Kjartan Ólavsson
Sár er ástarsorg
Verður hugsað um íslendingasøgur, munnu umframt “Føroyingasøgu“ og “Grettis søgu“ “Njáls søga“ og “Laksdøla søga“ vera tær, ið hægstar eru í metum. Og í “Laksdølu“ finna vit sáru ástarsøguna, ið røður um hina vøkru Guðruna Ósvívsdóttur og fosturbrøðurnar Kjartan Ólavsson og Bolla Tollaksson.
Ein orsøk til, at føroyingar serliga hava givið “Laksdøla søgu“ ans, man vera, at hon í greining síni av ættarviðurskiftum, sum er so eyðkent fyri íslendingasøgur, longu á fyrstu síðunum nevnir Unn hina Djúphugaðu, sum á ferð úr Skotlandi til Íslands leggur at í Føroyum og giftir ommudóttur sína, Óluvu, í Norðragøtu - haðani eru Gøtuskeggjar komnir.
Og tí kunnu vit staðfesta, at stóra søguhetja okkara, Sigmundur Brestisson, og høvuðspersónurin í nevndu kærleikssøgu, Kjartan Ólavsson, vóru skyldmenn.
Ólavur og Torgerð itu foreldur Kjartans. Umframt hann áttu tey synirnar Steintór, Halldór, Helga og Høskuld og døturnar Bergtóru og Torbjørg. Umframt høvdu tey til fosturs Bolla, son Tollaks, bróður Ólavs. Kjartan og Bolli vóru sostatt systkinabørn, og um teir sigur søgan, sum Bjarni Niclasen týddi:
“Kjartan Ólavsson vaks upp heima í Hjarðarholti. Hann var vænasti maður, sum føddur hevur verið á Íslandi; hann hevði stórt og vakurt andlit, von eygu og var ljósur í andliti; hann hevði stórt hár og fagurt sum silki, tað fall í purlum; hann var mikil og sterkur maður, so sum Egil, móðurfaðirin, hevði verið, ella Tórólvur. Kjartan var best at sær komin av monnum, so allir máttu undrast, sum sóu hann; hann var betur til vápna enn flestu menn, væl hendur og bestur at svimja; í øllum ítróttum var hann fremri enn aðrir menn. Men hann var kortini lítillátin og vinsælur fram um aðrar, so hvørt barn unti honum; hann var lættlyntur og gav fegin fæ. Ólavur unti Kjartani best av øllum børnum sínum.
Bolli, fosturbróðir hansara, var mikil maður; hann gekk Kjartani næstur í øllum ítróttum og mansverki; sterkur var hann og fríður í ásjón, kurteisligur og hermansligur, hann var mikil skreytmaður. Fosturbrøðurnir untu hvør øðrum væl.“
Um viðurskifti teirra Kjartans og Guðrunar sigur søgan:
“Kjartan fór ofta til Sælingsdalsleygar; javnan bar so til, at Guðrun var við leygina; Kjartani dámdi væl at tala við Guðruna, tí hon var bæði vitug og málsnild. Tað var alra manna mál, at av teimum, sum tá vuksu upp, vóru Kjartan og Guðrun tey, sum hóskaðu best saman.“
Kvæðið “Kjartan Ólavsson“ - eisini nevnt “Kjartans tættir“, sum eru tveir - hevur CCF-frámerkið 23. Tað er eisini prentað eitt nú í “Færøske kvæder“, 2. bindi, sum V.U.Hammershaimb legði til rættis, í “Gyltu bók“, sum Jóannes bóndi greiddi til útgávu og í kvæðaútgávu A.C. Evensens.
Í byrjanini av kvæðinum verður sagt frá vinalagi fosturbrøðranna, ástarbandinum millum Guðruna og Kjartan, og síðan sigur kvæðið, at Ólavur eggjar Kjartani at fara til Noregs at finna kong. Kjartan játtar, men áðrenn hann fer, leitar hann Guðruna upp. Tey svørja hvørjum øðrum trúskap, og hon fylgir honum til strandar.
1. Ríða út av Hjarðarholti
reystar kempur tvær;
fyrstur reið Bolli Tollaksson,
tá Kjartan var ikki har.
Leggið nýggjar árar út,
tað flýtur ein snekkja fyri hertúgans garða,
hon er sær av almvið og eikin hin harða,
leggið nýggjar árar út.
2. Ríða út av Hjarðarholti
reystar kempur báðar,
fyrstur reið Bolli Tollaksson,
tá Kjartan var ikki hjá.
3. Kjartan legði á Leygará,
mongum tað væl tótti,
snarliga runnu ástir saman
við Guðruna Ósvívsdóttur.
4. Kjartan gongur fyri faðir sín
leitar við hann ráð:
“Væn er Guðrun Ósvívsdóttir,
eg vil ta frúnna fá.“
5. “Sømir tað øllum høviskum køllum
læra bæði spekt og sinni.
Líkari var tær mín sæli son
tín veldiga harra at finna.“
6. Svaraði Kjartan Ólavsson
av so góðum treysti:
“Finna skal eg mín veldiga harra
á hesum sama heysti.“
7. Kjartan gongur við Guðrun at tala,
tað mátti eingin hoyra,
segði frúnni ætlan sína,
hon rodnaði sum ein droyri.
8. Leggur hann hendur um frúnnar háls,
mælir við hana blíðum:
“Ísland skal eg á sumri hava,
væl máttú mín bíða.
9. Lat tær góðan hugin siga,
aftur man eg koma,
elska tær ikki annan mann,
ei heldur eg mær konu.
10. Lat tær góðan hugin siga,
aftur komi eg við lív,
elska tær ikki annan mann,
ei heldur eg mær vív.“
11. Tað var Guðrun Ósvívsdóttir,
ið reyðargull bar á hond,
fylgir hon Kjartani Ólavssyni
niður á sjóvarstrond.
