Samhugi og sinnismunur
Táttayrking hoyrir ikki bara 1700-talinum og aldaskiftinum 1800 til. Hon er bæði lívsseig, og heldur ikki er tað sørt, at hon ber í sær vánir til broyting og tillaging til nýggjar tíðir.
Tá ið nýggj yrkingalist, fosturlandsskaldskapur, tók seg upp hjá okkum miðskeiðis í 1870-árunum, var tað ikki leingi, til hetta yrkingasniðið fekk ávirkan á táttayrking okkara eisini. Men støðugt livdi førleikin og hugurin at yrkja tættir til kvæðaløg.
Vit taka her fram ein tátt, sum er yrktur um aldaskiftið 1900, og fyri tátt at vera, er hann yrktur um eitt evni, sum er sjáldsamt sum umrøðuevni í okkara táttaheimi. Talan er um „Boaratáttin“, sum Jóan Petur uppi í Trøð læt prenta í “Fuglaframa“ nr. 13, týsdagin 16. oktobur 1900 við heitinum “Nakað lítið um Transválbardagan 1899-1900“ - hann brúkti lagið til brúðarvísuna.
Tú blaðar ikki leingi í “Fuglaframa” – og vit kunnu eisini væl nevna hitt blaðið, ið skrivað varð á føroyskum um hesa somu tíð, “Føringatíðindi”, fyrr enn tú verður varur við, at tað kríggið, sum stóð millum Ongland og boarastatirnar Transvál og Oranje í árunum 1899-1902, vakti miklan ans og fekk nógva teigarúmd í føroyskt mæltu bløðunum.
Tað er eingin ivi um, hvørjum parti føroysku bløðini eru í, og her kunnu vit taka fram nøkur fá kut:
Í “Fuglaframa“ 28. nov. 1899 lesa vit hetta brotið:
“Transvaalsmenn og brøður teirra úr Oranje standa seg óføra væl móti eingilskmonnunum. Sum skjótarar eru teir óførir, og tað er sjáldsamt, hvussu teir duga at pilka høvuðsmenninar burtur úr enska herinum. Tað sýnir á øllum brøgdum, at her berjist ein fólkaflokkur, sum ikki vil selja sítt lands fríheit bíligt.
Heima í Onglandi byrja allir partar meira og meira at síggja, at eingilskmaðurin við henda krígsatburðin móti Transvaal stendur tí minni (sic), har órætturin er. Fleiri av Bretlands bestu monnum hava alvorligum orðalag úttalað, at hesin bardagin er ein hundingsgerð, og at hann leggur skomm og vanvirðing yvir landið. Tað er ríkisráðgevari Chamberlain, ið eigur helsta partin av skuldini fyri bardagan. Um hann segði O’Briens nýliga, at hansara hendur vóru verri dálkaðar enn hendurnar á tí versta brotsmanni.“
Myndirnar vóru ikki mangar í føroysku bløðunum tá á døgum, og tað strikar undir týdningin, blaðstýrarin legði í at lýsa hetta stríðið, at fyrsta myndin, ið birt verður í “Fuglaframa“ 12. mai 1900, er av forsetanum í Transvál, Paul Krüger. Henni fylgir henda lýsing:
“”Fuglaframi” ber í dag við sær eitt fínt og gott bílæti av Krüger, presidentinum í Transvál.
Hann hevur verið so ofta á munni í hesi tíðini, at ikki nýtist at siga mong orð um hann.
Krüger er 75 ára gamal; føddur í Kap, sum var fyrsta niðurseturríki hjá Boarafólkinum. Hann hevur leingi verið álitismaður hjá boarnum og staðið saman við teimum í mongum bragdi. Hann hevur ført her teirra móti zulu-kaffarum, eingilskmonnum, basutofólkinum og øðrum, hann var við, tá landsmenn hansara fluttu úr Kap til Natal, uppaftur tá teir noyddust haðani og fluttu til Oranje-landsstrekningin, og hann var við, tá teir nú síðst fluttu til Transvál. So hann kennir viðurskifti teirra og veit, hvat teir hava útstaðið, og tí at hann er maður mikið royndur, veit hann, hvat best er at gera, tá ið á stendur. Tað má tí trúgvast, at tá ið eftir Krügers ráðum fólkið tók til byrsuna og bjóði seg út til bardagar móti eingilskmanninum, áðrenn hann var komin fyri seg við krígsútgerð síni, tá var tað, tí eingin annar útvegur var enn kríggj, um teir vildu behalda fríheitina. Ellars er Krüger eingin krígsvinur.
