Skip to main content

8 síður til fólkið

Í Svøríki gera tey nógv fyri at upplýsa fólkið um at velja tá val er. Avísin 8 Sidor leggur seg eftir at bera stutt og greið tíðindi, sum eru løtt at lesa. Bókstavirnir eru størri enn vanligt, setningarnir eru stytri og eingi torfør orð verða brúkt. Avísin 8 Sidoressay on criticism summary for chemistry help visit www.chemfiesta.com smoking research paper creative writing ink hoyrir ikki til nakran politiskan flokk ella felagsskap. Bara journalistarnir gera av, hvat kemur í avísina og hvussu tað verður borið fram. Tí siga vit, at avísin er óheft.

Til Ríkisdagsvalið hevur avísin 8 Sidor givið út bæði bók og avís. Her er bókin, og her er avísin. Tilfarið kann takast niður ókeypis. Útgevarin kallast Myndigheten för tillgängliga medier.

 

Undranarspurningur

Hvønn týdning hevur pressan fyri eitt virkandi fólkaræði?

Kanning

Kannið svensku avísina 8 Sidor og meti um, hvar og hvussu avísin kann hugsast at gera bestu nyttu.

Kannið útgevaran og lesið endamálið hjá útgevaranum. Kundi ein tílíkur útgevari verið í Føroyum?

Í ár hevur Mentamálaráðið lýst árið at verða halgað málmenning. Kundu ein útgevari sum hesin svenski gjørt mun í Føroyum, tá vit tosa um at málmenning?