Um fyrireikingarnar til Noregsferðina sigur søgan soleiðis:
“Tað er sagt einumsinni, at Kjartan Ólavsson fór ferð suður í Borgarfjørð; einki er sagt um ferð hansara, fyrr enn hann kom á Borg. Har búði tá Torstein Egilsson, móðurbróðir hansara. Bolli var við honum í ferðini, tí so mikil kærleiki var fostbrøðranna millum, at teir skuldu altíð vera saman. Torstein tók væl við Kjartani og segði, tað var honum betri, tess longur hann vildi verða har. Kjartan dvaldist á Borg eina tíð. Hetta summarið stóð eitt skip uppi í Guvuáarósa; tað skipið átti Kálvur Ásgeirsson. Hann hevði um veturin búð hjá Torsteini Egilssoni. Kjartan segði Torsteini í loyndum, at mesta ørindi hansara suður hagar var, at hann vildi keypa hálvt skipið av Kálvi – “tí mær er hugur á at fara uttanlands“ - og hann spurdi Torstein, hvussu honum líkaði Kálv. Torstein segði, hann hugsaði, at hann var rættur maður; - “tað er einki at tala um“, segði Torstein, “at teg fýsir at kanna annara manna siðir; tín ferð man fara at verða merkilig á mangan hátt. Men frændur tínir fara at hava miklan trega, hvussu ferð tín fer at ganga.“ Kjartan segði, hann væntaði, at væl fór at vera. Síðan keypti Kjartan hálvt skipið frá Kálvi, og teir gjørdu helvtarbýti. Kjartan skuldi koma til skipið, tá ið tíggju vikur vóru lidnar av sumri.“
Nú hittir Kjartan Guðruna, sum vit áður hava hoyrt, og so verður lagt í hav:
“Ólavur reið til tings um summarið. Kjartan reið við faðir sínum vestan eftir úr Hjarðarholti, og teir skildust í Norðáardali. Haðani reið Kjartan til skipið, og Bolli, frændi hansara, var í ferðini við honum. Tíggju vóru teir íslendingar til samans, sum vóru við í hesi ferð við Kjartani, og eingin vildi skiljast frá honum, tí teir vóru so góðir við hann. Kjartan reið til skipið við hesum fylgissveinum.
Kálvur Ásgeirsson fagnaði teimum væl. Mikið fæ høvdu teir Kjartan og Bolli við sær. Beinanvegin, sum byrur gavst, sigldu teir út eftir Borgarfirði, fingu lættan byr og góðan, og síðani hildu teir í hav.
Teir fingu góðan byr allan vegin, og teir tóku land í Noregi norðuri við Tróndheim, og teir løgdu inn til Agdanes. Har hittu teir menn á máli og spurdu teir tíðindi. Teimum var sagt, at høvdingaskifti hevði verið í landinum; Hákun jallur var fallin, men Ólavur Trygvason var aftur komin og hevði tikið Noregi alt í vald sítt. Ólavur kongur beyð siðaskifti í Noregi; menn gingu ógviliga misjavnt undir tað.“
Kvæðið sigur soleiðis frá Noregsferðini:
12. So letur Kjartan Ólavsson
síni skipini búgva,
allar letur hann streingirnar
av reyðargulli snúgva.
13. So letur Kjartan Ólavsson
búgva skipini stór,
bæði letur hann í tey laða
virtin og so bjór.
14. Vindur hann upp síni silkisegl,
gull við ráum brann,
strikar ei á bunka niður
fyrr enn við Noregis land.
15. Strikar ei á bunka niður
fyrr enn við Noregis vág,
har lá Grímur innanfyri
spælir í brynju blá.
16. Fyrst stígur Kjartan Ólavsson
sínum fótum á land,
so hann Bolli Tollaksson
undir hans høgru hond.
Um fyrstu dagar íslendinga í Noregi veit søgan hetta at siga:
“Teir Kjartan løgdu inn til Niðarósa við skipi sínum. Um hetta mundið vóru mangir íslendskir menn í Noregi, og menn, sum vóru í miklum metum; har lógu fyri bryggjuni trý skip, sum íslendskir menn áttu. Eitt skip átti Brandur Ørvi, sonur Vermund Torgrímsson; annað skipið átti Hallfrøður Vandræðaskald, triðja skipið áttu tveir brøður; annar æt Bjarni og hin Tórhallur; teir vóru synir Breiðáarskeggja eystan úr Fljótslíð. Hesir menn høvdu allir ætlað sær til Íslands um summarið; men kongur hevði lagt ferðarbann fyri øll hesi skip, tí at teir vildu ikki taka við nýggjum siðum, teimum, sum hann beyð. Allir íslendingar fagnaðu væl Kjartani, men tó Brandur best, tí at teir vóru væl kendir frammanundan. Íslendingar høvdu nú saman ráð, og teir komu á samt sín ámillum um, at teir skuldu nokta fyri teimum siðum, sum kongur beyð, og hetta samtak gjørdu allir teir, sum fyrr eru nevndir. Kjartan og Kálvur løgdu nú við skipi sínum inn til bryggjuna, ruddaðu tað og fingu fæ sítt til høldar. Ólavur kongur var tá í býnum. Hann frætti, at hetta skipið var komið, og at har vóru mangir mætir menn umborð.“
Venda vit okkum nú til framhaldið av kvæðinum, so verður stutt sagt frá, at Bolli og Kjartan ein góðveðursdag á heysti, teir eru og svimja í ánni Nið, hitta ein norðmann, sum er góður svimjari. Kjartan eggjar Bolla at kappsvimja við henda norðmannin, men hann sigur seg undan. Kjartan undrast á, men fer so sjálvur í kappleikin - og tað ger kvæðið meira burtur úr í 2. tátti, og tað venda vit aftur til seinni.
Kjartan og Bolli eru nú í Noregi eina tíð. Í Trondheimi er alt heystið nógv kjak um nýggju gudstrúnna, sum Ólavur kongur er komin til Noregis við. Í fyrstani eru íslendingar trekir, men sum frá líður, lata Kjartan og Bolli seg doypa og við teimum øll skipsmanning teirra. Hetta var annan dag jóla fyri messu. Teir eru nú í miklum mæti við kongshirðina, og tá ið váraði, búðust menn til ferðir sínar, so sum hvør teirra ætlaði sær.
Kongur vil hava Kjartan at fara til Íslands at boða kristna trúgv, men Kjartan ber seg undan, tí hann vildi ikki geva seg í stríð við frændur sínar, og sum hann sigur: “...størri vón er til, at faðir mín og aðrir høvdingar, sum eru frændur mínir, vilja vera meira hugaðir at gera vilja tín, tá ið eg eri í tínum valdi og í góðum korum“. Kongur mælti tá: „Nú valdi tú bæði klókt og stórmansliga“.
So líður hetta summarið og næsti vetur við, og fosturbrøðurnir báðir dvøljast enn við hirð Ólavs kongs. Tá ið aftur tekur at sumra, vil Ólavur kongur hava gongd á kristniboðanarmálið í Íslandi. Vit lesa í Laksdøla søgu:
“Summarið eftir sendi kongur Gissur Hvíta og Hjalta Skeggjason til Íslands at boða trúnna enn eina ferð av nýggjum, men hann hevði fýra menn í gíslum eftir: Kjartan Ólavsson, Halldór, son Gudmund Mæta, Kolbein, son Tórð Froysgoða, og Sverting, son Rúnolvs úr Dali.
Tá gjørdi Bolli seg eisini til at fara við Gissuri og Hjalta; hann fór tá til Kjartans, frænda sín, og mælti: “Nú eri eg búgvin til ferðar. Eg vildi bíða eftir tær enn ein vetur, um tú til summarið hevði verið leysari til at farið enn nú; men mær tykir, at kongur vil fyri ongan prís sleppa tær leysum. Eg hugsi tað eisini fyri vist, at tær tykir smátt um ta skemtan, sum er á Íslandi, tá ið tú situr her og talar við Ingibjørg kongssystur.“
Hon var tá við hirðina hjá Ólavi kongi, og hon var vænasta konufólk, sum tá var í landinum.