Krüger bleiv presidentur í Transvál, við tað sama so frægt skil var komið á, at teir høvdu fingið skipað viðurskiftini í nýggja ríki teirra. Tað var í 1881, hann bleiv presidentur.
Sum allir boarar er hann kønur í skjóting. Í barnaárunum plagdi hann at fáa tvær kúlur við sær, tá hann fór út at vála við rifluni, og hevði hann ikki veitt nakað, tá hann kom aftur, mátti hann nátturðaleysur í songina.
Eingilsku bløðini dáma at halda hann so smátt fyri spott. So “fínur“ og “dannaður“ sum eingilskmaðurin er hann ikki, men hann er tað, ið meiri er: álitismaður og rættteinkjandi. Og sítt fólks kærleika og virðing hevur hann.“
Og so kunnu vit enda við samanumtøkuni, sum blaðið letur prenta 30. oktobur 1900, tá ið øllum er greitt, at boarar fara at tapa:
„Vart hava boarnir land sítt, vart tað so, at søgan ikki dugir at siga frá nøkrum fólkaflokki, sum hevur vart ýtari um føðiland sítt. Synir hava útbløtt, hvør aftan á annan, og hjá faðirinum, sum eftir livdi, var tað einasti uggi at fara aftaná. Sjálvt konur og børn hava verið “menn“ og gjørt mans brøgd.
Og nú er bardagin á enda, so at siga í alfall, og boarnir, teir, sum hvørki hava spart seg sjálvan ella sítt, teir sum hava barst av ýtastu mátt og latið alt, hvat teir áttu, fyri føðilandið, teir, sum hava biðið heitastu bønir bæði til Gud og menn og felt tey móðigu tár fyri sínum landi, meðan tað flógva blóðið dreiv á jørð úr tí deyðsærda kroppi, teir hava - tapt.
Og gamli Krüger er fluttur burt úr sínum landi og sínum húsi og heimi, burt til at ganga biddaragongd í Europa.
Eitt útlendskt blað skrivar um hesa syrgiligheitina nakrar reglur, hvarav eg taki tað mesta uppaftur:
Tríggjar ferðir hevur Ongland tikið jørðina frá einum arbeiðssamum og fátækum fólkaflokki. Tríggjar ferðir hava boarnir flutt til nýggj lond undan eingilskmonnunum, sum hava hildið seg í frið, inntil boarnir hava dyrkað jørðina og gjørt sær tað liviligt. Tá hevur hin eingilski hermaðurin aftur verið á kroppinum á teimum og tikið fruktirnar av teirra strevi.
Nú er Transvaal tikið, garðarnir brendir, bøndurnir skotnir ella settir í fongsil á oyðioyggj í Atlantshavinum, Joubert deyður í bardaganum og Krüger noyddur at flýggja av landi. Eingilskmaðurin er fróur, og ikki ein hond lyftist til at verja ein neyðars fólkaflokk, og á einum guvuskipi siglir hin síðsti boarahøvdingi til Europa til at bidda um hjálp.
Og alt til einkis! Tí hvør skuldi vilja hjálpa einum fólkaflokki, sum einki er at forvinna av? Vit eru langt frá tí tíðini, tá ið philhellenisman noyddi turkin til at sleppa grikklandsmonnum úr hansara blóðválkaðu hondum. Russmaðurin pínir finnlendingin, turkurin drepur armeniamannin, týskurin fer illa við suðurjútanum, og eingilskmaðurin tekur landið frá boarunum.
Tað heilaga sambandið er aftur komið í lag millum teir stóru í Europa, sambandið tað, at hvør etur sín fólkaflokk, og eingin má gera hvørjum øðrum ónáðir, meðan hann fær sær. Gamli Krüger vil ganga sína biddaraferð til einkis. Eingin hurð verður opnað, har hann bankar uppá.
Í nøkrum afrikanskum fjøllum stríða nakrir fáir mans í síðsta bragdi fyri fríheitina. Teir mugu undirlúta sum finnlendingurin, suðurjútin, armeniamaðurin. Hann, sum ber teirra mál fram, vil fáa at vita, at øll oyru eru deyv. Yvir einum niðurskotnum, brendum og oyddum landi flaggar “Union Jack“, fría Onglands flagg.“
Vit prenta nú táttin.
