Skip to main content

Tíðrikur og hansara menn

 

Nevna vit kappar í føroyskum kvæðahøpi, man fáur ivast í, at Sjúrður Sigmundarson er hann, ið hægstur er í metum, og tí kunnu vit siga, at spádómurin í “Vølsunga søgu“ gekk út - hann, ið orðaður er soleiðis:

 

„og tá ið nevndir eru allir hinir viðgitnu menn og kongar í fornum søgum, tá skal Sjúrður ganga á odda viðvíkjandi megi og dugnaskapi, nærlagni og reystleika, sum hann hevur havt fram um aðrar menn á norðurhálvu heimsins“.

 

Men aðrar reystkempur verða eisini umrøddar í kvæðum og vísum okkara, ein teirra er Tíðrikur, og um hann og menn hansara eru mangar frásagnir.

 

Tíðrikur av Bern er kendur bæði í donskum fólkavísum, ið hava verið nógv kvøddar á gólvi í Føroyum, og í føroyskum kappakvæðum.

 

Søgubøkurnar skriva hann Theodorik, og hann hevur fingið heitið “hin stóri“ skoytt upp í seg. Í munnbornum sagnum verður hann róptur Tíðrikur av Bern.

 

Hann sigst vera føddur um leið ár 450 - kanska nøkur ár seinni - av eysturgotiskari kongsætt, sonur Theodemir, ið var kongur yvir til tað lítlum ættarbólki, ið stóð undir vernd keisarans í Miklagarði, Konstantinopel.

 

Sum unglingi var Tíðrikur at vera í Konstantinopel og varð lærdur upp í grikskari-rómverskari mentan. Heimafturkomin eftir deyða faðirs síns ávísti keisarin honum valdið í Italia. Theodorik fór hagar í 488, men ikki fyrr enn í 493 hevði hann vunnið endaligan sigur og hertikið høvuðsstaðin í Norðuritalia, Verona, sum í søgnum og vísum hevur fingið heitið Bern. Og tað er serliga um hesa hertøku, at meginparturin av kvæðatilfarinum snýr seg.

 

Valdstíð Tíðriks í Italia, fyrstu árini av 6.øld, hevur verið mett sum ein sera rík tíð.

 

Hann evnaði at slætta gøtur, tá ið trætumál  tóku seg upp, var væl í øgn við katólsku kirkjuna og dró dugnaligar menn til hirð sína. Hetta var yvirhøvur ein framburðartíð fyri alt landið. Býurin Róm fekk dýrar lastir av korni, og Tíðrikur vaks í mæti, tá ið hann býtti kornið ókeypis millum fæloysingarnar í býnum. Hann fekk í lag aftur kappaspøl - gladiatorleikirnar, læt byggja vakrar bygningar, og bókmentirnar blómaðu í hansara stjórnartíð.

 

Frá tí at valdsstøða hansara var staðfest, vaks hann nógv í mæti, og tá ið hann doyði í 526, var hann mætasti ríkisharri í Vestureuropa.

 

Í “Danske Kæmpe- og folkeviser" eru tríggjar vísur, ið beinleiðis nevna Tíðrik við navni í fyrsta ørindi sínum: “Kong Tidrik sidder udi Beren“, “Det var mester kong Tidrik“ og “Stærke Tidrik bor sig udi Beren“, men umframt tær eru fleiri aðrar, ið siga frá brøgdum, ið fremstu menn Tíðriks hava framt, serliga teir tríggir Vidrik Verlandssøn, Ulf van Jærn og Hildubrand, meistari.

 

Tvær av hesum vísum verða tiknar fram her. Men fyrst lýsa vit stutt ta triðju: “Det var mester kong Tidrik“ er nr. 3 í „Danske kæmpe- og folke- viser“. Sambært TSB, har hon hevur frámerkið E 158 (E-deildin eru kappakvæðini), er innihaldið hetta:

 

“Á leið síni heim til Bern sær Tíðrikur kongur ein lindorm og eitt ljón berjast. Ljónið biður hann hjálpa sær. Tíðrikur so ger, men tá ið hann høggur eftir lindorminum, sum hann særir, brotnar svørðið. Lindormurin tekur Tíðrik og hest hansara inn í fjallið og leggur teir fyri ungarnar. Inni í fjallinum finnur Tíðrikur gitna svørðið Aðalring, og við tí drepur hann lindormin og alt avkom hansara. Nú finnur hann ikki út aftur úr fjallinum, men tá kemur ljónið honum til hjálpar.“

 

“Kong Tidrik sidder udi Beren“ er nr. 2 í „Danske Kæmpe- og folkeviser“, hon er nr. 7 í heildarsavninum “Danmarks Gamle Folkeviser“, og hugsa vit um lagið, verður tað lýst í “Færøske Melodier til danske Folkeviser“, sum Hjalmar Thuren og H.Grüner Nielsen greiddu til útgávu, og sum kom út í 1923.

 

Vísan greiðir frá, at Tíðrikur kongur situr í kongsborg síni og ímyndar sær komandi roysni síni:

 

Hvar munnu tær hetjur vera at finna, sum tora at stríðast ímóti honum?

Hildibrandur vísir honum á ein kappa á Birtingslandi og spyr kong, um hann torir at royna seg móti tílíkum kappa. Tíðrikur vil hava Hildibrand at bera skjaldarmerkið á hesi ferð, men hann ber seg undan:

 

1. Kong Tidrik sidder udi Beren

og roser han af sin vælde:

Så mangen haver han tvunget

både kæmper og raske helte.

 

Der stander en borg, hedder Beren,

og der bor i kong Tidrik.

 

2. Kong Tidrik stander på Beren

og ser han ud så vide:

“Gud give jeg vidste de helte så stærke

mig turde i marken bide.“

 

3. Det svared mester Hildebrand

- han vidste af orlog og stride:

“Der ligger en kæmpe på Birtingsland.

Tør du hannem vække og bide?“

 

4. “Hør du mester Hildebrand,

du est en kæmpe så stærk,

du skal ride fremmest i skoven i dag

og føre vort skjoldemærke.“

 

5. Dertil svared mester Hildebrand

- han var en kæmpe så vis:

“Jeg fører ikke Eders skjoldemærke i dag

thi mig sømmer ikke den pris.“

 

Men nú stígur Vidrik Verlandssøn fram og býður sær til at vera oddamaður á hesari ferð, sum teir skulu leita eftir kappanum Langben-Rise. Og teir halda av stað - trý hundrað mans:

 

6. Det svared Vidrik Verlandssøn

- han talte af fuld god hue:

“Jeg vil ride fremmest i hoben i dag

igennem de Birting skove.“

 

7. Det meldte Vidrik Verlandssøn

- han svarede det af vrede:

“De smedesvende mit sværd så smede,

det bider på stål som på klæde.“

 

8. De vare vel tre hundred kæmper,

de droge til Birtingsland.

De ledte efter Langbenrise

og hannem i skoven fandt.

 

9. Det svared Vidrik Verlandssøn:

“Vi vil prøve et underligt spil,

I lade mig ride i skoven først,

om I tro mig dertil.“

 

10. “Her holde I alle Danner kongens mænd

op under disse grønne tvede,

imedens jeg rider i skoven frem,

jeg vil Eder vejen oplede.“

 

11. Det var Vidrik Verlandssøn

han rider i skoven frem;

der fandt han så liden en sti,

som neder til risen randt.

 

12. Det svared mester kong Tidrik:

“Du hør, hvad jeg siger dig:

Finder du Langbenrise,

du dølg det ikke for mig.“

 

Og so hittast teir báðir Vidrik og risin. Vidrik er djarvur í orðum, og risin vil vita, hvør maður hetta er, ið tekur so rammliga til orðanna. Vidrik sigur so frá upphavi sínum, nevnir mammuna, pápan, skjøldur sín, hjálm, svørð og ross sítt.

 

13. Det var Vidrik Verlandssøn,

han kom på Birtings hede,

der fandt han Langbenrise,

han lå både sort og led.

 

14. Det var Vidrik Verlandssøn,

han stødte på risen med skaft:

“Vågn op Langbenrise,

mig tykkes du sover vel hart.“

 

15. “Her haver jeg ligget i mange år

og hvilet på vildene hede.

Her kom aldrig den kæmpe frem,

som mig torde vække og bide.“

 

16. “Her holder jeg Vidrik Verlandssøn

med sværd så godt ved side;

jeg skal dig af søvnen opvække,

så såre da skalt du kvide.“

 

17. Det var Langben-rise,

han vinked op med sit øje:

“Hveden kommer nu denne svend,

som sådanne ord lader føje?“

 

18. “Verland hed min fader,

en smed var han så skøn;

Bodil hed min moder,

en kongedatter væn.

 

19. Skrepping hedder mit gode skjold,

der udi er mange pil' skudt.

Blank, så kaldes min stolte hjelm,

som mangt et sværd haver brudt.

 

20. Skimming hedder min ædle hest,

er født på vildene stod.

Mimmering kalder man mit sværd,

er hærdet i kæmpeblod.

 

21. Selv hedder jeg Vidrik Verlandssøn,

udi jærn så er jeg klædt.

Står du ikke på dine lange ben,

jeg gør dig visselig vred.“

 

Vidrik krevur nú kongsins vegna skatt av risanum, sum svarar við hánarorðum, og so verður bardagi:

 

22. Hør du Langbenrise,

jeg vil ikke for dig lyve:

Kongen holder her udenfor skoven,

du skal hannem skatten give.“

 

23. “Alt det guld, jeg ejer,

det gemmer jeg med stor ære;

det vinder ingen stalddreng af mig

og det skal ingen mand spørge.“

 

24. “Så ung og liden som jeg er,

skal du mig her nu finde.

Dit hoved vil jeg hugge dig fra

og så dit røde guld vinde.“

 

25. Det var Langbenrise,

ham lyster ej længer at sove.

“Rid fra mig, du unge helt,

om dig lyster længer at leve.“

 

26. Skimming sprang op med begge ben

og midt på risens side.

Sønder da ginge hans ribben syv,

og så begyndte de at stride.

 

27. Det var Langbenrise,

han greb sin stålstang i hænde,

han slog et slag efter Vidrik,

så stangen i bjærget rende.

 

28. Det var Langbenrise,

han agted at stå så vist;

hesten løb hannem rammet af,

det første slag han miste.

 

29. Det meldte Langbenrise,

og han tog til at jamre:

“Nu ligger min stålstang i bjærget så fast,

som den var slaget med hamre.“

 

Vidrik høggur og særir risan, sum biður um grið. Vidrik vil hava risan at vísa sær á fæið, sum goymt verður í skóginum. Hesin so ger. Risin biður Vidrik gangan undan inn gjøgnum dyrnar, men maðurin gjøgnumskoðar ætlan risans, fær hann at ganga undan og drepur risan í durunum:

 

30. Vidrik lod sig ikke forsømme

- han var så modig i hue -:

“Vel op Skimming og vend dig om,

Mimmering monne du noget due?“

 

31. Han tog Mimmering i begge hænder,

til Langbenrise han rende;

han hug ham så dybt i brystet,

at odden i tarmene vende.

 

32. Da fik Langbenrise sår

og vågned af første søvn.

Så gerne havde han det vedergjort,

kunne han have fået den øfne.

 

33. “Forbandet være du, Vidrik,

og så dit sværd ved side,

du haver gjort mig sår i mit bryst,

deraf så yppes min kvide.“

 

34. “Jeg skal hugge dig, rise, så småt,

som løv blæser iblandt støv,

uden du viser mig dit liggendefæ,

som du haver i denne skov.“

 

35. “Hør du, Vidrik Verlandssøn,

du hug mig ikke tildøde;

jeg vil vise dig til et hus,

er takt med guld det røde.“

 

36. Vidrik red og risen krøb

så vidt ind ad de skove.

De funde det hus med røden guld takt,

det skinned som brændende lue.

 

37. “Her er inde meget mere guld,

end i dette land kan være.

Du tag herfra den store sten,

du løft af hængsel disse døre.“

 

38. Det svared Vidrik Verlandssøn

- han frygtede for det gilde -:

“Det plejer ingen vis kæmpe,

sin styrke på stene at spilde.“

 

39. “Dette er din mindste kunst,

du kan din hest vel vende;

jeg vil gøre mere med fingre to,

end du med begge dine hænder.“

 

40. Så tog han den store sten,

han løfted den på sin hærde.

Fuld vel Vidrik Verlandssøn

ham agter så ond en færd.

 

41. “Her er inde meget mere guld,

end femten konger formå.

Hør du, Vidrik Verlandssøn,

du skalt her først indgå.“

 

42. Det svared Vidrik Verlandsøn

- han kendte så vel hans sned -:

“Du skal selv her først indgå,

thi det er kæmpesæd.“

 

43. Det var Langbenrise,

han ind ad døren så.

Vidrik hug med begge hænder,

han hug hannem hovedet fra.

 

Vidrik smyr nú seg og hest sín við blóði, reisir risans kropp upp sum ein eikibul og ríður heim til Tíðriks - letst at vera illa særdur. Kongur harmar hann og gevur boð um at ríða heim aftur til Bern.

 

44. Så tog han det mandeblod,

smurte sig og så sin hest.

Så red han til kong Tidrik,

sagde sig at være skammelig læst.

 

45. Så tog han den døde krop

og rejste den til en eg.

Så red han tilbage igen,

sagde af den underlige leg.

 

46. “Her holde I alle mine staldbrødre gode

alt under denne grønne lide.

Langbenrise har mig slaget i dag,

det er min største kvide.“

 

47. “Haver du fået både hug og slag

af risen, da er det ilde.

Vi vil ride os til Beren igen

og ingen mand mere at spilde.“

 

Men so sigur hetja okkara sum er, hann speirekur lagsmenn sínar, sum tykjast ræddir, hóast risin er deyður, men gullið býtir hann javnt millum allar - og av hesi avreksgerð verður Vidrik gitin víða um lond.

 

48. “Du vend dig om, kong Tidrik;

du vend dig om til mig;

alt det guld, som risen ejer,

det vil jeg vise dig.“

 

49. “Haver du slaget risen i dag,

det spørges over land så vide.

Den kæmpe fødes ikke i verden til,

som du må vel med stride.“

 

50. Det var alle kong Tidriks mænd,

der de monne risen se:

Så lode de ad skoven stå.

Man måtte vel ad dem le.

 

51. De mente risen skulle forvist

sine lange ben efter dem strække;

ingen af dem torde hannem bie,

og ingen vilde hannem vække.

 

52. Det var Vidrik Verlandssøn,

han gjorde deraf stor spe:

“Hvor skulle I hannem levende finde,

I tør ham ikke død at se.“

 

53. Vidrik stødte på kroppen med skaft,

så hovedet drev i mark.

“Det vil jeg for sandhed sige:

Risen var en kæmpe så stærk.“

 

54. Så toge de hans meget røde guld;

de bytted det der på stand.

Vidrik hørte den bedste part til,

han hverved det med sin hånd.

 

55. Ikke var hannem så meget om bytte;

den sejr lå hannem på sinde:

at det skulle spørges til Dannemark

han Langbenrise monne vinde.

 

56. Så glade rede de til Beren igen,

kong Tidrik glædes allermest.

Tog han til sig Vidrik Verlandssøn,

måtte følge hannem allernæst.

 

Søguligar keldur vita einki um tað at siga, at Tíðrikur og hansara kappar hava havt stórbardagar við danskar menn. Men so mikið sterkari er hetta drigið fram í sagnatilfari, at ein tann kendasta vísan í “Danske kæmpe- og folkeviser“ snýr seg júst um ein bardaga millum Tíðrik og danska kappan, sum ber heitið Olgar danski.

