Skip to main content

Tvey eru fuglakvæðini

 

Millum kvæða- og táttagripir okkara eru tveir, ið hava sama heitið: “Fuglakvæði“, og teir hava tískil fingið frámerkini eldra og yngra.

 

“Fuglakvæðið“ eldra hevur frámerkið CCF, tað er “Føroya kvæði“, nr. 190 I, har tað er at finna í tveimum uppskriftum, A er eftir Svabo, 1781-82, B byggir á Koltursbók, 1848. Umframt í “Føroya kvæðum“ er kvæðið prentað í 5. bindi av “Kvæðabók“ Jóannesar bónda, 1945, og hugsa vit um lagið, finna vit tað í bókini “Folkesangen på Færøerne“, sum Hjalmar Thuren hevur greitt til útgávu.

 

Í “Útiseta“, fjórðu bók, 1949, skrivar D.J. Niclasen, ættaður úr Kunoy, grein um “Fuglakvæðið“ eldra, og har tekur hann m.a. soleiðis til:

 

“Fyri teimum, ið hava fingist við føroysk kvæði, hevur hetta “Fuglakvæðið“ staðið sum ein stór, næstan ókennandi gáta. Og viðgangast má, at tað við sínum mongu løgnu orðum og sterku  stuðlum skarar burturúr í tí stóru føroysku kvæðayrkingini.

 

Á sama hátt má eisini viðgangast, at tann, ið hyggur at “Fuglakvæðinum“ sum eitt serstakligt føroyskt kvæði, ið skal greiðast við teim amboðum, føroyskt mál og føroysk náttúra bjóða, neyvan kemur langa leið við at ráða gátuna “Fuglakvæðið“ eldra.

 

Um nakað skal verða burturúr, má verða leitað út um Føroyar, hvar hugsast kundi, skaldskapur nær skyldur við tann føroyska er at finna; og sæst tá, at yrkingar, ið eru nær skyldar við hetta føroyska “Fuglakvæðið“, eru at finna víða hvar í grannalondum okkara. Bæði í Danmørk, Noregi og Svøríki eru funnin kvæði, ið ógvuliga nógv líkjast tí føroyska.“

 

Hesum fáa vit greiðu á, leita vit okkum yvir í yvirlitsverkið „The Types of the Scandinavian Medieval Ballad“, har kvæðið hevur frámerkið F 68. (Føroysku kvæðini í TSB eru at finna í samandrátti í bókini “Risar, riddarar og føgur fljóð”, Fannir 2015. Marianna Debes Dahl týddi samandráttirnar). F stendur fyri “Jocular ballads“, t.e. gamanskvæði. Yvirskriftin í TSB er “The animals’ wedding in the woods“. Á norðurlendskum nevnist vísan “Bryllupet i Kragelund“ og er á prenti í hesum verkum:

 

Danmark: H. Grüner Nielsen: „Danske skæmteviser 1-2, 1927-28.

Noreg: M.B. Landstad: „Norske folkeviser“, 1853.

Svøríki: A.I. Arvidsson: „Svenska forsånger 1-3“, 1834.

 

Heilt stutt sagt snýr hetta “Fuglakvæðið“ seg um, at fuglar og dýr koma saman til veitslu, har hvør gestur annaðhvørt hevur sítt yrki ella kemur við sínari gávu til veitsluna.

 

Svabo nevnir hetta kvæðið í Føroyafrágreiðing síni frá 1781-82. Í deildini, har hann viðger fuglar, tekur hann soleiðis til:

 

“I en gammel sang om de færøiske fugle, Fuglakveai kaldet, findes navne af fugle, som nu ikke mere kjendes, enten saa disse fugle i sildigere tiid have forladt landet, eller navnene ere blevne aldeles forandrede.“

 

Vit prenta her “Fuglakvæðið“ eldra, sum Jóannes bóndi prentar tað í “Kvæðabók“ síni, 5. bindi. Hann hevði tað eftir faðir sín, Poul Patursson, kirkjubøarbóndan, føddur 1836, deyður 1893.

 

FUGLAKVÆÐIÐ ELDRA

 

1. Krákukorn og henna fugl

yppa tey sín sjong,

helst um veturins tíma,

tá náttin gerst so long.

Úlvurin liggur og bylgist á.

 

Skulu (o)man dalin ríða,

drívur døgg um fríðan dal,

undir lindini sat

tann jomfrúin blíða.

Skulu (o)man dalin ríða.

 

2. Úlvurin liggur og bylgist á,

klerkar halda lest,

hvør tann mann, til offurs gár,

vildi vera vár gest.

Hvør tann mann,

til offurs gár.

 

3. Hvør tann mann, til offurs gár,

sær á skjøldri fríða,

Heykur flýgur í holtrið

og stingur Stara niður.

Stari, Stari steikarhús.

 

4. Stari, Stari steikarhús,

reiðir sínum harra mat,

Vípan vappar út og inn,

hon goymir fullvæl at.

Hegri stendur í kjallara.

 

5. Hegri stendur í kjallara,

blandar mjøð og vín,

stoytir út í skakker,

ber inn fyri harra sín.

Ont og Álka á gólvi stá.

 

6. Ont og Álka á gólvi stá,

reiða mat á disk.

Skaddan flýgur út í hav,

hon veiðir feskan fisk.

Dúgva situr á miðjum bekki.

 

7. Dúgva situr á miðjum bekki,

fáum fuglum lík,

kemur so Uglan uttanav

og onnur javnlík.

Svaraði Uglu Uglubóndi.

 

8. Svaraði Uglu Uglubóndi:

“Vit fara til hallar heim.“

Tá kom Krákan hoppandi,

hon ger so mikið mein.

Tá kom Krákan hoppandi.

 

9. Tá kom Krákan hoppandi

við síni svørtu hettu:

“Sitið nú allir fróir í sæti,

eru tær nakað mettir.“

Svaraði Gorpur gamal bóndi.

 

10. Svaraði Gorpur gamal bóndi,

brattur á beinki sat:

“Lítið havi eg drekka fingið,

hálvum minni mat.“

Svaraði Revur uttar í vrá.

 

11. Svaraði Revur uttar í vrá

av øllum sínum list:

“Hava tær nakað matartrot,

so spreingið gásadyst.“

Revur spreingir Gásina.

 

12. Revurin spreingir Gásina,

so Gásin kvaklast við:

“Hevði tað verið um jóltíð,

tú skuldi farið í sti.

Títlingur kom frá veiði heim.

 

13. Títlingur kom frá veiði heim,

við sínum lágu beinum:

“Ikki skulu tit borðreiða,

fyrr enn Ørnin kemur heim.“

Stelkur titar títt um tún.

 

14. Stelkur titar títt um tún,

biður nú fara at reiða,

tá kom Lundi lappandi

við sínum nevi breiða.

Tá kom Jói, fríði fuglur.

 

15. Tá kom Jói, fríði fuglur,

fleyg so høgt í ský,

Óðinshani og Rókurin svarti

reika runt um bý.

Tjaldur og Skrápur fylgdust at.

 

16. Tjaldur og Skrápur fylgdust at,

tóku so hart at gella.

Gorfuglurin bringuhvítur,

honum man einki bella.

Nú kemur Kjógvi og Spógvi heim.

 

17. Nú kemur Kjógvi og Spógvi heim,

taka hart at skýra,

og hon Súlan vongsvarta

við sínum nevi dýra.

Hani og høna sita sær.

 

18. Hani og høna sita sær,

hans sýn kápan reyð’,

kemur so Skrukkan skríðandi,

dregur á hvønsmans deyð.

Og so mangar Myrrusnípur.

 

19. Og so mangar Myrrusnípur,

nevið hava langt,

Fjallmurra og Grælingur

falla so væl í tang.

Jarðakona rennur á.

 

20. Jarðakona rennur á

heim í fuglahøll.

Kemur so Skarvur skoppuvisin,

rymur og rópar í høll.

Ryta rópar á Ternu trá.

 

21. Ryta rópar á Ternu trá:

“Førum til okkara song.“

Kemur so Skrápur og Líri út

við sín mjáa vong.