Kjartan svaraði: „Tala ikki um slíkt, men tú skalt bera frændum og vinum okkara kvøðu mína.““
Tá ið hetta er sagt, verður skilnaður teirra vinanna millum, søgan sigur soleiðis:
“Eftir hetta skiljast teir, Kjartan og Bolli. Gissur og Hjalti sigldu av Noregi og fingu góða ferð; um tingtíð komu teir til Vestmannaoyggjar, og haðani fóru teir inn á meginlandið; har høvdu teir stevnur og tal við frændur sínar. Síðani fóru teir á altingið og talaðu trú fyri monnum bæði leingi og snjalt, og tá tóku allir menn við trúgv á Íslandi. Bolli reið frá tinginum heim í Hjarðarholt saman við Ólavi fosturfaðir sínum; hann tók við honum við miklum blíðskapi.“
Um hesi viðurskifti og um heimkomu Bolla til Íslands tekur kvæðið soleiðis til:
17. „Hoyr tú Bolli Tollaksson,
eg geri tað ei at loyna;
gakk á sund við griman mann,
har skalt tú teg royna.“
18. Svaraði Bolli Tollaksson,
hann lítur á henda mann:
“Flestalt er hann í gævu treystur,
eg royni ei sund við hann.“
19. “Far tú tær til Íslands aftur,
heilsa fólki heim,
eg skal mær á sundið út
at fremja lítlan gleim.
20. Tú heilsa Guðruni Ósvívsdóttur
av so góðum treysti:
Ísland skal eg á sumri hava,
áðrenn tað tekur at heysta.“
21. Bolli vindur upp síni segl
út í havið setti;
Kjartan legði á sundið út
at fremja leikir eftir.
22. Bolli vindur upp síni segl
bæði gul og blá,
strikar ei á bunkan niður
fyrr enn við Íslands vág.
Tá ið nú Bolli er komin heim aftur til Íslands, sigur hann Guðruni frá, at Kjartan trívist væl við kongshirðina í Noregi, ikki minst tí at Ingibjørg kongssystur er besta vinkona hansara.
23 Kastar hann sínum akkerum
á so hvítan sand,
fyrstur steig Bolli Tollaksson
sínum fótum á land.
24 Fyrstur steig Bolli Tollaksson
sínum fótum á land;
tá var Guðrun Ósvívsdóttir
riðin niður til strand.
25. Tá var Guðrun Ósvívsdóttir
riðin niður til strand:
“Hvar er Kjartan Ólavsson,
hví kemur hann ikki á land?“
26. “Tú tarft ikki Guðrun Ósvívsdóttir
eftir honum at fregna.
Kjartan er í Noregi,
so glaður við kongsins tegnar.
27. Kjartan er í Noregi
fáir finnast slíkir;
hann hevur fest eina norska frú,
hon er ikki tygara líki.“
28. Guðrun snúðist Bolla frá,
var reið og ikki góð:
“Vont er slíkum rakkum at trúgva“,
tár á kinnum stóð.
Guðrun og Bolli hittust nú so av og á, og einaferð spurdi Bolli Guðruna, hvussu hon mundi svarað, um hann biðlaði til hennara. Tá svaraði Guðrun: “Ikki tørvar tær at spyrja so, Bolli; eg vil ongum manni giftast, so leingi eg frætti, Kjartan er á lívi“. Bolli svaraði tá: “Tað hugsi eg, at tú verður sitandi nakrar vetrar mannleys, um tú skalt bíða eftir Kjartani; hann mundi eisini havt biðið meg tikið eina heilsan við heim, um honum tókti, at tað málið var umráðandi.”
Og so leita vit aftur í “Laksdøla søgu”:
“Nakað seinni talaði Bolli við Ólav, frænda sín, og mælti: “Tað er nú so komið, frændi, at mær hevði verið hugur á at sett fast búgv og fingið mær eina konu; nú haldi eg meg vera fullvaksnan mann. Nú vildi eg fegin, at tú skuldi hjálpt mær við hesum, at leggja eitt gott orð fyri meg, tí teir flestu her virða mikið um orð tíni.“
Ólavur svaraði: “Tær flestu konur her vilja halda tað eitt fullgott boð at fáa ein mann sum teg, og tú mundi ikki hava talað um hetta, fyrr enn tú sjálvur visti, hvørja tú vildi hava.“
Bolli mælti: “Eg vil ikki burtur úr heraðinum her til at biðja mær konu, tá ið góðar giftur eru so nær, eg vil biðja um Guðruna Ósvívsdóttur; hon er nú gøvugasta konan her á leið.“
Ólavur svaraði: “Tað er so, at eg vil ongan lut eiga í hesum máli; tú Bolli ert ikki ókunnigari enn eg um tað, at orð hevur gingið um kærleikan millum Kjartan og Guðruna. Men tykir tær hetta vera so almikið umráðandi, tá skal eg ongan meinleika leggja til, um tú kanst semjast við Ósvív; hevur tú røtt nakað um hetta mál við Guðruna?“
Bolli segði, hann hevði røtt um tað eina ferð, og tá hevði hon ikki tikið tað væl upp – “men eg vóni, at Ósvívur man hava mest at siga í hesari søk.“ Ólavur segði, hann skuldi gera við hetta, sum hann sjálvur vildi.
Ikki nógv seinni reið Bolli heiman og við honum synir Ólavs, Halldórur og Steintórur; teir vóru tólv mans tilsamans, teir riðu til Leyga. Ósvívur og synir hansara fagnaðu teimum væl. Bolli bað Ósvív til máls við seg, og hann hevði upp bønarorð sítt og bað um Guðruna, dóttur hansara, men Ósvívur svaraði okkurt soleiðis: “So er, sum tú veitst Bolli, at Guðrun er einkja, og hon eigur sjálv at svara fyri seg; men mær dámar væl hesi boð.“ Ósvívur gekk síðani til Guðrunar og segði henni, at har var komin Bolli Tollaksson – “og hann biður um teg; tú eigur at svara í hesum máli. Eg skal beinanvegin siga mín vilja, at Bolli eigur ikki at rekast burtur, um eg skal ráða.“
Guðrun svaraði: “Skjótt gert tú av í hesum máli, og Bolli røddi við meg um hetta mál einumsinni fyrr, tá segði eg nei, og tað sama er mær í huga nú.“ Tá mælti Ósvívur: “Tá munnu mangir menn fara at siga, at hetta er meira sagt av stórsinni enn av miklum viti, tá ið tú noktast slíkum manni, sum Bolli er; men so leingi, sum eg eri á lívi, vil eg hava umsút við tykkum børnum mínum í tí, sum eg havi betri skil á enn tit.“ Tá ið Ósvívur tók hetta mál so tvørt, gjørdi Guðrun einki av egni hendi, men hon var ógviliga trek í øllum.