 

Talan er um vísuna, ið byrjar “Stærke Tidrik bor sig udi Beren“. Hon er nr. 4 í donsku vísubókini, ið longu ofta er nevnd, nr. 17 í DGF, og lagið finna vit í „Færøske melodier til danske kæmpeviser".

 

Vísan byrjar við frásøgnini um, hvussu ættstórur Tíðrikur er, og so eggja menn hansara honum til at bjóða Olgari danska av:

 

1. Stærke Tidrik bor sig udi Beren

med atten brødre gæve,

og hver af dem haver sønner tolv;

stor manddom monne de bedrive.

 

Thi nu stander strid norden under Jylland.

 

2. Søstre haver han femten,

og hver haver sønner tolv,

den yngste hun haver tretten;

de ræddes ikke for deres liv.

 

3. De ginge frem for Beren at stå

så mange kæmpekroppe;

det vil jeg for sanden sige

de syntes over bøgetoppe.

 

4. “Nu haver vi stridet i mange år

med kæmper og riddere stærkc;

så meget hører vi om Olger danske,

han bor i Dannemark.“

 

5. “Det have vi hørt om Olger danske

- han bor i Nørrejylland -

han lader sig krone med røden guld,

han ikke går os til hånde.“

 

6. Sverting fik op så stor en stålstang

begyndte dermed at true:

“Vel hundrede af kong Olgers mænd

agter jeg ikke ved en flue.“

 

7. “Hør du Sverting du sorte svend,

du agte dem ikke så ringe;

jeg siger dig, kong Olgers mænd

de ere så raske drenge.

 

8. De frygte hverken for glavind eller spjud

ej heller for hvassen pil.

At stride er deres meste idræt,

de agte det for børnespil.“

 

9. Det meldte højen Bermerris

- han tog det ord til gemme

“Vi vil ride os til Dannemark

og se, om Olger findes hjemme.“

 

10. De droge ud af berners land

vel atten tusind’ i skare.

Kong Olger så ville de gæste

og alle til Dannemark fare.

 

Nú sendir Tíðrikur Olgari boð um at gjalda skatt ella at koma í bardaga. Hetta hóvar Olgari illa, og hann ger av at halda ímóti. Stríðsboðini verða væl móttikin, men nú hendir tað løgna í vísuni, at yrkjarin blandar saman kapparnar í báðum pørtunum og letur teir stíga fram við ovurhuga - fúsir at verja æru sína. Bæði Vidrik Verlandssøn og Ulf van Jærn, sum vit við vissu vita vóru Tíðriks menn, verða nú nevndir sum verndarar Danmarkar - í móti Tíðriki. Og sum tað ikki var nóg mikið, letur vísuyrkjarin fornu donsku sagnahetjuna, Bermerrise, vera í liði Tíðriks kongs.

 

11. Kong Tidrik sendte kong Olger bud

og lod hannem så tilbyde:

“Hvad heller vil du stride mod os

eller også skatten yde?“

 

12. Kong Olger blev så vred i hu,

slig spot kunne han ikke lide.

“Du bede ham møde på sletten hede,

vi ville der med hannem stride.“

 

13. “Skatten ved danske mand intet af,

den plejer han selv at tage:

men ville I skatten hente,

det skal Eder ilde behage.“

 

14. Kong Olger taler til kæmper sine,

han gav dem nymer tilkende

“Stærke Tidrik haver sendt os bud,

og skatten vil han hente.

 

15. “Enten vil han skatten have

eller også striden så hård.

Ikke bliver han den første konge,

som Dannemark vinder i år.“

 

16. Det da svared den kæmpe god

alt til kong Tidriks bud:

“Komme de berner i Dannemark ind,

de komme ikke alle her ud.“

 

17. Så lystig var han Ulf van Jærn,

der de den tidende finge.

Så lo han Helled Hogen:

“Vi tøve nu altfor længe.“

 

18. Det var Vidrik Verlandssøn,

han blev så glad i mod.

Det sagde Orm hin ungersvend:

“Vi ride den berner imod.“

 

19. “Den første i spidsen vil jeg være;“

det sagde herr Iver Blå.

„Den sidste mand vil jeg ej være;“

det svared herr Kulden Grå.

 

Og so brestur bardagin á, og tað er ikki við mýkindum:

 

20. Kong Olger og stærke Tidrik

de mødtes på den hede;

de sloges af magt foruden al skæmt;

de vare i hu så vrede.

 

21. De sloges i dage, de sloges i tre;

ingen ville for hinanden vige.

De danske mænd strede så mandelig;

deres herre ville de ikke svige.

 

22. Blodet randt så stridt som strøm

under bjærge og dybe dale.

Den skat, som før var lovet,

den måtte de berner betale.

 

23. Røgen drev så højt i sky,

og solen gjordes rød.

Det var stor ynk at se derpå.

Der lå så mange helte død’.

 

24. Der lå hesten og hisset manden,

der skiltes gode venner ad.

De lo ikke alle, til gilde kom;

der stod så hedt et bad.

 

Tíðriks menn eru við undirlutan, og av teimum túsundum, sum fúsir hildu í hernað, koma bara nakrir heilt fáir heim aftur:

 

25. Det var højen Bermerris,

han blev da så til sinde:

“Her leve ikke hundrede af vore mænd,

hvor skulle vi striden vinde?“

 

26. Da tog Tidrik til sine bene,

han så ikke mere tilbage.

Sverting glemte at sige godnat,

til Beren lod de drage.

 

27. Kong Tidrik vendte sig om igen

og så så højt i sky:

“Mig tykkes Beren vil skjule os bedst;

vi få hverken læ eller ly.“

 

28. Det meldte Vidrik Verlandssøn,

han holdt under grønne lide

“Fuld lidet skulle I rose deraf,

I vare i Dannemark at stride.“

 

29. Den tid de droge af Beren land,

vel atten tusind de vare.

Kun fem og halvfemsindstyve kom hjem;

det var så føj en skare.

 

Sum nevnt í innganginum í hesi viðgerðini so eru Tíðrikur og hansara menn at finna í mongum føroyskum kvæðum eisini, og í tí sambandi kunnu vit seta fram spurningin um, hvaðani føroyskir kvæðayrkjarar hava fingið tilfar til tey mongu kvæðini, har Tíðrikur er ein av persónunum ella bara nevndur sum maðurin, ið kvæðahetjur okkara tæna hjá.

 

Svarið man vera, at føroyingar hava kent hetta tilfarið sum munnbornar sagnir, sum uttan iva eru sprotnar úr norðurlendsku týðingini av sagnunum um Tíðrik, og so hava teir eisini kent danskar fólkavísur, ið yrktar eru eftir somu keldu.

 

Eftir at eysturgotaríkið, sum Tíðrikur var ættaður úr, var farið í søguna, livdu frásagnirnar um hann og menn hansara serliga í Týsklandi. Og haðani komu tær til Norðurlond, helst til Bergen við Hansakeypmonnunum, sum eitt skifti vóru í miklum mæti.

 

Mangir søgumenn meta “Tíðriks søgu“ sum eina søguliga skaldsøgu, sum byggir á týska sagnatilfarið. Hon er helst skrivað í stjórnartíð Hákunar Hákunarsonar í Noregi, t.e. um 1250.

 

Høvuðsfrásøgnin er um Tíðrik og forfedratal hansara, um ungdóm hansara, og um hvussu Hildibrandur, Virgar Valintsson (í donsku vísunum nevndur Vidrik Verlandssøn) og aðrir kappar koma til hansara. Síðani sigur søgan frá teimum bardøgum, hann við Artala kongi undir lið hevur móti Osantrix úr Vilcinalandi, frá herferðini móti Birtingslandi, frá útlegd hansara hjá Artala og frá, hvussu hann vinnur ríkið aftur.

 

Inn í høvuðssøguna koma so smásøgur um kappar hansara og forfedrar teirra. Og ofta sær tað út fyri lesaranum, sum at Tíðrikir sjálvur hvørvur úr søguni.

 

Hetta ger søguna á mangan hátt ósamanhangandi og man vera ein orsøk til, at hon sum søguligt skjal er lítið álítandi - og fløkjan er ikki vorðin minni av tí, at kvæðayrkjararnir hava sett persónar saman, sum ikki eru samtíðarmenn.

 

Fyrsta kvæðið í hesum bólki, sum verður tikið fram her, er til tað ungt kvæði, “Lavran Dvørgakongur“ eisini nevnt “Larvin Dvørgakongur“ ella “Dvørg Lavrans kvæði“. Tað er nr. 212 í “Føroya kvæðum“, CCF, og er prentað í 4. bindi av kvæðabók Jóannesar bónda, haðan vit hava lænt samandráttin.

 

Har sigur Bóndin, at kvæðakempan mikla, Tróndur á Trøð í Skálavík, hevur sagt honum, at ein húsvíkingur, Janus Tummasson, f. 1769, skuldi yrkja hetta kvæðið:

 

“Hildibrandur kemur til Brattingsborgar og sigur Tíðriki kongi frá, at hann veit um ein ríkan dvørgakong, sum eigur ein fagran urtagarð, har rósur og liljur blóma bæði vetur og summar. Vágar nakar at bróta inn í henda urtagarð, hevur dvørgurin lovað, at hann skal missa bæði hendur og føtur. Tíðrikur heldur hetta vera djarvliga sagt av Hildibrandi, setir drekkihorn sítt frá sær á breiða borð, tekur til sín brýnda knív og sigist vilja finna henda dvørgakong á máli. Hildibrandur bjóðar sær til at vera við í ferðini, so eisini Virgar Valintsson. Nú teir koma at urtagarðinum, heldur Virgar tað vera ráðiligari at venda aftur, enn at bróta garðin. Tíðrikur rekur Virgar á spott, at hann er ræddur. Hann rendi so inn í garðin og skemdi bæði rósur og liljur.”

 

LARVIN DVØRGAKONGUR

 

1. Gevið ljóð og lýðið á,

ei skal niður falla,

kvøði um Lavran ríkan í ráð

tann dvørgakong teir kalla.

 

Orlov biðjum vær

ærligu menn, dans skulum vær fremja,

tað er ikki dagur enn,

orlov biðjum vær.

 

2. Tíðrikur situr á Brattingsborg,

hann kongur vera má,

og hann Virgar Valintsson,

hann var hans gævugsta ráð.

 

3. Drekka teir við breiða borð,

kátir foruttan vanda,

tá kom ríðandi Hildibrandur

aftur til Birtings landa.

 

4. Hildibrandur til orða tekur

- mælir á tungu gæta:

“Eg veit ein so ríkan mann,

tann dvørgakongin mæta.

 

5. Hann eigur sær ein urtagarð

so sterkan innilagt,

vetur og summar við rósum stendur

og allari góðsku fragd.

 

6. Túnini eru av marmarasteini,

so er mær komið til handa.

Tann, sum brýtur tann urtagarð,

hann kemur í stóran vanda.

 

7. Hann vil hvørki gull ella silvur

taka í skaðabøtur,

hann tekur pant av hvørjum manni

bæði hendur og føtur.”

 

8. Tíðrikur tekur sítt drekkihorn

og setur á breiðaborð:

“Hvør var hasin av Tíðriks gørpum,

ið talaði so stór orð?“

 

9. Hildibrandur til orða tekur,

menskur var hann av sonnum,

hann hevði verið í hildarleiki

og staðið ímóti monnum.

 

10. “Vart tú ikki mín kongur og harri,“

Hildibrand mælir av góðum,

“so skuldi títt breiðaborð

verið litað í tínum blóði.“

 

11. Tíðrikur til orða tekur

heldur á brýndum knívi:

“Eg skal finna tann dvørg á máli,

um enn tað kostar lívið.“

 

12. Hildibrandur til orða tekur

mælir av tungum inna:

“Eg skal tær á vegin fylgja,

tann dvørg á máli finna.“

 

13. Teir setast á sínar hestarnar,

teir ríða borgum frá,

átjan míla var vegurin,

har til sum dvørgurin lá.

 

14. Tað var Virgar Valintsson

hann læt ikki ráðini tróta,

hann vildi heldur aftur venda

enn urtagarðin bróta.

 

15. Tíðrikur so til orða tekur:

“Eg meini, tú skuldi meg verja,

ræddur ert tú av kempuslekt,

tú torir ei á at herja.”

 

16. Tíðrikur skar tann silkitráðin

inn í garðin rendi,

drakk so bæði mjøð og vín,

hann rósur og liljur skemdi.

 

Nú kemur dvørgurin heim ríðandi á lítlum hesti; hann hevði reyðagullhjálm á høvdi og belti um miðju, sum gav honum tólv mans styrki. Hann er í øðini og spyr, hvør hevur sent hesar øglaungar at urtagarði sínum, og krevur høgru hond og vinstra fót av hvørjum manni, hagar var komin. Tíðrikur bað sær grið at ríða aftur til Birtingslands, men dvørgurin segði nei.

 

17. Tríggjar míla var bjørgið breitt,

teir sóu skjøldir skína,

tað var hesin dvørgakongur

læt skoða kostir sínar.

 

18. Ein lítil hestur sum eitt ræð,

belti av gullinum reina,

hjálmurin var av hørðum gjørdur,

settur við dýrar steinar.

 

19. Hann hevur eitt belti um sítt lív,

har í er hans makt,

tólv mans styrki hevur hann,

so er mær frá sagt.

 

20. Hann eigur sær eitt lítið svørð,

søgur ganga frá,

tað var bæði bleikt og blátt,

eitur á oddi lá.

 

21. Tað var hesin lítli dvørgur,

hann læt ikki ráðini tróta:

“Hvør hevur sent tykra øglaungar

mín urtagarð at bróta?

 

22. Høgru hond og vinstra fót

tað vil eg hava í pant,

tit koma ikki livandi

aftur til Birtingsland.“

 

23. Tíðrikur so til orða tekur,

lítist um so víða:

“Gev mær lov og frið í dag

til Birtingsland at ríða.“

 

24. “Høgru hond og vinstra fót

tað vil eg hava í pant,

tit koma ikki livandi

aftur til Birtingsland.“

 

Tá bjóðar Virgar dvørginum av at ríða dyst. So verður gjørt, og Virgar feldi dvørgin av hestinum. Eina lítla stund lá dvørgurin á jørðini, so leyp hann aftur á hest sín, og tá feldi hann Virgar úr saðli, tók síðani og bant bæði hendur hans og føtur og hongdi hann í grønari lund í eina lindargrein. Tíðrikur helt tá fyri, at nú mundi hann í ringum skili sanna Hildibrands orð.

 

Hildibrandur leggur Tíðriki tey ráð, at hann skal halda móti dvørginum gangandi og ikki á hestbaki. Hann so ger og slær dvørgin av hesti sínum. Tá setir dvørgurin dvørgahettu á seg, so eingin kundi síggja hann, stakk svørðið undir síðuna á Tíðriki og risti niður í lærið. Tíðrikur heldur fyri við Hildibrand, at hann hevur givið honum vána ráð, tí nú stendur lív í vága. Hildibrandur biður hann tá høgga við svørðinum har, sum sæst, at grasið rørist.

 

Tíðrikur so ger og rakar dvørgin á lendarnar. Hildibrandur var kvikur og tók gripgóða beltið av honum.

 

25. Svaraði Virgar Valintsson,

hann gerst so nýtur drongur:

“Statt á fold og gyrð tín hest

og tala slíkt ikki longur!“

 

26. Virgar gav so vænt eitt høgg

av so góðum treysti,

so sló hann tann lítla dvørg,

hann fall av sínum hesti.

 

27. Dvørgurin lá á jørðini

eina so lítla stund,

so leyp hann í saðilin upp

yvir leysa lund.

 

28. Dvørgurin gav so vont eitt høgg

av so góðum treysti;

so sló hann til Virgar sterka,

hann fall av sínum hesti.