Fýra tey fyrstu ørindini lýsa havisjúku breta, sum vilja skava øll virðir inn undir seg.
BOARATÁTTURIN
1. Ein dekans svongd yvir Chamberlain kom
mót árinum nítjanhundrað.
Hann sat úti á eini fjallatrom
so hálur sum nøkur flundra.
So mjúkur og lúnskur um heimin hann sá,
hann vildi alt eta, fyri eygum lá,
fyrr skuldu kanónirnar dundra.
2. At metta tann mannin stóð ikki til,
í hvat teir so fyri hann settu,
bæði hold og hár, bæði indur og vil,
bæði fólk og lond, teir flettu.
Teir førdu úr Danimark egg og smør
rørdu saman við hveiti av Onglands jørð,
tó føldi hann sær ikki mettu.
3. Úr Kina te, úr Kanada kóp,
úr Kimberley diamantir,
úr ymsum londum bæði skav og sóp
- alt veiddu teir líka galantir –
bæði Indiaurtir og blámannablóð
og hvíting úr Føroyum, men einki forsló,
hvat veiddist um allar kantir.
4. Transvaal, Transvaal! Cecil Rhodes skar í,
Transvaal, Transvaal mín vinur!
Transvaal kann metta í langa tíð
- sit nú ikki har so linur.
Tí her eru skriður og gilini full,
tað yður og raplar tað reina gull
til geniur og zechinir.
Hildið verður so fram at greiða frá krígsfyrireikingunum:
5. So samla teir saman í Onglandi fólk
við spjøldrum, riflum og slíðra.
Gott tvey hundrað túsund teir reka í bólk
mót Afrika teir so stýra,
teir boar, sum eiga tað feita Transvaal,
á teimum vilja vit gera gott kál,
so fita vit okkum sum líra.
6. Nú eru liðin nett trý hundrað ár,
síðan boarnir landið bygdu,
tann jørð hevur drukkið bæði blóð og tár,
hvat land teir enn sær trygdu.
Fyri Onglandi fingu teir ongasteðs frið,
sum rovdjórið harða, ið ei gevur grið,
teir boarnar undan sær stygdu.
7. Í átjan hundrað og seks Capetown
frá boarunum teir tóku,
og rendu á teir John Bull og Klown
millum Hottintottar teir róku
og haðan til kaffarnar í Natal
og so til Oranje, men síðst til Transvaal,
alt boarnir undan óku.
8. Matabelaríkið hitt stóra har
sum múrur mót norðri stendur,
ei longur vegurin opin var.
Sum seyður, ið saman er rendur,
har boarnir livdu í tvingsil og stríð,
til Gladstone hin gamli, hann slepti teim frí.
Nú sakin alt annarleiðis vendir.
9. Nú skulu teir aftur í trælaband,
tí Chamberlain gullið vil hava,
sum Harrin legði í boaraland,
tað Ongland vil undir seg grava.
Bæði Jamison, Rhodes og Chamberlain
teir bryggja og mjølva sum óðir menn,
hvør mest kann undir seg skava.
Og so kemur ein lýsing av mótstøðuni. Boarar standa seg væl, og álop breta kostar mongum Albions unglinga lív:
10. Men ætlan kann bresta, og hon brast har,
so løtt skuldi ferðin ei ganga,
fyrst Tugela áin á vegnum var,
um hana var ilt at ganga,
hart Buller hann brølar mót Spions Kop,
men slapp ikki um tann fjallatopp,
og Joubert lat seg ikki stanga.
11. Hin langi Methuen royndi við
um Modderánna at leypa,
men hann fekk pokkurs afturstig,
alt eingilsku bløðini reypa,
teir skotsku unglingar herjaðu á,
men mangur bar har ikki boðini frá,
hvør fegin sítt lív vildi keypa.
12. Fyri hús og heim, fyri barn og vív
og alt, hvat teir heilagt halda,
teir fámentu boarar verja sítt lív
og føra ei verjuna fjalda,
men ein móti tíggju nú árið í ring,
so væl hava vart seg við blóðrodda sting,
tað Albions unglingar galda.
13. Gullaltarin bognar av unglinga blóð,
tað fløðir um offurskálir,
um Chamberlain sjálvur við hornið stóð
og taldi upp likam og sálir;
tað mátti væl rørt ein normalan mann,
men einki sýnist at røra við hann,
enn letist hann líka hálur.