Tá kom Lómur og Langvigi.

 

22. Tá kom Lómur og Langvigi,

stika á breiðu kníggja.

Drunnhvíti so veiðusælur,

áðrenn dagur glíggjar.

Hiplingur gongur for borði blíður.

 

23. Hiplingur gongur for borði blíður,

sær á sínar sveinar.

Tá kom Skarvur og Æða,

borðini vóru rein.

Fuglur frægur fylgdi teim.

 

24. Fuglur frægur fylgdi teim

við sítt brandgult nev,

Steinstólpa og Hvørvkvikkja

og Músabróðir með.

Nú havi eg kvøðið um hvørt eitt djór.

 

25. Nú havi eg kvøðið um hvørt eitt djór,

ið har var samlað inni,

Bakur og Beinsi á gólvi stóðu,

drukku Mortans minni.

Har vóru inni Svalur og Már.

 

26. Har vóru inni Svalur og Már

at dansa og at leika,

hvør, ið henda leikin sær,

hann gerst um kinnir bleikur.

Eg gekk heim frá øllum teim.

 

27. Eg gekk heim frá øllum teim,

seingin var mær reidd,

míni tárini runnu,

fell mær mangt til mein.

Mín bróðir og mín bróðurkona.

 

28. Mín bróðir og mín bróðurkona

leika við Hjørt og Hind,

Hjørturin fleyt í blóði,

sigist nú skemtan til.

Havið nú tøkk, sum lýtt hava á.

 

*

 

Yngra “Fuglakvæðið“ man vera tað betur kenda av teimum báðum. Hetta er, sum flestum man vera kunnugt, táttur Nólsoyar Páls, sum í CCF, “Føroya kvæðum“ eisini hevur frámerkið nr. 190, men talmerkið II. Tað er at finna á prenti í fleiri bókum: Jakob Jakobsen: “Fuglakväje“, 1892, í bók Jákups doktara Jakobsens, “Poul Nolsøe - lívssøga og irkingar“, sum kom út í 1912, í “Sandoyarbók“ Jóannesar í Króki, 2. bindi, sum Rikard Long greiddi til útgávu, 1982, og í fyrsta táttaheftinum, sum Marius Johannesen legði til rættis, 1966. Til er eisini ein skúlaútgáva av “Fuglakvæðnum“ yngra; Rikard Long greiddi til útgávu, 1929; hann byggir á útgávu Jakob Jakobsens av sama tátti, 1892.

 

Úr bók Jákups, doktara, um Nólsoyar Páll prenta vit her bæði tað, hann rópar “kvæðisgrundin“, t.e. orsøkin til, at Nólsoyar Páll yrkti táttin, og so samandráttin eisini:

 

Kvæðisgrundin:

 

“Nú skal snúgva um stund frá Nólsoyar Páls ídna hvørsdagsliga strevi og geva høvuðsskaldverki hans gætur: Fuglakvæðinum, sum yrkt varð um hetta mundið. Til hetta kvæðið rennur vanliga føroyings hugur, tá ið Nólsoyar Páls navn verður nevnt. Kvæðið er revsingarríma og stevnir at fremstu mótistøðumonnum hans, helst hesum fýra: kommandantinum, landfútanum, handilsforvaltaranum og Havnar sýslumanni, og yrkjarin førir teir fram í rovfuglalíki, meðan hann ger seg sjálvan til eitt tjaldur, sum við at vara smáfuglarnar (fólkið) at ella á annan hátt hjálpa teimum ónýtir rovfuglunum ræningarferðir teirra og spillir alt teirra veiðistrev. Teir lúra tí upp á føri til at basa tjaldrinum, meinsla tað ella fáa lívið av tí. Fólk er í kvæðinum gjørt til fuglar.

 

Umframt tann tilburð, sum var aðalorsøk í, at kvæðið varð yrkt og kom fram í tí skapilsi, sum tað fekk, - og tað vóru rættargangssakirnar -, so er tað ein heil røð av tilgongum og umstøðum, sum hevur nørt hugan um slíkt kvæði hjá yrkjaranum og latið henda hug búnast. Tey ógreidligu viðurskifti og tann regluleysi standur í oyggjunum vóru grundarlagið. Her var útvald jarðargrund hjá slíkari yrking at spretta upp úr. Vil ein royna at skilja til fulnaðar, hvussu kvæðið ella tankin um tað hevur skapast út eftir, so eru fýra stig, hvørt undan øðrum, sum vísa, hvussu kvæðistankin hevur búnast.

 

1) Sum tann breiða undirgrundin oyggjafólksins ússaligu lívskor, sum handilseinaræðið er atvoldið í. Tó at klagað verður á hvørjum ári av fólkinum, helst gjøgnum sýslumenninar, til løgtingið og av løgtinginum gjøgnum ólavsøkutingsvitni til rentukamarið, spyrst einki burturúr.

 

2) Páll Nólsoy setur sær sum mark at víga mátt sín og stimbur til starvs fyri uppkomu oyggjanna, fyri umbøting í fólksins lívskorum; men í staðin fyri styrk av teimum, sum áttu at hava hjálpt honum, av tí at teir vóru settir til at stýra oyggjunum og hava ans fyri fólksins tørvi og trongd, og sum kundu hjálpt reiðiliga til muns, um teir høvdu viljað, møtir hann bara harða mótistøðu.

 

3) Og nú teir menn, sum altíð royndu at forða honum og leggja bágsteinar í veg hans, í tí at teir uppgóvu fyri teim stýrandi í Danmark, at Páll Nólsoy við smuglanarferðum breyt tær kongligu lógir og handilsskipanir, fekk aðrar menn at gera tað sama ella vanvirða hesar skipanir og royndi at øsa fólkið upp ímóti teim valdandi í oyggjunum, hvussu hildu nú hesir menn sjálvir tær kongligu lógir og skipanir? Sum víst hevur verið, høvdu teir sjálvir forbodnan handil fyri. Av svínoyarskipinum fingu teir evnisnøgd til slíkan handil.

 

4) Teir somu menn veita honum eftir heimkomu hans í 1806 atsókn og rættargang um smuglan. Teir fáa hann dømdan, ikki fyri smuglan, tí einki er til vitnis í móti honum í hesum sakarmáli ella til sanningar av tí, men fyri nakrar aðrar lítilsverdar ella einkisverdar smálutir. Og so er at taka til tað, sum veldur, at tann tambaða bløðran brestur, og Páll tekur til yrkingar ímóti óvinum sínum:

 

a) Havnar sýslumaður, sum kunnugt er um, at hann fæst við smuglan, tekur upp á seg at vera rannsóknari og saksøkjandi í móti Pálli í hesum smuglanarmáli.

 

b) Nólsoyar Páll tekur mótisøksmál upp í móti sýslumanninum; men best sum gongd er komin á sakina, verður hon steðgað og køvd eftir hægru boðum.

 

Tað, sum nevnt er í grein 4, er tað, sum skapar avgerðarmunin og veldur, at Páll yrkir sítt stóra hevndarkvæði; tí nú eru øll onnur sund lokin og læst. Rætturin kann ikki fáa frama. Dómstólur oyggjanna er í hondunum á mótistøðumonnum og øvundarmonnum Páls, og teir vilja ikki hava dóm sagdan sær at meini og Nólsoyar Páli til frama. Men líkindi eru til, at hann longu frammanundan so smátt hevur lagt ráð til yrkingar av tátti ella kvæði ímóti øvundarmonnum sínum. Har var long hagreið at taka upp sum yrkisevni ímóti teimum. Í byrjan av kvæðinum førir yrkjarin fram tað kappstríð um vinning, sum stóðst av tí strandaða svínoyarskipinum, og sum gav teim høgu og múgvandi føri til at vinna ríkidømi nógv fram um fólkið (fuglarnir flykkjast um tað stóra sildavaðið). Síðan førir hann í rím mangt, sum til hevur borist í oyggjunum, helst viðkomandi tí langa stríði, sum verið hevur ímillum valdsharrarnar og hann sjálvan. Rættargangurin í móti honum sjálvum er ikki aðalevni og kemur ikki fram uttan sum endaleikur í kvæðinum, í triðja og síðsta tátti.