Ósvívs synir mæltu harðliga til hetta, tí teir væntaðu sær stóran bata av mágarskapinum við Bolla, og hvussu stutt ella leingi var røtt um hetta mál, so var avgerðin, at festarmál fór fram; avgjørt varð at hava brúdleypsstevnu um veturnáttaskeið.
Síðan reið Bolli heim í Hjarðarholt og segði Ólavi frá hesari ráðstevnu. Hann letur sær fátt um finnast.
Bolli var heima, hagartil gestaboðið skuldi vera. Bolli beyð Ólavi, frænda sínum, men Ólavur var ikki skjótur at svara; hann fór tó kortini eftir bøn Bolla. Veitslan var virðilig á Leygum. Bolli varð har veturin eftir. Guðrun gjørdi sær ongan ómak fyri, at samveran við Bolla skuldi eydnast væl.“
Í kvæðinum verður biðlaferð Bolla lýst, og sagt verður frá brúdleypinum, men kvæðayrkjarin vil vera við, at Ólavur, fosturfaðir Bolla, verður ikki boðin:
29. Bolli legði á Leygará,
mongum illa tókti,
snarliga runnu ástir saman
við Guðruna Ósvívsdóttur.
30. Tað var Bolli Tollaksson
tók sær frú at festa
snarliga læt til brúdleyps bjóða,
læt ikki leingi fresta.
31. Øllum letur Bolli Tollaksson
í sítt brúdleyp bjóða
uttan Ólavi, Kjartans faðir,
ið væl kann randir rjóða.
32. Drukkið var teirra brúdleypið,
kátt var teirra lív,
gingu so bæði í eina song
Bolli og hans vív.
Hetta var so fyrri táttur. Seinni táttur byrjar við at nevna brúdleypið, ið verður hildið, meðan Kjartan er staddur í Noregi og veit av ongum. Sagt verður so fyrst frá kappsvimjing Kjartans við norskan mann í ánni Nið:
“Tað var um heystið ein góðveðursdag, at menn fóru úr býnum at svimja á ánni Nið; teir Kjartan sóu hetta. Tá mælti Kjartan við felagar sínar, at teir áttu at farið at svomið til at skemta sær tann dagin. Teir so gjørdu. Ein maður frá býnum lætst at vera nógv bestur svimjari. Tá spyr Kjartan Bolla, um hann vildi ikki royna at fara at kappast við býarmannin. Bolli svaraði: “Ikki haldi eg meg vera føran fyri tí.“ “Ikki veit eg, hvar kappingarhugur tín nú er farin,“ segði Kjartan, “og tá skal eg leggja til.“ Bolli svaraði: „Tað mást tú gera, um tær líkar tað.“ Kjartan floygdi seg nú út á ánna og at hesum manni, sum bestur var at svimja; hann førdi hann niður undir vatn við sær og helt honum niðri eina tíð; síðan læt hann hann sleppa upp undan, og teir høvdu ikki verið leingi uppi, tá trívur maðurin um Kjartan og koyrir hann undir, og nú eru teir niðri ikki styttri enn hina ferð, so Kjartani tókti undur í; síðan komu teir upp. Einki orð talaðu teir sínámillum. Teir fóru niður á triðja sinni, og tá vóru teir nógv longst undir; Kjartan tóktist ikki at skilja, hvussu hesin leikur mundi fara at enda, og hann helt seg aldri hava verið í slíkum vanda fyrr. At enda komu teir tó upp og løgdu at landi.
Tá mælti býarmaðurin: “Hvør maður ert tú?“ Kjartan segði navn sítt. Býarmaðurin mælti: “Tú ert ógvuliga raskur at svimja, men ert tú eins raskur í øðrum ítróttum sum í hesari?“ Kjartan svaraði, men heldur seint: “Tá ið eg var á Íslandi, var sagt, at eg dugdi annað við, men nú er tað lítið vert.“ Býarmaðurin mælti: “Tað er munur á, hvønn tú kappast við, men hví spyrt tú ikki meg um nakað?“ Kjartan segði: “Ikki hirði eg um navn títt.“ Býarmaðurin mælti: “Tú ert ein mikil maður, men tú letur heldur stórmansliga; tú skalt kortini vita navn mítt, og hvørjum tú hevur troytt svimjing ímóti. Eg eri Ólavur kongur Trygvason.“
Kvæðið greiðir soleiðis frá kappleikinum í ánni og nertur eisini við, at Kjartan og hansara menn taka við kristnari trúgv:
33. Drukkið var teirra brúdleypið,
mangur fór glaður av;
eg kvøði um Kjartan Ólavsson,
í Noregi hann var.
34. Spæla teir á sundinum
báðir reystir seggir;
Kjartan kennir møði á sær,
biður at landi leggja.
35. Kjartan læt at landi leggja
sóu tað konur og menn,
grimur maður á sundi spælir
í hvørjari veglund enn.
36. Grímur gár fyri Ólav kong,
strýkur sær um ennið:
“Heitstórir eru íslendingar
vilja oss innibrenna.“
37. Kjartan gongur fyri Ólav kong,
svør á síni trú nú:
“Allir viljum vær íslendingar
taka við kristnari trú.“
38. Mælti tað Kjartan Ólavsson,
hann slær tað í ein gleim:
“Allir kristnast vær íslendingar
uttan Fróðar ein.“
39. Tað var Torkil erkibisp
heldur á gyltum horni,
allar kristnaði hann íslendingar
á einum summarmorgni.
Kjartan fer nú at hugsa um heimferð til Íslands, og vit lesa í „Laksdøla søgu“:
“Tá ið summarið kom, gingu skip landanna millum. Tá spurdust tey tíðindi til Noregs av Íslandi, at tað var alkristið; Ólavur kongur varð av hesum ógviliga fegin og gav øllum íslendskum monnum loyvi at fara til Íslands, sum hann hevði havt í gíslum; teir kundu fara, hvar teir vildu.
Kjartan svaraði - tí hann var formaður fyri øllum teimum monnum, sum høvdu verið hildnir í gíslum – “Havið tú mikla tøkk, og tað ráð munnu vit taka at vitja til Íslands í summar.“
Tá segði Ólavur kongur: “Ikki ætla vit at taka hesi orð aftur, Kjartan, men hesi orð vóru søgd til aðrar menn enn til tín, tí vit hava hugsað so Kjartan, at tú hevur sitið her meiri sum vinmaður enn sum gíslur; eg vildi, at tú skuldi ikki farið til Íslands, hóast tú eigur har góðar frændur, og tær er vón til at taka við teim kostum í Noregi, sum eingir finnast slíkir á Íslandi.“
Tá svaraði Kjartan: “Várharra løni tygum! men tað vænti eg, at tú vilt geva mær orlov so væl sum hinum monnunum, sum tú hevur hildið eftir eina tíð.“ Kongur segði, at hann skuldi fáa loyvi, men millum ótignar menn varð ikki lætt at fáa aftur slíkan mann, sum Kjartan var, segði hann.
