini støðu, har tær ikki kunnu fáa vinning hjá Gudi, ella at kærleikin til hansara ikki kann gerast størri.

19    Ei heldur stendur fast, at tær kunnu verða vísar í sælu síni, – í hvussu so er ikki allar – sjálvt um vit eru fullkomuliga vís í tí.

20    Tí hevur pávin ta áskoðan, at „fullkomulig eftirgeving av revsingum“ ikki merkir allar revsingar, men bert tær, sum hann sjálvur hevur álagt.

21    Tí fara teir avlátsprædikumenn skeivir, sum siga, at menniskjað við pávans avláti verður fríað frá allari revsing og verður frelst.

22    Hann eftirgevur jú ikki sálunum í reinsanareldinum nakra revsing, sum tær sambært kirkjulógunum skulu bera her í lívinum.

23    Um nakar kann fáa eftirgeving av øllum revsingum fyri synd, so kann hon bert verða givin teimum mest full-komnu, tað vil siga, til tey allar fæstu.

24    Størsti parturin av teimum kristnu verða tí villleidd við hesi markleysu og rummisku boðan um avtøku av øllum revsingum.

25    Sama myndugleika yvir reinsanareldinum, sum pávin hevur, hevur ein og hvør biskupur og prestur í sínum biskupsdømi og sókn.

26    Pávin ger rætt í at geva sálunum í reinsanareldinum eftirgeving – ikki við lyklavaldinum, sum hann ikki hevur í hesum sambandi, men í forbøn.

27    Tey, sum siga, at sálirnar flúgva úr reinsanareldinum, so brátt sum peningarnir klirra í kistuni, læra reina og skæra mannalæru.

28    Tað er óvikaligt, at tá ið peningarnir klirra í kistuni, munnu peningagirndin og havisjúkan økjast, men forbøn kirkjunnar er eina bundin at Guds bønhoyring.

29    Hvør veit, um allar sálirnar í reinsanareldinum ynskja at verða fríar? Um heilaga Severin og heilaga Pascalis verður jú sagt tað øvugta.

30    Eingin kann verða vísur í, at angurin er sannur, held-ur ikki kann ein verða vísur í at hava fingið fulla synda-fyrigeving.   

31    Eins sjáldan ein sannur iðrandi finst, eins sjáldan finst ein, sum á rættan hátt fær avlát. Við øðrum orðum: Sera sjáldan.

32    Ævigt fordømdir vilja teir verða saman við lærumeistarum sínum, sum eru vísir í frelsuni bygda á avlátsbrøv.

33    Ein skal ansa eftir teimum, sum siga, at pávans avlát er tann ómetaliga gávan, sum ger menniskjað sátt við Gud.

34    Avlátsnáðin er bert bygd á sakramentalan fulnað fyri revsingar fyri synd, sum eru álagdar av menniskjum.

35    Tað er ikki kristilig tala, slík menniskju hava fyri, sum læra, at tey, ið keypa sálir úr reinsanareldinum ella keypa avlátsbrøv, ikki hava angur fyri neyðini.

36    Ein og hvør sannur, sundurbrotin kristin hevur fullkomna eftirgeving fyri revsing og skuld, og tað fær hann eisini uttan avlátsbrøv.

37    Ein og hvør kristin, antin hann er livandi ella deyður, hevur lut í Krists og kirkjunnar ríkidømi, og tað fær hann frá Gudi uttan avlátsbrøv.

38    Ein eigur tó á ongan hátt at vraka pávans eftirgeving, tí hon er, sum sagt, kunngerð um Guds fyrigeving.

39    Tað er sera torført eisini fyri lærdastu gudfrøðingarnar samstundis fyri fólkinum at lova avlátini og tess ríku gávu og skylduna til av sonnum at iðra seg.

40    Sannur angur ynskir og elskar revsing fyri synd, men avlát fríger rummiskt frá henni og skapar hatur til revsing, í hvussu so er partvís.

41    Ápostólska avlátin má verða boðað við varni, fyri at fólk ikki skulu fáa ta skeivu fatan, at hon hevur størri týdning enn kærleikans góðu gerningar.

42    Kristin eiga at verða lærd upp í tí, at tað ikki er pávans áskoðan, at keyp av avláti á nakran hátt kann samanberast við miskunnsemi og tess gerningar.

43    Kristin eiga at verða lærd upp í tí, at tey gera ein betri gerning við at geva til tey fátæku ella lána peningar út til neyðstødd enn við at keypa avlát.

44    Tí við kærleikans gerningum veksur kærleikin og menn-iskjað verður betri, men við avláti verður menniskjað ikki betri, tað sleppur bert undan revsing.

45    Kristin eiga at verða lærd upp í tí, at tann, ið sær eitt menniskja í neyð og ikki tekur sær av tí, men í staðin letur pening til avlát, hann fær ikki pávans avlát, men Guds vreiði.

