Val í Svøríki
Her sæst svenski forsætisráðharrin, Stefan Löfven, saman við ráharrunum í svenska ríkisdegnum stutt eftir valið í 2014. Sunnudagin 9. september í 2018 er aftur ríkisdagsval í Svøríki. Val er til Ríkisdagin, kommunur og landsting. Næsta ár er val til Evropaparlamentið.
Fyrst fyri á heimasíðuni hjá svensku stjórnini stendur skrivað soleiðis: "Regeringen styr Sverige och är drivande i arbetet med att förändra våra lagar, och påverkar på så vis utvecklingen i vårt samhälle. Sveriges regering består av en statsminister och 22 ministrar."
Henda temasíða varpar í stuttum ljós á fólkaræði í størsta Norðurlandinum og hvønn týdning upplýsing og luttøka kunnu hava, tá borgarar sleppa at velja.
Málbólkurin er hádeild í fólkaskúlanum. Bøkurnar Samfelagið - og eg(Nám 2017) ogSamfelagið - og vit (Nám 2018) kunnu brúkast at lýsa fólkaræði.
Í einum føri verður ein enskur BBC filmur, sum varir 18 minuttir, brúktur sum tilvísing og arbeiðsgrundarlag. Filmurin er lættur at fylgja við í, men krevur at næmingarnir duga hugtakið narrative, ein fortald søga, tá talan er um eitt heilt land og tað narrativ, sum er heft at tjóðini.
Valrætt til Ríkisdagin hava tey, sum eru fylt 18 ár og eru svenskir ríkisborgarar. Hugt verður í skattalistan hjá skattavaldinum 30 dagar undan valinum. Stendur títt navn har, og tú kanst prógva at tú ert tú, so kanst tú velja ein flokk ella ein av teimum persónum, sum stilla upp fyri ein flokk til Ríkisdagsvalið.
Spurningar
Ert tú nakrantíð biðin um at prógva, at tú ert tú?
Hvussu prógvar tú, at tú ert tú?
Hava vit í Føroyum ein talgildan samleika til hvønn einstakan?
Í svensku stjórnini hjá Stefan Löfven eru 22 ráðharrar. Hvussu nógvir ráðharrar eru í Føroyum? Hvussu kalla vit okkara ráðharrar?
Vit kanna
Kannið í lógarsavninum á netinum, hvør hevur valrætt til Løgtingið í Føroyum. Kannið eisini, hvør hevur valrætt til kommunuval í Føroyum. Er nakar munur á, hvør sleppur at velja til løgtingsval og kommunuval í Føroyum?
Metið um, hvønn týdning tað hevur at øll sleppa á val. Metið eisini um tað er rætt, at onkur ikki sleppur á val.