 

29. Bant hann Virgar Valintsson

bæði hendur og bein,

hongdi hann so í grønari líð

í eina lindargrein.

 

30. Tað var hesin lítli dvørgur,

læt krossin yvir hann skera:

“Birtingsland skal vera mítt,

tú sjálvur mín krás skal vera.“

 

31. Tíðrikur stóð og sá hará,

hann hugsar ikki um annað:

“Nú man eg í ringum skili

Hildibrands orðum sanna.“

 

32. Hevði ikki Hildubrandur

komið tá so brátt,

tá hevði Tíðrikur lívið latið

á teirri somu nátt.

 

33. “Hoyr tú reysti Tíðrikur kongur,

vilt tú lýða mítt ráð,

ikki skalt tú á hestin stíga

heldur til føturs gá.“

 

34. Teir riðu saman á grønum vølli

eftir Hildibrands ráðum,

sveittin rann sum elvarflóð

av teimum kongum báðum.

 

35. Tíðrikur gav so vænt eitt høgg

av so góðum treysti,

so sló hann tann lítla dvørg,

hann fall av sínum hesti.

 

36. Tað var hesin lítli dvørgur,

hann lítur seg upp til víggja,

hann setur á seg dvørgahettu,

so eingin skal hann síggja.

 

37. Dvørgurin rendi til Tíðrik kong,

kongurin av ei visti,

stakk hann inn í riv og síðu,

niður í lærið risti.

 

38. Tíðrikur var so illa við,

tá ið hann fekk tað sár,

hann kundi ikki dvørgin síggja,

hann visti ei, hvar hann var.

 

39. Tíðrikur talar til Hildibrand:

“Illa mundi tú ráða,

fái eg mangar slíkar brestir,

stendur mítt lív í váða.“

 

40. “Hoyr tað reysti Tíðrikur,

vilt tú lýða mítt ráð:

Har, sum grasið rørist á jørð,

har skalt tú á slá.

 

41. Har, sum grasið rørist á jørð,

har skalt tú hann finna,

bróta hans belti og merki væl,

so skalt tú sigur vinna.“

 

42. Tíðrikur gjørdi, sum hann bað,

gav dvørginum høgg á lendar,

hann vildi hann bæði høgga og stinga,

til ilsku var hann kendur.

 

43. Hildibrandur tók beltið til sín,

tí fáur var hansara líki,

hann vildi ikki býta tað

fyri eitt kongaríki.

 

Nú heitir dvørgurin á Tilvantin, ein av Tíðriks monnum, biður hann hjálpa sær, so skal hann fáa systur sína aftur, sum hann hevði tikið úr faðirsborg hansara. Tilvantin biður Tíðrik geva sær dvørgin, sum hann hevði fingið í sína makt, men Tíðrikur noktar. Tá spann ilt í Tilvantin, at hann kundi ikki fáa systur sína aftur, bjóðar so Tíðriki av og rennir spjótið eftir honum, men Hildibrandur helt skjøldin fyri, so honum var einki at skaða. Hildibrandur helt vera betri ráð at lata alla vreiði fara, heldur loysa Virgar Valintsson av bondum, lata dvørgin vera fanga og lata Tilvantin og systur hans fara av landinum.

 

44. Dvørgurin talar til Tilvantin

ein av Tíðriks monnum:

“Dugna veit tú mær í dag,

tí menskur ert tú av sonnum.

 

45. So skalt tú fáa systur tína,

sum eg mundi higar flyta,

eg tók hana av tíns faðirs borg,

so eingin mundi tað vita.“

 

46. Riddarin so til orða tekur,

hann letur so orðini fara:

“Gev mær henda lítla dvørg

í pant fyri fimtan garðar.“

 

47. Tíðrikur svarar og segði: “Nei,

eg kann tað ikki lýða,

eg skal lata mítt kalda jarn

í hansara kjøti svíða.“

 

48. Riddarin var so illa við,

hann kundi sína systur ei fanga,

Tíðriki kongi beyð hann út

at royna teir bitru brandar.

 

49. Riddarin hevði sítt spjót á loft,

hann Tíðriki kongi hótti,

Hildibrand hevði sín skjøld á loft

og honum ímóti bøtti.

 

50. “Eg leggi tygur eini betri ráð,“

Hildibrand ræður at svara:

“Loysið tann mann, í lundini hongur,

og latið vreiði fara.

 

51. Lat so dvørgin tín fanga vera,

Virgar loys av bondum,

Tilvantin og systur hans

skulu skiljast av hesum londum.“

 

Nú fer hesin lítli dvørgur at gerast blíður, bjóðar øllum Tíðriks gørpum í gestaboð heim til sín, setti teir við búgvið borð og bjóðaði teimum mjøð og vín. Eingin sá á dvørginum, at hann fór við svikum, men so skonkti hann, at bæði Tíðrikur og allir garpar hans sovnaðu. Hann tekur tá hesar sovandi menn, bindur tveir og tveir av teimum saman, blæsur síðan í horn eftir fólki sínum og øllum dvørgakongum at taka Tíðriks garpar av lívi.

 

52. Tað var hesin lítli dvørgur,

hann vildi ei lata lív,

býður so øllum Tíðriks gørpum

heim í høll til sín.

 

53. Dvørgurin talar til Tilvantin:

“Gakk til tína systur,

drekk so bæði mjøð og vín,

sum tær sjálvum lystir.“

 

54. Drekka teir við breiða borð

gjørt av krystal og steini,

har vóru eingir borðstólar

uttan av fílabeini.

 

55. Dvørgurin skonkti mjøð og vín,

hann mundi tað ikki spara,

eingin kundi á honum síggja,

hann vildi við svikum fara.

 

56. So skonkti hann dvørgurin

mjøðin og so vín,

fyrstur sovnaði Tíðrikur kongur

fram úr sessi sínum.

 

57. So skonkti hann dvørgurin

mjøðin inn í høll,

fyrstur sovnaði Tíðrikur,

síðan hirðin øll.

 

58. Tveir og tveir av Tíðriks gørpum

letur hann binda saman,

tykist vera sloppin úr neyð,

hann heldur sær at gaman.

 

59. Dvørgurin tekur at blása í horn,

fólkið saman at søkja,

býður so øllum undirjørðs kongum

teir Tíðriks garpar at drepa.

 

Hetta hoyrir systir Tilvantin. Hon biður hann fara út og vita, hvussu veit við. Hann kemur aftur og sigur systrini frá, at allir Tíðriks kappar liggja bundnir í dvala, sum teir vóru deyðir. Hon fær honum ein gullring og biður hann bera yvir teir. Hann so ger, og tá brustu sundur bæði bond og stálstengur. Tíðrikur og kappar hans leypa tá út og løgdu niður allan dvørgaherin. Tað vóru Hildubrands ráð, ið bjargaðu konginum av vanda, og glaðir riðu Tíðriks kappar aftur til Brattingsborgar.

 

60. Frúgvin situr í høgalofti,

hon talar við bróður sín:

“Gakk tú tær av høllini út

og finn stallbrøður tínar.“

 

61. Riddarin gekk av høllini út,

ongan hoyrdi hann tala,

tá lógu allir Tíðriks garpar

lagdir niður í dvala.

 

62. Riddarin gongur for sína systur:

“Hvat er nú til ráða,

deyðir eru Tíðriks garpar,

stengur for durum stá.“

 

63. Frúgvin so til orða tekur:

“Tað er nú at gera,

tak tú henda gullringin

yvir teir at bera.“

 

64. Riddarin tók tann gullringin

yvir teir at bera,

øll tey bond og stálstengur

mundu sundur vera.

 

65. Teir brutu út av hallarborg,

sum allir dvørgar stóðu,

feldu niður allar teir,

teir svumu í sínum blóði.

 

66. Hildibrands orð av sonnum vóru,

hann bjargaði kongi av vanda,

glaðir ríða Tíðriks garpar

aftur til Birtings landa.

 

67. Teir livdu saman í ríkinum

bæði við gleði og gleim,

teir lovaðu Gudi og sínum harra,

at teir komu livandi heim.

 

Um høvuðspersónin í hesum kvæði, Hildibrand, lesa vit í tí parti av „Tíðriks søgu“, sum umrøður barnaár hansara. Hildibrandur var úr býnum, sum í søguni verður róptur Fenidi, sonur Reginbalds, hertuga. Hann verður lýstur við sera føgrum orðum: vænur, ljósur, breiðleittur, vakurt oygdur og hevði beina nøs. Hárið og skeggið vóru gul sum silki. Hann var mikil av vøkstri, trúgvur, reystur og lítillátin. Tríati ára gamal gav hann seg í tænastu hjá Þéttmarri, faðir Tíðriks. Tíðrikur var fimm ára gamal, tá ið Hildibrandur kom í hirð faðirs hansara, so kongssonurin gjørdist fostursonur hansara. Og søgan vil vera við, at síðani dagar teirra Dávids kongs og Jónatans, í Bíbliuni, høvdu eingir kallmenn verið so góðir sum Hildibrandur og Tíðrikur.

Annað týdningarmikið kvæði í hesum bólki er sum vera man “Tíðriks kappar“, CCF nr. 174. Kvæðið er í tveimum tættum, eitt hundrað ørindi tilsamans, prentað eitt nú í “Færøsk Anthologi 1“ og í 4. bindi av „Kvæðabókini“, sum Jóannes bóndi greiddi til útgávu. Haðani hava vit lænt samandráttin av kvæðinum:

 

„Tíðrikur kongur situr í høllini og spyr menn sínar, um teir vita slíkar avreksmenn sum hansara vera til í aðrari høll.

 

Brandur hin víðferi vísir honum á, at Ísin við sínum ellivu synum, tann tólvti er “riddarin snjalli“, eigur tílíka borg. “Ein kempa liggur á Birtingsskóg, hann torir fullvæl at møta tær“, leggur Brandur aftrat.

 

Tíðrikur biður menn sínar gera seg til og Brand at taka við merkisstongini og ríða undan. Teir koma at borgini, har Langabeinrisi búði, men nú torir Brandur ikki at halda longri fram, tí skógur var fyri framman.”

 

TÍÐRIKS KAPPAR

 

1. Tíðrikur situr í síni høll

biður geva gott ljóð:

„Hvar vitið tit í aðrari høll

tílíka avrekstjóð?“

 

Tíðrikur kongur byrjar ferð,

ríða á skógvin garpar tólv,

kunna so væl til Húna borgir ríða

 

2. Allir sótu kongsins menn,

eingin tordi tala

uttan Brandur hin víðferi,

hann ræður fyrstur at svara:

 

3. “Ísin eigur eina borg,

stendur á høgum fjalli,

ellivu eigur hann synir av sær,

tann tólvti er riddarin snjalli.

 

4. Ellivu eigur hann synir av sær,

ein er riddarin mesti,

væl er hann til vápna borin,

leikar við svørði best.

 

5. Tað liggur ein kempa á Birtingsskóg,

gitið man vera víða,

hoyr tað, reystur Tíðrikur kongur!

hann torir tín fullvæl bíða.“

 

6. “Hoyr tú, Brandur hin víðferi!

tú hevur farið víða,

allar vegir til Birtingar

skalt tú fyri ríða.“

 

7. Brandur tók við merkisstong,

fyri við hyggju hann reið,

tá ið hann kom á Birtingsskóg,

tá vendi hann hesti á leið.

 

8. Tá ið hann kom á Birtingsskóg,

tá vendi hann hesti við:

“Hvar eru tit nú, kongsins menn?

Takið nú tygur við!

 

9. Eg føri ikki longur fram

í dag mín harras merki,

har býr fyri hesi høll

hin Langabeinrisi sterki.“

 

Tá sigur Virgar Valintsson: “Steðgið mær her, eg skal ríða fram á skógin.“ Har hittir hann risan, sum lá í fasta svøvni. Virgar vil ikki drepa hann sovandi, vekur hann upp og biður hann koma at berjast við seg. Risin Akival vaknar og spyr, hvør hann er, ið vekur seg so brádliga. Virgar nevnir seg og so hest sín, Skemming. “Far heim aftur til tín sjálvs, ungi maður“, sigur Akival, “eg vil so illa sova, eg leggi meg aftur.“ “Tá skal eg teg úr blundi vekja“, sigur Virgar, dregur svørð úr slíðra og letur Skemming leypa. Nú loypur risin á føtur, reiggjandi jarnstongini, men rámti hana millum tveir hamrar, og føst var hon. Virgar ripaði nú svørð sítt, Mimaring, á Akival, so “eggin beinið kendi“.

 

10. Svaraði Virgar Valintsson:

„Eg skal á skógin ríða,

um enn tit viljið, kongsins menn,

í sama stað mín bíða.“

 

11. Virgar læt á skógin standa.

Tíðriks køppum frá;

tá var risin sovnaður,

á víðum vølli lá.

 

12. Svaraði Virgar Valintsson,

hann er drongur fríður:

“Statt á føtur og verj títt lív!

Eg vil ikki á teg níða.“

 

13. Svaraði Virgar Valintsson,

hann er drongur háur:

“Statt á føtur og gyrð tín hest,

risin, ert tú maður!“

 

14. Svaraði risin Akival,

gott er at taka til evna:

“Hvaðan ert tú, mikla kempa?

Hvussu skal eg teg nevna?“

 

15. “Virgar skalt tú nevna meg,

ei man móðin tróta,

frægir nevna mín fljóta hest,

teir kalla hann Skemming skjóta.“

 

16. “Tað koma ei so mangir saman,

at eg ræðist menn,

ríð av skóg, tú ungi maður,

tí sova vil eg enn.“

 

17. Tað var Virgar Valintsson,

hann dró sítt svørð frá síðu:

“Eg skal teg úr blundi vekja,

tað skal spyrjast víða.“

 

18. Virgar læt tá Skemming leypa

fyri hans brynju breiða,

risin leyp so leysur á føtur,

sína jarnstong at reiða.

 

19. Risin treiv um jarnstongina,

reiggjaði hann henni hátt,

Virgar vendi hesti við

og bar seg undan brátt.

 

20. Risin reiggjaði jarnstongini,

ilt var skap at eggja,

hon kom seg í jørðina fast

ímillum hamra tveggja.

 

21. Virgar treiv um Mimaring

av so grimum huga,

sipaði so til Akival,

væl mundi høggið duga.

 

22. Virgar treiv um Mimaring,

hann brá sær av hendi,

høgdi so til Akival,

at eggin beinið kendi.

 

Risin biður nú um lív og lovar Virgari nógv reyðargull afturfyri. Teir so til gongu og koma at húsi tí, sum lagt var alt við gull og fult av gulli innan. Ein stórur steinur lá fyri durunum. Virgar biður risan um at taka hann burtur. Hesin so ger. Risin biður nú Virgar fara inn, men hesin svarar nei og biður risan verða tann fyrra inn. Risin hýkur seg fyri munnan, og tá var Virgar knappur og høgdi høvdið av honum.

 

Síðani smurdi Virgar saðil og hest í risablóði og ríður aftur til Tíðriks menn og sigur, at risin hevur gjørt seg inn á hann. Tá helt Tíðrikur, at best mundi vera at venda aftur, men tá vísir Virgar teimum høvdið á risanum, sum hann hevði havt við sær; tá vóru teir allir ernir, og Tíðrikur sigur við Virgar, at “aftan á hetta bragdið, tú hevur gjørt í dag, skalt tú ríða undan á øllum vegum til Birtingar og sita hægstur við borð mítt.“ So fóru teir eftir øllum hesum mikla risans gulli og riðu við gleði og gleim aftur til Birtingsborgar.

 

23. “Skomm fái tú, Virgar Valintsson,

og so títt svørð við síðu!

eg havi fingið sár í dag,

harav so yppist ein kvíða.

