Skip to main content

Tveir løgnir stavnar

 

Orðið táttur hevur á føroyskum kvæðamáli tveir týdningar.

 

Vit kunnu siga, at eitt kvæði er skift sundur í tveir ella fleiri tættir, og tá meina vit partar ella heildir. “Kjartans tættir“, sum viðgjørdir eru í 3. bók í hesi røð, eru tveir við felagsheitinum “Kjartan Ólavsson“, og “Sjúrðarkvæðini“ plaga vit at skifta sundur í, ið hvussu so er, tríggjar tættir: “Regin smið“, “Brynhildar tátt“ og “Høgna tátt“.

 

Hin týdningurin av orðinum táttur er ein speiríma, har viðurskifti og/ella persónar verða havd til láturs. Og til henda týdning skulu vit halda okkum í hesi viðgerðini.

 

Kvæðini hava havt tað fram um tættirnar, at tey hava verið varðveitt í fleiri bygdum í ymiskum brigdum. Tættirnir hava harafturímóti í fyrstu atløgu verið staðbundnir at ávísum bygdum, og tí vóru lívsvánir teirra lakari.

 

So mikið meira er tað at undrast á, at summir teirra heilt heilskapaðir eru bornir upp til okkara dagar, men her er at hava í huga, at væl hevur tað hjálpt til, at fleiri teirra vórðu tiknir upp í heildarsavnið “Føroya kvæði“, tá ið tað var lagt til rættis í 1870-árunum.

 

Elstu tættir, vit í dag hava uppskriftir av, munnu vera yrktir um 1750, men teir eru so heilskapaðir sum skaldaverk, at fáur man halda annað enn, at teir ikki eru fyrstu royndirnar innan hetta skaldskaparslag. Hugsað verður her um “Ánaniasar tátt“ ella “Anjasar tátt“ og “Brókartátt“.

 

“Ánaniasar táttur“ er nr. 192 í “Føroya kvæðum“, har hann stendur prentaður í trimum brigdum. A-brigdið er eftir Svabo 1781-82, 117 ørindi. B-brigdið - bara 56 ørindi, er eftir “Fugloyarbók“, um 1840, og C-brigdið er tað longsta, 131 ørindi. Tað er úr savni Jakob Jakobsens. Umframt her er tátturin prentaður í „Svabos færøske visehåndskrifter“, Christian Matras greiddi til útgávu, 1939, “Tingakrossi“ 23/3-1910 og 25/11-1965, Marius Johannesen: “Tættir II“, 1969 og so í 1. bindi av táttabók, sum Jóannes Patursson legði til rættis, 1934.

 

“Ánaniasar táttur“ er í tveimum pørtum. Fyrri partur, sum fevnir um tveir triðingar, tykist betur yrktur enn seinasti triðingurin.

Í táttinum verður sagt frá Ánaniasi, sum ger ferð úr Suðuroy norður til Havnar at keypa sær eina byrsu og krút fyri “sína móður jørð“, sum tikið verður til. Hann gyklar fyri sær, at við byrsuni skal  hann inna brøgd og halda fremmandar ránsmenn burtur frá oynni.

 

Tá ið byrsan er keypt, leitar hann suður aftur til Suðuroyar, verður settur upp á land á Hellistanga og fer til gongu suðureftir. Áðrenn hann vinnur vegin fram, díkir regnið av himli, og krútið gerst vátt. Hann er tó ikki ráðaleysur; framkomin tekur hann sær ein pott, koyrir krútið í og heingir yvir eldin at turka. Hann tekur brand úr eiminum at røra við í pottinum við tí úrsliti, at potturin fer í luftina, og Ánanias sjálvur og onnur, ið eru í nánd, fáa mein.

 

Í bók síni “Poul Nolsøe, lívssøga og irkingar“ sigur Jakob Jakobsen, at Símun í Hørg í Sumba yrkti henda táttin “í hevnd móti einum manni í Porkeri“, men í “Varðanum“ 4. bindi hevur Poul F. Joensen aðra frásøgn, sum ikki samsvarar við frásøgn doktarans:

 

“Í teirri tíðini samlaðist fólk eftir sólsetur um fyrstaðin, tí har var ljóst og flótt. Í Laðangarði (í Sumba) vóru tvær bríkir, ein hvørjumegin grúgvuna. Á aðrari bríkini hevði Ánanias støð ugt pláss, og har lá hann aloftast og svav.

