Skip to main content

Páll úr Leirvík

 

Ein av best umtóktu táttum okkara man vera hann um serlingin Páll úr Leirvík, CCF nr. 203, har prentaður í einari uppskrift, sum nevnir tríggjar heimildir: Handskrivaða kvæðasavn Napoleon Nolsøes, 2. bind, 1842, kvæðasavnið hjá Hanusi úr Lopra - henda uppskriftin er frá 1840 - og Koltursbók, sum mundi vera liðug um 1848.

 

Tátturin hevur avgjørt siðsøguligt virði, tí í honum frættist um ferðingarleiðina úr eini bygd eystarlaga í Eysturoynni og fyrst til Havnar og so til Velbastaðar, um matsiðir frættist okkurt lítið, og kanska er tátturin serliga áhugaverdur, av tí at nøkur ørindi eru ein hørð atfinning móti tí einahandli, sum eitt nú Nólsoyar Páll eisini fer illa við í “Fuglakvæði“ sínum, sum yrkt varð um aldaskiftið 1800.

 

“Leirvíks-Páll“ sameinir soleiðis tvey høvuðsrák, sum eru at finna í táttayrking okkara, hetta at kvøðið verður um onkran serling, og so hetta at samfelagsatfinning er at hóma í støðum.

 

Í táttinum verður lagt fyri við at lýsa útsjónd mansins.

 

1. Gevið ljóð og lýðið á,

leggið væl í minni,

meðan eg kvøði um mannin tann,

í Leirvík búði á sinni.

 

Havi nú frið við Leirvíksfjall

falli so væl í rím,

kátur leikar folin

undir saðilin sín.

 

2. Páll, hann búði í Leirvík inni,

ongar átti brøður,

hárið var sum avsetur,

búnýti prýddi høvur.

 

3. Grefligur í andlitsskapi

rætt sum sjálvur hin versti,

hálslangur og holdligur

hans høvur við herðar festi.

 

4. Rundar herðar og langur ryggur

fast við breiðan rassa,

lær og bein var øgiligt,

so reystur var tann knassi.

 

Sagt verður so frá, at Páll ætlar sær til Velbastaðar at finna Ellind, greitt verður frá, hvørji klæði hann fer í, hvat ið hann hevur við, og hvørji ørindi eru at reka á leiðini - og so heldur Páll á Leirvíksfjall:

 

5. Árla var um morgunin,

tók fyri dag at tynna,

“Nú lystir meg til Velbastaðar,

Ellinta at finna.“

 

6. Hann fór í ta stúkuna,

kvarðað var við bláum,

morreyðar kubbar á skøvning dregur,

spunnar við trimum tráðum.

 

7. Tað var tá, sum ofta er enn,

neyð í krambúð var,

tekur upp klút av bátsmanslørifti,

bindur um háls á sær.

 

8. Hann fór í tær brøkurnar,

ið klokkuskornar vóru,

grovar tær í verki eru,

dregur á tjógv tey stóru.

 

9. Bindur hann um seg slíðraband

fast við brøkur svartar,

stórur knívur í svørtum slíðrum

við vinstru síðu dartar.

 

10. Gráar hosur og kálvsskinsskógvar

Páll á føtur dregur,

hvar ið hann til ferðar býðst,

hann ei á beinum svevur.

 

11. Smoyggir hann seg í sjóstúku,

seigan hevur hann svíra.

“Hesa somu sjóstúku

fekk eg frá Gunnari dýra.“

 

12. Páll hann át sín morgunmat,

brúkti gamlan sið:

drýl og forna garnatálg

át hann afturvið.

 

13. Trettan vóru pørini

til Havnar skuldu fara

at keypa tubbak og brennivín

og aðra handilsvaru.

 

14. Stingur hann pør í klæðsekk niður,

prukku tekur í neva,

so gongur reysti Leirvíks Páll

um Leirvíksfjall at streva.

