Skip to main content

TORKILS DØTUR

 

Tað av halgikvæðum okkara, sum oftast er at hoyra á gólvi, er “Torkils døtur“, CCF nr. 176.

 

Í Føroya kvæðum er tað at finna í trimum brigdum:

 

A er teksturin, sum prentaður er í bók H. C. Lyngbyes “Færøiske Qvæder“, 1822.

 

B nevnir heimildirnar: Kvæðasavn Napoleon Nolsøes, 1. bind, 1840 og “Fugloyarbók”, skrivað fyri 1854.

 

C er tekstur, ið Hammershaimb skrivaði upp í 1873 eftir Kristini Joensen heima á Sandi, sum hevði tað frá Sunnevu Klæmintsdóttur í Skopun.

 

TORKILS DØTUR

 

1. Torkil eigur sær døtur tvær

- at dansa -

leingi á morgni svóvu tær,

- væl er mær ansað

har vil eg á gólvið fram at dansa,

tó at tú vilt mær lív í vanda,

væl er mær ansað.

 

2. Tær svóvu sær so leingi,

til sól skein á teirra seingir.

 

3. Tær sova sær so leingi á dag,

til sól skín á teirra seingjarstað.

 

4. Torkil gongur til búðar,

vekir upp døtur prúðar.

 

5. “Statt upp, Katrin, dóttir mín,

kirkjumaður bíðar tín!“

 

6. “Vil hann ikki bíða,

bið hann undan ríða!“

 

7. Katrin setist á seingir,

klæðist væl og leingi.

 

8. Hon fór í ein silkiserk,

níggju moyggja handaverk.

 

9. Uttan yvir møttulin blá,

gull eftir hvørjum seymi lá.

 

10. Katrin setist á songarstokk,

hon fór í ein skarlakssokk.

 

11. Skarlakssokk við búgvin skó,

hvítar hendur í vatni tvó.

 

12. Hon tók til sín góða gullkamb,

kembir sítt hár við silkiband.

 

13. Kembir sítt hár við silki smá,

gullkrúnu setti hon omaná.

 

14. Katrin gongur í rossahús,

loysir hon tann gangara út.

 

15. Hon loysir út ein, hon loysir út tvá,

tann besta legði hon saðil á.

 

16. Har var eingin knektur hjá,

sjálv legði Katrin boygslið á.

 

17. Har var eingin knektur í lund,

sjálv legði Katrin boygsl í munn.

 

18. Katrin reið eftir gøtuni fram,

tað glumdi, sum hennara gangari rann.

 

19. Tá ið hon kom har suður í líð,

møttu henni vallarar trír.

 

20. Tá hon kom har skamt ífrá,

møttu henni vallarar tvá.

 

21. Tá hon kom har mitt á leið,

møtti henni vallari ein.

 

22. “Hoyr tú, Katrin, eg tali til tín,

vilt tú vera mítt kvøldarvív?

 

23. Hvat vilt tú láta títt unga lív,

heldur enn vera mítt kvøldarvív?“

 

24. “Fyrr vil eg láta mítt unga lív,

heldur enn vera títt kvøldarvív.“

 

25. Vallarin sínum svørði brá,

hann hjó Katrina í luti tvá.

 

26. Har sum hennara blóðið dreiv,

tendraðist ljós á hvørjari leið.

 

27. Har sum hennara høvdið lá,

sprakk ein kelda við heilivág.

 

28. Har sum hennara bulurin lá,

reistist ein kirkja við krossi á.

 

29. Vallarin heim í garðin fór,

úti Torkil fyri honum stóð.

 

30. “Hoyr tað, vallarin, eg tali til tín,

sást tú ikki Katrin, dóttur mína?“

 

31. “Jú, fullvæl eg hana sá:

í Mariu kirkju var hon í gjár.

