Skip to main content

Tveir politiskir tættir

 

Tá ið politiski pallurin í 1906 klovnaði sundur í ein sjálvstýrispart og ein sambandspart, var tað so skjótt, at táttaskaldskapur kom á prent sum liður í toganini millum hesar politisku áskoðanirnar. Og her taka vit fram tveir tættir, sum munnu vera teir lívsseigastu av hesum slagnum - enn eru teir javnan at hoyra á gólvi.

 

Báðir eru yrktir í sambandi við eitt fólkatingsval, ið varð hildið í mai mánaði í 1915. Teir eru báðir prentaðir í útgávuni “Politiskir táttar“, sum Jóannes bóndi greiddi til prentingar í fýra smáum heftum 1916-17.

 

Fólkatingsvalið, ið umrøtt verður, kom heldur óvart á. Í mars í 1915 komu politisku flokkarnir í Danmark ásamt um grundlógarbroytingar, sum høvdu við sær, at onkavælrættindi til landstingið skuldi avtakast og kvinnur fáa valrætt. Valrættaraldurin til fólkatingið, ið var 30 ár, skuldi so við og við lækkast niður í 25 ár gjøgnum sekstan ár, og valrættaraldurin til landstingið setast til 35 ár.

 

Tá ið grundlógarbroytingarnar vóru samtyktar, mátti ríkisdagurin upploysast og uppskotið aftur samtykkjast á nývaldum ríkisdegi fyri at koma endaliga í gildi. So seint sum 24. apríl var kunngjørt, at fólkatingsval skuldi vera í Føroyum 12. mai.

 

Hesi umrøddu mál vóru eingi stórmál Føroyum viðvíkjandi, tí - og eisini tí at skotbráið var so stutt - mundi eingin vænta nakra valorrustu, og valdi fólkatingsmaðurin, Andras Samuelsen, sum umboðaði Sambandsflokkin, sat tryggur í Keypmannahavn. Men so hendi tað, at Sjálvstýrisflokkurin fekk unga løgfrøðingin av Tvøroyri, Edvard Mortensen, seinni Mitens, at stilla upp sum mótvalevni. Hetta varð kunngjørt í bæði “Tingakrossi“ og “Dimmalætting“ 5. mai. Edvard Mortensen fór at ferðast runt at halda veljarafundir, og tá kom fjáltur á sambandsmenn, og teir sendu boð til Keypmannahavnar eftir Andrasi Samuelsen, men ferðalíkindini vóru ikki so góð tá sum nú, og skuldi hann brúka regluliga ferðasambandið, kom hann ikki vegin fram til valdagin. So varð tikið til onnur ráð: “Ja, Andras steig í eldvognin, og tað var í ein hast“, kvøða vit í táttinum og sipa til, at Andras við toki fór úr Keypmannahavn til Noregs, men tá ið hann kom til Bergen var, sum yrkjarin sigur, “einki far til at fáa yvir um fjørð“. Nú mátti takast til heldur óvanlig ráð, tá ið borið varð so í band, at danska verjuskipið, „Islands Falk“, sum var statt í sjóverjuørindum undir Íslandi, skuldi fara til Bergen eftir Andrasi og hinum sambandsmanninum, Olivur Effersøe, ið var landstingsumboð føroyinga. Teir fóru úr Bergen 8. mai.

Hetta, at danska hervaldið mátti koma sambandsmonnum til hjálpar, kom ikki illa við í valstríði sjálvstýrismanna, og 11. mai, dagin fyri valdagin, finna vit so táttin “Falkaríman“, sum viðger hesi viðurskifti, á prenti í “Tingakrossi“. Yrkjarin skrivar seg X.

 

FALKARÍMAN

 

Lag: “O, Havnin o, Havnin...“.

 

1. Á Danimarks fløtum og í Havnar kongaborg,

ja, sama inni á Nesi var friður og eingin sorg.

Og allir Føroya harrar seg uggaðu við tað,

at Andras slap at sita við frið í sama stað.

 

2. Tá komu norður um fjørð so dáttlig eini boð,

tá hvukku Føroya harrar, so har fór alt á flog;

teir brendu boð til Andras, so hart gekk fjáltur á

at skunda sær til Føroya at leggja doyin á.

 

3. Og Andras leyp í eldvognin, tað var alt í ein hast,

at hann kom sær til Bergen, men nú stóð skorðað fast,

har var einki far til at fáa yvir um fjørð -

so visti hann ei, hvar hann var, í himli ella jørð.

 

4. Eitt neyðarróp so eymkiligt tá fleyg um hav og fjøll,

so Neslíð stóð í skriðum, og kyk gekk kongsins høll,

og “Dimma“ stóð í loga, alt vóð í trøllagleim,

hann liggur fastur í Bergen, hann sleppur ikki heim.

 

5. Ein góður, gamal siður tað var at keypa ross,

og hesir høgu harrar vóru heldur eingi kloss;

teir strongdu boð til “Falkin“, alt fór so eftir vild,

at skunda sær til Bergen og har at keypa sild.