 

Millum teirra, ið samlaðust um grúgvuna í Laðangarði, kundi tosið við hvørt falla um ein og annan, sum hesin ella hasin var illa í øgn við, so sum henda kann enn á døgum. Men tað undarliga var, at alt, ið bleiv tosað um henda ella handa, við tað sama kom fyri oyruni á viðkomandi. Tey, ið tosað høvdu, trúðu tí ilt hvørt til annað, men eingin hevði vissu fyri, hvør søgusmettan var.

 

Til Ánanias fekk eingin illgruna, tí hann lá jú og snorksvav sum ein lítil Guds eingil á bríkini.

 

Tað hendi ikki tað smáting í Laðangarði, ið ikki bleiv lýst út.

 

At endanum fingu tey at vita, at slaturberarin var Ánanias, ið tóktist liggja so óskyldigur og sova, men í staðin bara lúrdi og lurtaði.

 

Eftir henda ljóta atburð er Ánanias óivað koyrdur úr Laðangarði.

 

Einaferð seinni var Ánanias komin til Sumbiar í dans. Dansað varð í Laðangarði. So er sagt, at Tummas í Hørg, Laðangarðsbóndin, (og ikki Símun í Hørg, sum Jakob Jakobsen sigur) skuldi yrkja táttin, meðan hann dansaði. Ánanias var eisini á gólvinum, tí sum siður var, tá ein táttur var kvøðin fyrstu ferð, bleiv hann, ið yrkt var um, lokkaður upp at dansa millum tveir sterkar menn, og mátti so dansa við, til kvøðið var at enda.“

 

Poul F. er samdur við Jákup doktara, at Ánanias var úr Porkeri, føddur út ímóti 1700.

 

Og her kemur tátturin:

 

ÁNANIASAR TÁTTUR

 

Fyrri táttur:

 

1. Viljið tær nú lýða

mínum orðum á,

hvussu mær og Ánaniasi

okkum hevur borist á.

 

Skulum á mjúkum armi sova,

ljósið leikar runnið,

lystig var tann liljan,

eg væl unni.

 

2. Eg mundi smogið meg

fastan í eitt glopp,

men Ánanias mundi brent seg

og sína móður upp.

 

3. Tað er so mong ein vøn jomfrú

eitt steinfat hevur brotið,

men eingin hevur sum Ánanias

sína móður skotið.

 

4. Systir hans var flongd í fjør,

fyri hon breyt eitt fat,

men Ánanias slapp í ár,

tó verri bar hann seg at.

 

5. Ánanias fór sær

til Havnar fróur

at keypa eina byrsu

hartil krút og lóður.

 

6. Ánanias fór sær

norður um fjørð

at keypa eina byrsu

fyri móður sína jørð.

 

7. Tríggjar hevði hann

byrsurnar í vali,

jørðina setti hann fyri eina

vesturi í Gásadali.

 

8. Móður sína jørð

í pant hann setir:

“Við hesi somu byrsu

eg føði meg í vetur.

 

9. Hvørt eitt skip

til Vágs vil herja,

tað skal eg við

míni byrsu verja.

 

10. Tá ið eg fari mær

har út í Kinn,

tá skal einki

skipið tora inn.

 

11. Tá ið eg fari mær

har út í Vika,

tá skulu teir toppseglið

fyri mær strika.

 

12. Vilja teir ikki toppseglini

fyri mær strika,

tá skulu teir fáa

annað at vita.

 

13. Tá ið eg leggi meg

til at grunda,

skotini skulu

í homrunum rumla.

 

14. Tá ið eg skjóti

undir Gjørðaveggi,

kúlan skal fara suður um fjørð

beint á garðin á Bergi.

 

15. Tá ið eg leggi meg

niður at skjóta,

mastrarnar og seglini

skulu fyri borð róta.

 

16. Tá skal eg skattin

av skipunum taka,

tá skal eg tubbakið

undir meg raka.

 

17. Tá skal eg fáa

alt hvat eg vil,

eingilskmenn og hálendingar

skulu seta til.“

 

18. Ánanias hann vildi

havt meiri prál,

hann segði, hann vildi

verið korpurál.

