Ein illfýsin frúa
Í „Føroya kvæðum“ eru tættir okkara flokkaðir saman við teirri kvæðadeildini, sum rópt hevur verið annaðhvørt skemtikvæði ella gamanskvæði. Tað man tí ikki vera av leið at taka fram eitt av fornu gamanskvæðunum, “Hústrú og bóndi“. Og sum so ofta ber í hesum sambandi til at vísa á ættarsamband millum norðurlandatjóðirnar, bæði tær, vit kenna í dag, og tær, har mál av norðurlendskari rót varð talað, men nú er deytt.
Tá ið Jakob, doktari, Jakobsen gjørdi stóru rannsóknarferð sína til Hjaltlands í 1890-árunum, sóknaðist hann, sum vera man, eftir kvæða- og vísuuppskriftum og øðrum skaldskapi av manna munni, men har var ógvuliga lítið at finna.
Sæð burtur frá rættiliga heilskapaðu søgnini um bóndan Jóan Teit av oynni Fetlar, sum á Noregsferð gjørdi roysni og ognaði sær eina bjørn, sum hann tók heim aftur við sær, var einki at finna av hesum skaldskaparslagi. Og tá ið kom til vísur og kvæði, stóð uppaftur verri til. Hann fann bara einstøk ørindi og einstakar reglur úr ørindum - og tá var væl av enskum blandi komið uppí.
Í innganginum til bókina “Det norrøne sprog på Shetland“ endurgevur hann hetta ørindið:
“I have malet mældra min,
I have supet usen,
ende seve de søda lin,
and dena komena ljus“
sum hann týðir:
“Eg havi malið meldur mín,
eg havi sópað húsini,
enn svevur tað søta lín,
og dagurin er komin í ljós.“
Umframt nevnir hann tvær reglur úr einum ørindi, sum skal vera úr somu vísu:
“Idla jálsa svarta tap,
skala ferte hånga!“
Hann sigur, at hetta er ein illbøn niður yvir eina svarttopputa hønu, og hann týðir tað:
“Ill heilsa svarttoppa,
hetta skalt tú hanga fyri“
hvør skal siga — fáa afturlønt.
Norski fólkaminnisgranskarin Knut Liestøl hevur í tíðarritinum “Maal og minne“, 1936, við greinini “Ei folkevise på nornmål frå Shetland“ víst á, at talan er um kut úr vísu, sum kend er um øll Norðurlond.
Hon er í yvirlitsverkinum TSB flokkað í deildina F: Jocular ballads, tað eru skemtivísur ella gamanskvæði (nær í ætt við okkara tættir), og har sum nr. 33 í undirdeildini „Fight for supremacy in marriage“ - stríð um yvirlutan í hjúnalagi.
Stutt verður hon innihaldsliga lýst soleiðis:
“Í dimmalættingini vekur hústrú bónda sín og biður hann fara til verka. Hann noyðist at gera alt, ið er at gera á garðinum, og so má hann bíða eftir konuni eisini, tí hon fæst ikki upp. Tá ið hon endiliga fæst upp úr bosinum, tímir hon einki at gera uttan at deila húsbónda sín.“
TSB sigur, at vísan er at finna í Danmark, Svøríki, Noregi, Íslandi og Føroyum, og so verða eisini tey bæði brotini í hetlendsku vísuni nevnd.
Vit kunnu hyggja eitt sindur nærri at hesi útbreiðslu:
Á donskum eitur vísan “Den huslige bondemand“ og er prentað sum nr. 47 í trimum brigdum, sum øll eru sekstan ella seytjan ørindi, í „Danske skæmteviser“, 1. parti, sum H. Grüner Nielsen greiddi til prentingar og sum kom út árini 1927-28.
Ein annar danskur vísugranskari hevur eisini sýnt vísuni áhuga, og vit finna hana undir heitinum “Den onde kvinde“ í ikki færri enn sjey brigdum í bókini hjá Evald Tang Kristensen, “Et hundrede gamle danske skjæmteviser“, 1903 - har hevur hon talmerkið 23.
Hesi brigdi eru styttri - úr tólv niður í fímm ørindi - og vit kunnu taka fram innihaldið í tí stytsta - tað er A-brigdið - at geva eina mynd av, hvat ið søgan snýr seg um:
1. ør. Konan biður mannin fara á kvørn at mala.
2. ør. Konan biður mannin fara at vaska í ánni.
3. ør. Konan biður mannin ríða til tings
4. ør. Tó fyrst skal hann mjólka og so skunda sær heim at koyra høsnini inn,
5. ør. sigur frá, at tá ið hann hevur mjólkað, stoytir reyða kúgvin alla mjólkina.
Niðurlagið í donsku vísuni er orðað so, at tú í hesum javnstøðutíðum illa fært teg til at festa tað á blað:
“Gud nåde den fattige bonde/
når kvinden er af de onde“.
Í svenskum øki er vísan at finna við yvirskriftini “Bonden och hans käring“ og talmerkinum 298 í “Gotländska visor“, sum P.A. Säve greiddi til útgávu, og sum kom út í árunum 1949-55.