Tann veturin hevði Kálvur Ásgeirsson verið í Noregi, og hann var fyrr um heystið komin vestan av Onglandi við skipinum hjá teimum Kjartani fullum av keypoyra. Tá ið Kjartan hevði fingið loyvi at fara til Íslands, gjørdu teir seg til reiðar, hann og Kálvur. Tá ið skipið var búgvið, gekk Kjartan til Ingibjørg kongssystur. Hon fagnaði honum væl og gav honum rúm at sita hjá sær, og tey tóku at tala saman; tá segði Kjartan fyri Ingibjørg, at hann hevði búgvið ferð sína til Íslands. Hon svaraði: “Tað trúgvi eg, Kjartan, at hetta hevur tú gjørt eftir egnum ráði og ikki av tí, at aðrir hava eggjað tær til at fara úr Noregi til Íslands.“
Síðan fullu ikki mong orð teirra millum. Í hesum bili tók Ingibjørg eitt mjøðbikar, sum stóð hjá henni; úr tí tók hon eitt gullvovið hvítt høvuðlín og gav Kjartani; hon segði, at Guðruni Ósvívsdóttur hóskaði væl at vevja hetta um høvdið á sær – “og tú manst fara at geva henni høvuðlínið í beinkjargávu; eg vil, at tær íslendsku konurnar skulu síggja tað, at tann kona er ikki av trælaætt, sum tú hevur talað við í Noregi.“ Har var gullvovin posi uttanum; hann var mikil gripur í sjálvum sær. “Ikki ætli eg at leiða teg út,“ segði Ingibjørg, “far nú væl og heilur.“
Eftir tað stóð Kjartan upp og leit at Ingibjørg, og menn søgdu við vissu, at teimum tókti illa um at skiljast. Kjartan gekk síðani til kongs og segði kongi, at hann var búgvin til ferðar.
Ólavur kongur fylgdi Kjartani til skips og fjøld av monnum við honum; og tá ið teir komu, har sum skipið fleyt - har var ein bryggja á land - tá tók kongur til orða: “Her er eitt svørð, Kjartan, sum tú skalt hava av mær við skilnaðin okkara millum; lat hetta vápnið altíð fylgja tær, tí eg vænti, at tú verður ikki vápnbitin maður, tá ið tú bert hetta svørð.“ Tað var ein virðiligur gripur og væl prýtt.
Kjartan takkaði kongi við føgrum orðum fyri alla ta sømd og virðing, sum hann hevði veitt honum, meðan hann hevði verið í Noregi. Tá mælti kongur: “Tað vil eg biðja teg Kjartan, at tú heldur væl trú tína.“
Eftir tað skildust teir kongur og Kjartan í miklum kærleika. Kjartan gekk síðan á skipið. Kongur leit eftir honum og mælti: „Mikið er lagt á Kjartan og ætt hansara, og ikki ber til at gera nakað fyri lagnu teirra.“
Kvæðið ger her mest burtur úr skilnaðinum millum Kjartan og kongsins systur, Ingibjørg:
40. “Eg kristni teg Kjartan Ólavsson
væl í góðum tíma,
tak við kristnari trú av Gudi,
eg gevi tær systur mína.“
41 Svaraði Kjartan Ólavsson,
konginum illa tótti:
“Harri, eg taki ei tygara systur,
tað frættir ei Ósvívs dóttir.“
42. Svaraði Ingibjørg, kongsins systir,
talar eitt orð for sær:
“Vilt tú Kjartan Ólavsson
skiljast nú frá mær?“
43. Hon tók upp úr mjøðdrekkju,
Kjartani mentir gav,
silvur og teir dýru slíðrar,
gripur av gulli var.
44. Hon gav honum tað góða svørð
við gyltar slíðrar at binda,
hann var aldri í víggi sárur,
ið bar tann brand við linda.
45. Tað var Ingibjørg, kongsins systir,
gull bar sær á hond,
fylgdi hon Kjartani Ólavssyni
niður til sævarstrond.
46. Har mundi hvørt frá øðrum skiljast,
báðum illa tótti:
“Kjartan, eg fylgi ei longur tær,
tað frættir ei Ósvívsdóttir.
47. Tú heilsa tíni grannkonu,
tú kemur til Íslands heim:
hon, teg elskaði í Noregi,
var ikki av trælagrein.
48. Heilsa tíni grannkonu,
tú kemur til Íslands aftur:
tær beyðst ástir í Noregi
ikki av trælaættum.“
Nú verður so sagt frá heimferð Kjartans. “Laksdøla søga“ sigur soleiðis frá:
„Kjartan og Kálvur sigla nú í hav. Teir fingu góðan byr, og teir vóru stutta tíð í sjónum; teir tóku land við Hvítá í Borgarfirði.
Hesi tíðindi spurdust víða, at Kjartan var komin uttaneftir. Hetta frætti Ólavur, faðir hansara, og aðrir frændur, og teir vóru ógviliga fegnir. Ólavur reið beinanvegin vestan úr Dølum og suður til Borgarfjarðar; har var mikil fagnaðarfundur millum báðar feðgarnar; Ólavur beyð Kjartani til sín við so mongum monnum, sum hann vildi, Kjartan tók væl við tí; hann segði, hann ætlaði sær ikki at halda til á nøkrum øðrum stað á Íslandi.
Ólavur ríður nú heim í Hjarðarholt, men Kjartan er við skipið um summarið. Hann frætti nú um giftu Guðrunar, men hann læt tað ikki á sær finna, mangir høvdu fyrr kvíðað fyri hesum.
Gudmundur Sølmundarson, mágur Kjartans, og Turið, systir hansara, komu til skipið. Kjartan fagnaði teimum væl.
Ásgeirur Øðikollur kom eisini til skipið at finna Kálv son sín; í ferðini við honum var Revna, dóttur hansara; hon var hin vænasta genta. Kjartan beyð Turið, systur síni, at taka slíkt av førninginum, sum hon vildi. Tað sama mælti Kálvur við Revnu. Kálvur letur nú upp eina mikla kistu og bað tær ganga hagar. Um dagin gjørdist hvast veður, og teir Kjartan lupu tá út at festa skip sítt, og tá ið teir vóru lidnir við tað, gingu teir heim aftur í búðina; Kálvur gekk fyrr inn í búðina. Tá hava Turið og Revna tikið nógv upp úr kistuni. Tá trívur Revna upp líndúkin og breiðir hann sundur; tær talaðu um, at hetta var hin mesta gersemi. Tá segði Revna, at hon vildi prýða seg við líndúkinum. Turið helt tað vera ráðiligt, og Revna so gjørdi. Kálvur sá hetta og segði, hon hevði gjørt galið, hann bað hana taka hann av sær í stundini; - “tí hetta er einasti lutur, sum vit báðir Kjartan ikki eiga saman,“ segði hann.