 

19. Hann segði, hann vildi

korpurálur verið sær,

og borið eina korðu

við sítt lær.

 

20. Meðan hann hevði

hesi stóru orð,

tá sat hann omanfyri

eingilskmanna borð.

 

21. Hetta tókti Rólvi

einki at vera gott.

“Hoyr tú tað, mín Ánanias,

tú fært av byrsuni spott.“

 

22. Hetta fell øllum

so væl í lag,

hann koyrdi til Suðuroyar

mikkjalsmessudag.

 

23. Hann gekk sær upp á

Hellistanga,

byrsuna legði hann

longst við sín vanga.

 

24. Hann legði sína byrsu

longst við sín vanga,

Larvas við Neystum

mundi móti honum ganga.

 

25. Larvas við Neystum

mundi móti honum ganga:

“Hoyr tú tað, mín Ánanias,

hvar hevur tú byrsuna fangað?“

 

26. “Visti tú ikki ørindini,

eg hevði norð um fjørð,

at keypa mær eina byrsu

fyri móður mína jørð.

 

27. Hesa mundi eg keypa

av trimum, eg hevði í vali,

jørðina setti eg í pant

vesturi í Gásadali.

 

28. Larvas hann svaraði

honum upp á spott:

“Hoyr tú tað, mín Ánanias,

tú fekst keypið gott.“

 

29. Hetta tókti Ánaniasi

ikki vera gott,

síðan bað hann Larvasi:

„Góða nátt.“

 

30. Ánanias legði byrsuna

á sítt bak,

møtti hann sínum sæla bróður,

teir kalla hann Jákup rak.

 

31. “Góðan dag, mín bróðir,

Jákup rak,

eg havi keypt eina byrsu,

eg beri hana á mítt bak.“

 

32. Jákup svaraði

honum upp á spott:

“Av hasi somu byrsu

manst tú fáa tátt.“

 

33. Hetta tókti Ánaniasi

ikki vera gott,

síðan bað hann Jákupi:

“Góða nátt.“

 

34. Ánanias legði byrsuna

við sín vanga,

so mundi hann

móti Porkeri ganga.

 

35. Tá ið hann kom á

Trongisvágs á,

tá tók regnið

at díkja á.

 

36. Tá ið hann kom har

suður í Buga,

tá var alt krútið

saman knuðað.

 

37. Ánanias oman eftir

Hálsinum fór,

beint í Egilstrøð

helt hann kós.

 

38. Beint í Egilstrøð

helt hann kós,

úti hans sæla móðir

fyri honum stóð.

 

39. “Góðan dag,

mín sæla móðir,

eg havi keypt eina byrsu

og bæði krút og lóður.“

 

40. Tá svaraði móðir hans,

strýkur hár frá enni:

“Hoyr tú tað, mín lítli son,

Gud gevi tær lukku við henni.“

 

41. Enntá mælti móðir hans,

sló alt upp í gleim:

“Hoyr tú tað, mín Ánanias,

ver vælkomin heim.“

 

42. “Hesa hevði eg við mær

av øllum, ið vóru í vali,

jørðina setti eg í pant

vesturi í Gásadali.

 

43. Hesa hevði eg við mær

teim skipunum at granda,

slíkur hevur eingin skjúttari

verið í Føroya landi.“

 

44. Tá svaraði móðir hans,

sá ta byrsu bjarta:

“Á góðari stund tá bar eg teg

undir mínum hjarta.

 

45. Tú skalt mín forsjónari vera,

so leingi eg man liva,

eg havi ei verið glaðari

á allari míni ævi.“

 

46. Tá ið Ánanias brestir seg

og sigur móður frá,

alt tað fólk í Eystrum

kom at lýða á.

 

47. “Hoyr tú tað nú móðir mín,

nú vil eg siga tær satt,

eg havi farið so illa av stað,

at krútið er vorðið vátt.“

 

48. Loysir hann krút frá byrsu sær

tekur til bond at greiða,

hon stóð sjálv og sá hará,

so gott tókti móðir at eiga.