 

Nú verður so sagt frá fyrsta parti av ferðini og dvøl hansara fyrst í Norðragøtu og síðani í Syðrugøtu, har honum verður boðin matur og drekka, og ikki er hann so vandin við tí „hann letur í kíkin dríva“, sum tikið verður til:

 

15. Páll, hann gekk um Leirvíksfjall,

skjótt mundi vegur líða,

tá ið hann kom til Norðragøtu,

hitti hann konu blíða.

 

16. Konan gav honum mjólk at drekka,

Páll við stampi tekur,

lokkaflugur og húsvætti

so tjúkt í stampi rekur.

 

17. Páll, hann drakk tann drykkin úr,

hann drakk tann drykkin stíva,

hár var fjórða kryddaríið,

hann læt í kíkin dríva.

 

18. Páll, hann gekk frá Norðragøtu

eftir sandi man ragga,

so skvaggar mjólk í hansara kíki

rætt sum vatn í kagga.

 

19. Páll, hann gekk um gjónna yvir,

prukkan skramblar á gróti,

gekk so yvir til Syðrugøtu,

bóndans hús ímóti.

 

20. Bóndin var bæði blíður og týður,

býður honum sess at sita:

“Hvat er títt í ferðini,

tað skalt tú lata meg vita?“

 

21. “Væl livir fólk í Leirvík inni,“

Páll hann svarar av palli,

“eg fann vøttir og kollhúgvu

uppi á Leirvíksfjalli.

 

22. Eg ætli mær til Havnar suður,

tað er mín ferð tann fyrsta,

so fari eg til Velbastaðar

hjá Ellindi at gista.“

 

23. Bóndin gav honum kjøt at eta,

tað var mikil frøi,

um hann hevði borið grót,

hann hevði ikki kent til møði.

 

24. Páll, hann steig frá borði upp

fyri mat at takka,

síðani tók sær prukku í hond

og víðari fram at flakka.

 

Nú koma so nøkur ørindi, sum vit í dag mundu sagt, eru nakað ónærilig, men tey eru rættiliga eyðkend fyri ein part av táttayrking okkara. Páll heldur nú út á Glyvrar, og har fær hann menn at seta seg yvir á Strendur:

 

25. Páll, hann gekk eftir Hólheygum,

hart man fótur trampa,

lotið aftan undan honum

mundi so illa dampa.

 

26. Páll, hann gekk mót Glyvrum út,

mundi væl vegin ansa,

altíð harðna hvirlurnar

aftan undan skansa.

 

27. Páll, hann heilsar glyvramonnum,

stórar hevur hann hendur:

“Himmiríkskosnir verið tit,

flytið meg yvir á Strendur.“

 

28. Tað var bæði skjótt og brátt,

áðrenn hálvtalað var orðið,

mannaður bátur av Glyvrum fór

tríggir í hvørt borðið.

 

29. Fluttu teir hann um fjørðin yvir,

skjótur var tann róður.

Páll hann stígur upp á land,

hann tykist at vera móður.

 

Á Strondum kennir Páll mann, ið nevndur verður Ertnabúkur. Har gistir hann í nakrar dagar, og so fær hann menn at seta seg úr Sjóvarstøð suður í Akkersvík við Hvítanes:

 

30. Páll hann stendur á Strandalandi

hugsar um tey ráð:

“Eg skal gista hjá Ertnabúki,

standist hvat av, ið má.“

 

31. Páll, hann gisti hjá Ertnabúki,

so er sagt í frá,

fisk fekk hann til nátturða,

súpan omaná.

 

32. Páll, hann drakk ta súpanina,

tykist møði renna,

sterkan mundi hann landsmakkin

av skrindusúpan kenna.

 

33. Tað var um ein annan dag,

ættin lá á norðri:

sláturmørur og køka til,

tað var sett á borðið.

 

34. Páll, hann át tann sláturmør,

væl mundi mørur smakka,

steig so upp frá borðinum

fyri mat at takka.

 

35. Páll, hann fekk sær flutningsmenn,

sigst í hesum tátti,

mannaði bát úr Sjóvarstøð,

sum greivin sjálvur átti.