46    Kristin eiga at verða lærd upp í tí, at um tey ikki hava ríkidømi í yvirflóð, so hava tey skyldu at nýta tað til hús og heim teirra og undir ongum umstøðum oyðsla tað til avlát.

47    Kristin eiga at verða lærd upp í tí, at keyp av avláti er upp til hvønn einstakan og er ikki ein skylda.

48    Kristin eiga at verða lærd upp í tí, at pávin, tá ið hann gevur avlát, hevur meir fyri neyðini og heldur vil hava forbøn enn klirrandi myntir.

49    Kristin eiga at verða lærd upp í tí, at avlát pávans er nyttug, tá ið ein ikki hevur álit á henni, men er skaðilig, um ein ikki hevur gudsótta.

50    Kristin eiga at verða lærd upp í tí, at um pávin visti um tann hátt, avlátsprædikumenninir nýta til at skava pengar inn undir seg, vildi hann heldur latið Pæturskirkjuna farið upp í royk, í staðin fyri at bygt hana av skinni, beinum og kjøti av sínum egnu seyðum.

51    Kristin eiga at verða lærd upp í tí, at pávin, um hann so skuldi selt Pæturskirkjuna, – sum tað eisini er skylda hansara, – fegin vildi givið av egnu peningum sínum til tey mongu, sum ávísir avlátsprædikumenn lokka peningar frá.

52    Trúgvin, at ein kann fáa frelsu við avlátsbrøvum, er ikki í samsvar við veruleikan, sjálvt um avlátsseljarin, ja, pávin við sál síni stóðu fyri slíkari læru.

53    Bert Krists og pávans fíggindar kunnu krevja, at tá ið prædikað verður avlát í eini kirkju, so skal Guds orð verða tagt burtur í hinum kirkjunum.

54    Tað verður gjørdur órættur móti Guds orði, tá í somu prædiku verður nýtt eins nógv tíð ella meir tíð upp á avlát enn upp á orðið.

55    Tað má tí verða pávans áskoðan, at tá ið avlátin – sum er tað ringasta – verður hátíðarhildin við einari klokku, við einari skrúðgongu og siði, so skal evangeliið – sum er tað størsta – verða prædikað við hundrað klokkum, hundrað skrúðgongum og siðum.

56    Ríkidømi kirkjunnar, haðan pávin býtir avlát útúr, er ikki nóg væl útgreinað, lýst ella kent millum kristin.

57    Tað er heilt greitt, at talan er ikki um tímiligt ríkidømi, tí mangir prædikumenn treyðugt býta út, men bert leggja inn undir seg slíkt ríkidømi.

58    Ei heldur er hetta Krists og halgimanna vinningur, tí hesin vinningur virkar til eina og hvørja tíð náði fyri ta innaru menniskju og kross, deyða og helviti fyri ta útvortis menniskju, uttan at pávin ger nakað til hetta.

59    Heilagi Laurentius segði, at kirkjunnar ríkidømi er kirkjunnar fátæku, men hann nýtti tann týdning av orðinum, sum var vanligur tá í tíðini.

60    Uttan at fara ov vítt, kann ein siga, at tað er kirkjunnar lyklar, sum eru givnir við Krists vinningi; hetta er hin umrøddi skatturin.

61    Tað er heilt greitt, at til at eftirgeva syndarevsing yvirhøvur og í serligum førum er pávans vald í sjálvum sær nóg mikið.

62    Kirkjunnar sanni skattur er halga evangeliið um Guds dýrd og náði.

63    Men hesin skattur er nógv forfjónaður, tí hann ger tað fyrsta til tað síðsta.

64    Avlátsskatturin er hinvegin nógv virðismettur, tí hann ger tað síðsta til tað fyrsta.

65    Tí eru gleðiboðskaparins skattir gørn, sum tey fyrr fangaðu rík fólk í.

66    Avlátsskattirnir eru gørn, sum tey í dag fanga rík fólk í.

67    Avlátin verður av prædikumonnum sínum kallað størsta náði av øllum, og tað er satt, tá ið tað snýr seg um at savna pening inn.

68    Men í veruleikanum er hon minst av øllum sammett við Guds náði og ta gudrøkni, ið heldur seg til krossin.

69    Biskupar og sóknarprestar hava við allari tign skyldu til at bjóða ápostólsku avlátsseljarunum vælkomnar.

70    Men teir hava enn meir við opnum eygum skyldu til at leggja merki til og við opnum oyrum at lurta, so at teir ikki í staðin fyri tað, ið pávin hevur álagt teimum, prædika teirra egna heilaspuna.

71    Dømdur og bannaður veri tann, ið talar móti ápostólskari avlát.

72    Men signaður veri tann, ið setir seg upp ímóti avlátsseljaranna grammu og freku orðum.

73    Eins og pávin av røttum hóttir við banni móti teimum, sum undir avláts lótum finna upp á snildar hugsanir til skaða fyri avlátina,

74    so er heldur endamál hansara at hótta tey, sum undir avlátslótum finna upp á snildar hugsanir til skaða fyri heilaga kærleikan og sannleikan.