Ørindini eru seks í tali og kunnu lýsast soleiðis:
1. Konan biður mannin mala
2. Liðugur at mala, kykar hann í ovninum
3. Hann setst at spinna
4. Hann fer um stovuna við kveistri í hond
5. Liðugur at sópa, vekur hann konuna
6. Konan bannar oman yvir mannin, tí hann hevur forkomið tveimum eggum, hann hevur verið eftir.
Heldur ikki her er niðurlagið nakað lystiligt: “Bättar jag ogifftar hade vari, sad’ bonden“.
Í Noregi fmna vit vísuna í “Norske folkeviser“, sum M.B. Landstad savnaði og gav út í 1853. Heitið er “Den vonde keringi“, átta ørindi, sum liggja á sama bógv sum vísurnar í grannalondunum við tí uppískoyti, at tá ið maðurin fer á neytabásin eftir eggum, møtir hann einum trølli, sum kløkkar hann, so hann brýtur øll tólv eggini - og tá verður konan so spinnandi óð.
Íslendska vísan, 18 ørindi, nevnist „Hjóna kvæði“. Hon er nr. 86 í verkinum “Íslenzk Fornkvæði“, sum Jón Helgason gav út í sjey bindum frá 1962 til 1970.
Tað, at vísan her er longri enn flestu aðrar norðurlandauppskriftir, ger, at her koma onnur verk uppí, sum maðurin tekst við, sum ikki eru so nógv frammi í hinum Norðurlondum, t.d. spinnur hann á handsnældu, og so kirnar hann smør.
Eitt annað sermerki hevur íslendska vísan eisini. Hon er tann einasta í øllum tilfarinum, sum nevnir konuna við navni; tað er í sjeynda ørindi, ið ljóðar:
“Stattu upp Ingigerðr,
nú er stofan hrein,
hvort villtu helldr ég leide þig
eðr gengr þú ein.“
Nú skulu vit loksins venda okkum til føroysku vísuna, og hon er sum ikki einaferð, tá ið vit bera saman norðurlendskt vísutilfar, tann longsta av øllum - 23 ørindi.
“Hústrú og bóndi“ nevnist hon, nr. 179 í CCF - Føroya kvæðum. Til er einans ein uppskrift, sum er eftir Schrøter.
Tey fyrstu seks ørindini lýsa alt tað arbeiðið, maðurin hevur at gera frá morgunstundini: Hann melur korn, røktar kýr, hann kirnar, sópar, og so ger hann ost:
HÚSTRÚ og BÓNDI
1. Árla var um morgunin,
høsnini tóku at gala,
hústrú vekir upp bónda sín
biður hann fara at mala.
2. Tað var Jógvan stolti
snippar og hann grætur:
“Skamm so fái tíni høsn,
ið tíðliga gala um nætur.
3. Annað havi eg heimi at gera,
ganga burtur um haga,
røkta kýr og baka teim
og strúka teim undir maga.
4. Annað havi eg heima at gera
enn ganga burtur á fjalli,
røkta kýr og baka teim
og tita niðan úr hjalli.
5. Bádi havi eg kirnað,
og feiað havi eg hús,
statt nú upp, kæra hústrú mín,
og nú gerst dagurin ljús!
6. Bádi havi eg kirnað
og so havi eg kæst,
øll míni húsini
tey standa afturlæst.“
Hetta orðið í 2.reglu í hesum seinasta ørindinum: “og so havi eg kæst“, er lýsingarháttur í tátíð av sagnorðinum at kæsa, sum merkir at gera ost. Stuttligt er her at vísa á rótsambandið við týskt Käse og enskt cheese, sum bæði merkja ostur.
Nú koma so nøkur ørindi, har ið bóndi okkara jagar høsn og skal taka eggini, ið vorpin eru, men illa gongst, og hann endar í einum runudíki
7. Aldri er so veðrið ilt,
tað regnar undir vegg,
Jógvan nú gongur at hyggja at,
nær høsnini hava egg.
8. Úti standa grannar hans,
halda sær at gaman,
Jógvan gongur um allan bøin,
jagar høsnini saman.
9. Úti standa grannar hans,
halda sær at gleim,
Jógvan gongur um allan bøin
jaktar høsnini heim.
10. Jógvan leyp í skarndíkið,
hálsin mundi hann brotið:
“Skamm fái tú, reyða toppa,
tað mundi eg av tær notið!“
11. Inn kemur Jógvan stolti,
riðar á sínum beinum:
“Øll so hava høsnini vorpið
uttan reyða toppan eina!“
12. Inn kemur hon reyða toppan,
vimpar við sínum veli:
“Eymur skalt tú eta tað egg,
eg verpi tær á degi.“
Bóndin heitir nú á grannkonu sína um at selja sær nøkur egg. Hann fær at vita, hvar tey liggja, men er óheppin og brýtur øll, og í næsta viðfangi stoytir hann alt smørið:
13. Jógvan gongur til grannkonu sína:
“Selj mær tey egg, tú hevur,
vilt tú ikki trúgva mær,
eg seti mína hond í veður.“
14. “Gakk tú tær á oksabás,
har liggja eggini sjey,
eymur skal tín ryggur verða
tekur tú meiri enn tvey!“
15. Tað var Jógvan stolti
skuldi taka tvey,
tá kom á hann skjálvti,
hann molaði eggini sjey.