 

32. Torkil, Torkil læna mær hús,

eg eri mær so sára sjúkur!“

 

33. “Húsini eru til reiðar,

um vallarar vóru fleiri.“

 

34. “Ása lítla, tendra ljós,

vallarin er til seingjar fús!“

 

35. Ása gongur til seingjar,

reiðir undir sjúkum dreingi.

 

36. “Ása lítla, sov hjá mær,

silkiserkin gevi eg tær!“

 

37. “Lat meg fyrst tann serkin sjá,

síðan skal eg tær sova hjá.“

 

38. Tá ið hon tann serkin sá,

systur merki kendi hon á.

 

39. “Ása lítla, sov hjá mær!

møttulin bláa gevi eg tær.“

 

40. “Lat meg fyrst tann møttulin sjá,

síðan skal eg tær sova hjá.“

 

41. Tá ið hon tann møttulin sá,

systur merki kendi hon á.

 

42. “Ása lítla, sov hjá mær!

eina gullkrúnu gevi eg tær!“

 

43. “Lat meg fyrst ta gullkrúnu sjá,

síðan skal eg tær sova hjá.“

 

44. Tá ið hon ta gullkrúnu sá,

systur merki kendi hon á.

 

45. Ása smeldi hurð í gátt:

“Vallari, hav nú góða nátt!“

 

46. Ása gongur fyri faðir sín:

“Vallarin hevur dripið dóttur tína.“

 

47. “Hvør torir mær tey boð at bera?

Ella hvør tordi tann gerning gera?“

 

48. “Eg tori tær tey boð at bera,

vallarin tordi tann gerning gera.“

 

49. Torkil heitir á sveina tvá:

“Gangið á skóg og kyndið bál!

 

50. Gangið á skóg og kyndið bál!

har skal vallarin brenna á.“

 

51. Tað var um eina morguntíð,

vallarin brann í grønari líð.

 

52. Tað var um eina morgunstund,

vallarin brann í grønari lund.

 

Henda vísa er kend víða um lond, men tá ið danski granskarin Svend Grundtvig umrøður allar tær mongu uppskriftirnar, hann kennir av henni, tekur hann soleiðis til:

 

“Naar vi af denne store mængde overleveringer vil udrede visens oprindelige form, kan vi bedst begynde med den færøske“.

 

Grundtvig heldur uppá, at føroyska vísan er ein halgisøguvísa, har størsti dentur verður lagdur á undurverkini, ið henda, tá ið Katrin verður fyribeind. Hetta heldur hann vera upprunasøguna, sum eisini er at finna í íslendsku uppskriftunum, “Íslenzk Fornkvæði” nr. 15, “Kvæði af vallara systrabana“ og í norsku uppskriftunum, “Torjusdøtrane“, fimm í tali.

 

Hetta vesturnorðurlendska halgisøguevnið er eisini funnið í donskum og svenskum uppskriftum, men í hesum báðum økjum hava flest allar uppskriftir fingið annað høvuðsevni. Vísan er her meira vorðin ein ættarsorgarleikur, við tað, at tað kemur í ljós, at hann, ið beinir fyri ungu gentuni, er bróðir hennara (í summum uppskriftum verða fleiri enn ein genta fyribeindar, og drápsmenninir eru tá brøður teirra). Soleiðis er gongdin í donsku vísuni “Hr. Truelses Døtre“, DGF nr. 338 og svensku, sum m.a. verður nevnd “Herr Töres i Vänga“.

 

Sama evnið er eisini at finna í skotskum øki, m.a. í vísuni “De tre søstre“, sum Grundtvig hevur týtt til danskt og tikið við í útgávu sína “Engelske og skotske folkeviser“, 1842.

 

Hitt høvuðsevnið, tað halgisøguliga, hitta vit harafturímóti í suðurevropeiskum vísum t.d. einari á norðuritalskum, einari á provensalskum og einari á fronskum.

 

Svenski filmsleikstjórin Ingmar Bergman gjørdi í 1960 meistaraverkið “Jungfrukällan” um hesa somu søgu.