Tá lívið er trupult
Kristni 4 eftir Jón Magnus Joensen er bókaheild til undirvísingina í 4. flokki.
Heildin umfatar næmingabók, lærarabók, arbeiðsbók og heimasíðu á snar.fo.
Happing er evnið í kapittul 9 í Kristni 4. Heitið á kapitlinum er "Tá lívið er trupult".
Niðanfyri er slóð til uppgávurnar til evnið. Tilfarið kann prentast.
Hygg at myndini og svara hesum spurningum:
- Hvussu er myndin skipað, hvat er fremst fyri og hvat er aftast?
- Greið frá, hvørji tú heldur tey vera, sum síggjast á myndini.
- Hvar man myndin verða tikin, og hvør er støðan á myndini?
- Greið frá klæðunum, tey eru í.
- Hvussu man persónurin, sum er fremst fyri, hava tað?
- Kundi hon verið sett aftast, so eingin sá hana?
- Hevði tann myndin havt somu effekt?
- Hvat situr gentan á?
- Greið frá um at brúka súmbol í myndum.
- Hvat ímyndar hetta súmbolið, sum gentan situr á?
- Hvussu kunnu tey, sum vit síggja á myndini, bøta um støðuna?