 

Fuglakvæðið má vera yrkt á vetri 1806-07 ella ikki seinni enn á vári 1807. Tað er eitt søguligt háðarkvæði og letur fult ljós falla yvir tey merkiligu og øvigu viðurskifti, sum tá vóru í oyggjunum. Tó, av tí at mangt, sum yrkjarin tekur fram, ikki kundi sigast beinan veg, men mátti setast fram á duldan ella forblummaðan hátt - tí vóru menniskju gjørd um til fuglar - er kvæðið ikki lætt at fáa reiðuligt skil á hjá fólki nú á døgum, uttan frágreiðsla í smáum fylgir við um, hvat ið meint er við hetta og hatta. Men hevur ein kvæðið fyri sær við slíkari frágreiðslu fram eftir, so hevur ein í tí sama eitt lítið tíðarskeið úr Føroya søgu, borið fram í rím, tó at togað verður í ein einkultan strong alt út eftir - kvæðið er, sum ein má minnast á, yrkt sum hevndar- og revsingarríma. Henda ríma vísir eitt mund og eitt stig í okkara siðamenningarsøgu: manna siðir og lívskor í oyggjunum speglast í henni.“

 

Samanseting og innihald kvæðisins:

 

Í fyrra parti í fyrsta tátti førir yrkjarin fram stóran hóp av ymsum fuglum, sum flykkjast um eitt stórt sildavað. Hetta kann ætlast at vera líknan, meint við fólksins harða strev til bjargingar av føðini; men víst man hann her hava havt í huga svínoyarskipið, ið breytst, og tann gang, ið stóð um alt tað, sum bjargaðist úr tí. Eitt ørindi er eisini í byrjan av kvæðinum, sum man sipa til sølutingini, hvar “svínoyartoy“ varð selt. Skúgvurin (tað er landfútin) býr seg til at herja á fuglaflokkin; men tjaldrið (tað er Nólsoyar Páll sjálvur) verður vart við hann, sum hann nærkast og ætlar at ráðast á flokkin; tað varar hinar fuglarnar at um tann váða, teir standa í, og eftir tjaldursins ráði flír alt burtur, so at skúgvurin verður at venda aftur við óforrættaðari sak. So kemur falkurin (tað er kommandanturin) fram og heldur einrøðu (røðu fyri seg sjálvan), hvarav kennast kann, hvønn ið meint er við. Síðan sendir hann tænarar sínar, fyrst og fremst smyrilin (tað er kommandersergeant Schwentzen), út at veiða smáfuglar. Smyrilin ætlar, eyðskilt, at veiða starar; men tjaldrið er altíð fyri; tað letur við sínari pípandi og snjøllu rødd og varar á henda hátt smáfuglarnar at, so at teir flýggja og verða ikki fangaðir. Til endan má falkurin sjálvur av stað at royna seg, men tað gongst honum ikki petti betur, enn tað gekst tænarum hans. Tjaldrið er altíð fyri hond við sínum meina og snjalt látandi nevi. Falkurin lovar tí tjaldrinum snaran og ringan enda.

Í øðrum parti av fyrsta tátti kemur ravnurin ella, sum hann í kvæðinum nevnist: gorpurin (tað er handilsforvaltarin) fram og letur til sýnis gjøgnum langa einrøðu, hvønn ið meint er við. Hann líknar saman undir kæran og kvartan sín neyðarsliga stand, sum hann nú er, við ta feitu nøgdartíð, sum hann fyrr hevði burtur aðrastaðni, á Snjógvalandi (Mørch hevði, áðrenn hann kom til Føroya, verið handilsforvaltari í Grønlandi). So býðst hann av stað til at royna eydnu sína til ræningar í fuglabjørgunum; men av teim fagnaðarrópum og teirri gleðigorran, sum hann rekur upp úr sær, tá ið hann sær fuglameingið - tiga kann ravnur ikki - lokkast tjøldrini í haganum hagar til. Eitt tjaldur, tað sum fyrr er ummælt, flýgur fram og beint á ravnin, høggur sítt hvassa nev í vangan á honum, so hann smellur við øgiligum skráli og dettur í svímilsi niður til bergsins fót. Allir fuglarnir flýggja, og tá ið ravnurin raknar við aftur niðri við sjógvin og tekur at kaga inn í fuglabølini, eru allar holur tómar. Tað er tí ikki hugsandi meiri hjá honum um nakra veiðu, og hann tekur av beiskum sinni at blóta og biðja ilt fyri hesum vanlukku tjaldri, sum hevur spilt alt fyri honum. - Her er meint við Páls skipsfyritøku og fríhandilsstrev, sum kemur handilsforvaltaranum so illa við.

 

Í øðrum tátti halda teir tríggir so illa royndir rovfuglar ráð um, hvat ið teir skulu gera við hetta dekans tjaldur, tí hevnd mugu teir hava. Skúgvurin heldur langa røðu, søguliga athugaverda, hvar ið hann sigur frá mongum ringum royndum, ið hann hevur havt, bæði nú av tjaldrinum og eisini í eldri tíð. Her býðst Nólsoyar Páli føri til at stinga fútanum mong skør. Falkur og gorpur leggja síni orð inn eisini og greiða frá sínum ymsu mótburðum, sum tjaldrið er atvoldin í. Endin á hesari longu ráðlegging verður tann, at rovfuglarnir sameinast um at leggja ilt fyri tjaldrið hjá ørnini (stýrandi krónprinsi Fríðriki, síðan sum kongur nevndur “sætti Fríðrikur“) og ikki spara at venda hvítt um til svart í teirra boðsendingum til hennara, um teir kunnu fáa gjørt tjaldrið óskaðiligt á henda hátt. „Ørnin“ er her at taka upp í víðari fatandi týdning sum „ríkisstýrið“.

 

Í triðja tátti verður smuglanarsakin móti Páli tikin upp til umrøðu, og nú verður krákan (Havnar sýslumaður) latin fram. Rovfuglarnir frætta, at tjaldrið saman við nøkrum øðrum fuglum, sum tað hevur biðið hjálpa sær, hevur verið úti til at ríva gras og mosa til reiður sítt og til at bora øður og fliður. Hetta vekir ónt sinni í rovfuglunum, tí slíkt hevur bert gorpurin og nakrir fáir aðrir fuglar, sum njóta gorpsins yndi (til dømis falkurin, skúgvurin og krákan), einarætt uppá. Krákan verður tilkallað og send út til at rannsaka tjaldursreiðrið; hon finnur har nakrar fáar øður og fliður, nógv minni enn væntað. Tjaldrið verður so stevnt inn fyri “harraborð“, og krákan heldur við studningi frá skúgvinum (tí hon stamar so illa) sína ákærurøðu, sum endar við uppskoti um at skerja tjaldursins veingir og rista føturnar á tí, so at rovfuglarnir í framtíðini kunnu vera tryggir, og taka alt frá tí, sum tað hevur samlað. Kvæðið endar so við longum og hvøssum aftursvari frá tjaldrinum, hvar ið tað bæði verjir fyri sær sjálvum og gerðum sínum og eisini reksar upp rovfuglanna syndatal - hvassorðaður er yrkjarin her, grammur í huga av tí, sum so nýliga hevur gingið inn á hann, og lovar at bera ørnini boð um skálkastrikur teirra.“

 

Her verður stutt nevnt, hvørjir fremstu mótstøðumenn Páls vóru, teir, hann letur í rovfuglaham:

 

Kjógvin (nevndur fyrstu ferð í 8. ørindi) var Óli Evensen, sýslumaður í Suðuroy.

 

Krákan ella fjatlan (nevnd fyrstu ferð í 9. ørindi) var Joen Christiansen Øre, sýslumaður í Streymoy.

 

Skúgvurin (nevndur fyrstu ferð í 11. ørindi) var Wenzel Hammershaimb, landfúti, abbi til kenda prestin og fólkaminnisgranskaran V.U. Hammershaimb.