 

49. Ánanias kallar

sína móður Lurku:

“Tú skalt standa og hyggja at,

meðan eg fari krút at turka.“

 

50. Tí svaraði móðir hans,

hon vildi tí einki trúgva:

“At tú kanst at turka krút,

tað manst tú fyri mær ljúgva.“

 

51. “Ánanias hann heldur

á einum roði:

“Hevur tú nakað hoyrt til mín,

at eg havi nakað logið?“

 

52. Ánanias tekur

sína móður í favn:

“Visti tú ikki, eg tænti hjá

einum meistara norðuri í Havn.“

 

53. Ánanias svaraði

so fyri seg:

“Hetta lærdi Hanus

Baltsar meg.“

 

54. “Einki skoyti eg, hvat tú sigur,

tú rósar av lærdómi tínum,

ilt man berast til í dag,

tað kenni eg á holdi mínum.“

 

55. Ánanias er í

hondum eitt skjálg,

stendur og flysur hetta krút,

sum tú skert niður tálg.

 

56. Tá ið hon sá hetta krút,

sum var so knuðað saman,

tað er mær av sonnum sagt,

tá fell hennar gaman.

 

57. Ánanias tykist

at hava veldi,

koyrir krút í pottin

og heingir upp yvir eldin.

 

58. Móðir hansara strýkur

sær um sín maga:

“Hoyr tú tað, mín Ánanias,

ger nú ongan skaða.“

 

59. “So skal eg turka hetta krút,

og tað skal frættast víða.“

Stendur framman fyri pott og gleivar,

báðar hendur í síðu.

 

60. Verði nú tað, sum Rólvur segði,

so verður alt umsunst.

Setir nú sneis í pottin niður:

“Nú skal eg vísa mín kunst.“

 

61. Ánanias rundan um

grúgvuna man pjaka,

birtir upp undir við sneisini,

niður í pott at raka.

 

62. Ánanias rundan um

grúgvuna man strúka,

neistarnir úr sneisini

teir niður í pottin fúka.

 

63. Móðir hansara ræðist,

býðst at leypa av stað:

“Hav nú frið, tú Ánanias,

tað verður ein dagur í dag.“

 

64. Ánanias meinti, at

hann skuldi standa fast,

hann var leysur frá jørðini,

tá krút í potti brast.

 

65. Ikki fekk Ánanias

av at vita,

fyrr enn krútið hevði hann

líka javnt við bitan.

 

66. Ikki visti Ánanias

av fyrr enn tá,

hann fór undan, roykurin eftir,

login aftaná.

 

67. Eingin visti av,

hvar ið Ánanias fór,

fyrr enn hann kom tumblandi

í ein kálvaflór.

 

68. Móðir hans krýpur

sær út á gátt,

tá var myrkt í húsinum,

sum tað hevði verið nátt.

 

69. Tá var myrkt í húsinum,

tekur til at lýsa,

hoyrir hon til Ánanias,

hvar ið hann man snýsa.

 

70. Móðir hansar sær

yvir á hans maga,

báðar hendur um hann tók

og upp úr flóri at draga.

 

71. Móðir hansara smyr honum

runu upp á fingur,

Ánanias illa gevur seg,

tað bæði nítur og stingur.

 

72. Móðir hansara smyr

upp á hann runu,

systirin dansar í køstinum

sum tóvarakona í tunnu.

 

73. So var hann Ánanias

sárur av tí ekka,

rópini hoyrdust úr Eystrum

og út á Gjørðabrekku.

 

74. So var hann Ánanias

sárur av tí sviða,

tað var eingin í Porkeri,

hann fekk til at tiga.

 

75. Niklas við Á bæði grimur og vreiður,

kastar aftur hurð:

“Ilt so hevur tú verkið vunnið,

síðan tú komst norðan um fjørð.“

 

76. Niklas við Á bæði grimur og vreiður,

vríggjar hann sínar hendur:

“Systir tín og kona mín,

tær eru báðar brendar.“

 

77. Niklas við Á bæði grimur og vreiður,

tað av miklari tót:

“So er Ánanias illa brendur

at ikki stendst til bót.“

 

78. Niklas við Á bæði grimur og vreiður,

illa mundi hann larma:

“Hevði eingin brent uttan tú,

so fáur mundi teg harma.“

 

79. Ánanias oman eftir

Kelduni gongur,

húðin øll á nøsini

niður fyri munnin hongur.