75    Tað er ørskapur at halda, at pávaliga avlátin er so mátt-mikil, at hon kann gera ein frían frá misbroti, enntá um ein hevði vanhalgað Guds móður, sum tó er ógjørligt.

76    Tvørturímóti tvíhalda vit um, at pávaliga avlátin, hvat viðvíkur skuldini, ikki kann strika ta minstu av „teimum syndum, sum kunnu fyrigevast.“

77    Tá ið sagt verður, at sjálvt um Pætur var pávi, kundi hann ikki givið størri náðigávur, so er hetta ein háðan av heilaga Pæturi og pávanum.

78    Tvørturímóti tvíhalda vit um, at bæði hann og ein og hvør pávi ráða yvir nógv størri náðigávum, sum eru evangeliið, undurgerningarnir, náðigávur at grøða o.s.fr., sum vit lesa um í 1. Kor 12.

79    Tað er gudsspottan at halda, at tá ið reist verður ein avlátskrossur við pávans vápni og merki, so hevur tað sama virði sum Kristi krossur.

80    Biskupar, sóknarprestar og gudfrøðingar skulu standa til svars fyri, at teir geva loyvi til, at slík tala býðst fólki.

81    Henda vitleysa avlátsboðan ger tað torført fyri sjálvt lærd fólk at varðveita virðing fyri pávanum móti útspilling og sniðfundigum spurningum frá leikfólki.

82    Til dømis: Hví tømir pávin ikki fullkomuliga pínustaðin í reinsanareldinum av heilagum kærleika og av sálanna stóru neyð, – sum jú er størsta grundin fyri tí – tá ið hann tó fríger sálir uttan tal úr honum við skitnum pengum til at byggja Pæturskirkjuna fyri, – sum er ein vánalig grund?

83    Framvegis: Hví halda fram við at halda deyðsmessur og árligar sálarmessur, í staðin fyri at geva teir peningar aftur, sum til tess eru ætlaðir, ella tó geva loyvi til, at teir verða afturgoldnir, tá ið tað er skeivt at biðja fyri teimum, ið eru fríað úr reinsanareldinum?

84    Framvegis: Hvat er hetta nýggja gudrøkni hjá Gudi og pávanum fyri nakað, at teir geva loyvi til, at ein, sum er uttan gudrøkni og kærleika til Guds, fyri peningar kann fría eina sál úr reinsanareldinum, eina sál, sum elskar Gud, soleiðis at teir ikki vegna neyðina hjá gudrøknu og elskaðu sálini vilja fría hana av kærleika eina uttan at gjalda pening?

85    Framvegis: Tá ið tær gomlu bótarreglurnar, ið ikki verða nýttar og nú í longri tíð hava verið settar úr gildi og gjørdar óvirknar, hví skal ein nú við avláti keypa seg frían fyri pening, sum um tær framvegis vóru í gildi?

86    Framvegis: Hví kann pávin ikki nýta sín egna pening til at byggja hesa einu kirkjuna fyri til heilaga Pætur, í staðin fyri pening hjá fátækum trúgvandi, hann, sum í dag er ríkari enn tey ríkastu?

87    Framvegis: Hvat er tað í veruleikanum, sum pávin gevur eftir og veitir teimum, ið við fullkomnum anguri hava krav upp á fulla avlát og náði?

88    Til seinast: Hvat kundi verið betri fyri kirkjuna, um pávin gav øllum trúgvandi avlát og náði hundrað ferðir um dagin, har hann nú bert ger tað einaferð?

89    Tá ið nú pávin í sambandi við avlát er meir upptikin av sálanna frelsu enn av pengum, hví setur hann so útskrivað avlátsbrøv og prógv um náði úr gildi, hóast tey hava gildi enn sum áður?

90    Tað vekir spott og látur hjá mótstøðumonnunum fyri kirkjuni og pávanum og skapar ólukkulig kristin, tá ið ein av hesum ágangandi spurningunum hjá leikfólki bert ger vart við valdið, sum pávin hevur, og ikki kemur við rímiligum grundgevingum.

91.   Um avlát varð boðað sambært pávans anda og endamáli, so hevði verið lætt at svara hesum spurningum, ja, teir høvdu ikki verið reistir.

92.   Burtur við øllum teimum profetum, sum siga við Krists fólk: „Friður, friður!“ Og tað er eingin friður.

93.   Gott við øllum teimum profetum, sum siga við Krists fólk: „Krossur, krossur!“ Og tað er eingin krossur.

94. Kristin eiga at leggja sær í geyma við ídni at fylgja teirra høvur eftir, Kristusi við revsing, líðing, deyða og pínu,

95    Og soleiðis heldur seta álit sítt á at ganga inn í himmiríkið við mongum trongdum enn við vissu um tryggleika og at eiga frið!