 

Falkurin (nevndur fyrstu ferð í 19. ørindi) var Emilius Marius Georgius Løbner, kommandantur á Havnar skansa.

 

Smyrilin (nevndur fyrstu ferð í 24. ørindi) var Schwentzen, kommandersergentur, varaovasti fyri skansaherliðnum og høgra hond hjá Løbner, kommandanti.

 

Gorpurin ella ravnurin (fyrstu ferð nevndur í 47. ørindi) var hann, ið stýrdi kongliga handlinum í Havn, Mørch, handilsforvaltari.

 

Abbi gorp (nevndur fyrstu ferð í 97. ørindi) var  bróðir landfútans, Samuel Hammershaimb, sum hevði verið handilsforvaltari.

 

Aðrir persónar, ið latnir eru í fuglaham, eru:

Tjaldrið (nevnt fyrstu ferð í 14. ørindi) var Nólsoyar Páll sjálvur. Yrkjarin nevnir eisini tjøldrini (t.d. í 59. ørindi), tá meinar hann við seg sjálvan og viðhaldsmenn sínar, føroyinga millum, serliga nólsoyingar.

 

Gripur (nevndur fyrstu ferð í 94. ørindi) var sendimaður, sum ríkisstýrið í 1780 sendi til Føroya at rannsaka fútans roknskapir og leggja hald á ognir hans til tryggingar fyri kongliga kassan.

 

Lundin (nevndur fyrstu ferð í 96. ørindi) var bókamaðurin Claus Lund, sum eina tíð var settur fúti fyri Hammershaimb.

 

Ørnin (nevnd fyrstu ferð í 120.ørindi) var danski krúnprinsurin Fríðrikur, seinni Fríðrikur kongur sætti. Yrkjarin nevnir eisini Ørnaríki (í 134. ørindi). Tað er Danmørk.

 

Spógvin (nevndur fyrstu ferð í 155. ørindi) var Tummas Jógvansson, stýrimaður við “Royndini Fríðu“.

 

Bakurin (nevndur fyrstu ferð í 224. ør.) skal eftir søgn vera Jóhan Hendrik Schrøter, prestur í Suðuroy.

 

Staðanøvn og aðrar tilsipingar í táttinum:

 

Aldansfjørður (4.ør.): Orðið er lænt úr gomlum kvæðum. Helst verður í táttinum hugsað um Svínoyarfjørð, har nógvir dýrgripir (toy og klæði) vórðu bjargaðir - seinni seldir á uppboði - tá ið eitt skip lastað við toyboltum fór á land undir gjáunum á Nýggjurð í februar 1804. Sipað verður eisini til henda tilburð í 10. og 217. ørindi.

 

Svarta hola (28. ør.): fongslið í Skansanum.

 

Snjógvaland (53. ør.): Grønland, har Mørch hevði verið handilsforvaltari, áðrenn hann kom til Føroya. Sí eisini 52. ør.

 

Úr sólarrenning (93. ør.): eystaneftir, úr Danmørk.

 

Av flatlondum (94. ør.): úr Danmørk.

 

Rossleypar, fýra ferðir tólv (98. ør.): teir 48 løgrættumenninir, ið møttu á tingi.

 

Á vagli (102. ør.): í fútaembætinum.

Ørnaríki (134. ør.): Danmørk.

 

Bukkablað (156. ør.): Tubbak.

 

Í tjaldursreiðri (180. ør.): Har Páll legði vøru sína upp, suðuri í Vági.

 

Niðri undir krógv (186. ør.): Pláss í Nólsoy, har alt rusk varð omantveitt, og har krákurnar pikkaðu sær góðgæti.

 

Harraborð (193. ør.): rætturin, Páll var stevndur inn fyri at verja søk sína.

 

FUGLAKVÆÐIÐ

 

Fyrsti táttur

 

Fyrri lutur

 

1. Gevið ljóð og lýðið á,

leggið væl í minni,

meðan eg kvøði um fuglagleim

alt á einum sinni.

 

Fuglin í fjørimi

við sínum nevi reyða,

mangt eitt djór og høviskan fugl

hevur hann greitt frá deyða,

fuglin í fjøruni.

 

2. Eina veit eg rímuna,

inni hevur ligið leingi

gjørd er um ta hatarót,

sum ókst av fuglameingi.

 

3. Fyrsta dag, ið ljómin víkir

er mær tað at telja:

Skúgvalist ella falkaleik,

kvilkin skulu vit velja.

 

4. Sildavaðið grimt og stórt

úti á Aldansfirði -

har kom mong ein fjøður saman,

ymist var tað sliðri.

 

5. Har kom mangur mætur saman,

eg tað ei kann telja,

har kom súla og likka við:

hvat er her at selja?

 

6. Har kom rita og fullkobbi,

álka og teisti við,

mási, bakur og svartbaksskuri,

alt tað fuglalið.

 

7. Har kom skarvur og hiplingur,

drunnhvíti hin snjalli,

har kom lundi og lomvigi

og líraskrápurin halli.

 

8. Kjógvi við sítt klipta vel

hugsar við sjálvum sær:

“Vertin á, hvat annar fær!

eg skal nøra at mær.“

 

9. Fjatlan hoppar á túgvuni,

óttast fyri at fara;

avindsjúk sær hon sildamegan

sum maðkar í røstum tara.

 

10. “Har er einki uttan útskotspakk;

lat tað í seg roppa!

eg bíði, til tey frægastu fara;

tá skal eg eftir hoppa.“

 

11. Skúgvurin situr á høgum tindi,

sær hann hetta møtið:

“Brellast tekur gómi mín

eftir feskum kjøti.

 

12. So havi eg brúkt nevið mítt,

mangur gav mær prís;

hevði eg náað at rytuflokki,

veitslan var mær vís.“

 

13. Strekkir hann út veingir sínar,

út í havið strembar:

“Tungliga vinni eg føði mína,

til tað fer at lemba.“

 

14. Tjaldrið sat og lýddi á,

tað fleyg í vaðið fram:

“Pakka teg burtur, rytan blá,

skúgvurin vil tær ann.

 

15. Hann vil tykkum bíta og slíta,

sum smyril ger við stara,

eg gevi tykkum móðurráð:

tit bíðið ikki við at fara!

 

16. Tó at hann kemur so ljódliga,

sum vinur finst hjá vini,

ger hann sær ongar tankar um

at eta tykkum á skinni.“

 

17. Burt fleyg tað, sum undan leyp,

sumt ræð seg at verja;

skúgvurin singlar suður og norð,

hann torir ei á at herja.

 

18. “Hatað skalt tú, tjaldrið, vera,

aldri skal tú innast;

tú hevur spilt mær veitslu mína,

hetta skal eg minnast.“

 

19. Annan dag í frægdarljómi,

falkurin ristir fjaðrar,

syftir hann seg til skýggja upp,

men ætlar at gista jarðar.

 

20. Sveimar hann í lofti vítt,

strekkir langar gøtur:

“Hvørt eitt kykt á foldini

skal falla mær til føtur.

 

21. Hvør er hann í fjaðraríki,

meg ræður á at herja?

eg havi kløur og hvassar teinar,

eg ætli meg væl at verja.

 

22. Hálsurin stívur og høvdið tjúkt,

eg kenni mítt svørð til heftið,

leggirnir langir og rukkutir,

so er mítt spjót so skeftað.

 

23. Allir mínir trúgvu sveinar,

sum hjá fornum jalli,

lurta eftir mínum orðum,

sum tey av himni falla.

 

24. Smyril, storkur og hjaltakráka,

tangspógvi og fleiri -

ikki minni enn tríati:

hvør torir mukka meira?

 

25. Árla var um morgunin,

sólin roðar bleik,

falkur talar til sveinar sínar:

“Heintið mær feska steik!“

 

26. Stari sat á steininum,

smyril eftir honum leyp;

tjaldrið tók at pippa tá,

so starin í holu kreyp.