 

80. Húðin øll á nøsini

niður fyri munnin hongur:

“Ey eya meg, eg misti teg,

mín góði handverksdrongur.

 

81. Harm tykist mær at síggja teg,

tí man mítt hjarta svíða,

hvørt illa tú fór við tínum hondum,

so væl tú kundi smíða.“

 

82. Hann kundi ei av spóni taka,

meðan hann var í vanda,

góvu teir honum av pípuleggi,

sum tú gevur lambi.

 

Annar táttur:

 

83. Nú skulum vær taka

upp annan tátt,

síðan skulum vær Ánanias

væl sita um sátt.

 

84. “Hoyr tú tað nú, gumma mín,

tú lána mær klút um háls,

eg fari mær til Porkeris

finna Ánanias til máls.”

 

85. Símun, hann hevur

so ónt í sínum sinni,

tað var úti í Gjørðum,

har mundu báðir finnast.

 

86. Ánanias hann leggur seg

fram á ein garð,

ikki vildi Símun biðja

honum góðan dag.

 

87. “Hesin sami, her

liggur tubbakið og tyggir,

djarvur er hann í sær,

hann upp á meg hyggur.

 

88. Líkari var tær, Ánanias,

at yrkt um meg nakað annað,

enn míni børn nú skuldu hava

etið skarvagarnar.

 

89. Tú segði, eg skuldi liggja

í gloprinum og hylkja,

bæði krákur og ravnar skuldu

uttan um meg flykkjast.

 

90. Tú segði, at eg helt á

eini skarvstá,

tá skuldi andin

ganga mær ífrá.

 

91. Tú segði tað, at steinurin

skuldi mínum brósti meina,

tá skuldi sálin siga mær,

hvat títt var í øðrum heimi.

 

92. Hvat sum eg havi grátið

í allan henda vetur,

hann verður ikki betur staddur,

ið síðari grætur.

 

93. So mundi eg liva

sum eg hevði verið móður,

hevði ikki Niklas tikið á meg,

so hevði eg verið óður.

 

94. Tað segði Niklas,

har sum vit sótu,

bað meg einki skoyta,

men yrkja aftur ímóti.

 

95. Eg honum svaraði

upp á mín sann,

eg skal so gera

tín danimann.

 

96. Tað fyrsta, sum eg hoyrdi,

at tú var brendur,

tá helt eg saman

báðar mínar hendur.

 

97. Helt eg mínar hendur

saman upp yvir meg,

takkaði Harranum stórliga,

sum hartaði teg fyri meg.

 

98. Eg bað mína gummu,

hon skuldi siga satt,

hvaðan hon hevði

hesi tíðindi frætt.

 

99. Gumma, hon bað

so víkjandi sær:

Peturin í Toftum

hann segði tey tíðindi mær.

 

100. Tað segði hann Peturin

vestan Brunn,

at tú hevði kolað teg

bæði um hond og munn.

 

101. Tað segði hann Peturin,

tá var hann har inni,

at tú kolaði ullina

uttan av tínum skinni.

 

102. Tá ið tú lá í Eystru mýru,

til at tú varð kaldur,

mundi tú brent tvær deyvar konur,

sum vóru væl við aldur.

 

103. Trý máttu liggja oman á tær,

so rópar tú teg øran,

tú var ikki so rappkjaftaður,

tá oyruni stóðu í bløðru.“

 

104. “Hoyr tú tað, mín Símun,

kenn mær ei meir enn um hálvt,

tað vóru teir Nesdreingir,

ið tað voldu alt.“

 

105. Ánanias hyggur oman,

vendir sær um hálvur,

Símun rangar munninum

og eftir honum gálvar.

 

106. Ánanias rætti Símun

tubbakið fram við síðu,

settust báðir á jørðina niður,

gjørdust nú so blíðir.

 

107. “Vit hava verið óvinir

eina lítla stund,

nú skulu vit vera vinir báðir

rætt av hjartans grund.“

 

108. Ánanias býður Símuni

sær fyriláta,

settust báðir á jørðina niður,

fóru nú til at gráta.