Meðan tey tala hetta, kemur Kjartan inn í búðina; hann hevði hoyrt tað, tey talaðu um, og hann tók beinanvegin til orða og segði, at tað sakaði einki. Revna sat tá enn undir líndúkinum. Kjartan hugdi vandliga at henni og mælti: “Væl sømir tær handa dúkin, Revna, eg hugsi eisini, at tað besta man vera, at eg eigi alt samalt, bæði motur og moy“. Tá svaraði Revna: “Fólk væntar ikki av tær, at tú vilt gifta teg í skundi, men tú fert at fáa ta konu, tú biður um.“ Kjartan segði, at ikki munaði mikið, hvørja konu hann fekk, - “men nú vil eg ikki longur biðja til fánýtis. Eg síggi, at hesin búnaður høvir tær væl, og eg haldi vera rímiligt, at tú verður kona mín,“ segði hann. Revna tók nú líndúkin av og gav Kjartani hann; Kjartan goymdi hann burtur. Gudmundur og Turið buðu Kjartani norður hagar til sín til vistar um veturin. Kjartan lovaði at koma.
Kálvur Ásgeirsson fór norður við faðir sínum, Kjartan og Kálvur skiftu nú góðsið sínámillum, og alt gekk í friði og semju. Kjartan reið frá skipinum og vestur í Dalar; teir vóru tólv í fylgi. Kjartan kom heim í Hjarðarholt, og øll fólk vóru fegin um komu hansara. Kjartan læt flyta fæ sítt sunnan frá skipinum um heystið. Hesir tólv menn, sum riðu vestureftir við Kjartani, vóru allir í Hjarðarholti um veturin.“
49. Kjartan vindur upp síni segl
bæði gul og blá,
strikur ikki á bunka niður
fyrr enn við Íslands vág.
50. Strikar ei á bunkan niður
fyrr enn við Íslands vág,
har lá Kálvur innanfyri
vindur upp segl í rá.
51. Kasta sínum akkerum
á so hvítan sand,
fyrstur steig Kjartan Ólavsson
sínum fótum á land.
52. Fyrstur steig Kjartan Ólavsson
sínum fótum á land,
tá var Guðrun Ósvívsdóttir
riðin niður til strand.
53. Har komu frúvur og stoltsmoyar
at keypa skrúð og lín,
har kom Tóra, Kjartans systir,
og fagnaði bróður sínum.
54. Revna situr undir faldinum,
alt sømir henni væl;
Kjartan kom frá strondum niðan,
snart var teim til tal.
55. Revna situr undir faldinum,
væl sømir henni klæði:
“Mentarlín og høvuðgull
tey vil eg hava bæði.”
56. Svaraði Kálvur, hennar bróðir,
kundi væl spekt og æru:
“Mentarlín og høvuðgull
tað sømir tær ei at bera.“
57. Hann gav henni mentarlín
høvuðgullini tvey;
mangur fær tað, øðrum er ætlað,
eingin tað, øðrum er eyðið.
58. Hann gav henni stakkin
høvuðgullini bæði;
mangur fær tað, øðrum er ætlað,
eingin tað, øðrum er lagað
59. Hann gav henni gull og fæ
so tað silvurið brenda;
Guðruni var ikki hjartað lætt,
tá hon sá skeinkin henda.
Henda veturin fór Kjartan norður í Víðidal í Ásbjarnarnesi. Hagar komu eisini vinmaður hansara, Kálvur Ásgeirsson og systirin, Revna. Tá rann saman millum Revnu og Kjartans, og avrátt varð, at tey skuldu giftast eftir páskir. Søgan sigur:
“Síðan liðu páskirnar. Eftir tað lótu Kjartan og Ólavur búgva til mikla veitslu. Til avrádda tíð komu Ásgeirur og Kálvur norðaneftir og Gudmundur og Hallur; teir høvdu seksti mans tilsamans. Kjartan og Ólavur høvdu eisini savnað mikið fjølmenni. Hetta var ein viðgitin veitsla, tí hon stóð eina viku.
Kjartan gav Revnu líndúkin í brúðargávu, og tí gávu gekk stórt orð av, tí eingin var so víðkunnur ella ríkur, at hann hevði sæð ella átt ein slíkan virðislut. Tað er hygna manna frásøgn, at átta oyrar í gulli vóru vovnir inn í dúkin. Kjartan var eisini so kátur í hesum gestaboði, at hann skemtaði har hvørjum manni í talu síni og segði frá ferðum sínum; monnum tókti tað mikið vert, so stór evni sum havt høvdu verið á lofti, tí hann hevði leingi tænt tí frægasta høvdingi, Ólavi kongi Trygvasoni.
Tá ið veitslan var slitin, gav Kjartan Gudmundi og Halli og øðrum stórmonnum góðar gávur. Hann og faðir hansara fingu mong lovorð fyri hesa veitslu. Góð ást tóktist vera teirra millum, Kjartans og Revnu.“
Hóast Guðrun fyrst var gift við Bolla og Kjartan nú við Revnu, so var vinskapur millum eldra ættarliðið á gørðunum, Ósvív og Ólav, og eftir fornum siði vitjaðu teir dagstevndan dag hvønn annan, og tá var eisini unga fólkið við, hóast kaldligari var vorðið teirra millum.
Hetta summarið komu tey Ósvívur og synir hansara, dóttirin Guðrun og maður hennara Bolli at vitja í Hjarðarholti, og tá vunnu gestirnir Kjartani eina neis, sum vit lesa soleiðis um í søguni:
“Eftir tað var har gleði og skemtan; men tann dagin, gestirnir skuldu ríða heim, hevði Kjartan ov mikið at gera við at fáa hestar fram til teirra, sum vóru komnir langvegis og at fáa teimum annað, sum teimum tørvaði í ferðini.
Kjartan hevði ikki havt svørðið Kongsneyt hjá sær, tá ið hann hevði starvast við hesum; men tó var hann sjáldan vanur at ganga við ongum svørði. Síðan gekk hann í rúm sítt, har sum svørðið hevði verið, og tá var tað burtur. Hann gekk beinanvegin at siga faðir sínum frá hesum.
Ólavur mælti: “Her skulu vit fara ljódliga at, og eg skal fáa menn til at njósna á hvørjum flokki, sum ríður burtur hiðani,“ - og so gjørdi hann.
Án Hvíti skuldi ríða við liði Ósvívs, og hann skuldi ansa væl eftir øllum, sum riðu burtur frá ella dvaldu eftir. Teir riðu inn um Líggjarskógar á tann garðin, sum eitur á Skógum. Har dvaldust teir og stigu av hestum sínum. Tórolvur, sonur Ósvívs, fór av garðinum og nakrir menn við honum. Teir hvurvu burtur í einum rískjarri, meðan hinir dvaldust í skóginum. Án fylgdi teimum til Laksá, har sum hon fellur oman úr Salingardali; tá segði hann seg vilja venda aftur. Tórolvur mælti honum ikki frá; hann vildi helst, at hann skuldi ongantíð verið komin við teimum.