 

27. Smyril fleyg fyri harra sín,

ræður at telja frá:

“Ikki finst nýtsla við foldina,

fært tú ikki onnur ráð.“

 

28. Falkur talar á øðrum sinni,

býðst at trúa sveinar:

“Tit skulu gista svarta holu,

um tit ikki veitslu beina.

 

29. Skortar ei við foldina

hvørki stórt ella smátt:

gásin, hønan, títlingur, stólpa,

alt er líka gott.“

 

30. Tað var um ein árla morgun,

sólin roðar í snjógv,

hirðin øll av smáfuglum

troðkast niður til sjógv.

 

31. Snjófuglar um bøin flykkjast,

matin í seg pakka,

starin søkir tarabrúnna

til at pikka maðkar.

 

32. Grælingarnir marflugur

søkja upp úr hyljum.

Dunnan veiðir æti sítt

og rótar í skitnum giljum.

 

33. Títlingur á køstagarði

sínum veli slettir,

músabróðir hjallin vitjar,

inntil hann er mettur.

 

34. Hønan skavar gólvsópið,

proppar sína kjós,

hanin reystur bland sínar grannar

gelur upp á rós.

 

35. Samdist alt við foldina

hvørt við sínar náðir,

sumt við maðkar, illdýr, slógv,

og sumt við korn og sáðir.

 

36. Falkurin grummi heldur ráð,

tað er fugla deyði:

“Rennur mær nú aftur í grun,

smyril, hvat tú segði.

 

37. Eg sigi enn, sum eg segði fyrr:

hvør torir mær at granda?

Hvør er hann í fjaðraríki,

mær torir móti standa?“

 

38. “Hoyr tú tað, mín nádigi harri:

tí erum vær ikki mettir.

tí ber ikki hjá okkum í lag:

stráini standa eftir.

 

39. Einans okkum í vegin er,

tað er nevið reyða!

ræður tú ikki at fyrra hann

tú sært ikki fugla deyða.“

 

40. Falkurin stoytir frá skýggjum niður

rætt sum lýnið skjóta:

áðrenn nakar vardi tað,

hann ætlaði bein at bróta.

 

41. Falkurin skundaði síni ferð

við so mikið treyst;

tá ið hann kom í fuglaflokk,

hann hoyrdi ta vonu reyst.

 

42. Tjaldrið tók at láta hart,

tað hoyrdist yvir sjógv;

tá fleyg hvørt í sína ætt,

halan upp í rógv.

 

43. Hvørt fleyg burt, sum tað kundi best,

søkti til sítt heima;

falkur skjýtist upp og niður,

sær seg vera aleina.

 

44. “Smyril, títt orð eg sanni nú,

tó eg tað ei vildi trúgva;

sjáldan hevur tú sagt so satt,

tí ofta man tú ljúgva.

 

45. Unnast mær ein hundsaldur

og triðingsvinir at svíkja,

tað lovi eg tær nevið reyða,

tú skalt ikki leingi ríkja.“

 

Annar lutur

 

46. Fremjið ring eftir gólvi fram,

sparið nú ongum skóm!

gevið nú á tí fuglaljómi!

er ikki meira enn vón.

 

47. Brúkið nú munn og hendur og føtur,

fúkið nú av stað!

nú skal kvøða um gamla gorp

ljómsins triðja dag.

 

48. Tað var gorpur, gamal bóndi,

hann fleyg av bergi út,

lætti seg upp um eggina,

í luftini breyt hann rút.

 

49. Hugsar hann um føðina,

hvar hann hana skal fanga:

antin at rána fuglabjørg

ella tey, í haganum ganga.

 

50. “Nógv man krevjast innan halla,

alt er líka slúkið;

rátt og kókað, bleytt og hart,

sámir í teirra búki.

 

51. Tó man tað ikki nerva mær

mína føðslu at vinna:

kunnigir eru mær loynistíggjar

og allir vegir at finna.

 

52. Eg havi sveimað við jøkilstoppar

niðri við hvalaskrokk;

eg havi verið í kobbaveitslu,

altíð fekk eg nokk.

 

53. Hvørt eitt kykt á Snjógvalandi

var eftir mínum sinni:

lukkan stendur ei altíð við,

tað legst mær nú í minni.

 

54. Nú keðist mær við rotið slógv,

spik og tvøst at slúka;

nú skal eg veiða mær feskan bjóra,

bergið skal eg lúka.“

 

55. Gorpur fremjaði síni ferð,

skjýtst av eggini niður,

kundi ei halda kjaftin saman,

tað var hans gamli siður.

 

56. Býttur man tú gorpur vera

sum ein gamal stút;

alt hvat tær í hugin kemur

man tú gorra út.

 

57. Gorpur krunkaði, sum hann fleyg,

beint við bergið fram:

“Álkubøli og lundaholur

skulu nú fáa skamm.“

 

58. Tá ið hann sá tað fuglameingi,

bleiv hann fróur í sinni,

gav so á at krunka tá,

tað hoyrdist úti og inni.

 

59. Tjøldrini, í haganum vóru,

tyrptust saman í hóp:

Hvaðan ið hetta skríggið kom,

so var tað ravnaróp.

 

60. Summi flugu á eggina út,

um har var nakað at sjá;

sóu tey, hvar ið gamli gorpur

fleyg bæði til og frá.

 

61. Snúgvaðist hann í lunda flokki

bæði út og inn,

ætlaði til at slúka teir

bæði við kropp og skinn.

 

62. Tá ið tjøldrini sóu slíkt,

tóku tey til at murra:

“Hvør er tann, sum troystar sær

hin gamla gorp at purra?“

 

63. Fram fleyg eitt av flokkinum,

í royndum var tað gott:

“Eg skal vita, hvat eg dugi;

fallið tit ikki í fátt!“

 

64. Tjaldrið snurraði sær avstað,

rætt sum steinar falla,

helt ikki av, fyrr enn nevsoddur

stoytti í gorpsins skalla.

 

65. Tjaldrið brá so skjótt avstað,

rætt sum kúlur ganga;

so var sagt, at gamli gorpur

sviða fekk í vanga.

 

66. Dátt var gamla gorpi við,

tá ið hann fekk tann sviða;

strekti hann út hvørja fjøður,

fettist hansara miðja.

 

67. Hann gav tá so stórt eitt skrál,

nú er um tað at reypa,

ongum háttri líkari

enn sum hamrar leypa.

 

68. Tá ið tjaldrið gamla gorpi

veitti hetta mein,

datt hann tríggjar reipslongdir

í óvit sum ein stein.

 

69. Álkur, lundar og lomvigar

hoyrdu tað ravnareyp;

tókti teim ikki mjúkari,

enn bergið niður leyp.

 

70. Sýntist teimum, hvør stólpur og steinur

yvir teimum stóð,

niður eftir kom raplandi

at vekja fuglablóð.

 

71. Men tá ið tey sóu gorpin detta

og meintu, tað var ein klettur,

turkaðist alt av berginum út;

har var einki eftir.

 

72. Gorpur flagsar í luftini,

ætlar at vinna nógv;

tá ið vitið at honum rann,

hann var ikki langt frá sjógv.

 

73. Strembar hann við bergið upp,

ristir seg við hvørt,

luttar inn at ymsum holum,

men allastaðni var sørt.

 

74. Gamli gorpur kendi svongd

– spilt var hansara vinna –

tekur at banna tjaldrinum,

sum hann kundi best páfinna.

 

75. “Skert vildi eg teg, tjaldrið, sæð,

fyri tú gjørdi mær ímóti;

so vildi eg tín búkur og bein

var fullur av malargróti.

 

76. Eg vildi, at tú og alt títt lið

í óvitsku skuldu gingið,

so vit kundu ruffa og ræna,

hvat okkum lysti at fíngið.

 

77. Eg vildi, at tú og aðrir fuglar

skuldu tegið og tagt,

hvørt ið tað góða ella tað ónda

var í okkara akt.

 

78. So kundu vit okkum spika og fita

rætt sum gøðingarkálvur

og ikki lagt í tykkum lag,

men rátt fyri øllum sjálvir.