 

109. “So vil eg

fyriláta tær,

sum eg vil á dóminum,

Gud skal fyrigeva mær.“

 

110. Ánanias hann

upp á Símun hyggur:

“Nær skalt tú nú

suður fara, longu?“

 

111. Símun svarar

og svør á síni trú,

at eg fari suður

rætt líka nú.

 

112. Símun loypur á føtur

og sleingir á seg posa:

„Hoyr tú tað, mín Ánanias,

tú ver nú himmiríkis kosin.“

 

113. Ánanias loypur upp á føtur

kyssir hann á munn:

“Heilsa suður børnunum

og gloym ikki tína gummu.“

 

114. Ánanias tekur Símun

undir Gjørðaveggi,

leggur hann undir høku á sær

og strýkur honum um skeggið.

 

115. “Hoyr tú tað, tú Ánanias,

mær tykir einki betri enn hetta:

Tú er søtur og mjúkur um munn,

sum tú hevði verið genta.“

 

116. Hann sum har hevði sæð uppá,

hann tókti tað vera stórt gaman,

tað var fult í tógva tímar,

munnarnir lógu saman.

 

117. So leingi kystust báðir teir,

til hvørgin kundi snakka,

hendurnar hildu teir

um hvønn annans nakka.

 

118. So langt sum hvør

til annan sá,

fyri hvørjum øðrum

neyaðu teir tá.

 

119. Ánanias stendur á Gjørðabrekku,

gerst í beinum gleivur:

“Signaður veri kallurin,

ið aftur um Leitið sneiðir.“

 

Ein táttur um ein fávitskutan stavn, sum av vansketni er um at forkoma móður síni. Soleiðis hevur vanliga verið sagt og skrivað um “Ánaniasar tátt“, men her eru onnur brigdi í, sum vanliga ikki hava verið havd á munni.

 

Eitt tað eyðsýndasta er endin á táttinum, sum væl kann lesast sum spottglósa til tveir menn, sum eru betri hvør við annan, enn mannfólk vanliga eru.

 

Og lesa vit hesi ørindini - frá 112 til 119 - soleiðis, og samstundis hugsa um, hvussu bæði høgur og lágur í Føroyum í dag, bæði politikarar og prestar, fara við spurninginum um tey samkyndu, tá er skjótt at staðfesta, at vit eru komin stutt, bera vit okkum saman við táttayrkjaran, sum livdi um miðja 18. øld.

 

*

Ein høvuðstátturin, sum altíð verður nevndur, tá ið eldri føroysk táttayrking verður havd á máli, er “Brókartáttur“, sum Jógvan Mikkjalsson úr Leynum yrkti. Vit vita, at Jógvan doyði í 1757. Hann hevði starv við kongliga handilin í Havn og verður ofta nevndur í tingbókunum sum lógarkønur maður.

 

“Brókartáttur“ er nr. 193 í “Føroya kvæðum“ og har prentaður í fýra brigdum millum 45 og 54 ørindi. A er eftir Svabo, B er Fugloyarbók, C ein samanrenning millum tekstir hjá V.U. Hammershaimb og Jakob Jakobsen og D er eftir H.C. Lyngbye.

 

Tátturin sigur frá einum útróðrardegi hjá kvívíkingum, og spott verður rikið við einari ónyttu, Jóannes Niklasson, eyknevndur Brókin, sum ger sær fyri skommum millum rættar menn.

 

Fyrstu fimm ørindini eru ein inngangur, har yrkjarin vendir sær til tey, ið lýða á, og síðan dregur fram persónarnar í táttinum.

 

BRÓKARTÁTTUR

 

1. Gevið ljóð og lýðið á,

fallið ei í fátt,

meðan eg gangi upp á gólv

at kvøða Brókar tátt.

 

Út at rógva fór Jóannes,

tað var ei til dans,

gitið man vera, meðan Kvívík stendur

flundrutak hans.

 

2. Jógvan vaknar í síni song

morgun ein so snimma:

“Nú lystir meg á sjógvin út

og ikki at standa og spinna.“

 

3. Allar vekir hann bátsmenninar

undir Hellulon,

síðst fór hann í Húsið út

til Jóannes Niklasson.