 

24. Hoyr tú, Virgar Valintsson,

drep nú ikki meg!

heimræði mítt og reyðargull

tað vil eg geva tær.

 

25. Hoyr tú, Virgar Valintsson,

høgg meg ikki til deyða!

eg skal vísa tær húsið tað,

sum glógvar við gullinum reyða.“

 

26. Risin gekk eftir skóginum fram

við so mikið mein,

vísti honum á húsið tað,

sum alt í gulli skein.

 

27. “Her sært tú tað húsið standa,

mikil er manna sorg,

her er inni meiri gull,

enn Tíðrikur eigur í borg.

 

28. Her liggur fyri durum ein stórur steinur,

hann er ikki lættur at lyfta,

enn leggi eg tær treytir á:

tú skalt hann burtur syfta.

 

29. Hoyr tú, Virgar Valintsson:

Tú ert maður ungur.

Tú skalt taka steinin burt,

tóat hann er tungur.“

 

30. Svaraði Virgar Valintsson:

“Hetta er mikil villa;

tað plagar eingin kempa góð

sína styrki á steinar at spilla.

 

31. Hoyr tú, risin Akival!

tú ert maður meiri:

Tú skalt taka á steinin fyrst

og royna so roysni fleiri.“

 

32. Risin tók á steinin tann,

tað var honum eingin treyt,

tað gjørdi hann á skamri stund:

hann flutti tað berg av breyt.

 

33. “Hoyr tú, Virgar Valintsson!

Tú gakk í hellið inn fyrst,

tak so út tað reyðargull

so glaður við góðari list.“

 

34. Tað var Virgar Valintson,

hann kundi væl brøgdini fleiri:

“Risin, gakk í hellið inn fyrst,

tí tú ert maður meiri!“

 

35. Tað var risin Akival,

hann inn um dyrnar sá:

Virgar høgg við báðum hondum

risanum høvur frá.

 

36. Virgar tók tað reyðargull,

ið risin hevði at ráða,

síðan reið av Birtingsskóg

og vendi hesti frá.

 

37. Síðan reið av Birtingsskóg

og vendi hesti við,

høvur og hond av risanum,

og reið so heim við frið.

 

38. Tók hann so tað risablóð

og smurdi saðil og hest,

reið so aftur til Tíðriks kappar:

“Risin hevur meg hvest!“

 

39. Tíðrikur so til orða tekur:

“Slíkt er mikil villa;

vit skulum ríða til hallar heim

og ei fleiri kempur spilla.“

 

40. Svaraði Virgar Valintsson,

heldur á búnum stáli:

“Her skalt tú síggja tað risahøvur,

ið dreingir gita á máli!“

 

41. “Hevur tú vegið risan í dag,

tað skal spyrjast víða;

allar vegir til Birtingar

skalt tú undan ríða.

 

42. Allar vegir til Birtingar

skalt tú undan gá,

sita yvir mítt breiða borð

hægstur við kongsins ráð.“

 

43. Førdu burt tað reyðargull

alt fyri uttan sorg,

glaðir riðu Tíðriks kappar

fram fyri Brattingsborg.

 

Nú er fyrri táttur liðugur, og gáa vit um innihaldið í honum, er lætt at vísa á, at hetta er júst sama søga, sum søgd er í donsku vísuni „Kong Tidrik sidder udi Beren“.

 

Í 2. tátti eru hendingarnar hesar:

 

Ein morgun fer Sjúrður út í gloppið á borgargarðinum og sær glitrandi merkir nærkast. Hann fer inn á hallargólv og sigur, at nú koma higar Tíðriks kapparnir tólv til tess at vinna Birtingar. Sjúrður verður nú biðin at ríða fyri Tíðrik kong og “skatt av dreingjum taka“. Hann setir seg á gangara sín, kemur inn í høllina; eingin uttan Virgar Valintsson kendi hann. Hann spyr, um nakar skattur her gongur av. Tíðrikur segði: “Nei, vit plaga heldur at heinta skatt enn at lata skatt.“ Sjúrður ger ikki vandari, tekur ein hest frá hallardurunum, klyvjar hann við skatti og ríður so heim við gangarunum tveimum. Slíkt var at hevna, men hvør skuldi fara eftir Sjúrði? Teir kastaðu terning fram á borð, luturin fell á Humling Stútason. Hann bað Virgar lána sær Skemming og setti alt sítt gull og leysafæ í veð. Virgar vildi ongan pant taka, men lánti honum hestin. Skemmingur varð saðlaður, Humlingur setti seg uppá, undarligt tókti Skemmingi at vera, “at honum stóðu sporar í síðu.“

 

Nú ríður Humlingur av stað, kallar Sjúrð bæði torparasvein og gamlan kall og biður hann ikki renna so undan sær. Sjúrður vendi hesti sínum aftur, setti spjótið undir Humling og feldi hann úr saðli. “Far upp aftur“, sigur Sjúrður, “og royn teg einaferð enn.“ Humlingur so ger, men varð hvaðna skjótari “rendur aftur for saðilboga.“ Aftur triðju ferð bað Sjúrður Humling fara uppá. Hann so ger, men tá gjørdi Sjúrður av við hann og tók hestin av honum og sigur: “Nú er Skemmingur mín“. “Men hvør ert tú?“ sigur Sjúrður, “hvussu eitur tú?“ “Sig mær fyrst, allar ættir tínar,“ sigur Humlingur. “Sjúrður eiti eg, Sigmundarson“, sigur hann, “Hjørdis drotningin var móðir mín.“ Tá svaraði hin, at hann æt Humlingur og at Abulant, kongur, tað harða stál, var faðir sín. “Tá eru vit nær skyldir frændur“, sigur Sjúrður, “tak tú Skemming aftur, og so gera vit ein stuttleika: Tak skjaldarreimarnar, bint meg til ta stóru eikina, her í skóginum stendur, ríð so aftur til Tíðrik kong og sig, at tú hevur vunnið meg.“ So varð gjørt. Humlingur reið fyri Tíðrik kong og sigur seg hava vunnið Sjúrð og bundið hann fastan við eina eik. Tá helt Virgar fyri, at hetta kundi ikki vera rætt fatt, “tað mátti vera av vilja og ikki av makt, at tú mundi Sjúrð binda“, helt hann, og fer so sjálvur, tí alt vildi hann vita, á skógin, at vita, hvussu vorðið var.

 

Sjúrður er gamal og blindur, tó sær hann so mikið, at hann sær Virgar koma á Skemmings baki, við Mimmaringi í hendi.

 

“Hetta verður ikki tespiligt“, hugsar Sjúrður við sær, “sær Virgar meg standa bundnan, høggur hann mær riv frá síðu.“ Hann ger tá ikki annað enn tað, at hann rívur eikina upp við rót og rennur undan. Tá helt Virgar fyri, at hetta mundi seg gruna, tað skuldi verið annar maður enn Humlingur, ið mentur var at basa Sjúrði.

 

Sjúrður heldur heim. Har stendur tá Ísin í borgini og sær Sjúrð koma við eikini við beltið. Teir tóku so allir saman, bæði Tíðriks garpar og Ísans synir og slógu í ein ring á Brattingsborg. Har dansaðu bæði riddarar og sveinar og eingin reystari enn Sjúrður, við eikirót við síðu.

 

44. Sjúrður klæðist árla morgun,

hann ber lov og prís,

hann gekk sær í vígskarð,

mangt varð hann har vís.

 

45. Sjúrður gekk í vígskarð,

heldur á gyltum horni:

hann sá gull og glitramerki

á føgrum summarsmorgni.

 

46. Sjúrður gekk aftur úr vígskarði

og inn á hallargólv:

“Her eru komnir út í várt land

Tíðriks kappar tólv.

 

47. Eg seti ikki minni við

enn alt tað gull, eg ár:

teir vilja vinna Birtingar

og sigur av tykkum fá.“

 

48. “Hoyr tú, Sjúrður Sigmundarson

tú ert dreingja maki:

tú skalt ríða for Tíðrik kong,

skatt av dreingjum taka.“

 

49. Sjúrður loypur á gangaran sín

av so góðum huga,

reið so fyri Tíðriks kappar,

væl mundi drongur duga.

 

50. Sjúrður gekk í høllina inn,

eingin, ið hann kendi,

uttan Virgar Valintsson,

hann eyguni at honum rendi.

 

51. Sjúrður gekk í høllina inn,

hann ræð for borði at standa:

“Gongur her nakar skattur av

eftir fornum vanda?“

 

52. “Her gongur eingin skattur av,“

Tíðrikur segði, „nei!

fyrr skulu allir Ísans synir

draga svørð av skeið.

 

53. Her gongur eingin skattur av

eftir fornum vanda:

heilsa so Ísans sonum heim!

vit plaga hann heldur at heimta.“

 

54. Sjúrður gekk av høllini út,

hugsar um ongan vanda:

loysti ein hest frá hallardurum,

tók sær skatt til handa.

 

55. Hann loysti ein hest frá hallardurum,

søgur ganga frá,

síðan reið av garði burt

við sínar gangarar tvá.

 

56. Sjúrður reið av garði burt

við sínar gangarar fljótu:

tað er mær av sonnum sagt,

tað mundi Humlingur njóta.

 

57. Svaraði Humlingur Stútason,

hann er drongur nýtur:

“Kastið terning fram á borð,

vitið, hvør happið lýtur!“

 

58. Talv var borið í høllina inn,

mikið man sterkum loyna:

so var sagt, at Stútason

hann skuldi roysni royna.

 

59. Teir kastaðu terning fram á borð,

frá man frættast víða:

luturin fell unga Humlingi til,

hann skuldi mót Sjúrði ríða.

 

60. “Hoyr tú Virgar Valintsson,

tú lána mær Skemming skjóta!

latið ikki tann torparasvein

mín góða gangara njóta!“

 

61. “Tú kalla hann ikki torparasvein,

tó at hann søkir elli!

tú hevur ei, Humlingur Stútason,

Sjúrðin roynt á velli.

 

62. Tú kalla hann ikki ein torparasvein,

tó at hann elli søkir!

tú hevur ei, Humlingur Stútason,

Sjúrðin roynt á føti!“

 

63. “Eg skal seta tær veður

so gott alt fyri uttan mein:

alt mítt gull og leysafæ,

kemur ei Skemmingur heim.

 

64. Eg skal seta tær veður so gott

alt fyri uttan sorg;

alt mítt gull og leysafæ

mín arv av Brattinsborg.“

 

65. “Hav tú sjálvur títt gull og fæ

og Brattinsborg at njóta!

eg taki ongan pant í dag

fyri hann Skemming skjóta.“

 

66. “Eg eigi bæði svørð og skjøld,

eg misti mín gangara fríða,

Sjúrða skal eg til jarðar fella,

tað skal fættast víða.“

 

67. “Um enn eg láni tær gangara mín,

ið dreingir Skemming kalla,

tað svørji eg við Mimaring:

tú førir hann ei til hallar.“

 

68. Út var loystur Skemmingur

út av Brattinsborg,

Humlingur leyp í saðilin upp,

glaður foruttan sorg.

 

69. Humlingur reið frá borgini,

frá man frættast víða:

Skemmingi tókti tað undarligt,

honum stóðu sporar í síðu.

 

70. Humlingur reið eftir vegnum fram,

tykist Sjúrðin kenna:

“Tað batar ei tínum torparasveini

undan mær at renna.

 

71. Tú tarvt ikki ríða undan mær,

tú hin gamli kall!

eg skal taka hest mín aftur

og geva so tær eitt fall.“

 

72. Sjúrður vendi sín hest í kring

av so grimum huga,

riðu saman á grønum vølli,

tóktust ei lítið duga.

 

73. Riðu saman á grønum vølli

við so miklari makt,

settu spjót mót saðilgjørðum,

Humling úr saðli sprakk.

 

74. “Eru tað frægastir Tíðriks kappar,

so kunna dystin ríða?

statt á fold og gyrð tín hest!

enn vil eg tín bíða.“

 

75. Riðu saman á øðrum sinni

av so grimum huga,

tað var Humlingur Stútason,

hann gekk for saðilboga.

 

76. “Eru tað frægastir Tíðriks kappar,

so kunna dystin ríða?

Statt á fold og gyrð tín hest!

Enn skal eg tín bíða.“

 

77. Riðu saman á triðja sinni,

alt fór eftir vari:

spjótið setti hann undir hann

og lyfti hann út úr saðli.

 

78. Spjótið setti hann undir hann

og lyfti hann út úr saðli,

Sjúrður fekk tann besta hest,

borin var av alvi.

 

79. “Nú havi eg vunnið sigur av tær,

og Skemmingur hann er mín,

sig mær, frægur, gøvugur garpur,

allar ættir tínar!“

 

80. “Eg sigi tær ikki eiti mítt,

fyrr enn tú hevur sagt mær títt;

Tíðriks kappar brigda mær tað,

tað verður ikki frítt.“

 

81. “Sjúrða skalt tú nevna meg,

Sigmundar son,

Hjørdis drotningin

mín móðir var hon.

 

82. Sjúrða skalt tú nevna meg

Sigmundar svein,

Hjørdis drotningin

hon bar meg í heim.“

 

83. “Humling skalt tú nevna meg,

ein kempa gæv og fín,

kong Abulant, tað harða stál,

so kallaðist faðir mín.“

 

84. “Ert tú Humlingur Stútason,

so tak tín hest við hendi!

hartil svørð og herklæðir!

tú ert mín nær skyldi frændi.

 

85. Tak tú okkara skjaldareimar,

bint mínar hendur og lendar

fastar við ta stóru eik,

frammi í skóginum stendur.

 

86. Tak tú okkara skjaldareimar

og bint meg til ta eik!

Ríð teg aftur til Tíðriks kappar

og sig, tú vanst tann leik!“

 

87. Humlingur reið til hallar heim,

kastar sítt svørð á borð:

“Nú stendur Sjúrður við eikina bundin,

hann talar ikki eitt orð.

 

88. Bundið havi eg tann gamla kall

fastan við eina eik,

tikið havi eg hest mín aftur,

og vunnið havi eg tann leik.“

 

89. Tað svaraði Virgar Valintsson,

tí hann væl Sjúrðin kendi:

“Voldi tað vilji, men ikki makt,

at tú mundi Sjúrða binda.“

 

90. Tað svaraði Virgar Valintsson,

hann vildi alting vita:

“Eg skal ríða á skógvin fram

at vita, hvussu Sjúrður man liva.“

 

91. Virgar leyp í saðilin upp

yvir leysan loga,

so reið hann á skógvin fram

av so grimum huga.

 

92. Sjúrður er ein starblindur svein,

sær ikki sítt spjót til enda:

“Tó síggi eg Virgar á Skemmings baki

við Mimaringi í hendi.“

 

93. Sjúrður hugsar við sjálvum sær,

tá hann sá Virgar ríða:

“Hittir meg Virgar bundnan í dag,

hann høggur mær riv úr síðu.“

 

94. Tá ið Sjúrður hetta sá,

at Virgar at honum skundar,

rívur hann upp ta stóru eik,

og síðan leyp hann undan.

 

95. Svaraði Virgar Valintsson:

“Hetta mundi meg gruna:

Annar maður enn Stútason,

ið Sjúrði skuldi verið at bana!“

 

96. Ísin stendur í høgari høll,

sær fram yvir skóg,

hann sær Sjúrða Sigmundarson,

ta stóru eik hann dró.

 

97. Ísin stendur í høgari høll,

sá seg út av borg:

Sjúrður dró ta stóru eik,

tað var honum eingin sorg.

 

98. Tíðriks kappar og Ísans synir

riðu saman til ting,

gløddust saman á Brattinsborg

og slógu í ein ring.