Í seinastu trimum ørindunum vendir yrkjarin sær til oddamann boaranna, Krüger, ið nevndur er her frammanundan, við rósandi orðum um fosturlandsalsk og væl fyriskipaða mótstøðu:
14. Tað Gongurólvs blóðið tað svíkur teg ei
tú Krüger í boaralandi,
væl er hon slitin tín æviskeið,
tó harður hekk yvir tær vandi.
Síðan turkara-hunnara-vandalastrok
hevur fáur í heiminum liðið slíkt ok,
sum tú undir eingilskum bandi.
15. Sum tú títt fólk hevur liðið skart,
men fosturlandsalskurin brennur;
við mansins lið stríðist konan hart,
hvar blóðið á vøllinum rennur.
Fyrr letur hon kúlurnar bora sín barm,
enn hon vil lata so hefta sín arm,
tí Albions bandið hon kennir.
16. Hvat Leonidas áður gav fyri sítt land,
nú boarnir gera har eftir,
men Ongland tað loysir hvørt posaband,
so gullið á altarin dettur,
milliardir av krónum og túsundtals mans,
góðviljugir ofra, men geva ei ans,
hví Chamberlain ikki fæst mettur.
“Allastaðni eru føroyingar at finna!“ verður mangan tikið til, og tað kann sannast í sambandi við hetta táttaevnið okkara, tí ein føroyingur var heryvirmaður í boaraherinum og fall á vali.
Í “Føringatíðindum“ 21. des. 1899 finna vit henda stubban:
“Ein føroyingur, úr Sørvági slektaður, er giftur við einari boarakvinnu og búsettur í Johannesburg í Transvaal. Hann hevði norskt skiparaprógv seinast, tá ið hann var í Føroyum, og royndi at fáa sær skip at føra, men tað bar ikki til, tí fór hann út aftur í verðina og búsettist so har suðuri. Hann hjálpti boarunum í 1896, tá ið ófriðarkroppurin Jamieson gjørdi herverk og royndi at leggja Transvaal undir England. Hann var tá bæði djarvur og dugandi og er nú aftur farin í herklæðir og er ein avhildin formaður (officerur).“
Í 8. bindi av “Føroya Siglingarsøgu“ skrivar Páll J. Nolsøe meir um henda mannin. Hann skrivaðist Óli Olsen, varð róptur Ólavur í Stórustovu, føddur 29. august 1862. Hann fór ungur út at sigla, tók skiparaprógv í Noregi og búsettist í Johannesburg í Suðurafrika.
Páll heldur fram:
“Meðan hann var í Johannesburg, lupu onglendingar á boararnar, og kom hann upp í bardagan. Tað mundi vera í 1896, og gjørdist hann skjótt yvirmaður í herinum, men hann luttók ikki leingi á hesum sinni í stríðnum, tí eftir eini mynd av honum, konuni og dóttrini, ið er tikin í Keypmannahavn, vita vit, at hann hevur verið á heimferð til Føroya, men um borð á skipinum til Danmarkar var allur hansara peningur stolin. Hann vendi tí aftur til Johannesburg og fór upp í bardagan av nýggjum, og tað mundi vera móti endanum á hesum stríð, hann fall, tí umframt dóttrina á nevndu mynd, áttu hann og konan tvær yngri døtur. Tá ið Ólavur í Stórustovu var deyður, búsettist einkjan saman við døtrunum í London.“
Áðrenn vit sleppa hesum evni heilt, kunnu vit stutt nevna, at eisini hin kvívíkingurin, sum steig fram sum yrkjari í tjóðskapartíðini, Kvívíks-Jógvan, kemur inn á hetta stríðið í eini yrking, hann rópar “Frælsiskvæði“. Hon er um støðu okkara í danska ríkinum, um vánirnar at vinna okkara landi frælsi, og tá leggur hann fyri við tveimum ørindum um boarastríðið:
“Sum Boararnir bardust við Bretlandsmenn
alt um tað Transvaal dýra;
vápnaðir stóðu teir allir í senn
og drógu út svørð úr slíðra.
Sum Boararnir bardust við Bretlandsmenn
við byrsu, riflum og spjóti;
mannaðir stóðu teir allir í senn
og djarvan gingu ímóti“.