 

4. Tað var Jógvan Tummasson,

hann tekur til orða svá:

“Statt upp Jóannes Niklasson,

tak sjókappan uppá.“

 

5. Svaraði Jóannes Niklasson,

tí lítil var í honum dugur:

“Tað eg fari á sjógvin út,

tað er av lítlum huga.“

 

Vit hoyra nú um høvuðspersón okkara, hvussu hann ger seg til reiðar, og longu her kemur persónslýsing - táttunum so lík - fyri: Hann er út av lagi pjakutur, tó erpin, men sum vera man, hendir óhapp honum, tá ið hann leitar til báts.

 

6. Jóannes setist upp undir seg,

títt við hondum pjakar,

rætt sum eggsjúk høna,

runt í reiðri rakar.

 

7. Hálva økt hann klæddi seg,

so er sagt ífrá,

so gekk hann frá síni song

fyri grúgvustein at stá.

 

8. Jóannes krevur sín morgunmat,

lágur er hann í beini,

so driftir hann sítt stúkuvel

sum steinstólpa á steini.

 

9. Kristin liggur í síni song,

hoyrir Jóannes gongur:

“Ger mær ikki eldsløkking,

tú, hin grái drongur!“

 

10. Tað var Jóannes Niklasson,

hann tekur til orða svá:

“Eg taki brand av árni út,

tað stendst hvat av, ið má.

 

11. Eg taki brand av árni út,

tað stendst hvat av, ið má,

eg tori fáa gloypibita,

Brókina omaná.“

 

12. Morgunmatin í vinstru,

brandin í høgru hond,

so gongur Jóannes Niklasson

niður til sjóvarstrond.

 

13. Tá ið hann kom í urðina oman,

fekk hann veiðifall,

føturnar í veðrið,

nakkin í helluna small.

 

14. Tað var Jógvan Tummasson,

hann aftur um seg hyggur:

“Hvat er hatta fyri ómenni,

sum niðri á lunni liggur?“

 

15. Tá tú fert á sjógvin út,

tað er av lítlum huga,

betri var tær í urðini

við taraleypi at tuga.

 

16. Tað tú fert á sjógvin út,

tað er sum eitt eiti,

betri var tær í urðini

undir taraleypi at tveita.“

 

Teir draga nú bát, rógva á fiskileið, egna, kasta, ræsa, heinta og fíla. Ein flundra kennir snørið hjá Jóannesi og tekur.

 

17. So leikar teirra bátur á lunni

sum leysur knívur í skafti,

Jóannes var í urðini kvikur

rætt sum kúgv í hafti.

 

18. Drógu bát eftir urðini oman

eftir fornum vana,

Jóannes var í urðini kvikur

rætt sum dreivaður hani.

 

19. Settu teir hann í bátin inn

í rúm í stýriborð,

so situr Jóannes Niklasson,

hann talaði ikki eitt orð.

 

20. Rógva teir út um Túgvurnar,

besta mið man vera,

allir setast Hellumenn

flundruagn at skera.

 

21. Allir teir, á bátinum vóru,

egndu fyri kalva

uttan Jóannes Niklasson,

hann egndi fyri seg sjálvan.

 

22. Tað var Jóannes Niklasson,

hann tekur til orða svá:

“Eg vil hava ein sterkan krók,

sum eg kann líta á.

 

23. Eg vil hava ein sterkan krók

for uttan nakað kjak,

eg havi droymt ein dreym í nátt

betýðir eitt ódnartak.“

 

24. Bindur nú ongul og stein tilsaman

alt í einum vasa,

kastaði so fyri borðið út

niður á botn at ræsa.

 

25. Flundran eftir botni gongur

við sínum maga svanga,

sær hon hesar fiskikrókar

sær fyri eygum hanga.

 

26. “Hetta munnu vera so raskir menn,

hesar krókar draga,

komi eg mær í holt við teir,

so komi eg mær at skaða.

 

27. Hetta munnu vera so raskir menn,

ið hesar krókar halda,

komi eg mær í holt við teir,

so komi eg mær í vanda.“

 

28. Tá ið hon kom at Brókar króki

fullvæl hon hann kendi:

“Hetta man vera eitt ómenni,

sum heldur um henda enda.