 

99. Tað var ein dans á Brattinsborg,

har dansaðu riddar’ og heltar,

har dansaði Sjúrður Sigmundarson

við eikini undir sítt belti.

 

100. Har dansaðu bæði riddar’ og sveinar,

frá man frættast víða,

eingin reystari enn Sjúrður var

við eikirót við síðu.

 

Eitt annað kvæði, har ið ber saman millum Sjúrð og Tíðriks kappar, er „Risin í Hólmgørðum“, CCF nr. 10, sum m.a. finst á prenti í 4. bindi av kvæðabók Jóannesar Paturssonar og í “Færøske kvæder“ hjá Hammershaimb. Vit hava lænt kvæða samandráttin úr fyrra verkinum:

 

„Virgar ríður at heygnum, har faðir hansara var heygdur (grivin í heyggj eftir fornum siði). Virgar vekur dysjadólgin upp og biður hann henda svørðið út. Faðir hans sýtir í fyrstuni, men sendir so Mimmaring út og sigur við sonin, at „í morgin skalt tú royna tað í hørðum risabeini.“

 

RISIN Í HÓLMGØRÐUM

 

1. Eg veit eina rímuna,

ið gjørd er um Virgar sterka,

Tíðriki kongi tjónar hann,

av reyðargulli ber hann merki.

 

Grani bar gullið av heiði,

brá hann sínum brandi av reiði,

Sjúrður vá av orminum.

Grani bar gullið av heiði.

 

2. Tríggjar eru gøturnar,

ein víkur ífrá,

Virgar er riðin á heygin fram,

sum hans faðir lá.

 

3. Tríggjar eru gøturnar,

ein av heygi víkur,

Virgar er riðin á heygin fram,

sum hans faðir liggur.

 

4. Innarlaga í heyginum

ringla gamlar tenn:

“Hvør er her í heygin komin

at vekja upp deyðar menn?“

 

5. “Vakir tú í heyginum,

sæli faðir mín,

hetta er Virgar Valintsson,

fostursonur tín.”

 

6. “Meðan tú ert mín fosturson

og eg tín faðir best,

fyrr skal rivna dalir og fjøll,

enn eg komi út í heyst.”

 

7. “Vilt tú ikki dysjadólgur

brandin senda mær,

eg skal eld í heygin leggja

og brenna yvir tær.

 

8. Vilt tú ikki dysjadólgur

brandin senda út,

eg skal eld í heygin leggja,

brenna upp tína búð.”

 

9. Ikki vildi dysjadólgur

heygin lata bróta,

báðar hendur um Mimaring treiv,

bað fosturson sín njóta.

 

10. Ikki vildi dysjadólgur

heygin lata brenna,

báðar hendur um Mimaring treiv,

brandin út at senda.

 

11. “Her skalt tú hava svørðið tað,

ið bítur á stáli og steini,

í morgin skalt tú royna tað

í hørðum risabeini.”

 

Virgar tekur við Mimaringi og spyr so hin gamla í heygnum, hvar hann veit mestan heiluvág at vera til. Dysjadólgurin svarar, at tað er í Hólmgørðum, har ið Filkus ræður, sonur Langabeinrisa. Hann biður Virgar, ætlar hann sær hagar, at hava Sjúrð Sigmundarson við sær og ikki lata Nornagest sita eftir heldur.

 

12. Svaraði Virgar Valintsson,

sum svørð hevði tikið í hond:

“Hvar veitst tú mestan heiluvág

vera her í londum?“

 

13. “Tað stendur eitt hús í Hólmgørðum,

tað liggur til risans son,

tað er fult av heiluvág,

ongum øðrum mun.

 

14. Tað stendur eitt hús í Hólmgørðum,

tað liggur til risans merki,

har ber lás og lykil at

Filkus, risin sterki.

 

15. Tað stendur eitt hús í Hólmgørðum,

hagar eru frægir fúsir,

har ber lás og lykil at

hin sterki kappi Filkus.

 

16. Har bíta eingir brandar á,

ei tær bitru eggjar,

átjan alin er jarnstongin

til alla risans seggja.

 

17. Har bíta eingir brandar á,

eg sigi tær av tí sanna,

átjan alin er jarnstongin

til alla risans manna.

 

18. Kvittar tú í Hólmgarðar

á hesum sama heysti,

lat hann ikki eftir sitja

hin snarpa Nornagest.

 

19. Lat hann ikki eftir sitja

hin snarpa Nornagest

og hann Sjúrða Sigmundarson,

tann avrekskappan reysta.“

 

Hesi orð leggur Virgar sær í geyma, ríður í Hjálpreks garð, har Sjúrður situr ovast við borðið, og sigur honum frá, at ikki er trot á heiluvági í Hólmgørðum, tó væl er hann vardur við jarnstongum av Filkusi og monnum hans. Ikki kravdi meiri til; Sjúrður leyp fram um borðið, út á geilar, setti seg á hestbak, og teir tríggir av stað:

 

20. Virgar leyp á gangaran,

sum hann sjálvur átti,

so reið hann á Sjúrðar fund,

sum føtur bera máttu.

 

21. Mitt í miðjum grasagarði

akslar hann sítt skinn,

og so búgvin gongur hann

í høgar hallir inn.

 

22. Og so búgvin gongur hann

í høgar hallir inn,

sum Hjálprek kongur at borði sat

við monnum hundrað fimm.

 

23. Virgar gekk í høllina inn,

søgur ganga frá,

næstur maður Hjálprek kongi,

Sjúrður situr hjá.

 

24. Virgar gekk í høllina inn,

tagdi ei longur á sinni:

“Eg veit nógvan heiluvág,

ljótum vær hann at finna.

 

25. Tað stendur eitt hús í Hólmgørðum,

tað liggur til risans son,

tað er fult av heiluvág

og ongum øðrum mun.

 

26. Har bíta eingir brandar á

og ei tær bitru eggjar,

átjan alin er jarnstongin

til alla risans seggja.

 

27. Tí mást tú búgva brandin væl

og gyrða tín hest við spora,

um tú hevur eitt átjan hundrað,

tú kanst honum lítið forða.

 

28. Tí mást tú búgva brandin væl

og gyrða tín hest við geira,

um tú hevur eitt átjan hundrað,

turvdi tær alvæl fleiri.“

 

29. Virgar stendur á hallargólvi,

mælir fyri sær:

“Nú veitst tú av heiluvág,

Sjúrður, fylg tú mær.”

 

30. So varð hann Sjúrður

glaður við tey orð,

hann breyt sundur mjaðarskál

yvir breiðum borði.

 

31. Sjúrður leyp um borðið fram,

er mær greint ífrá,

uttarlaga á hallargólvi,

komst hann føtur á.

 

32. Stíga á sínar hestarnar

reystir kappar saman,

kvitta so í Hólmgarðar,

teir hildu sær at gaman.

 

33. Riðu teir av garði burt

við so lítið lið:

Virgar og snarpi Nornagestur,

Sjúrður var hin triði.

 

Nú teir koma í Hólmgarðar, er Filkus úti staddur fyri teimum; hann verður spurdur eftir, um hann hevur nógvan heiluvág til avlops hjá sær. Filkus játtar hesum og spyr Sjúrð, hvør maður tað er, sum er í fylgi við honum. Sjúrður svarar, at tað er hin sterki Virgar Valintsson. Filkus gjørdist tá vreiður, tí hann mintist á, at tað var Virgar, ið drap faðir hansara, sum lá á Birtingsheygi. Hann búði seg til stríð og hevði morgunin eftir brynjað eitt tólvhundrað í móti teimum trimum, Virgari, Sjúrði og Nornagesti.

 

34. Tað var Sjúrður Sigmundarson,

heim í garðin fór,

úti Filkus, risans son,

fyri honum stóð.

 

35. “Statt væl Filkus, risans son,

úti fyri mær,

hevur tú nógvan heiluvág

til avlops her hjá tær?”

 

36. “Eg havi nógvan heiluvág

til avlops her hjá mær,

hvaðan er hin mikla kempa,

Sjúrður, ið fylgir tær?”

 

37. “Hetta man vera maðurin,

ið øllum tykir um,

hetta er hann, ið risan vá,

hin sterki Valintsson.”

 

38. Tað var Filkus, risans son,

tá gjørdist hann vreiður:

“Tað var mín hin sæli faðir,

ið lá við Birtings heygi.

 

39. Takk havi tú Sjúrður,

eg tað ikki visti,

nú skal brynja út liðið alt,

tí eg var hann, ið misti.“

 

40. Árla var um morgunin,

tað roðar fyri sól,

tá hevði Filkus, risans son,

brynjað út hundrað tólv.

 

41. Tá hevði Filkus, risans son,

brynjað út hundrað tólv,

tríggir reystir kappar teir

ríða teim øllum ímót.

 

Bardagin verður harður, og Virgar møðist so illa, at Nornagestur má flyta hann úr stríðnum at lata møðina renna. Ímeðan bardist Sjúrður einsamallur móti øllum herinum og skildi hann víða sundur.

 

42. Tríggir reystir kappar

teir ríða teim øllum ímót,

fullu so búkar á jørðina niður,

sum teir varpa grót.

 

43. Teir høgga títt, teir líva lítt,

dublur hanga við stengur,

møðist Virgar Valintsson

í víggi har hann stendur.

 

44. Teir høgga títt, teir líva lítt,

blóðið dreiv í ský,

møðist Virgar Valintsson,

hann víggi stendur í.

 

45. Møðist Virgar Valintsson,

var komin í stóra neyð:

“Hoyr tú snarpi Nornagestur,

flyt meg hiðan av breyt.“

 

46. Tað var hin snarpi Nornagestur,

brandin undir hann skeyt,

tað gjørdi hann á skamri stund,

hann flutti hann burt av breyt.

 

47. Virgar liggur undir heyginum,

kendi sær megi og mein,

tað var hin ungi Sjúrður,

hann mátti tá berjast ein.

 

48. Sjúrður tokar í herin fram,

grimmur og vreiður við,

avleiðis tróð hann risans her,

hann skildi hann sundur í trý.

 

49. Sjúrður tokar í herin fram,

mátturin í honum veks,

avleiðis tróð hann risans her,

hann skildi hann sundur í seks.

 

50. Fram reið Sjúrður við miklari reiði,

hann vil ikki undan flýggja,

avleiðis tróð hann risans her,

hann skildi hann sundur í níggju.

 

51. Sjúrður tokar í herin fram,

øllum tókti undur,

avleiðis gekk hann risans her

og skildi hann víða sundur.

 

Tá ið nakað er frá liðið, er Virgar hvíldur og kemur upp í aftur leikin; tá fall so tjúkt av risans monnum, at teir tróðu á manna búkar, og so barst Sjúrði og Filkusi saman. Tað stóð ikki um langar stundir, til Sjúrður feldi Filkus.

 

Tá segði Virgar við Sjúrð, at hesin skuldi ráða fyri Hólmgørðum, “tí tú var hann, ið vann“.

 

Virgar fór heim aftur av hesi ferð og hevði gangarar sínar báðar við sær. Sjúrður varð har verandi og tók ræði yvir Hólmgørðum.

 

52. Virgar leyp undan heyginum,

møði av honum rann,

tá var hann til ferðar fúsur,

hann feldi ein merkismann.

 

53. So riðu teir kappar tveir

víðan vegin fram,

teir kluvu hvønn um tvørar herðar,

ið móti teimum rann.

 

54. Teir høgga títt, teir líva lítt,

teir lótu tá brandar fúka,

nógvir fullu á jørðina niður,

teir tróðu á manna búkar.

 

55. Teir høgga títt, teir líva lítt,

av bar barna gaman,

Sjúrður og Filkus, risans son,

tá barst teimum saman.

 

56. Tað var Sjúrður Sigmundarson,

sínum svørði brá,

hann kleyv Filkus, risans son,

sundur í luti tvá.

 

57. Hann kleyv Filkus, risans son,

sundur í luti tvá,

tríggjar vóru kempurnar,

sum reystliga lið hans vá.

 

58. So riðu teir frændur tvá

í gjøgnum grøna lund,

einki gól eftir í Hólmgørðum

hvørki heykur ella niðmans hund.

 

59. Tað var Virgar Valintsson,

hann svaraði Sjúrða and:

“Tú skalt ráða fyri Hólmgørðum,

tú var hann, ið vann.”

 

60. Virgar reið av garði burt

við sínar gangarar tvá,

síðan hevði Sjúrður ungi

fyri Hólmgørðum ráð.

 

61. Kvøðið havi eg kvæðið mítt

væl í góðum tíma,

nú búgvist eg at halda upp,

meg lystir ei longur at ríma.

 

Vit kunnu her steðga eitt sindur við staðanavnið Hólmgarðar og eisini við mannin tann, sum hetja er í hesum kvæði.

 

Hólmgarðar, soleiðis nevndu norðbúgvar ein part av gamla Russlandi, sum teir undir einum róptu Garðaríki. Hólmgarðar var økið millum Ladoga og Onega; høvuðsstaður var Novgorod.

 

Virgar Valintsson (í donskum vísum róptur Vidrik Verlandssøn) verður serliga umrøddur í tí parti av „Tíðriks søgu“, sum nevnist „Viðga þáttr Velentssonar“ - tað eru partarnir frá 80 til og við 95. Í táttinum frammanundan, „Velents þáttr smiðs“- tað eru partarnir frá 57 til og við 79 - verður søga faðirs hansara søgd.

 

Frásøgnin um Virgar, ella Viðga, sum hann verður róptur í „Tíðriks søgu“, tekur við, tá ið hann er tólv ára gamal.

 

Valint (eisini nevndur Vølundur) var av bestu smiðum (frá honum hevði Regin smiður lært kynstur síni), og hann eggjar soninum, Virgari, at læra faðirsyrkið. Men hesin ber seg undan; hann vil heldur fara í tænastu sum stríðsmaður hjá miklum kongi og nevnir her javnaldur sín, Tíðrik av Bern. Valint er ikki fegin við men ger sonin út til ferð suður í lond at hitta Tíðrik. Hann gevur honum svørðið Mímung, sum hann hevur smíðað sjálvur, og hestin Skemming.

 

So biður Virgar eisini móður síni farvæl. Hon var dóttir Niðungs kongs í Jútlandi.

 

Virgar ríður nú suðureftir, og við ánna, ið verður rópt Eiðisá, Ejderen, hittir hann tríggjar av Tíðriks monnum við Hildibrandi, fostra Tíðriks, á odda.

 

Hildibrandur og Virgar gera av at gerast felagar. Tá ið teir nú skulu ríða suður til Bern, sigur Hildibrandur, at leiðirnar eru tvinnar. Onnur er long og drúgv, men vandaleys - og hana ætlar hann sær at halda. Hin er styttri men vandamikil, tí á leiðini er borgin Brikton, sum tólv skotmenn við Gramaleifi á odda verja.

 

Virgar mælir nú til at fara styttru leiðina, og sjálvur býður hann sær til at ríða á odda einsamallur. Honum gongst væl, og tá ið hann hevur felt oddamann mótstøðuliðsins, koma felagar hansara honum til hjálpar, og saman fella teir allar skotmenninar og brenna borgina niður.

 

Teir Virgar ríða nú suður um Vísará og koma at staðnum, ið nevnist Her. Her dvølja teir eina nátt og ríða so til Bern, har Tíðrikur tekur væl í móti teimum. Men tá ið hann hoyrir Virgar, sum hann heldur vera trælsevni, bjóða sær av í einvíggi, verður hann spinnandi illur og lovar at heingja hann í hægstu grein, áðrenn dagurin er runnin. Hildibrandur roynir at javna ósemjuna, men til fánýtis. Í bardaganum, sum nú tekur seg upp, sæst tó skjótt, at Tíðrikur kongur roynist minni maður í vápnaleiki, men Hildibrandur leggur seg aftur upp ímillum, bjargar kongi og fær hann at gera  sátt við Virgar, sum verður ein av høvuðsstuðlum kongs og besti felagi.