Náttina fyri var fallið eitt sindur av kava, so at til bar at rekja spor. Án reið aftur á skógin og rakti spor Tórolvs til eina keldu ella eitt fen; hann trilvaði har niðri og greip um svørðshjaltið. Án vildi hava vitni við sær um hetta mál, og hann reið eftir Tórarni í Sælingsdalstungu, og hann fór við Áni at taka svørðið upp. Eftir hetta bar Án Kjartani svørðið. Kjartan vavdi ein dúk um tað og legði tað niður í kistu.
Har eitur Svørðskelda síðani, sum teir Tórolvur høvdu fjalt Kongsneyt. Nú var stilt um hetta, men slíðrin fanst aldri síðani. Kjartan metti nú svørðið nógv minni enn áður.
Hetta neit Kjartani fast, og hann vildi ikki lata tað fara órevsað. Men Ólavur mælti: “Lat hetta ikki bíta á teg; teir hava havt illan gestasið, men tað sakar teg ikki; lat okkum ikki gera okkum til láturs fyri aðrar av tí, at vit lata slíkt avskepla friðin millum frændur og vinir.“
Tá ið Ólavur, faðir hansara, segði so, læt Kjartan sær eftirlíka og læt vera stilt.“
Kvæðið greiðir nú frá um brúdleyp Kjartans, síðani um svørðsstuldurin og so um, tá ið Kjartan ger seg til at fara seinastu ferð sína:
60. Kjartan gongur for faðir sín,
leitar við hann ráð:
“Væn er Revna, systir Kálvs,
eg vil ta moynna fá.“
61. Tað var Kjartan Ólavsson
tók sær frú at festa
snarliga læt til brúdleyps bjóða,
ei var longur at fresta.
62. Teir drukku bæði úti og inni
gott skal slíkum gegna,
Kjartan saknar úr máldrykkju
svørðið við kongsins tegna.
63. Tórolvs menn hans góða svørð
stjólu úr gyltum skeiðum
stungu aftur í lodna slíðra,
brandin tann hin deiga.
64. Kjartan kemur inn árla morgun
mist hevði brandin sín:
“Eg havi stuldur og rán at lýsa,
horvin er mækin mín.“
65. Teir leita bæði úti og inni,
hvør til sama verka,
fingu ein mann at leita har,
teir kalla hann Ólav sterka.
66. Teir leita bæði úti og inni
hvør í sínar vráir,
burtur vóru Tórolvs børn
og bitlusynir báðir.
67. Kjartan kemur inn árla morgun,
lítst hann um so víða:
„Eg havi so mikil ørindi
burt á skóg at ríða.“
68. Kjartan leyp á vøllin fram
bæði av ilsku og vreiði,
hann bað saðla horsið tað,
hann burtur á skógin reið.
69. “Tú ver væl um teg, Kjartan mín,“
Knútur mælir av sonnum,
“teir hava á tær illan hug
tú statt for Leygamonnum.“
70. “Teir skulu fáa so tungligt gjald,
hvør skal annan svíkja,
fyrri skal eg láta lív
enn burtur av veginum víkja.“
Viðurskiftini millum Leygamenn og Hjarðholtingar versna nú fyri hvønn dag, ið gongur, og partarnir vinna hvørjum øðrum neisir smærri og størri. Til dømis verður høvuðlínið, gripurin dýri, sum Kjartan fekk í Noregi og gav Revnu í festargávu, stolið og kemur undan kavi aftur á Leygum, og Kjartan vinnur Leygamonnum ta neis, at hann steingir teir inni í tríggjar dagar, so teir ikki sleppa út á nátthús.
Um páskamundið er Kjartan á ferð vestanfyri, har hann krevur inn gamla skuld. Á Leygum frættist, at hann ætlar sær heim aftur við fáum monnum fimta páskadag, og tá tekur Guðrun til sín:
„Tey tíðindi eru at siga frá Leygum í Sælings dali, at Guðrun var tíðliga á fótum, beinanvegin sum sólin rann. Hon gekk hagar, sum brøður hennara svóvu; hon tók í Óspak, og hann vaknaði skjótt og síðani allir hinir brøðurnir; tá ið Óspakur kendi systur sína, spurdi hann, hvat hon vildi, tá ið hon var so tíðliga á fótum. Guðrun segði seg vilja vita, hvat teir ætlaðu sær at havast at um dagin. Óspakur segði, teir ætlaðu sær at sita kvirrir – “tí nú er lítið at gera.“
Guðrun mælti: “Um tit høvdu verið døtur einhvønn bónda, so høvdu tit verið nóg góðlyntir til ikki at gera nøkrum hvørki gagn ella mein. Men slíka vanvirðing og skomm, sum Kjartan hevur gjørt tykkum, so sova tit kortini líka trygt, meðan hann ríður her fram við garðinum sjálvur annar. Slíkir menn hava ikki frægari minni enn svín, og vónleyst hevur tað verið, haldi eg, at tit skuldu tora at heimsøkja Kjartan, tá ið tit ikki tora at møta honum, nú hann fer við einum ella tveimum monnum; men tit sita heima og halda væl til standa, hóast tit eru so mangir.“
Óspakur segði, at tað var óført, sum hon leikaði í, men tað vildi verið illa at siga henni ímóti, og hann leyp alt fyri eitt upp og klæddi seg; tað gjørdu allir brøðurnir, hvør eftir annan. Síðan búðu teir seg út at sita fyri Kjartani.
Tá bað Guðrun Bolla fara við teimum. Bolli segði, tað sømdi seg ikki fyri hann, so nær skyldir sum hann og Kjartan vóru, og hann minti hana um tann mikla kærleika, sum Ólavur hevði fostrað hann við.
Guðrun svaraði: “Tað sigur tú satt, men ikki fært tú nakra eydnu av at gera øllum til vildar, og hevur tú teg undan hesari ferð, tá er samvera okkara at enda.“
Kvæðið lýsir hesi viðurskifti soleiðis:
71. Guðrun gongur for Bolla inn
fellur for honum á knæ:
“Unni eg Kjartani væl við tí,
nú hevur tú skommir tvær.“
72. Guðrun gongur fyri Bolla inn
fellur honum til kníggja:
“Bolli, eg verði tær ikki tekk,
so leingi eg Kjartan síggi.“
73. Sára græt Guðrun Ósvívsdóttir
av so tungum stríði:
“Tú skalt ongan søtan sova,
meðan Kjartan er á lívi.“
74. Bolli leyp á vøllin fram
bæði av ilsku og vreiði,
hann bað saðla sær horsið tá,
hann burt á skógin reið.
Og so venda vit okkum at enda aftur til “Laksdøla søgu“, sum sigur frá, at teir Bolli og brøður Guðrunar taka ímóti Kjartani í Havragili, har hann kemur sjálvurtriði:
“Kjartan leyp beinanvegin av hestinum og vendi sær móti Ósvívs synum. Har stóð ein mikil steinur. Har bað Kjartan teir koma ímóti sær. Men áðrenn teir møttust, skeyt Kjartan spjótinum, og tað kom í skjøldur Tórolvs fyri oman mundriðan, so tað bar skjøldin at honum. Spjótið gekk í gjøgnum skjøldin og handleggin fyri oman alboga og flakti músina. Tórolvur slepti tá skjøldrinum, og hondin var honum til onga nyttu tann dagin.