 

36. Seglið dúkar, bátur rennur,

árar leika í tolli,

skjótt var gjørt í ferðini,

sum væl mundi dáma Pálli.

 

37. Settu teir hann í Akkersvík,

Páll á landi stendur:

“Berið mínar blíðu heilsur

inn aftur á Strendur.“

 

Av Hvítanesi gongur Páll beinleiðis í handilshøli kongliga einahandilsins í Tinganesi, og her koma tey ørindini, ið finnast at handilsstandinum í Føroyum.

 

38. Páll, hann gekk av Hvítanesi,

ei vóru føtur lavnar;

sveittin rann av andlitinum,

tá ið hann kom til Havnar.

 

39. Páll, hann gekk til hosnamannin

honum pør at rætta:

“Hevði tú sloppið mær av við tey,

tað var mær ein góður lætti!“

 

40. Tikin vórðu pørini,

væl tykist Páll at liva,

so fór hann til bókhaldaran

vørur út at skriva.

 

41. “Skriva mær nøkur handilsborð,

tubbak og farging blá;“

bókhaldarin ristir við høvdinum:

“Tað er ikki her at fá.“

 

42. “Skriva mær pott av brennivíni,

hamp og nakra nævur;“

bókhaldarin ristir við høvdinum:

“Tað er ikki her mín maður!“

 

43. Ilskaðist hesin Leirvíks Páll

var ikki vanur at fýra:

„Skamm og last í heilarnar,

sum hesum handli stýra!“

 

44. Ilskaðist hesin Leirvíks Páll

við sínum breiða brósti:

“Tað hevði ikki verið verri vorðið

heimi í Leirvíks køsti.“

 

45. Svaraði ein av sveinunum,

svull bar hann á tánni:

“Tað besta fer úr krambúðini,

meðan skipið liggur á vágni.“

 

46. Páll, hann snúðist í krambadurum

við sínum ónda sinni:

“Er her nakað skonrugsbreyð

í krambúðini her inni?“

 

47. Krambakallur í tunnu tekur,

niður í at hyggja,

sær hann nakrar skonrugsmolar

niðri á botni liggja.

 

48. Helvtin var av músaskarni,

Páll í tí man raka:

“Hvat vil Nimfur keypmaður

fyri músalortar taka?“

 

49. Til tað svaraði ein havnarkona

livir mest av meldur:

“Páll fekk ikki fyrsta skitt

í krambúðini var seldur.“

 

50. Svaraði onnur havnarkona

við sínum andliti gráa:

“Fleiri krambúðir eru í Havn,

og har er meir at fáa.

 

51. Fimtan krambúðir eru í Havn,

tær eru allar betri,

tær hava hjálpt so mongum manni

bæði summar og vetur.“

 

Páll heldur nú leiðina til Velbastaðar, har hann, sum skilst, fyrr hevur verið bønarmaður hjá Ellindi á Steinum. Ellindur tekur væl ímóti gestinum, og hann fær gott at eta:

 

52. Páll hann gekk sær út í Havn,

hann drakk sær fullgott rús:

“Ikki gisti eg í nátt

fyrr enn við Ellinds hús.“

 

53. Páll hann gekk eftir Bryggjubakka,

tá var fótur lættur,

búnytti úti á øðrum vanga,

rætt sum danskur hattur.

 

54. Páll, hann gekk til Velbastaðar,

nú man ríman falla,

gekk so inn hjá Ellinda

á Steinum, sum tey kalla.

 

55. Ellindur stóð mót honum upp,

bæði blíður og glaður:

“Ver vælkomin Leirvíks Páll,

mín gamli bønarmaður.“

 

56. “Eg havi gingið í allan dag,

vegurin var so langur,

væl veri tær nú Ellindur,

nú gerst mín búkur svangur.“

 

57. Potturin uppi yvir hekk

fullur var av kjøti,

Páll hann fekk ein hálvan drýl,

hann settist at sleikja fløtið.