 

79. Hetta, sum mær var fyri í dag,

kann oftari bera til;

eg skal royna onnur ráð,

tað standist hvat av, ið vil.

 

80. Nú skal eg finna mínar vinir,

hoyra, hvat teir vilja gera;

til at svekja nevið reyða

tann fyrsti vil eg vera.“

 

Annar táttur

 

81. Stígið á gólv við stinnum alvi,

setist ikki á pall:

frøðið var næstan kvøðið hálvt,

tá gamli gorpur fall.

 

82. Skúgvurin snildi og falkurin spelkni

gingu saman í ráð;

eftir kom gorpur stólpandi

og settist teimum hjá.

 

83. Greindi tá hvør í sínum lag,

hvat sær var fyri borið,

hvussu teimum var gingið í hond;

skúgvurin tók tá orðið.

 

84. “So havi eg mær snúgvað og vent

tríati vetur og fleiri,

fáur var hann av mínum líkum,

sum vann í brøgdum meira.

 

85. Nert havi eg bæði “her og der“,

fáur mundi tað vita;

stundum snávaði eg kropp og skinn,

stundum limir og bitar.

 

86. Ránað havi eg bjørgini,

stundum grønan vøll;

fáur mundi mær neisur vinna,

tí tungan var so snjøll.

 

87. Tá ið eg singlaði yvir tí,

sum eg hevði hugin á,

var tað sum í pottinum víst,

tí eingin segði frá.

 

88. Altíð eg vann, hvar hugurin rann

bæði til fjals og røkur;

tó minnist eg á einum sinni,

tá var eg gyrdur í brøkur.

 

89. Eg vildi eftir nógvum gapa,

upp á tjólegg fór,

øvigur aftur á langlegg datt,

sum kálvur dettur í flór.

 

90. Eg vildi hava hetta og hatta,

royndi brelliráð;

“káið“ har í vegin kom,

tí fór eg skitin frá.

 

91. Eg vildi hava hetta og hatta,

tí eg hevði ikki rógv;

eg vildi lut á sjónum taka,

troyta streymasjógv.

 

92. Á vatni vildi eg snúgva mær

rætt sum skarvur og æða;

eg máldi ikki megi mítt,

tað var mær at skaða.

 

93. Har kom fuglur úr sólarrenning

- hoyr nú, hvat eg tali:

granskaði eftir mínum verki;

alt var funnið galið.

 

94. Gripur kom av flatlondum,

hann førdi harðan lúður;

hann beit mínar kløur av;

eg fell í bjarnadúr.

 

95. Gripur gjørdi mær heitt um skalla,

skakaði mínum bú,

skotraði meg av vaglinum;

eg eri tí gráur nú.

 

96. Tvíggjaði hann og sjuggaði meg,

vísti mær til dyr;

lundin upp á vaglið kom,

sum eg hevði sitið fyrr.

 

97. Bukaði hann meg við vongknúgvum

bæði til høvur og føtur;

hevði ikki hjálpt mær abbi gorp,

eg hevði ikki boðið bøtur.

 

98. Har vóru settir rossleypar,

fýra ferðir tólv;

uttan um lundan girdust teir

sum náttarsólin hálv.

 

99. Lundin sat so bringubrattur,

eyguni mundi hann renna

ymsar vegir at leypunum;

so fáar mundi hann kenna.

 

100. Har sat hann og skimaðist

uttan um seg at tevja;

leyparnir vóru tøðufrekir,

fóður mundi teim krevja.

 

101. Einki dámaði lundanum

at sita í slíkari tøðu:

hann gróv sær eina nýggja holu,

síðan fekk hann sær bøgu.

 

102. Tá tók dagur at lýsa upp,

skýggini spreiddust at,

lundin var smogin í holuna

og eingin á vagli sat.

 

103. Mala tók í knokki mínum,

kløur mundi eg tveita!

ongan visti eg betri enn,

á abba gorp at heita.

 

104. Tá var hann góður, abbi gorp,

hann ímillum gekk;

tí man eg fjálga reiðrið enn,

sum eg eftir pápa fekk.

 

105. Hevði hann ikki lívgað meg

og hjálpt mær tá úr snerru –

væl kann tað ganga brókut enn,

men tá mundi gingið verri.

 

106. Tapta megi aftur kom,

sum gripur frá mær tók,

líkasum tað um dýrið stendur

skrivað í halgu bók.

 

107. Síðan gekk mær væl í hond –

hví skal eg dylja tað?

undan taki eg, hvat meg hendi

í síðsta sildavað.

 

108. Eg sat mær á høgum tindi,

hevði har sitið leingi;

var mær hyggjandi út á fjørð,

eg sá tað fuglameingið.

 

109. Brellilysturin á meg kom,

eg væntaði besta keyp -

ilt er at binda svangan hund

niður við smørleyp.

 

110. Legði eg beint í sildavaðið,

beindi har mín veg;

har kom eitt tjaldur flúgvandi,

sum gjørdi mær “fortreð“.

 

111. Tutlaði tað við fuglarnar,

sum vóru í míni trá;

“Nú kemur smyril í staraflokk;

pakkið tykkum herfrá!“

 

112. Tá ið tjaldrið segði slíkt,

tóat tað sannheit væri,

sindraðist burtur í hvørja ætt

tann heili fuglaskari.

 

113. Sumt fleyg upp, og sumt fleyg niður,

flokkurin spreiddist sundur;

svangur kom eg av mínari veiði

sum aftursjuggaður hundur.

 

114. Ikki orki eg at tola

mangar stoytir slíkar;

falkur og gorpur, sigi mær,

um tykkum hetta líkar!“

 

115. Falkurin grummi treður á fold,

ristir høvur og vanga:

“Ikki skulu tit spyrja tað,

at vit undir hetta ganga.“

 

116. Gorpur gamli stólpar fram,

býðst nú til at gora;

falkur eygu at honum skeyt

og ráddi honum at forða.

 

117. Gorpurin svarti aftraði seg,

um enn tað var upp á svik,

settist aftur á knappin,

men eyguni gingu kyk.

 

118. Falkurin reysti beyð tá til,

tá hann hevði málið fingið:

“Sum tú, skúgvur, fortelur frá,

so hevur mær sjálvum gingið.

 

119. Ikki gekk mær betur enn tær,

tá eg vildi veitslu ná;

tonkti eg um hevnisøku,

eg royndi hana at fá.

 

120. Í fjør var eg hjá ørnini

so langt frá hesum fjøllum;

trúgva máttú mær, stallbróðir,

eg greindi frá hesum øllum.

 

121. Greindi eg tá úr odd í egg,

sum okkum best kundi semja,

uttan at leggja í annað lag

enn egið gagn at fremja.

 

122. Tjaldrið málaði eg so døkt

sum sót og bikið svarta,

okkum sjálvar sum náttarsnjógv;

tað var av følskum hjarta.

 

123. So havi eg nú farið at

og fingið alt, sum eg vil;

nú skal eg passa tjaldrið upp,

tá tað vil bera til.“

 

124. Gorpurin svarti trokaðist fram,

kundi ei longur bíða;

øguliga hann keksar avstað

rætt sum hestar ríða.

 

125. “Mangt havi eg meg yvir at kæra;

vanur var eg við nógv;

lutur mín tann frægasti

var bæði av land og sjógv.

 

126. Treytir eru tykkum vunnar

bæði summar og vetur;

vita skulu tit, garpar tveir:

mær hevur ei gingið betur.

 

127. Ikki er vert at endurnýggja,

men leggið ráðini saman:

brúkið nú høvd og veingir og vel

og gerið ei av tí gaman!“

 

128. Fuglar tríggir hildu ráð,

skúvurin førdi orðið;

tað mundi ikki vera søtt,

ið har var fyri borið.

 

129. Grána tóku vangafjaðrar,

tí ráðini vardu leingi;

fimtan nætur og enntá betur

ei sást høvd undir veingi.

 

130. Tá mundu brýggjast knokkarnir –

tí eru vangar gráir;

teir mistu dúr og náttarfrið –

tí eru summir mjáir.