 

Vit hava í kvæðaumrøðu okkara nú so líðandi førkað okkum frá gørpum Tíðriks kongs yvir á Sjúrð Sigmundarson og hansara roysni. Í „Tíðriks kappum“ drap Virgar Valintsson Akival, Langabeinrisa, og í „Risanum í Hólmgørðum“ feldi Sjúrður risasonin, Filkus.

 

Vit hava mín sann eisini eitt kvæði um triðja risaættarliðið, son Filkusar, abbason Akivals. Tað er “Risin av Leittrabergi“.

 

Kvæðið um Risan av Leittrabergi er nr. 11 í “Føroya kvæðum“, CCF, og vit finna tað eisini á prenti m.a. í Sandoyarbók, hjá Schrøteri, Lyngbye, Hammershaimb, og í 4. bindi av kvæðabók Jóannesar bónda. Hon kom út í 1944. Eftir samandráttinum har hava vit eisini evnað til samandráttin her:

 

Nú Akival, risi, er feldur og sonur hansar, Filkus, við, fer triðja risaættarliðið, risin av Leittrabergi, at fregna menn sínar eftir, hvør tað var, sum drap faðir hansara, og hvar hann mundi búgva. Frá Filkussyni fær hann at vita, at tað var Sjúrður Sigmundarson, ið var faðir hansara at bana, men hann ráddi frá at gera hevndarferð, tí Sjúrður hevði so mangan risan dripið og drap væl fleiri.

 

Ilt fleyg í risan av Leittrabergi; hann lovaði at steikja og brenna Filkusson fyri hansara orð, reyk í smiðjuna at lata smíða sær eina jarnstong, skjøld og svørð, fer so oman til strandar til skip sítt saman við Tóri av Strond og Torkili av Grund. Teir vinda upp segl og halda til Hólmgarðar at finna Sjúrð.

 

Meðan droymir Sjúrð, at Grani stóð saðlaður, framman fyri honum rann mikið blóð, skjøldurin sang honum fyri oyrum, spjótið fell frá beltinum og smeldi á blanka brynju, og at svørðið ígjøgnum risar skar.

 

RISIN AV LEITTRABERGI

 

1. Eina veit eg rímuna,

ið inni hevur ligið leingi,

risin liggur á Leittrabergi,

hann talar við sínar dreingir.

 

Grani bar gullið av heiði,

brá hann sínum brandi av reiði,

Sjúrður vá av orminum,

Grani bar gullið av heiði.

 

2. Risin talar við sínar dreingir,

gott er at taka til evna:

“Hvar vitið tær mín faðirs bana,

nú lystir meg hann at hevna.“

 

3. Allir drýptu høvdið niður,

eingin tordi at svara,

uttan frægur Filkusson,

og betra hann hevði tagað.

 

4. “Hoyr tað frægi Filkusson,

kanst tú svara mær and,

snarliga skalt tú vísa mær

mín faðirs banamann.“

 

5. Svaraði frægi Filkusson

í fyrsta orði tá:

“Um enn eg sigi tín faðirs bana,

tú vinnur har einki á.“

 

6. “Hoyr tað frægi Filkusson,

sig mær satt ífrá:

“Hvussu var hann at navni nevndur,

ið mín faðir vá?“

 

7. “Tað man vera kappin tann,

ið øllum tykir mun,

so er hann at navni nevndur:

Sjúrður Sigmundarson.“

 

8. Tí svaraði risin,

hann læt síni orð so snúgva:

“Sig mær frægi Filkusson,

hvar man Sjúrður búgva?“

 

9. Svaraði frægi Filkusson,

hann heldur á búnum brandi:

“Hann býr sær í Hólmgørðum

í Noregis landi.

 

10. Hann hevur mangan risan dripið

fyri sítt hvassa svørð,

kemur tú fyri Hólmgarðar

tílíka rakar tú ferð.“

 

11. Ivri dró at risanum,

hann letur av vreiði renna:

“Fyri tú spottar og happar meg,

tú skalt á báli brenna.“

 

12. “Um enn tú letur meg steikja,

um enn tú letur meg brenna,

Sjúrður verður ei tín fangi,

tað fært tú at kenna.“

 

13. Risin gekk sær haðan burt,

frá man frættast víða,

so fór hann í smiðjuna

sær eina jarnstong at smíða.

 

14. Risin fór í smiðjuna

við teirri somu ferð,

síðan læt hann gera sær

bæði skjøld og svørð.

 

15. Risin smíðar stongina,

ið væn var á at líta,

átjan alin er hon long,

hon skein sum silvurið hvíta.

 

16. So letur hann risin

síni skipini gera,

allar letur hann streingirnar

av reyðargulli vera.

 

17. So letur hann risin

síni skipini búgva.

Allar letur hann streingirnar

av reyðargulli snúgva.

 

18. Risin gekk til strandar oman,

frøknur í huga full,

hann letur laða í bæði borð

tjúgu tunnur gull.

 

19. Risin gekk til strandar oman,

hann bjóðst ei við frið:

Tórir av Strond og Torkil av Grund,

teir fóru honum við.

 

20. Risin gongur til strandar oman,

so er greint fyri mær,

hann stígur so fast á stóran knørr,

at stokkurin gekk í kav.

 

21. Vindur hann upp síni silkisegl,

so er greint fyri mær,

hann strikar ei á bunka niður

fyrr enn við Hólmgarð.

 

Risin og frægi Filkusson koma á land. Sjúrður sendir ein av sveinunum til strandar at bjóða risanum og øllum monnum hans heim til hallar at drekka mjøð, men vilja teir ikki halda frið, so skal verða annað úr. Risin og menn hansara ganga eftir sandinum, sendisveinurin fer til teirra og ber boðini frá Sjúrði. Risin ger ikki vandari enn bítur sendisveinin av um miðju. Hetta sær Sjúrður beinanvegin úr Hólmgørðum og biður menn sínar gyrða seg við svørð, tí at nú er ilt á ferð, sjálvur bindur hann hjálmabandið so fast, sum hann ongantíð á ævini hevði bundið tað fyrr.

 

Risin kemur til garðs og inn í høllina; menn sínar setti hann uttanfyri. Sjúrður skiftir litir, allir menn hansara bliknaðu. Sjúrður bjóðar honum vælkomnum og at drekka bæði mjøð og vín. Einki skoytir risin um blíðskap, hann krevur bøtur fyri faðir sín, og tað einki minni enn høvdið av Sjúrði. Hann gongur so at borðinum, ætlaði Sjúrði nevan, men rakti ikki, tekur so í hárið á Sjúrði og vil draga hann fram, men hann vikar hann ikki úr stað. Nú var brak í høllini. Sjúrður leyp úr hásæti, borð og borðstólar ruddi hann fram á gólv og bardi risan øvigan út á grønan vøll. Sjúrðar menn vóru tá ovfarnir.

 

22. Smaladrongur í líðini situr

goymir at smalu og geit,

hann sær skip eftir havi koma,

ið havnir vilja leita.

 

23. Allar rekur hann smalurnar

saman á grønan vøll,

síðan akslar hann kápu blá,

hann gongur í Sjúrðar høll.

 

24. Síðan akslar hann kápu blá,

hann gongur í Sjúrðar høll:

“Eg eri mær í einum luti

vísari enn tær øll.

 

25. Eg eri mær í einum luti

vísari enn tær eru øll,

eg síggi skip eftir havi koma,

seglini hvít sum mjøll.“

 

26. “Sært tú skip eftir havi koma,

seglini hvít sum lín,

vera man risin av Leittrabergi

at hevna faðir sín.“

 

27. Tí svaraði smalasveinur

fyri breiða borði stóð:

“Tókti mær sum grimur risi

fram eftir bunka fór.“

 

28. Svaraði Sjúrður Sigmundarson,

hann orðið gav væl í geyma:

“Undarligt hevur fyri mær borist

hesa nátt í dreymar.“

 

29. Tað er Sjúrður Sigmundarson,

hann sigur sín dreym so brátt:

“Undarligt hevur fyri mær borist

alla hesa nátt.

 

30. Meg droymdi, at Grani

úti saðlaður stóð,

meg droymdi, at fyri honum

rann so mikið blóð.

 

31. Meg droymdi, at fyri honum

rann so mikil droyri,

meg droymdi, at skjøldurin

hann sang fyri mínum oyrum.

 

32. Meg droymdi, at spjótið,

tað fell frá mínum belti,

meg droymdi, mítt góða svørð

á blonkum hjálmum gelti.

 

33. Meg droymdi, at skjøldurin

í míni hendi var,

meg droymdi, mítt góða svørð

í gjøgnum risar skar.“

 

34. Lata teir síni akker falla

á so hvítan sand,

fyrstur er risin av Leittrabergi

sínum fótum á landi.

 

35. Fyrstur er risin av Leittrabergi

sínum fótum á landi,

og hin frægi Filkusson

undir hans høgru hond.

 

36. Sjúrður talar við sínar menn,

hann mælir av øllum góðum:

“Nú skal eg til strandar ríða

risanum frið at bjóða.

 

37. Sig, Sjúrður býður teim øllum heim

glaðir fyri uttan ekka,

sitja yvir breiða borði

tann brúna mjøð at drekka.

 

38. Sjúrður býður teim øllum heim

meiri monnum og minni,

um teir vilja halda frið

og ongar neisur vinna.

 

39. Um teir vilja halda frið

og ongar neisur vinna,

men verður tað nakað vanboðið,

so mæli eg um minna.“

 

40. Risin og allir hans reystu menn

ganga á hvítum sandi,

nú er hann Sjúrðar sendisvein

riðin niður til strandar.

 

41. “Sjúrður býður tykkum øllum heim

glaðir fyri uttan ekka,

at sitja yvir breiða borði

tann brúna mjøð at drekka.

 

42. Sjúrður býður tykkum øllum heim

meiri monnum og minni,

um tær viljið halda frið

og ongar neisur vinna.

 

43. Um tær viljið halda frið

og ongar neisur vinna,

men verður tað nakað vanboðið,

so mælir hann um minna.“

 

44. Risin gongur frá strondum niðan

við øllum sínum liði,

tekur hann Sjúrðar sendisvein

bítur hann av um miðju.

 

45. Bítur hann um miðju av,

sum søgur ganga frá,

Sjúrður stendur í Hólmgørðum,

so gjølla hann tað sá.

 

46. Sjúrður biður sínar menn

gyrða seg við svørði:

“Tað síggi eg á risanum,

at nú er ilt á ferð.“

 

47. Sjúrður biður sínar menn

klæðast í brynju bjartar,

standa nú so manniliga

og ei hava kálvahjarta.

 

48. Sjúrður biður sínar menn

klæðast í brynjur góðar,

ikki óttast risans her,

tó at hann sýnist stórur.

 

49. Sjúrður bindur sítt hjálmaband,

Gestur stóð honum næst,

onga tíð á ævini

bant hann tað so fast.

 

50. Uppi í miðjum grasagarði

akslar hann sítt skinn,

og so búgvin gongur hann

í høgar hallir inn.

 

51. Og so búgvin gongur hann

í høgar hallir inn,

sum Sjúrður yvir borði sat

við monnum hundrað fimm.

 

52. Risin gongur frá strondum niðan,

ið gull bar sær á kinn,

setti sínar menn í borgargarði,

sjálvur gekk hann inn.

 

53. Tað var risin av Leittrabergi,

hann inn í høllina gekk,

Sjúrður situr í hásæti,

hann ymsar litir fekk.

 

54. Tað var risin av Leittrabergi,

hann gekk í høllina inn,

allir sita Sjúrðar menn,

teir bliknaðu undir kinn.

 

55. “Ver vælkomin, risin,

higar nú til mín,

drekk nú, hvat tær betur líkar,

mjøðin ella vín.“

 

56. “Lítið er mær um mjøðin tín

alvæl minni um vín,

eg havi ongar bøtur tikið

eftir faðir mín.“

 

57. Svaraði Sjúrður Sigmundarson,

tað fellur so væl í lag:

“Hevur tú ongar bøtur fingið,

ongar fært tú í dag.“

 

58. Risin tá til orða tekur,

mælir so fyri sær:

“Eg vil ongar bøtur hava

uttan høvdið á tær.“

 

59. Risin gongur at breiðum borði,

reiggjar nevan hátt,

Sjúrður situr í hásæti,

hann bar seg undan brátt.

 

60. Risin gongur at breiðum borði,

ilsku ætlar at prøva,

knýtir nevan av miklum alvi

Sjúrði á nasar geva.

 

61. Tekur hann hendur um Sjúrðar háls,

hann eftir hári at draga,

ikki vikaðist kappin reysti,

heldur enn í bergi staði.

 

62. Sjúrður so til orða tekur:

“Her elvist ein undarligur siður,

tað hevur eingin roynt uttan tú

meg eftir hári drigið.“

 

63. Ivri dró at kappanum,

hann sínum borði skeyt,

allur tann hin brúni mjøður

á hallargólvi fleyt.

 

64. Sjúrður leyp úr hásæti,

er mær ei á tí hól,

bæði borð og borðstólar,

tað førdi hann fram á gólv.

 

65. Sjúrður brá sínum bitra brandi,

eg geri tað ei at loyna,

ætlaði risanum banasár,

odd í hjálmin at royna.

 

66. Sjúrður brá sínum bitra brandi,

sum søgur ganga frá,

oddurin kom í silvurbjálka,

ei beit stálið á.

 

67. Teir høgga títt, teir líva lítt,

alt fyri uttan sút,

øvigan bardi hann risan tá

av høgum borgum út.

 

68. Teir høgga títt, teir líva lítt,

braka tók í høll,

øvigan bardi hann risan tá

út á grønan vøll.

 

69. Allir sita Sjúrðar menn,

gyrdir teir vóru við svørð,

vistu ikki, hvar teir vóru

í himli ella á jørð.

 

Risin biður nú mótstøðumann sín brynja út liðið. So verður gjørt. Herarnir takast hvør móti øðrum, sjálvur gongur risin undan sipandi við jarnstongini og Filkussonur ikki minni skaðasamur. Tá biður Sjúrður Nornagest saðla sær Grana. Hann fer á bakið, heldur í stríðið og brestur fyrst saman við Filkusson, sum hann høggur til so fast, at heysurin brotnar fyri innan hjálmin. Sjúrður hyggur tá aftur um seg og sær, at teir flestu av hansara monnum eru falnir. Ivri dregur á hann, risans her trongdi hann víða sundur og møtir nú sjálvum risanum av Leittrabergi. Tað fyrsta, risin ger, er at sipa jarnstongina, men Grani var listum lærdur og skákaði undan, so risin misti høggið, stongin kom í jørðina og brast í tríggjar lutir. Hann leyp tá til skips at søkja sær skjøld og svørð, kemur algoystur aftur og sigur við Sjúrð, at nú skal hann fáa at síggja tann, ið skal læra Sjúrð at stríða.

