Tilfar
Tað tilfar, sum við hepni kann brúkast sum grundarlag hjá læraranum í hesum føri, er nýggja bókin Samfelagið - og vit (Nám 2018) og fyrra bókin Samfelagið - og eg(Nám 2017). Hesar báðar bøkurnar eru ætlaðar at brúka í samfelagsfrøði í hádeild í fólkaskúlanum.
Stór hugtøk sum fólkaræði verða lýst í bókunum. Í nýggjaru bókini verður spurt: “Veitst tú hvussu Føroyar verða stýrdar politiskt?” Í fyrru bókini, sum kom í fjør, verður fólkaræði, sum kann vera beinleiðis ella umboðandi, lýst. Eisini fáa vit í fyrru bókini at vita, hvussu fólkaræði virkar í skúlanum og hvørjar uppgávur fjølmiðlarnir hava í einum frælsum samfelag.
Millum teir mongu svensku netmiðlar, sum eru ókeypis og eisini kunnu brúkast í sambandi við tema um ríkisdagsvalið í 2018, eru hesir:
Læraratilfar frá Svenska Ríkisdegnum um vali í 2018
Tilfar um virkandi fólkaræði frá Skolval2018
Myndugleikin MUCF skrivar um ungdómsviðurskifti upp undir valið
Svenski valmyndugleikin kunnar