16. Tað var Jógvan stolti,
skuldi taka salt,
hann reiv niður eitt sóttræ,
spilti so smørið alt.
Nú koma so tvey ørindi, har konan hóttir húsbónda sín, og tað fyrra man vera bersøgnari orðað, enn vit eru von við í kvæðaskaldskapi okkara yvirhøvur.
17. “Hoyr tað Jógvan stolti,
tvá tú mær um tær,
kemur tú nakað longri upp,
so liggur tær rísið nær.
18. Opnar skalt tú dyrnar halda,
meðan eg gangi inn,
kemur dusm í høvdið á mær,
so geldur ryggur tín.“
Vísan endar við, at konan legst at buka húsbónda sín, og tá ið prestur vil leggja uppí, tí maðurin klagar um ringa viðferð, fær hann eisini kleppin um ennið:
19. Hon sló hann úr ánni,
haðan oman í garð,
har kom prestur gangandi,
og møtti hann honum har.
20. Tað var Jógvan stolti,
snippar og hann grætur,
tá kom prestur gangandi,
spyr, hví hann so lætur.
21. “Eg eigi mær eina ónda konu,
eg kann ikki ráða við henni,
prestur tak tú maltið og saltið,
les mær yvir henni.“
22. Presturin tók við malti og salti,
skuldi lesa yvir henni,
hon tók upp ein eikiklepp,
hon sipaði prestin í ennið.
23. Hon tók upp tann eikiklepp
dró hann fram við síðu,
tað var eingin av kongsins monnum
móti henni tordi at stríða.
Fleiri ferðir verður í okkara vísu nevnt, at maðurin verður nevndur Jógvan stolti. Og tað navnið finna vit aftur í danska A-brigdinum hjá Grüner Nielsen: “Der bor en kone bort øster i by/ hendes mand heder Ion stolt“ og í G-brigdinum hjá Tang Kristensen, sum hevur nett somu orðing.
Annars er týðiligt at síggja, at C-brigdið hjá Grüner Nielsen er tað, ið mest líkist okkara vísu, víst við hesum dømum:
1. ør. „Aarle om den morgenstund
Syv timer førend dag,
Hustruen talte til manden sin
“Nu skal du op at male.“
og okkara 1.ør. “Árla var um morgunin
høsnini tóku at gala
hústrú vekir upp bónda sín
biður hann fara at mala.
og 12.ør. Gak du nu udi baasen ind,
der ligger eggene syv,
Fanden skal tage ryggen din
hvis du tager mere end to
og okkara 14.ør. Gakk tú tær á oksabás,
har liggja eggini sjey,
eymur skal tín ryggur verða,
tekur tú meiri enn tvey.
og so tað heldur óskikkiliga ørindið - á donskum
15. ør. Sæt du dig på sengestok
og pill du mine tær.
Men kommer du lidt højere op
strax ligger stokken der.
og okkara 17.ør. Hoyr tað Jógvan stolti
tvá tú mær um tær,
kemur tú nakað longri upp
so liggur tær rísið nær.
Men aftur til Jógvan stolta. Hann finna vit, so løgið tað ljóðar, í øðrum sambandi - og eisini tey brotillu eggini. Tað er í skjaldrabókini “Í skýmingini“, sum Sofía Petersen greiddi til útgávu í 1948. Triðja ørindið í skjaldrinum “Skarvur gongur eftir helluni“ ljóðar soleiðis:
“Tað var Jógvan stolti,
hann tók eggini tvey,
tá kom á hann skjálvti,
og so breyt hann øll sjey
- Syvja tú meg,
sova vildi eg í náðum“
og hetta er at kalla orðarætt 15. ørindið í vísu okkara.
Vit byrjaðu hesa viðgerð við hetlendsku leivdunum av hesum gamanskvæði. Og her kunnu vit vísa á, at einasta heilskapaða ørindið haðani, sipar mest til okkara vísu:
“I have malet mældra min
I have supet usen
ende seve de søda lin
and dena komena ljus”.
og okkara 5. ørindi:
“Bádi havi eg kirnað
og feiað havi eg hús,
statt nú upp, kæra hústrú mín,
og nú gerst dagurin ljús”.
“Idla jálsa svarta tap“ og “dena komena ljus“
hetta eru samtundis orðingar, sum benda á eitt mál, sum var, og sum nú er deytt - okkara næsta grannaland og næsta grannamál - og samstundis er tað ein áminning á fámenta tjóð sum okkara, at hvør dagur er ein bardagi at varðveita mál og mentan, at nú sum ongantíð ræður um at liggja óvikandi á teirri málrøktarkós, sum so heppisliga hevur borið mál okkara gjøgnum øldina, men sum hesi seinastu fáu árini hevur verið fyri ógvisligari ágangi enn nakrantíð.