 

Nú gjørdist atreiðin so hørð, at Grani sveittaði blóð. Tá biður Sjúrður Nornagest seta tvinnar hjálmar á høvur sítt. Hann so ger, men risin klývur báðar. Nornagestur setur tá tríggjar hjálmar á Sjúrðar høvur, tað segði tað sama, risin kleyv eisini teir. Nú var at taka til gomul ráð. Sjúrður mintist hjálmin tann, hann á sinni hevði fingið av dvørgamoynni eftir Dagmans deyða, henda bindur Nornagestur nú á og biður Sjúrð nú høgga, tí nú munnu hjálmarnir fara at halda. Tá fór at standa á jøvnum, men einki mætari. So var eftir hjá Sjúrði at taka til ta list, hann var so framífrá kønur í, og tað var at ríða dyst. Snarliga vendi hann Grana, reið tann fyrsta dyst, tá náddi hann at stinga risan inn at beini, í øðrum dysti stakk hann inn á hjartað, meðan eitrið dreiv til himna hátt, og sólin sortnaði. Í triðja dysti kleyv hann risan sundur í lutir tvá.

 

70. “Tá ið eg fór av Leittrabergi

bjóðst eg ei við frið,

Sjúrður, kom av høllini út,

brynja nú alt títt lið!“

 

71. Árla var um morgunin,

sólin roðar í fjøll,

tá hevði Sjúrður Sigmundarson

brynjað út hundrað øll.

 

72. Tá hevði Sjúrður Sigmundarson

brynjað út hundrað øll,

leggja teir sínar bardagar

skamt frá Sjúrðar høll.

 

73. Filkus ríður í herin fram,

hann roynir góðar gripir,

hann fellir niður Sjúrðar menn

tíggju fyri hvørja sipan.

 

74. Risin reiggjar jarnstongina,

hon var ei mjúk at strúka.

Hvørjum hon møtir av Sjúrðar monnum,

høvur av herðum fúka.

 

75. So ríður frægur Filkusson

víðan vegin fram,

hann klývur hvønn um tvørar herðar,

ið móti honum rann.

 

76. Hann klývur hvønn um tvørar herðar,

sum søgur ganga frá,

Sjúrður stendur í Hólmgørðum,

so gjølla hann tað sá.

 

77. Sjúrður sjálvur talar tá

við snarpan Nornagest:

“Saðla mær nú Grana

mín góða gangarahest!“

 

78. Sjúrður ríður í herin fram

við fullgóðum móti,

hvørjum hann møtti av risans monnum,

tá hevði hann høvur á spjóti.

 

79. Sjúrður ríður í herin fram,

av bar barnagaman,

møtir honum frægur Filkusson,

tá bar báðum saman.

 

80. Møtir honum frægi Filkusson

ógvuligur at líta,

hann var allur í jarni klæddur,

einki svørð kann bíta.

 

81. Teir høgga títt, teir líva lítt,

ei var barnagaman,

eldur reyk úr svørðunum,

tá ið eggjar bóru saman.

 

82. Teir ríða saman á grønum vølli,

hvørgum mundi bella,

hoyrast mátti langa leið,

hvussu svørð á brynjum gella.

 

83. Sjúrður brá sínum brandi á loft,

hann høgg til so fast,

heysurin á Filkussyni

fyri innan hjálmin brast.

 

84. Ógvuligt var at líta á,

tá ið Sjúrður spenti kálva,

klývur nú frægan Filkusson

búkin niður í nalva.

 

85. Tað var Sjúrður Sigmundarson,

hann aftur um seg sá,

alt var fallið liðið hans,

fátt var eftir tá.

 

86. Tað var Sjúrður Sigmundarson

á Grana aftur vendi,

ógvuliga við miklari reiði

hann fram í herin rendi.

 

87. Sjúrður ríður í herin fram,

hann var ei mjúkur at strúka,

hvørjum hann møtir av risans monnum,

høvur av herðum fúka.

 

88. Sjúrður ríður í herin fram,

øllum tókti undur,

av lagi gekk hann risans her,

hann trongdi hann víða sundur.

 

89. Sjúrður ríður í herin fram,

mátturin í honum veks,

av lagi gekk hann risans her,

hann trongdi hann sundur í seks.

 

90. Sjúrður ríður í herin fram,

ei var barnagaman,

møtir honum risin av Leittrabergi,

tá bar báðum saman.

 

91. Risin reiggjar jarnstongini,

tað var alt so fast,

Grani kundi at skáka væl,

hann misti fyrsta kast.

 

92. Risin reiggjar jarnstongini,

kundi væl ta list,

Grani kundi at skáka væl,

tað annað slag hann misti.

 

93. Risin reiggjar jarnstongini

ógvuliga fast,

stongin kom í jørðina niður,

í tríggjar lutir brast.

 

94. Tað var risin av Leittrabergi,

tá firraði hann sínum lívi,

fimtan favnar í hvørt lopið

haðan og aftur á skipið.

 

95. Tað var risin av Leittrabergi,

hann leyp eftir grønari jørð

aftur á sítt góða skip

at søkja skjøld og svørð.

 

96. “Hoyr tað Sjúrður Sigmundarson,

kanst tú væl at ríða,

nú skalt tú koma fyri hann,

ið teg skal læra at stríða.“

 

97. Teir høgga títt, teir líva lítt

ei bóru barnagaman,

eldur reyk av svørðunum,

tá ið eggjar bóru saman.

 

98. Teir ríða saman á grønum vølli,

dvørgamál syngur í fjøllum,

betri var nú inni at liggja

enn berjast móti trøllum.

 

99. Teir høgga títt, teir líva lítt

fast av miklum móði,

tá var Sjúrður illa staddur,

Grani sveittar blóð.

 

100. Tað var hin snarpi Nornagestur,

hann vil ei undan flýggja,

setir hann upp á Sjúrðar høvur

tvinnar hjálmar nýggjar.

 

101. Risin gevur høggini tung,

mangt man honum tálma,

klývur niður av Sjúrðar høvdi

tvinnar gyltar hjálmar.

 

102. Tað var hin snarpi Nornagestur

vil ikki undan flýggja,

setir aftur á Sjúrðar høvur

trinnar hjálmar nýggjar.

 

103. Risin gevur høggini tung,

mangt man honum tálma,

klývur niður av Sjúrðar høvdi

trinnar gyltar hjálmar.

 

104. Sjúrður bindur upp hjálmin tann,

ið skín sum gullið reyða,

tann hann fekk av dvørgamoynni

eftir tann Dagmans deyða.

 

105. Tann hann fekk av dvørgamoynni

eftir tann Dagmans deyða,

leingi hevði ligið á kistubotni,

settur við ringar reyðar.

 

106. Gestur so til orða tekur,

kinnar ber hann so baldar:

“Høgg nú, Sjúrður Sigmundarson,

nú munnu hjálmar halda.“

 

107. Gestur hann stóð honum næst,

ógvuligur at líta:

“Høgg nú Sjúrður Sigmundarson,

nú man einki bíta.“

 

108. Teir høgga títt, teir líva lítt,

teir troða jørð til kálva,

dvørgamál sang í hvørjum hamri,

vørildin tók at skelva.

 

109. Einki kann Sjúrður annað gera

enn verjast við henda púka:

“Nú má taka upp listir tær,

ið eg havi sjaldan brúkað.“

 

110. Tað var Sjúrður Sigmundarson,

hann kundi væl ta list,

snarliga vendi hann Grana burt

til at ríða dyst.

 

111. Tað var Sjúrður Sigmundarson,

Grana burtur vendi,

ógvuliga við miklari reiði

aftur mót risanum rendi.

 

112. Sjúrður reið tann fyrsta dyst,

stakk hann inn at beini,

tað bítur ei svørð á heysi hans

heldur enn knívur á hørðum steini.

 

113. Sjúrður reið tá annan dyst,

stakk hann inn at hjarta,

eitrið dreiv til himna hátt,

tá sortnaði sólin bjarta.

 

114. Sjúrður reið tann triðja dyst,

øllum tókti undur,

klývur nú risan av Leittrabergi

av í kníggjum sundur.

 

115. Klývur nú risan av Leittrabergi

sundur í luti tvá:

“Ligg nú deyður á grønum vølli

Filkusi hjá!“

 

So reið Sjúrður heim á Grana og bað Nornagest skeinkja drekka, og ikki gloymdi hann hestin. Tjúgu tunnur av gulli fekk hann sær av risans skipi, og so ræður Sjúrður fyri ríki sínum, sum hann hevði rátt áður.

 

116. Sjúrður vendi Grana aftur

bæði við gleði og gleim,

eg svørji tann eið á mína trú,

hann reið til hallar heim.

 

117. Sjúrður gongur í høllina inn,

glaður fyri uttan ekka,

talar hann nú til Nornagest,

biður hann skeinkja drekka.

 

118. Tá ið hann hevði drukkið

alla sína list,

gramdi hann seg um Grana,

sín góða gangarahest.

 

119. Sjúrður gongur til strandar oman,

frøknur í huga full,

har fekk hann á risans skipi

tjúgu tunnur gull.

 

120. Eg kann ikki kvøða longur

enn sagt er í hesum tátti,

Sjúrður setist í stólin tann,

ið hann sjálvur átti.

 

121. Eg kann ikki kvøða longur,

enn søgur ganga frá,

Sjúrður ræður fyri Hólmgørðum

líka enn sum áður.

 

Vit nevndu í innganginum til viðgerðina um Tíðriks kappar, at umframt føroysku kvæðini og tær báðar donsku vísurnar, ið endurgivnar eru, og hana, ið er endursøgd, eru aðrar danskar kempuvísur um sama evnið. Vit skulu draga tær fram her og gera samandrátt av teimum. Og tá fer at vísa seg, at vit eisini í føroysku kvæðaheildini finna kvæði, sum siga somu søgu, men flestu teirra eru sjaldan ella ongantíð á gólvi nú á døgum:

 

„De vare vel syv og syvsindstyve/ der de droge ud fra Hald“ er nr. 7 í DGF og nr. 5 í „Danske kæmpe- og folkeviser“. Í TSB eru tvey nummur at finna, E 119 og E 10, tí søgurnar eru tvær í vísuni:

 

„Tíðrikur kongur spyr menn sínar, um teir vita javnlíka hansara. Ein av monnunum nevnir Ísak (Ísin) kong, og Tíðrikur ger av at fara at finna henda reystkappa í borg hansara. Men kongsins oddamaður noktar at fara, tí hann óttast ein risa á leiðini. Virgar Valintsson býður sær til at fara. Hann kemur fram á risan, sum liggur og svevur, vekur hann og báðir at berjast. Risin biður sær grið og býður gripir. Virgar høggur høvdið av risanum.

 

Sjúrður spyr kongsins menn, hvør ið vil berjast við seg. Menninir kasta lut, og luturin fellur á unga Humelum (Humling). Hann lænir hestin frá Virgari Valintssyni til bardagan. Sjúrður vinnur á honum og krevur nú hestin afturfyri. Men tá ið honum verður greitt, at Humelum er skyldmaður hansara, ger hann av, at hesin skal látast at hava vunnið. Sjálvur letur hann seg binda til eina eik. Virgar trýr ikki hesi frásøgn og fer sjálvur at vita. Tá ið Sjúrður sær hann koma, torir hann ikki at dvølja har longur, dregur eikina upp við rót og fer til hús. Um kvøldið dansar hann við eikini í belti.“

 

Hesin samandráttur sigur okkum, at somu søgur eru sagdar í kvæði nr. 174 í CCF, „Tíðriks kappar“, ávikavist fyrra og seinna tátti.

 

“Det var greve herr Guncelin“ er nr. 16 í DGF og nr. 6 í „Danske kæmpe- og folkeviser“. Í TSB hevur vísan frámerki E 12, og samandrátturin ljóðar:

 

„Genselin, greivi, sigur móður síni, at hann ætlar at royna styrki sína í stríði. Hon gevur honum hest, og hann heldur av stað. Hann møtir manni, sum hann drepur, og stutt aftaná brestur hann saman við annan mótstøðumann, og bardagarómurin hoyrist heim í borgina hjá greivanum. Hann vinnur á mótstøðumanni sínum, og hesin býður honum trúlovaðu sína. Brúdleyp verður hildið, og brúðurin etur og drekkur óføra nógv. Hon beinir fyri fleiri av mannfólkunum, komnir eru í brúdleyp, og av hesum spinnur ilt í Virgar Valintsson, og hann beinir fyri henni.“

 

Hjá okkum er henda søgan søgd í kvæðinum “Greivin av Jansalín“, CCF nr. 130. Uppskriftirnar eru tríggjar, allar í varðveitslu í savni Hammershaimbs. A er eftir J.H. Schrøter, prentað í “Danmarks gamle folkeviser“, 4. bindi, 1883 og í “Dimmalætting“, 1885. - B er eftir Onnu Suffíu Jógvandóttur úr Skála í Vági, prentað í “Danmarks gamle folkeviser“, 1883. - Og at enda er C eftir Óla Jógvansson í Kirkjugerði í Skálavík, eisini prentað í “Danmarks gamle folkeviser“, 1883.

 

Vit prenta B-brigdið her (niðurlagið er tó lænt úr C-brigdinum) og síggja tá, at tað, sum brýtur frá donsku vísuni, er, at greivin í innganginum ikki talar til móður sína men til faðir sín, at hann, tá ið hann frá øðrum kappanum, hann vinnur á, fær trúlovaðu hansara, býður hesum systur sína afturfyri.

 

Og so endar okkara kvæði øðrvísi: Á veg heim við brúðrini eftir brúdleypið møtir greivin faðir sínum, sum er farin av stað við heri sínum at hevna sonin, sum hann heldur vera deyðan.

 

GREIVIN AV JANSALÍN

 

1. Tað var greivin av Jansalín,

hann talar til faðir sín:

“Eg vil ríða meg upp á land

at royna roysni mín.“

 

Vol dig den alskov,

tro du mig,

bíða mær lítin stund,

vær stígum nú í dansin

 

2. “Eg vil geva tær hestin tann,

kanst tú hann væl at greiða,

so gongur hann tann tjúkka skara

sum eftir ta grønu heiði.

 

3. Eg vil geva tær hestin tann,

kanst tú honum væl at stýra,

so gongur hann tann tjúkka skara

sum eftir tær grønu líðir.

 

4. Eg vil geva tær hjálmin tann,

bint hann væl í band,

so finnur tú kongin tann,

ið eitur harra Valuvant.“

 

5. Tað var greivin av Jansalín,

hann helt undir grønar líðir,

sá hann harran Ívar blá

ímóti sær at ríða.

 

6. Møtir honum harra Ívar blá

undir so grønar líðir:

“Ert tú ein argur herjanssonur,

hvat veg vilt tú ríða?“

 

7. “Eg eri eingin herjanssonur

heldur enn sjálvur tú,

ert tú av góðum kongakyni,

vita, royn teg nú!“

 

8. Tað var greivin av Jansalín,

hann bindur sín hjálm í band,

hjálmurin skar so sára við,

tað hoyrdi hans faðir í land.

 

9. Tað var greivin av Jansalín,

sínum svørði brá,

hann kleyv harra Ívar blá

sundur í lutir tvá.

 

10. Jomfrú stendur í glasglugga,

sær hon út so víða,

hon sær ein so frægan kappa

á leikvøllinum ríða.

 

11. Hon sær ein so frægan kappa

á leikvøllinum ríða:

“Tílíkan vildi eg kosið mær,

hevði tað staðið til mín.“

 

12. Hann hevði upp sína høgru hond

gav henni høgg á tenn,

blóðið dreiv í barmin niður,

sóu tað mangir menn.

 

13. Tað var greivin av Jansalín

ríður við borgum fram:

“Er her nakar innanhallar,

ið Ívar hevna kann?“

 

14. Tað var kongurin Valuvant,

stóð í sínum kyrtli reyð:

„Hví man greivin av Jansalín

spyrjast um sín deyð?“

 

15. Tað var kongurin Valuvant

vildi ei undan flýggja,

setir nú á høvur sítt

trinnar hjálmar nýggjar.

 

16. Tað var greivin av Jansalín

sínum svørði brá,

tað var kongurin Valuvant

fyri hans fótum lá.