 

6. Í Íslandi er “Falkurin“, tá hann fær hesi boð,

brátt løðir hann kanónirnar, og tað var sum eitt flog,

hann legði út av Reykjavík, tá brakaði hvør spong;

hann kolar bæði nátt og dag at heinta dýran fong.

 

7. So mong ein føgur snekkja fyrr gisti á Bergens vág,

men norðmenn úti á Norðnesi nú allir undrast á,

at hagar kemur herskip við Dannibrók á stong

at keypa sild? - tey tíðindi, tey munnu vera rong.

 

8. Nei, har var einki sildakeyp, tó Føroyum trýtur agn,

tað sóu teir á Andrasi, tað var til annað gagn,

at “Falkurin“ var komin, tað galt at redda nú

tað embætsmannavaldið í Føroyum átti bú.

 

9. Nú stendur tað í vága tað embætismannavald,

og Andras hann er kletturin, sum gevur teimum hald,

og gleppur tað av honum, fær fólkið aftur ráð,

tí má kostast henda “Falka“ferð, tað stendst hvat av, ið má!

 

10. Og Andras steig um “Falka“borð, og fróur var hann tá,

men fróari vóru harrarnir, tá “Falkur“ á vágni lá.

Einar 6000 krónur sigst at kosta henda ferð,

men nú er Andras komin, nú hava teir hann her.

 

11. 6000 at spandera fyri embætismannamakt,

tað líkist skili í Føroyum, sum fyrr er frá sagt.

Teir spara til einkjuna, so neyðstødd hon er,

men sína makt at lívga — tá einki óført er.

 

Valið gjørdist sera javnt, men sjálvstýrismaðurin Edvard Mortensen varð valdur við 758 atkvøðum móti teimum 668, ið Andras Samuelsen fekk.

 

Nakað eftir finna vit í “Tingakrossi“ táttin “Sambandsfall“, sum er eitt sigurskvæði sjálvstýrismanna.

 

SAMBANDSFALL

 

1. Stigafjall rópti til Tunglifjall:

Hoyrdi tú ikki, at “sambandið“ small?

Tað dundi í Fuglafirði.

Ein svartur veðrur á sjógvin leyp,

ein annar inn undir seingina kreyp,

so hátt mettist sambandsins virði.

 

2. Ein bøllutur harri á gumpin datt

og kleimdi sín nýstrokna hermans hatt,

mestan lorgnettin var klovnað.

Nakkin tók í ein gluggakarm,

har mundi hann brotið bæði dintil og arm,

og reyvin var blá og hovnað.

 

3. Ein annar streyk um sítt krákunev:

“Nu kniber det nok for Mikkel Ræv!

Med sorgen og klagen hold måde“.

Sebbi ørur í garðinum sprakk:

“Gid fanden tage det forbandede pak,

nu stander jo landet i våde“.

 

4. Prestakjóla sín dálkaði ein,

Katrin sum rotta í holuni hvein;

eitt køkufat fór í smildur.

Ringt var at kóka til sambandsmenn.

Hon gav teimum kaffi og te í senn,

og ikki var Ólavur mildur.

 

5. Ein reyður maður í Vágum stóð,

hann hevði fyrr kvøðið sjálvstýrisljóð,

men hevði tó sleikt teimum stóru.

Tíggjumannafarið mannaði hann

og hevði seg sjálvan til tíggjundamann,

so búnir á valg teir fóru.

 

6. Slíkur var standur, tá ið sambandið fall.

Flennir tú ikki, Tunglifjall,

og lesur tú ikki í „Krossi“.

Stóra bónda og Regin í Líð

teimum gerast eyguni findarblíð.

Nú fletta teir sambandsrossið.

 

7. Tunglifjall treiv í eitt heglingsæl

og kveitti so yvir á Oknadal:

Enn finnast frægir her á landi.

Tað vardi meg altíð, eg visti tað væl,

teir fóru í brekku og settu sín hæl

og kvettu tað vanlukku bandið!

 

(19.mai 1915)

 

Hóast einki navn stóð undir táttinum, tá ið hann á fyrsta sinni kom á prent, so vil so væl til, at vit aðrar vegir kunnu avdúka, hvør ið yrkjarin var: Hans Andrias Djurhuus, sum um hetta mundið var lærari í Sandavági.

 

Í nøkrum minnismyndum í Varðanum 47, hft. 3-4, 1980, hevur Petur Heinesen á Lofti í Sandavági hesa frásøgn:

 

“Hann (t.e. H.A.Djurhuus) hevði einar merkiliga góðar gávur at yrkja, har sum hann var staddur, bara hann fekk okkurt, ið hevði hansara áhuga. Eg kann minnast, at eg stóð og tjøraði ein bát norðuri á Oyri. Nú kemur hann til mín og sigur:

 

“Á, Jesus, sum eg eri keddur“.

 

“Hvat feilar nú?“ spyrji eg.

 

“Eg veit ikki“, svarar hann.