 

58. Síðan kjøtið kókað varð

borið inn á fati,

tyggir fast og svølgir títt,

slíkt vóru ravnalætir.

 

59. Síðani hann til songar fór,

fast við fótum tenjar,

so leikar undir áklæðum,

rætt sum hundar grenja.

 

Men ein annan dag er verri vorðið við semjuni millum bónda og bønarmann. Ellindur og Páll rúka saman at berjast, og endin verður, at teir berjast út av bakkanum, og har missir bóndin lív.

 

60. Tað var um ein annan morgun,

teir í arbeiði stóðu,

komu saman í bardagar

fast av miklum móði.

 

61. Bardust teir um bøin oman,

lótir høvdu av trøllum,

jørðin stóð um øklar upp

í tí harða vølli.

 

62. Bardust teir um bøin oman,

hvørgin vildi falla,

settu sínar bardagar

oman móti Halla.

 

63. Bardust út av bakkanum,

Ellindur fall undir,

brotnaði hvørt bein í honum,

háls og heysur sundur.

 

64. Eg kann ikki kvøða meir,

tí ongin vil meg læra.

Bóndin misti har sítt lív,

háls og heysin harða.

 

Tey, sum eru køn í sagnaheimi okkara, munnu longu her kenna seg aftur í einari av søgnunum, sum hon er á prenti í savni Jákups doktara Jakobsens. Tað er søgn nummar 77, „Ellindur á Steinum“:

 

“Ellindur á Steinum á Velbastað í Streymoy var sum trøllið stórur og sterkur, av verstu yvirgerðsmonnum og frekastu átarum. Ein klettur vísist, sum hús hansar vóru gjørd niðan frá - teir gomlu høvdu ofta ein klett til skjólvegg at líva fyri vindi. Altíð vildi Ellindur kappast við húskallar sínar ella við aðrar menn, bæði í arbeiði og mataráti, og lógu teir tá undir fyri honum, vildi hann taka lívið av teimum. Fáur tordi tí at vera hjá honum. Eitt árið var Syðradalsbóndin komin at vera slóttarmaður hansara. Teir høvdu kappsligið fyri morgunmatarmál og verið nakað javnir báðir. Nú høvdu teir roynt seg í líggjanum, segði Ellindur: nú skulu teir royna seg í matkeraldinum. Ein rómastampur, sum tók hálvtunnu, varð settur fram, og hvør fekk sín spón. Dalsbóndin var í einum troyggjubuli við splittu í fyri framman og stoytti hvønn tann spón, ið Ellintur ikki ansaði eftir, niður í bulin. Nú var uppi í stampinum, og báðir at skava botnin. “Tá ið maður skavar, veit eingin, um hann er mettur; eg skal fara í hjallin eftir neytabógnum“, sigur Ellindur og fer avstað. Dalsbóndin heldur tað ikki vera ráðuligt hjá sær at sita longur, og tá ið hann sær Ellind fara inn um hjalsgáttina, rýkur hann avstað. Nú ið Ellindur kemur út aftur úr hjallinum, verður hann varur við Dalsbóndan, ið flýr, og tekur at renna aftan á hann við neytabógnum í hondini. Komin norður í Stólpar (tætt norðan fyri Norðheygahúsini, har sum tey glaða grindaglaðu) kryvur Dalsbóndin bulin. Hvørki dregur frá ella saman í millum báðar. Komin norður á Hamarsenda, næstu sýnina, har sum Dalsbygd sæst undan, torir Ellindur ikki at fara longur, tí hann veit, at Dalsbóndin eigur sterkar synir, sum vilja koma honum til hjálpar. Hann kastar neytabógvin upp á gjøt eftir hinum, og so væl varð kastað, at hann rakti Dalsbóndan beint í nakkabeinið. Dalsbóndin small deyður niður og skal liggja grivin í sama stað, sum hann varð dripin.