Síðan brá Kjartan svørðinum - men hann hevði ikki Kongsneyt. Tórhøllu synir runnu á Tórarin, tí soleiðis høvdu teir fingið boð. Tann ágangurin var harður, tí at Tórarin var sterkur at alvi; teir vóru eisini knáir; ilt var at skilja ímillum, hvør mundi fara at vinna.
Tá søktu Ósvívs synir og Guðleygur at Kjartani; teir vóru fimm; Kjartan og Án tveir. Án vardi seg væl og vildi javnan ganga framman fyri Kjartan. Bolli stóð hjá við Fótbíti. Kjartan hjó hart, og svørðið dugdi lítið; hann rætti tað javnan út undir fótunum. Tá vóru mangir særdir, Ósvívs synir og Án, men Kjartan var enn ikki særdur.
Kjartan bardist so hart og reystliga, at Ósvívs synir hopaðu undan og vendu sær at har, sum Án var. Tá fell Án, men hann hevði vart seg langa tíð, meðan garnarnar høvdu hingið úti.
Í hesum bragdi hjó Kjartan fótin av Guðleygi fyri oman knæ, og hetta leiddi hann til bana. Tá søktu teir fýra Ósvívs synir at Kjartani, og hann vardi seg so reystliga, at hann gekk ikki undan teimum. Tá mælti Kjartan: “Bolli frændi, hví fórt tú heimanífrá, tá ið tú bara vilt standa og hyggja at? Nú hevði verið best hjá tær at veitt øðrum partinum ein beina og roynt, hvussu Fótbítur dugir.“
Bolli læt, sum hann ikki hoyrdi. Tá ið Óspakur sá, at teir fingu ikki bilbugt við Kjartani, eggjaði hann Bolla allar vegir: hann segði, hann mundi ikki vilja vita ta skomm eftir seg, at hann hevði lovað teimum at vera við teimum í víggi, og nú hjálpti hann teimum ikki – “og Kjartan var okkum tungur at skifta við, tá ið vit ikki høvdu gjørt honum so mikið ilt; men skal hann nú sleppa undan, tá verður ikki leingi, fyrr enn tú, Bolli, líkasum vit, verður illa viðfarin.“
Tá brá Bolli Fótbít og snúði sær at Kjartani. Kjartan mælti tá við Bolla: “Vist ætlar tú frændi at gera níðingsverk; men mikið betur tykir mær at fáa bana av tær, frændi, enn at veita tær bana.“
Síðan kastaði Kjartan vápn síni og vildi ikki verja seg; hann var tó lítið særdur, men ógviliga móður. Einki svar gav Bolli Kjartani, men tó veitti hann honum banasár.
Bolli settist beinan vegin undir herðarnar á honum, og Kjartan andaðist á knøunum á Bolla.“
Vit koma nú eisini til seinastu ørindini í kvæðinum “Kjartan Ólavsson“, og har munnu føroyingar á dansigólvi serliga hava lagt sær í geyma gitnu orðini, Kjartan sigur við fosturbróður sín, Bolla, í tí hann fær banasár, orð, sum so mangan hava verið havd á munni, tá ið tikið hevur verið til svikagerð: „Mælti tað Kjartan Ólavsson/ tá ið hann fell í knæ/ hetta hevur tú Bolli frændi/ leingi ætlað mær“.
75. Kjartan vá fimtan brynjumenn
rennur í randir sveiti:
“Skjótt er einum av at máa
heljarmat at veita.“
76. Tað var Kjartan Ólavsson,
tað fann hann til ráð:
Stígur nú á tað deiga svørð,
við hvønn mann hann vá.
77. Aftur vá hann aðrar fimtan,
rennur í randir sveiti:
“Hví stendur tú, Bolli frændi,
vil ongum dugna veita?“
78. Aftur vá hann triðja fimtan,
rennur í randir sveiti:
“Hví stendur tú, Bolli frændi,
vil hvørgum dugna veita?“
79. Bolli leyp á vøllin fram,
tað var dreingja ferð,
hann stakk Kjartan Ólavsson
ímillum buls og herða.
80. Mælti tað Kjartan Ólavsson,
tá ið hann fell í knæ:
“Hetta hevur tú Bolli frændi
leingi ætlað mær.“
81. Kjartan liggur á grønum vølli
sær seg um so víða:
“Einki skulu tit Bolla gera,
meðan hann er á lívi.“
82. Bolli stendur á grønum vølli,
lítur seg um so víða:
“Eg má ikki gera so ónt,
at tað má mær jú líða.“
83. Tá var grátur í Hjarðarholti
bæði av monnum og kvendum:
Tórólvs børn og bitlusynir
niður til strandar rendu.
84. Tórólvs børn og bitlusynir
niður til strandar rendu.
Bitlusynir skútu fingu
og út av Hvamsfjørð vendu.
85. Tað var Ólavur, faðir hans,
læt sær byggja borg,
síðani livdi hann ævi sína
alla út við sorg.
Vit kunnu enda frásøgnina við at staðfesta, at eftir at Kjartan var fyribeindur, verða Osvívs synir dømdir útlagnir, og eingin teirra kom heim aftur til Íslands, og brøður Kjartans beina fyri Bolla.
Um Guðruna er at siga, at hon var í mongum lótum eftir deyða fostbrøðranna, Kjartans og Bolla. Sagt verður í seinasta parti av “Laksdøla søgu“, at sonur hennara, sum æt eftir pápanum, Bolli Bollason, einaferð hann vitjaði hana á ellisárum, spurdi soleiðis:
“Vilt tú siga mær tað, móðir, sum eg eri ógviliga forvitin eftir at vita? Hvørjum manni hevur tú unt mest?“ Guðrun svaraði: “Torkil var mætasti maðurin og mesti høvdingurin, men eingin maður var meiri maður enn Bolli og betri av sær. Tórður Ingunnarson var tann vitrasti av teimum og tann mesti lógarmaðurin. Torvald legði eg púra einki í.“
Tá segði Bolli: “Tað skilji eg væl, sum tú sigur um húsbøndur tínar, hvussu teir vóru hvør teirra; men enn hevur tú ikki sagt mær, hvønn tú elskaði mest; nú tørvar tær ikki at dylja tað longur.“
Guðrun svaraði: “Fast skorar tú á meg við hesum, sonur mín, men skal eg siga hetta fyri nøkrum, tá skal tað helst vera fyri tær.“ Bolli bað hana gera so. Tá mælti Guðrun: “Honum var eg verst, sum eg elskaði mest.“
Guðrun Ósvívsdóttir gjørdist gomul kona. Hon doyði á Helgafelli, og har hvílir hon.