 

131. Ágrýtnari fáur var,

um hann kundi ganda;

allir ynsktu tjaldrið detta,

eingin upp at standa.

 

132. Løgdu teir sær so eina við

til at kunna útfinna,

hvussu teir skuldu tjaldrinum

tær verstu treytir vinna.

 

133. Hetta mundu garpar tríggir

royna at halda við:

hugsa ilt og fremja tað;

slíkt eru skálkasiðir.

 

134. Falkurin snarpi trein tá fram,

biður hinar tiga:

“Tá ið eg var í ørnaríki,

so mangt eg hoyrdi siga.

 

135. Ørnin er so góður fuglur,

øllum vil hon væl;

ikki vil hon, í haganum

skal pikkast eggjaskal.

 

136. Gjarna sær hon hjá øllum búnast,

hvørt eitt egg blívur klakt;

tað man víðka hennara ríki,

vaksa um hennara makt.

 

137. Ungarnir bæði smáir og stórir,

sigur hon, skulu ana;

hon setur teir í svartahol,

sum fuglar tora ræna.

 

138. Alt vil hon skal liva við frið,

bæði stórt og lítið;

tað man minka um okkara lut,

onkur fýlist við býtið.

 

139. Tjaldrið fylgir ørnaboð,

tóat eg sigi tað her;

men ikki er gott at leggja av tað,

ið gamal vani er.

 

140. Einhvør man vera sær sjálvum næst,

ið hvussu tað øðrum gongur;

hetta lærdi pápi meg,

tá ið eg var lítil drongur.

 

141. Vær skulum venda svart til hvítt;

tað eru ikki onnur ráð;

ørnin er langt av landi skotin,

hon kann tað ikki sjá.“

 

142. Skúgvurin snildi mælti eitt orð:

“Tó at tað verða keikir,

tjaldrinum mugu vit royna at basa;

brúkið nú skálkaleikir!

 

143. Tjaldrið kenni eg alt for væl,

vita man tað nógv;

væl man tað kunna fyri sær

bæði á landi og sjógv.

 

144. Ofta man tað á sjónum sita,

tað kann sær ikki bara;

klófuglarnir eltast eftir

og vilja tað sama læra.

 

145. Tí man minka okkara partur,

tó at tað fyrr var nógv;

nú er knýtt og fyri bundið

bæði á landi og sjógv.

 

146. Fuglar flestir gerast nú vísir,

vilja ei lata seg fanga;

sum teir síggja tjaldrið gera,

teir flestu eftir ganga.

 

147. Tó man mær ikki tróta ráð,

tó eg eri svinnur sum genta:

ørnin glottar at okkara orðum,

sum tey vóru prentað.

 

148. Vær skulum siga, at klófuglarnir

eru so dummir sum neyt:

nevið reyða øsir teir upp,

sum tú rørir greyt.

 

149. Ráðini gav eg pá mín part,

heldur nógv enn lítið;

gorpur! tú mást nýta tey,

tí tú ert størstur í býti.“

 

Triði táttur

 

150. Skemtan víkir nú frá mær,

vilja tit mær tað trúgva.

Búreisingar pjøkast at -

hagar skal frøðið snúgva.

 

151. Tað var um ein mánadag

- eg meini, eg ikki ljúgvi –

tjaldrið fór at hugsa um

at fáa sær nakað til búgvið.

 

152. Mundi tað tá við aðrar fuglar,

spógvar og láir tosa,

til at hjálpa at ríva leyst

og bera gras og mosa.

 

153. Fóru tey sær tá fram íhjá

og síðan til strandar niður

til at fáa sær proviant

og bora øður og fliður.

 

154. Tjaldrið talar til sínar rekkar:

“Dvøljist nú ikki longur!

Ikki skulu tit meira hava,

enn sum til búgvið gongur.“

 

155. Tjaldrið segði til spógva tá

- tó at tað ber upp á rím:

“Minnist tú nakað til pápa tín?

Tú veitst, hann hevði krím.

 

156. Ber honum hetta bukkablaðið!

- nakað mást tú asa –

stappa tað inn í nevið hans!

so heldur hann upp at hvæsa!“

 

157. Tríggjar øður og tógvar fliður,

ikki høvdu teir meira

uttan nakran mosa og gras,

sum ætlað var til reiðrið.

 

158. Frættist tað bland rovfuglar,

sum mundu tað fortróta,

at smáir fuglar pjøknir vóru

veitslu at vilja njóta.

 

159. Falkurin fór til krunkin fram,

har sum deyðseyði lá:

“Slepp niður vil og garnarenda

far og søk tær ráð!

 

160. Tú skalt øllum føði skaffa;

harímót eingin sigur;

hoyrt havi eg gitið, at tjaldrið sankar

bæði øður og fliður.“

 

161. Svaraði gorpur, gamal bóndi,

tálgaðar vóru hans brýr:

“Nú er at heita á skúvaræði;

nú eru góð ráð dýr.

 

162. Hoyr tú skúgvurin skrinkilsbein

við tín gráa vanga!

Hvat er nú til ráða at taka?

Hvussu fer nú at ganga?“

 

163. “Hoyr tú gorpur, litadimmi!

eyka tær ongan vanda!

tú skalt tær við søkum fara

tjaldrinum fyrst at granda.

 

164. Fliður sankar tað fyri seg

og maðkar til sínar ungar;

harav kemur kætin tann

í ternuflokki rungar.

 

165. Kjaftin kanst tú brúka væl,

tó lítla hevur tað fynd;

at líta alt upp í tínar hendur,

tað var næstan synd.“

 

166. So var snork á krunki tá

sum á nøkrum grísi;

sveittin støkk um fjaðrar hans

bæði av smoltri og lýsi.

 

167. Dálkaður hann í gori var,

smurdur hann var í sveita:

“Hvat er nú til ráða at taka?

á hvønn skal eg heita?“

 

168. “Krákuna vil eg seta út

at ganga tær til handa;

tó at tú lønar henni væl,

tú kant teg væl við tað standa.“

 

169. Krákan stóð har skamt í frá,

hon hoyrdi skúgvin tala:

“Hvat tú bað meg, mundi eg gera,

um enn tað var at stjala.“

 

170. Gorpur talar til krákuna:

“Altíð vart tú mær hull;

kant tú nakað hjá tjaldrinum finna,

so er sakin full.

 

171. Bjó tú teg so skjótt avstað!

Gev so lítið tol!

Eg ætli, tað hevur sankað saman

og krógvað niður í hol.

 

172. Troystar tú ei eina at fara,

kant tú ei vegin finna,

“Skirið“ skal eg senda við tær,

tí tað er tjóvskt í sinni.“

 

173. Krákan elti gamla gorp,

sum hundur eltir tík:

“Gjarna geri eg tygara vilja;

sjaldan býðst veitsla slík.

 

174. Natin mundi eg altíð vera,

hvar nakað var at valda;

har sum vinningur helti til,

eg mundi meg altíð halda.

 

175. Mangan bita havi eg krógvað

bæði í vølli og gróti;

tjaldrinum skal eg ganga nær,

tað sigi eg ei í móti.

 

176. Tað vísir stropi á mínum nevi:

eggini havi eg amað;

eg vænti eg fái ikki illar nasar,

tí tær havið gjørt tað sama.

 

177. Eg skal fylgja tygara ráð,

eg eri tó eingin glunti;

mangan góðan gloypibita

tú mær ofta unti.

 

178. Mangan havi eg tálgaklunkin

frá tygum, harra, slikkað;

skammrivið og garnmørin

untuð tær mær at pikka.

 

179. Mangt so havið tær smálambið

slaktað fyri meg;

allar dagar í mínum lívi

minnist eg á teg.“

 

180. “Halt tú nú tín skitna kjaft!

Slatra ikki longur!

gakk og raka í tjaldursreiðri!

Vita, hvussu gongur!

 

181. Set nú rukkur á tínar brýr!

Ver nú eingin kálvur!

Ver nú bæði buttur og fúsur,

sum eg eri sjálvur!"

 

182. Ristir og skakar hon velið sítt

burtur av nevi at turka;

ítari er við høviskum boðum

enn í køsti at slurka.