 

Lívsgerð var at arga Ellind. Ein vetrarmorgun fóru vágamenn handilsferð til Havnar og ætlaðu sær suður fyri Kirkjubønes. Teir komu áraka Velbastað, áðrenn ljóst var, og tosaðu saman á bátinum, um nakar teirra mundi vera so djarvur, at hann tordi at fara niðan í morgun til at arga Ellind bónda. Tá segði ein, ið eyknevndur var „Lítli maður“, at, um teir vildu liggja við bakskutinum tætt inn at landi til reiðar fyri honum at sleppa inní, so skuldi hann royna tað. Hann fer upp á takið hjá Ellindi og rópar niður ígjøgnum ljóaran: “Ellindur, vakir tú? Lítli maður í Vágum eigur einki og biður mommu sína leggja seg niður í himmiríki og standa upp í himmiríki; stóri maður á Velbastað er ríkur, eigur nógv kjøt, nógva mjólk og nógv korn, men hann biður mommu sína leggja seg niður í helviti og standa upp í helviti.“ “Satt segði tú, Lítli maður í Vágum“, svaraði Ellindur og sprakk fram úr seingini; “bíða mær, olmussudýrið! eg skal geva tær mjólk at drekka.“ Men Lítli maður visti, at nú var ikki at bíða; hann leyp avstað alt fyri eitt til at sleppa sær í bátin og Ellindur aftaná við brókum í aðrari hond og øksi í aðrari. Lítli maður leyp í bátin, og menninir rendu út frá landi. Tá ið Ellindur sá, at hann kundi ikki náa honum handfast, sipaði hann øksina eftir honum. Øksin stóð føst í stavninum. Ellindur leyp heim eftir eini aðrari øks, elti so bátin allan vegin til Havnar og stóð fyri teimum á Tinganesi, so teir tordu ikki á land, men flutu har allan dagin úti fyri.

 

Hin stóri og sterki Leirvíks Páll helt seg til at vera bønarmaður Ellinds eitt árið og fekk gott at eta, tí ikki var Ellindur pírin. Ein dagin í veltingartíð legði Ellindur til, at nú skuldu teir kappvelta. Hvør setti tá á sína reim; men tá ið teir komu oman at bakkatromini, var Ellindur komin eitt tak oman um Páll. Ótti kom á Leirvíks Páll, tí hann hevði frætt, at Ellindur beindi fyri teimum, ið orkaðu at kappast við hann. Hann gevur uppat við arbeiðinum, hyggur út um Hestfjørð og sigur upp á svik: “Hestmenn koma um fjørðin“. Ellindur setti hakan í tætt við bakkatromina, legði seg fram á hann og hugdi. Í sama bragdi fírdi Leirvíks Páll undir hann, men Ellindur greip aftur um seg og fekk í Páll, so at báðir fóru út av niður í eina urð. Ellindur datt undir og doyði, men Leirvíks Páll slapp við lívinum, tí hann kom omaná. Urðin nevnist enn á døgum Ellindsurð av hesum tilburði.

 

Síðan varð lík Ellinds tikið, ført til Kirkjubøar og jarðað har á Líkhússlættanum.“

 

Sagt hevur verið, at Sjóvarbóndin, Jens Chr. Djurhuus, sum livdi frá 1773 til 1853, yrkti táttin um Leirvíks Páll. Og tíðarfestingini viðvíkjandi sigur Jakob Jakobsen soleiðis í viðmerking síni til søgnina um Ellind á Steinum:

 

„Da de færøske skæmte- og spotteviser almindeligvis ere byggede over faktiske - oftest samtidige - tildragelser og oplevelser, og da Leirvíks Páll på grund af den store udførlighed, hvormed hans person skildres i visen, ikke kan have levet meget længe før digterens egen tid, kan sagnet om Erlend bonde ikke vel sættes længere tilbage i tiden end til det 18. århundrede.“

 

Men her fara vit ikki at siga okkum samd við fyrsta doktara okkara. Rætt er tað, at táttadámurin bendir á samtíðarfrásøgu, men í søgnini eru so mong forn brot, ja, enntá ævintýrabrot, at vit í dag ivaleyst mugu meta søgnina væl eldri.