 

So sigi eg: “Hví yrkir tú ikki?“

 

“Hvat skal eg yrkja?“ svarar hann.

 

“Yrk um valgið, ið nýliga er farið fram!“

 

Sjálvstýrið hevði havt stóra framgongd við valið.

 

Hann setur seg á ein planka, har liggur, armarnar niður á knøini og hyggur fram eftir rommum. So byrjar hann, sum hann situr: “Stiðjafjall rópar á Tungulíðfjall“ o.s.fr. Hann yrkti allan táttin, sum hann sat. Nú ið liðugt er, sigur hann við meg: Tú, hatta var gott. Latið okkum fara heim beinanvegin at skriva tað av. Vit so heim í Reyðustovu at skriva av. Niðriundir varð skrivað: “Kanst tú brúka hetta? H.A.“ Koyrt varð í brævbjálva og sent Kristini í Geil. Eg haldi ikki, at tímin var gingin frá tí, hann byrjaði at yrkja, inntil brævið var í bjálvanum. Tá var gott lag á manni“.

 

Fyri hann, ið bara lesur táttin - og so ikki meir - man mangt gátuført vera. Tilsipingar eru av ymsum slag, og persónsnøvnini munnu ikki siga nútíðarlesaranum so nógv. Tí verða her settar upp nakrar viðmerkingar ørindi fyri ørindi. Høvuðsheimild mín er John Davidsen, fyrrverandi lærari í Havn:

 

1. ør. Á fólkatingsvalinum 12. mai 1915 fall, sum longu nevnt, sambandsmaðurin Andras Samuelsen. Andras fekk 668 atkvøður, meðan sjálvstýrismaðurin Edvard Mitens varð valdur við 758 atkvøðum. Tí hoyrist sambandssmellurin serliga í Fuglafirði, har ið Andras búði sum Eysturoyar sýslumaður. Samuelsenættin var døkkholdað og dimmhærd - og ofta varð tosað um svartasta samband.

 

2. ør. Sipað verður til Svenning Rytter, ið var amtmaður í Føroyum 1911-1918. Honum mundi tað koma illa við, at Sambandið misti sítt umboð á fólkatingi.

 

3. ør. Reglurnar 1-3 sipa til Poul Jensen (1868- 1940), ið var fyrstilærari í Realskúlanum 1897-1939. Hann var ættaður úr Trongisvági. - Reglurnar 4-6 sipa til Oluf Skaalum (1881-1948), ið var lærari í Realskúlanum 1903-1918. Hann var ættaður úr Hvalba og var blaðstjóri á Dimmalætting 1905-1918. Báðir vóru trúgvir stuðlar Sambandsfloksins í Havn um hetta mundið.

 

4. ør. Hann, ið dálkaði prestakjóla sín, var Absalon Joensen (1872-1950). Hann var ættaður úr Klaksvík og var um hetta mundið hjálparprestur í Suðurstreymoy. Um hendingina skrivar Edward Mitens í bók síni “Eg minnist - sýslumaður, fólkatingsmaður, sakførari“, 1964:

 

“Absalon Joensen, hjálparprestur, leyp á “Tingakross“ og meg í prædiku í Havnar kirkju. “Dimmalætting“ prentaði prædikuna. Har stóð, at fólkatingsmaðurin sendir blað sítt “Tingakross“ “fuldt af giftigt og alt helligt nedbrydende stof rundt i vore huse og hjem“. Eg noyddist at verja meg og stevndi. “Dimma“ leyp undan ábyrgdini og legði hana á prestin. Hann fekk hvassa ábreiðslu frá biskupinum. Álagt varð honum at halda lógina um, at “præsterne skal holde sig fra allehånde skænden og forhånelse, så at de ingen rører ved navn“. Sorinskrivarin dømdi tey æruskemmandi orðini deyð at vera, men fríkendi annars prestin. Eg skeyt dómin til landsrætt. Har vórðu orðini kend deyð og ógildug og prestur sektaður og dømdur at gjalda kostnað“.

 

Katrin var, Kathrine Marie, kona Oluf Skaalum. Hon var donsk og varð millum manna kallað drýla-Katrina. - Ólavur er Oluf.

 

5. ør. Sipað verður her til Joen Rasmussen - I.øðu-Jógvan - úr Sørvági (1876-1956). Hann hevði á ungum árum verið sjálvstýrismaður, men gjørdist seinni tingmaður fyri Sambandsflokkin 1914-20 og 1936-43.

 

6. ør. Stóri bóndi er Jóannes Patursson (1866-1946), formaður Sjálvstýrisfloksins. Regin í Líð er Rasmus Rasmussen, Rasmus á Háskúlanum, (1871- 1962), ið var tingmaður fyri Sjálvstýrisflokkin.

 

Síðstu reglu tóku summi sum eina tilsiping til, at Fríðrikur próstur Petersen júst tá var lagdur undir skurð. Men tey, ið kendu Hans Andrias, halda hetta vera óhugsandi.