 

183. Krákan fór sum njósnari,

luttaði eftir øllum;

stundum hon eftir sjónum fleyg

og stundum eftir fjøllum.

 

184. Hoppaði hon yvir foldina;

gorpur meinti, hon rann;

stappaði hon í holu niður

tað, hon í køsti fann.

 

185. Hoppaði hon av steininum,

flákrar alt hon kann;

hon hevði verið í hvørji holu,

áðrenn sólin rann.

 

186. Hon kom har, sum tjaldrið var,

meinti at finna nógv,

skeitir og kveitir út undan sær

sum “niðri undir krógv“.

 

187. Taldi hon bæði øður og fliður,

ætlaði meira at fingið,

gjørdi tá keipur, sum hon hevði sitið

niðri í móreyðu dyngju.

 

188. Krákan fleyg fyri harra sín,

áðrenn lýsti dagur:

“Eg havi tygara ørindi

útrættað sum ein maður.“

 

189. Skúgvur, falkur og svarti gorpur

pota burtur úr oyra:

“Hevur tú ilt um tjaldrið at siga,

vit vilja tað gjarna hoyra.“

 

190. “Eg eri móður av longum veg,

tungan hon vil balla;

betur er, at nevið reyða,

tær latið higar kalla.“

 

191. Falkurin sendi kráku fyrst,

gorpin aftaná,

til at kalla tjaldrið inn,

tað var ikki langt harfrá.

 

192. Krákan hoppar til tjaldrið út,

tekur nú til at mæla:

“Eg eri boð frá harranum;

teir vilja við teg tala.“

 

193. Snart mundi tjaldrið altíð vera,

við tað fyrsta orð,

snúðist tað so brádliga

inn fyri harraborð.

 

194. Rodna tók tá falkanev,

tá hann mundi tjaldrið síggja,

ymsar brýrnar niður skeyt,

og ymsar upp til skýggja.

 

195. Skúgvurin gekk við falksins síðu,

tutlaði honum í oyra,

snakkaði tá so ljódliga,

so eingin skuldi hoyra.

 

196. Gorpur snurraði sær í klingur

rætt sum streymur í íðu:

“Eg havi biðið krákuna

at vera pá mína síðu.“

 

197. Falkurin grummi breyt tá út,

litir mundi hann skifta:

“Tí mundi eg teg, tjaldur, kalla:

eg ætlaði tær at skrifta.

 

198. Tú hevur tikið gras og mosa

bæði burtur og hjá;

ikki eg ta æru fekk,

at tú segði mær har frá.

 

199. Væl man eg vera ærusjúkur,

eg eri tó eingin drongur;

hevur tú ikki fregnast tað,

eg eri her sum ein kongur?

 

200. Enn meini eg, at tú mant hava

borað øður og fliður -

kráka, svara nú fyri gorp!

Hví stendur tú har og tigur?

 

201. Krákan stóð og skutlaði sær,

smurd var hon í gori;

burtur gingu tímar tveir,

áðrenn hon fekk upp orðið.

 

202. Hjartað slapt og “minufull“,

einki orð hon greinti,

blunkaði tá at skúvinum,

sum visti, hvat hon meinti.

 

203.    Legði hon nev á skúvsins vong:

“Hjálp nú, sum tú plagdi!“

Skúgvurin setti nev mót nev

og greiddi tað, sum bagdi.

 

204. Tá ið hon tann styrkin fekk,

mundi hon errin spáka,

dritti vel og sletti høvd

rætt sum fútakráka.

 

205. Kráaði hon og skrallaði tað,

sum hon hevði saman bjórað:

“Gesti høvum vær sakir við,

bæði smáar og stórar.

 

206. Hann hevur heintað bukkabløð

spógvum og øðrum at fáa;

ikki átti tað verið so,

tí gorpur vil tí ráða.

 

207. Hann hevur verið so nasavísur,

potað fliður og øður;

fáum geva lov til tað

gorpur og hansara brøður.

 

208. Fuglar lærir hann altfor mikið,

hvar hann flýgur og gongur;

summum trýtur tí at vera

feitt fyri kjøftum longur.

 

209. Ikki stingust fingur í vegg,

ikki bata snið:

leingi áðrenn til skal takast,

frætt hevur fuglalið.

 

210. Latið tí tjaldrið ei sleppa á sjógv!

Tjóðrið tað á landi!

Ristið fót og skerjið vong!

So er eingin vandi.

 

211. Takið nú frá tjaldrinum,

alt hvat tað hevur samlað!

falkur og skúgvur, sigið ja!

eg svari fyri hin gamla.“

 

212. Rovfuglarnir svaraðu ja,

spraklaðu tá sum kálvur;

tjóvur meinar, at hvør maður stjelur,

tí hann stjelur sjálvur.

 

213. Tjaldrið hoyrdi tað fuglasvass,

sum teir vavdu saman,

tóktist síggja í lótunum,

tað mundi ei vera gaman.

 

214. Tá ið tjaldrið hetta sá,

at tað mundi álvara vera,

svaraði tað so stívliga,

tað mundi í hjartað skera.

 

215. Góða kendi tað sína sak,

vildi tí ikki fíra;

sjónliga las tað teirra pass;

tað neit í fuglanýra.

 

216. “Falkur, hví vilt tú forða mær

mosa, gras og flag

til at byggja mær reiðrið av,

beyð ørnin at gera tað?

 

217. Ikki gav ørnin tær tað lov

at trúa við slíkum kossum,

eg havi tó ikki fjalt sum tú

pløgg úr øðrum plássum.

 

218. Gorpur, eg kenni teg so væl:

sjálvur tú alt vilt slúka.

Hvør gav tær lov at nokta tað,

sum okkum tørvast at brúka?

 

219. Tú hevur sýtt okkum bukkabløð;

hosta kann tað ráða.

Neyð dreiv okkum at søkja tey;

hjá tær var einki at fáa.

 

220. Var tað so, ið ørnin segði?

Hví hevði tú einki, títt spók?

Tú mant fylgja ørnaboð,

sum fanin lesur í bók.

 

221. Kráka, tú hevur so óvaskað

snikið teg her uppí;

tann, sum “feil“ við øðrum vil síggja,

skal sjálvur vera frí.

 

222. Eggini hevur tú undir teg rakað,

stropan hevur tú tappað;

mangan hevur tú duldan bita

í hellir og holur stappað.

 

223. Slíkur kann vera ein sum annar

burtur frá øðrum at snappa;

mangan huldan loynibita

hava tit niður stappað.

 

224. Tá ið smyrlar, kjógvar og bakar

í haganum mundu sveima,

tá lótu tit ikki kjaftin upp;

stillir sótu tit heima.

 

225. Altíð søkti eg fuglaframa,

tí tað vóru ørnaboð;

vilja tit mær tí treytir vinna?

Átti tað vera so?

 

226. Hetta skal spyrjast í ørnaríki

eg havi har verið fyrr;

um enn eg royni upp aftur,

eg vænti, eg finni á dyr.

 

227. Ikki dylji eg tykkara strikur;

ørnin skal tað hoyra.

Tað kann henda seg enn sum fyrr,

at onkur flónar um oyrað.“

 

228. Nú orki eg ikki ríma longur;

rími nú hvør, ið vil;

eg royndi bæði í gjár og í dag;

men ikki vil bera til.

 

229. Best man vera at halda upp,

fara niður at sita.

Latið nú rímaran hvíla seg!

Tíðin samlar vitið.

 

Sum frá leið, gjørdist “Fuglakvæðið“, táttur Nólsoyar Páls, ikki bara eitt hissini skaldaverk, sum stuttligt var at kvøða á gólvi. Tjóðskapartíðin skapaði ivaleyst hetjumyndina av Nólsoyar Pálli. “Nevið Reyða“, tjaldrið, gjørdist tjóðfuglur okkara, og mangan hevur verið tikið til hesa skaldsligu mynd - tjaldrið, ið jagstrar rovfuglar - í skaldskapi, myndlist og í politiskum starvi.