 

17. “Hoyr tú, greivin av Jansalín,

vilt tú ikki lata meg doya,

eg gevi tær jomfrú Solitu

mín sjálvs er festarmoy.“

 

18. “Gevur tú mær jomfrú Solitu,

festarmoynna tína,

eg gevi tær ungu Gunnhildu moy,

so væna systur mína.“

 

19. Tað var greivin av Jansalín,

reið innan grøna lund,

hvørki gól tá eftir honum

heykur ella hund.

 

20. Møtti hann sínum sæla faðir

við átjan hundrað at stríða:

“Hoyr tað, mín hin sæli sonur,

nú hevur tú undan flýað!“

 

21. “Eg vá harra Ívar blá,

illa mundi honum behaga,

hann hevur borið skjold og svørð

í allar sínar dagar.

 

22. Eg vá harra Ívar blá,

illa mundi honum líka,

hann vá niður í einum víggi

trinni kongaríki.

 

23. Tað var kongurin Valuvant,

bað meg ikki lata seg doya,

hann gav mær jomfrú Solitu,

hans sjálvs er festarmoy.

 

24. Hann gav mær jomfrú Solitu,

festarmoynna sína,

eg gav honum jomfrú Gunnhildu

so væna systur mína.“

 

25. Tað var greivin av Jansalín,

hann var av kongakyni,

møtti honum Ísin kongur

við ellivu sínum synum.

 

26. Vænir eru Ísins synir,

hvar teir beita brandi,

men av ber greivin av Jansalín,

kappin av tí landi.

 

“Det var ungen Ulf van Jern“ er nr. 10 í „Danmarks gamle folkeviser“ og nr. 7 í “Danske kæmpe- og folkeviser“. Í TSB hevur vísan frámerkið E 37, og samandráttur ljóðar:

 

“Sonur Hosviks jals, Ulv van Jærn, fer til Tíðriks kongs og biður um stuðul, tí hann ætlar at hevna deyða faðirs síns. Kongurin lænir honum nakrar av monnum sínum, teirra millum Virgar Valintsson. Sendisveinur verður sendur til Blikimann kongs at siga honum, at teir ætla at vitja, men Blikimann óttast ikki. Í bardaganum, sum nú tekur seg upp, fellir Virgar Blikimann kong.“

 

Hjá okkum er henda sama søgan søgd í kvæði nr. 117 í CCF, “Blikimans kvæði“, sum er prentað í hesum trimum brigdunum: A er úr “Sandoyarbók“; Jóannes í Króki skrivaði við Hentze, sýslumanni á Sandi, sum heimildarmanni. Uppskriftin er frá 1822 og prentað í 4. bindi av „Danmarks gamle folkeviser“, 1883. B er somuleiðis prentað í „Danmarks gamle folkeviser“ 4. bindi, 1883. Hon er úr Hammershaimbs savni, sum nevnir Jóannes í Króki sum heimildarmann. Henda uppsltriftin er frá 1851. C er eisini at finna í savni Hammershaimbs. Hon er runnin saman av eini uppskrift, Hammershaimb gjørdi í 1847 eftir Poul Johannessen úr Sumba, og eini uppskrift hjá J.H. Schrøter. C-brigdið er prentað í 4. bindi av “Danmarks gamle folkeviser“, 1883 og í „Dimmalætting“ í 1884. Vit prenta C-brigdið her (niðurlagið er tó lænt frá B-brigdinum) og verða var við, at tað, sum brýtur frá donsku rímuni, er, at Blikimann droymir ófrættakendan dreym, sum sigur, at Virgar Valintsson fer at beina fyri honum. Men kongurin noktar at trúgva hesum, tí Virgar er fostursonur hansara:

 

BLIKIMANS KVÆÐI

 

1. Eg veit eina rímuna,

loyni tað hvør, ið kann,

gjørd um kongin Blikimann,

tann erliga borin mann.

 

Vítt um vegir gyltir hjálmar syngja

stíga teir á sínar hestarnar, springa,

hoyrast mátti langan veg,

sum teirra sporar ringja.

Vítt um vegir gyltir hjálmar syngja.

 

2. Blikimann vaknar á miðjari nátt,

sigur sín dreym so brátt:

“Undarligt hevur fyri meg borið

alla hesa nátt.“

 

3. Svaraði frúgvin Vendilmjá,

hon rodnaði sum ein droyri:

“Hoyr tú, kongurin, harri mín,

tú lat meg dreymin hoyra!“

 

4. “Eg droymdi, eg var á Ribbaldaheiði,

har var kyndur eldur,

har kom Illfar, kempan sterk,

við øllum sínum frændum.

 

5. Eg droymdi, eg var á Ribbaldaheiði,

har var kynt eitt bál,

har kom Illfar, kempan sterk

við so mikið skrál.

 

6. Har kom Virgar Valintsson,

ein tann besti,

ormar tveir á svørði hans,

møttust teir á hesti.

 

7. Virgar hevur verið mín fostursonur,

eingin annar í landi,

hvar eg verði í víggi staddur,

ger hann mær ongan vanda.

 

8. Virgar hevur verið mín fostursonur,

eingin annar í heimi,

hvar eg verði í víggi staddur,

ger hann mær einki meinið“.

 

9. “Hevur Virgar verið tín fostursonur,

ráðið fyri tínari búð,

fyrstur man hann í ráðum vera,

skilja títt høvur frá búk.“

 

10. Blikimann talar við sínar menn,

tógva ella tríggjar:

“Loysið mær út mín gangara grá,

tí nú lystir meg at ríða!“

 

11. Blikimann talar við sveinarnar:

“Tit leggið mær skip í kav,

ongum skal eg griðin geva,

hvør ið mær møtir í dag.“

 

12. Tað var kongurin Blikimann,

hann ríður fram yvir skóg,

hann fann undir eikini liggja,

miklan mann og stóran.

 

13. Tað var kongurin Blikimann,

hann gyrdi seg við sítt svørð:

“Statt upp, hertúgin í Ósvík,

ver teg nú her!“

 

14. Svaraði hertugin í Ósvík,

hann vildi ei undan herja:

“Lova mær at søkja mítt skjold og svørð,

so skal eg mót tær berjast!“

 

15. Svaraði kongurin Blikimann

bæði av grimd og reiði:

“Lovi eg tær at søkja títt skjold og svørð,

so hevur tú lið væl meiri.“

 

16. Hertugin reiv upp eikina,

so er greint fyri mær,

so sló hann til konungin,

Blikimann fell á knæ.

 

17. Tað var kongurin Blikimann,

sínum brandi rúgvar,

snarliga brá hann búgvin brand

hertugan í Ósvík klúgva.

 

18. Teir søgdu frá, ið har vóru hjá,

at ongar hevði hann glógvar,

men hevði hann havt sítt skjold og svørð,

so hevði hin fallið á lógva.

 

19. Tað var kongurin Blikimann,

hann heim í garðin fór,

úti frúgvin Vendilmjá

fyri honum stóð.

 

20. Inn kemur kongurin Blikimann,

hann turkar sítt svørð í dúki:

“Eg havi hertugan í Ósvík vigið,

skilt hans høvur frá búki.“

 

21. Svaraði hon frúgvin Vendilmjá,

kinn ber hon so reyða:

“Hevur tú hertugan í Ósvík vigið,

tað verður tín egni deyði.“

 

22. “Eg havi hertugan í Ósvík vigið

við mínum gylta svørði,

nú er ikki aftur at taka,

gerningin er gjørdur.“

 

23. Illfar gongur fyri Tíðrik av Bern,

tað er til vinir at gegnast:

“Frændi mín, læna mær nakrar menn,

eg vil mín faðir hevna.“

 

24. Tí svaraði Tíðrikur

í fyrsta orði tá:

“Hvussu nevnir tú mannin tann,

ið tín faðir vá?“

 

25. Illfar svaraði sínum frænda,

tekur til orða svá:

“Blikimann nevni eg kongin tann,

ið mín faðir vá.“

 

26. “Blikimann nevnir tú kongin tann,

ið tín faðir vá,

tú manst ikki, meðan tú livir,

sigur av honum fá.“

 

27. Illfar svaraði sínum frænda,

hann heldur á kylvurunni:

“Ofta hevur vaksið ungum hvølpi

hvassar tenn í munni.“

 

28. Tíðrikur talar við sínar menn

fríður í sævarbylgju:

“Hvør av tykkum vestmenningum

vil frænda mínum fylgja?“

 

29. Allir hildu hond fyri munn,

teir *firða* sær við *helli*,

tregur er hvør at falla á fót,

síggja vil tá á vølli.

 

30. Tíðrikur so til orða tekur,

leggi sær hvør í minni:

“Svarið mær antin nei ella ja,

eg biði ikki triðja sinni!“

 

31. “Virgar skal vera vár formaður,

reystastur ein av dreingjum,

høgga so fast á báðar hendur,

standa so væl og leingi.“

 

32. Fimmti hovmenn skrivaðir

vóru settir við brynjuserki:

Tíðrikur lænti frænda sínum

reyðargullvovið merki.

 

33. Fimmti hovmenn skrivaðir vóru,

settir á brynjutátti,

Tíðrikur lænti frænda sínum

níggju hundrað átta.

 

34. Teir settust í sínar saðlarnar,

hestarnir renna og láta,

villir fóru humlingar,

reystir menn og kátir.

 

35. Fremstur reið Høgni Júkason

fyrstur í teirra flokki,

ríkur maður so varð hann nevndur,

hann situr á Fanndals fossi.

 

36. Teir slógu sítt tjald í grønari mørk

við hógv og hyggju stór,

høgar síggja teir borgir standa

morgun fyri sól.

 

37. Teir slógu sítt tjald í grønari mørk

við hógv og hyggju full,

høgar síggja teir borgir standa

taktar við reyðargull.

 

38. Virgar so til orða tekur:

“Til tess høvum vit evni,

sendið fram eitt sendiboð,

tit svíkið ikki fólk í svøvni!“

 

39. Virgar eigur skósvein tann,

fyrr var hann nevndur í treytum,

valla finst so fljótur hestur,

ið honum tordi at loypa.

 

40. Sendiboð fór til Sikiloy

konginum ber fram vón:

“Væl siti tú, kongurin Blikimann,

nú beri eg tær vón.

 

41. Nú er komin í oddabragð,

gott er at taka til evna,

Illfar ungi, Tíðriks frændi,

tí sonur vil faðir hevna.

 

42. Nú er komin í oddabragð,

væl kann beita brandi,

Illfar ungi, Tíðriks frændi,

frægastur ein í landi.“

 

43. “Betri var tann reiðrarunga

liggja undir eld og eimi

enn ríða innan grøna lund,

reystar kempur royna.

 

44. Hann ger ikki tann reiðrarungi

*firða* mær í *helli*,

spretti eg fingur í ennið á honum,

so liggur hann deyður á vølli.

 

45. Tað er eingin í verøldini,

eg ræðist nakað fyri,

uttan Vídrik Verlandsson,

hann er ikki her.“

 

46. Blikimann talar við sínar menn,

tógva ella tríggjar:

“Heintið mær inn mína skemtarbók,

nú vil eg hana síggja!

 

47. Mangar havi eg orrustur havt,

tríggjar og hartil eina,

fekk eg ei á vølli sár,

tað hevur mín bók frá greinað.

 

48. Mangar havi eg orrustur havt,

tríggjar og hartil átta,

fekk eg ei á vølli sár,

tað hevur mín bók frá váttað.

 

49. Mangar havi eg orrustur havt,

men nú man verða verri,

alt hevur verið so fagnarfrítt,

men av ber henda snerra.

 

50. Tí Virgar veit mín *filgjursvøvn*

og eingin annar í landi,

hvar eg verði í stríði staddur,

ger hann mær ongan vanda.“

 

51. “Tú ríð í morgin í oddabragð

at sneiða tær brynjuserkir,

ber so mót í brósti á tær,

tú legg ikki hjartað eftir!

 

52. Tú ríð í morgin í oddabragð

at sneiða tær brynjur bjartar,

ber so mót í brósti á tær,

tú hav ikki kálvahjarta!“

 

53. Tað var kongurin Blikimann,

hann svaraði sum ein mann:

“Eg møti í morgin í høvdingsstríð,

um hestur meg bera kann.“

 

54. Sendiboð fór frá Sikiloy,

frá kongi ber hann bón:

“Sit væl, Virgar Valintsson,

nú beri eg tær vón!“

 

55. Blikimann klæðir sínar menn

yvir háls og herðar:

“Havið tit nakað manndómsroysni,

so latið tað býtt alt verða!“

 

56. Teir stíga á hestar og ríða sum mest

um díkir og bleytar mýrar,

har mátti væl síggjast átjan hundrað

sitja í saðli dýra.

 

57. Fuglar og so alskyns dýr

flyktust har í víggi,

Blikimann kongur og Vølunds evni

møttust teir í stríði.

 

58. Blikimann kongur og Vølunds evni

møttust teir í stríði,

teim bar saman á Ribbaldaheiði

standa mót snúnum ríðum.

 

59. Blikimann veitir høgg so tung

bæði títt og ofta,

ikki gat Virgar meiri gjørt

enn bera sítt skjold á lofti.

 

60. Ýla taka úlvhundar,

ei mátti ørnin lasta,

hundrað heilt og hartil hálvt,

tað fell í fyrsta kasti.

 

61. Fuglar og so alskyns dýr

flyktust har í víggi,

Blikimann kongur og Vølunds arvi

møttust teir í stríði.

 

62. Blikimann kongur og Vølunds arvi

møttust teir í stríði,

teim bar saman á Ribbaldaheiði

at standa mót snúnum ríðum.

 

63. Blikimann veitir høgg so tung

bæði títt og ofta,

ikki gat Virgar meiri gjørt

enn bera sítt skjold á lofti.

 

64. Ýla taka úlvhundar,

ei mátti ørnin lasta,

hundrað heilt og hartil hálvt

fell í annað kasti.

 

65. Tá ið Blikimann hetta sá,

at honum var fallið alt liðið:

“Tað sigist so frá í ævintýri,

menn eiga um nætur grið.“

 

66. Svaraðu allir Berings menn:

“Vit elva os ongan váða,

Virgar er vár formaður,

hann skal fyri garði ráða.“

 

67. Síðan reið fram Blikimann kongur

undir tað fenið fríða,

har møtir honum kempan tann,

hann læt fyri honum níga.

 

68. Hann hjó tað í fyrsta sinni

hans skegg og høgra oyra:

“Eg vil vera tín skeggmakar,

tað tarvt eingin baðsker at leiga.“

 

69. Hann høgg tað í annað sinn

hans búk og brynju næst,

snarliga læt so riddari lív,

deyður fell kongur av hesti.

 

70. Virgar stendur á grønum vølli,

sínum roysni lovar:

“Eg havi nú skilt hans høvur frá búk,

tí má hann við friði sova.“

 

71. Svaraði fyrsti av Blikimans monnum,

hann var fyri teim øllum:

“Kærur var eg fyri harra mín,

eg hvíli á hond hans høgru.“

 

72. Svaraði annar av Blikimans monnum,

tá stóð ei til bótar:

“Hvílir tú á kongsins hond,

so snúgvist eg til fóta.“

 

73. Svaraði triði av Blikimans monnum

bæði av angist og harmi:

“Vit skulum tekja vár harras lík,

síðst eti hann ravnar.“

 

74. Hallgerð er tann heiðins kona,

hesa søgubók átti,

Illfar tók við tungulist

og øllum, ið hin átti.

 

75. Illfar tók við tungulist

og øllum, ið hin átti,

settist hann aftur í ríkið tað,

sum Blikimann kongur átti.

 

Og her enda vit umrøðu okkara um Tíðrik kong og hansara garpar.