Tilflytarar - hvat siga flokkarnir?
Eitt av evnunum, sum nógv er at hoyra um í miðlunum, er, hvat politisku flokkarnir í Svøríki halda um tilflytarar. Onkur flokkur heldur at tað er eitt vælsignilsi, at fremmand fólk koma til landið, meðan aðrir flokkar óttast at svenski samleikin hvørvur, um ov nógvir tilflytarar koma til Svøríki.
Uppgáva
Farið á heimasíðuna riksdagsval2018.se. Trýstið á búmerkið fyri hvønn einstakan flokk, sum á svenskum greiðir frá um teirra meting av tilflytarum.
Gerið eina strikumynd, har tit seta teir átta flokkarnar, alt eftir hvussu lagaligir ella avmarkandi teir eru, tá umræður tilflytarar í egnum landi.
Tá strikumyndin er liðug, skipa vit fyri kjaki í flokkinum um orðið tilflytarar.
Endamálið er at kanna, um orðið og hugtakið tilflytarar kann skiljast á ymsan hátt, alt eftir hvørja løðing tað fær, ella í hvørjum høpi tað verður brúkt.
Vit gera eitt pallborð framman fyri flokkinum, har tveir partar eru. Tit velja sjálv, hvussu nógv eru í hvørjum parti. Hvør parturin fær sín bundna leiklut, sum antin er positivur ella negativur. Ikki bæði. Uppgávurnar eru:
Hvat merkir orðið tilflytari? Kann orðið stigbendast, so vit fáa góðar og ringar tilflytarar? Hvør partur greiðir frá!
Setningur hjá øðrum bólkinum: Orðið tilflytari merkir nakað negativt! Við dømum verður greitt frá hví og hvussu. Tit gera sjálv av, hvussu eftirfarandi brúktu dømini eru.
Setningur hjá hinum bólkinum: Orðið tilflytari merkir nakað positivt! Við dømum verður greitt frá hví og hvussu. Tit gera sjálv av, hvussu eftirfarandi brúktu dømini eru.
Eftir pallborðsframløgurnar hjá báðum bólkunum, er atkvøðugreiðsla.
Spurt verður: ert tú fyri ella ímóti tilflytarum?
Svarmøguleikarnir eru tveir, har krossur skal setast við annan: JA ella NEI.