 

29. Eg skal taka henda krók,

stendst hvat av, ið má,

eg tori at taka gloypibitan,

Brókina omaná.“

 

Jóannes hevur nú sett fast í kalva. Hann er í svárari neyð, biður um hjálp og lovar jørð í Mykinesi afturfyri. Maður kemur honum til hjálpar, og flundran verður drigin inn í bátin:

 

30. Fyrsta takið flundran tók,

fast hon á hann strongdi,

kvartalið av vørrini

niður á bringu hongdi.

 

31. Annað takið flundran tók,

fast hon á hann tandi,

rykti hálvan uttanborð

og knøini móti bandi.

 

32. Triðja takið flundran tók,

fast hon á hann seig,

hendurnar í sjógvin fóru,

búkur á stokki reið.

 

33. Jóannes liggur á stokkinum

rópar av stórari neyð:

“Hjálp mær, Jógvan Tummasson,

hetta verður mín deyð.“

 

34. Jóannes liggur á stokkinum,

so man muður mæla:

“Hjálp mær Jógvan Tummasson,

eg skal tær væl betala.

 

35. Fært tú ikki silvurpening

til tess virði full,

eg eigi jørð í Mykinesi,

betri enn reyðargull.

 

36. Eg eigi jørð í Mykinesi,

innan og uttan garða,

har hanga eingir lepar við

uttan Nielsi túmarks par.

 

37. Hon kann fóðra neyt og seyð,

oksar og so hestar,

grásúlan í Hólminum

hon man vera tann besta.

 

38. Kópurin undir oynni liggur,

lundin flýgur í ring,

grásúlan í Hólminum

hon kann lýsi bringa.“

 

39. Tað var Jógvan Tummasson

snarliga hann sær vendi,

so var hann í hondum sterkur,

hann fekk um Brókar enda.

 

40. Tveittu teir hann í eysrúm niður

tóktist fáa lætta,

so glógva eygu í heysi hans

sum í nøkrum katti.

 

41. Jóannes liggur i rúminum,

glaður í hjartarøtur,

flundran var komin undir høgg,

áðrenn hann kom á føtur.

 

42. Jógvan dró ta flundru upp,

tann hin nýti drongur:

“Hoyr tú Pætur Niklasson,

sit nú ikki longur.“

 

43. Pætur treiv um sóknarjarn,

aftur eftir báti gongur:

“Hav nú kleppin til reiðar,

tú hin grái drongur.“

 

44. Fyrsta høgg var væl høgt,

tað høgdi hann Pætur,

Jóannes skuldi høgga til,

men tá kom kleppurin flatur.

 

45. Tóku teir flundru í bátin inn,

í hvørjum spreki knarkar,

Jóannes sporl undir oyra fekk,

so hann fleyg aftur í barka.

 

Jóannes lønar nú flundruni og tekur lívið av henni. Teir fara aftur til árar, og so er hesin útróðrardagurin at enda komin:

 

46. Jóannes liggur í barkanum,

strýkur sær um enni:

“Skaðafiskur vart tú mær,

bæði í fyrst og enda.“

 

47. Jóannes tekur sín telgimudd,

stingur í kalvamønu:

“Fyrr tú vildi deyða meg,

nú skal eg tær løna.“

 

48. Flundrurnar um Túgvurnar

eru ikki mjúkar at strúka,

hvør ið kemur í holt við tær,

hann má lívið lúka.

 

49. Saktans hava vit leingi

úti á sjónum hingið,

førum nú aftur til landanna

við tí, vit hava fingið.

 

50. Kvøðið havi eg kvæði mítt,

nú er aftur at venda,

hetta kalla tey Brókartátt,

ið nú er komin at enda.

 

Soleiðis hevur í nú okkurt um 250 ár verið kvøðið um tveir serlingar, ávikavist úr Porkeri og Kvívík. Og vit, sum kvøðið hava, munnu mangan hava hugsað um, hvussu slíkt samfelag, ið skapað hevur skaldskap av slíkum slag, man hava verið at liva í.

 

Og hóast mong bæði tá og seinni hava stuttleikað sær á gólvi við hesum táttum, so man lítið vera at ivast í, at ikki var - í veruleikanum - altíð stuttligt at vera Ánanias úr Egilstrøð í Porkeri ella Jóannes Niklasson úr Kvívík, Brókin eyknevndur.