Skip to main content

​​​​​​​Fípan Fagra

 

Í einum parti hoyrdu vit um eitt ævintýrkent náttúrukvæði. Her skulu vit viðgera eitt ævintýrkent kappakvæði, sum, skal farast eftir heildarsavninum TSB, bara er at finna í Føroyum.

Kvæðið nevnist “Fípan Fagra“, og tað fær ivaleyst tilkomin fólk fyrst og fremst at hugsa um kappróðrarbátin úr Klaksvík, sum serliga við gentumanning gjørdi so nógv um seg einaferð í 1960-árunum, at til stuttleika - eitt sindur avgjørt - varð sagt, at Fípugenturnar høvdu tíð bæði at draga bát, fara undir brúsu og snolla sær við, áðrenn nummar tvey kom á mál.

Nú klaksvíkingar, sum at vísa seg føroyingar flestir, verða føddir við bilratti heldur enn við ár í hond, stendur hetta glæsiliga farið mest í neysti. Men tað er kallað upp eftir eini vakrari gentu.

“Fípan fagra“ er sum sagt kappakvæði, nr. 48 í “Føroya kvæðum“, har tað er at finna í fýra brigdum.

A er eftir Schrøter frá um 1820, og tað er tað, ið Hammershaimb hevur tikið upp í kvæðadeildina í anthologiini, sum kom út í 1891.

B er eftir Hammershaimb, hvørs heimildarfólk í hesum føri er Christiane Schrøter, 1845.

C er eisini eftir Hammershaimb, sum í 1848 hevur hoyrt Dánjal Joensen úr Vági kvøðið.

D er uppskriftin í “Sandoyarbók“, Jóannes í Króki skrivaði upp í 1822 eftir heimasandsmannin Jens Jensen.

Maður eigur væna dóttur, sum hann setur at ansa akri sínum. Tá kemur ein fríggjari, Eirikur, sum hittir gentuna og lovar at føra hana burtur á skipi sínum.

1. Skalli undir fjalli býr,

garpar til hann ríða,

tað var honum til eydnu lagað,

hann átti dóttur fríða.

 

2. Tað var henni til eydnu lagað,

hon skyldi akur goyma,

sat hon úti árla og síðla

kundi ikki vánir gloyma.

 

3. Frúgvin sat úti og seymaði

eina morguntíð,

hon sær skip eftir havi koma

beint fyri grønari líð.

 

4. Frúgvin sat úti og seymaði

eina morgunstund,

hon sær skip eftir havi koma

beint fyri grønari lund.

 

5. Kastar sínum akkerum

á so hvítan sand,

fyrstur steig hann Eirikur

sínum fótum á land.

 

6. Eirikur gongur frá strondum niðan

ein við ongar sveinar,

hann sær frúgv við akur sita,

talar við hana eina.

 

7. Eirikur stendur á teiginum,

sínum orðum byrjar:

“Hví sita tygum so einliga?“

Tað ræður hann fyrst at spyrja.

 

8. “Tað var mær til eydnu lagað,

eg skuldi akur goyma,

siti eg úti árla og síðla,

eg kann ikki vánir gloyma.“

 

9. “Eg skal tygum frá akri skilja,

ást og allan vilja,

føra teg so til hallar heim

og teg frá vánum skilja.“

 

10. Legði hann hendur á frúnnar háls,

biður hana sæla sitja:

“Skipið er tætt, tað liggur í ætt,

annar kemur tín at vitja.“

 

Nú brestur ódnarveður á. Gentan ætlar sær heim, men kennir tá, at hon er føst við jørðina, sleppur ikki av fetanum. Skip dagar nú í havsbrúnni, og við tí er ein risi, sum gongur niðan frá strondum, hittir Fípuna Føgru og sigur henni, hvussu hon skal sleppa leys.

 

11. Eitt kom æl av útnorðri,

trælur og treystir veita,

frúgvin kastar saks og seym,

skuldi til húsa leita.

 

12. Frúgvin kastar saks og seym,

skuldi til húsa gá,

hon varð føst við jørðina,

náddi ikki upp at stá.

 

13. Hon varð føst við jørðina,

náddi ikki upp at stá,

gullkambur í hári henni,

hondin omaná.

 

14. Frúgvin kastar saks og seym,

skuldi til húsa fýsa,

hon sær skip eftir havi koma

ælið tók at lýsa.

 

15. Kastar sínum akkerum

á so hvítan sand,

fyrstur steig hann risin

sínum fótum á land.

 

16. Risin gongur frá strondum niðan

ein við ongar sveinar,

hann sær frú við akur sita

talar við hana eina.

 

17. Risin stendur á teiginum,

sínum orðum byrjar:

“Hví sita tygum so einliga?“

Tað ræður hann fyrst at spyrja.

 

18. “Tað var mær til eydnu lagað,

eg skuldi akur goyma,

siti eg úti árla og síðla,

kann ikki vánir gloyma.“

 

19. Risin stendur á teiginum,

ristir skeggið svarta,

Fípan fagra møðig græt,

og bleytt er barnsins hjarta.

 

20. Kjaftur hans er ógviligur,

nasarnar tær eru langar,

so eru hansara kjálkabein

sum fjórðingsvegur at ganga.

 

21. Nasarnar eru sum neystadyr,

ennið hevur hann fatt,

eyguni eru sum tjarnir tvær,

nú sigi eg tær satt.

 

22. Skeggið er sum sótið svart,

flýtur niður á bringu,

neglinar eru sum bukkahorn,

alin fram av fingri.

 

23. Risin stendur á teiginum,

ristir skeggið hvíta:

“Blás tú mær av einum strá!“

So vildi hann fljóðið svíkja.

 

24. Hon blæs honum av einum strá,

meinti, einki skuldi saka,

hon varð leys frá jørðini,

hann mundi hana burtur taka.

 

Tá ið Fípan nú er sloppin leys, tekur risin hana við sær á skip sítt og førir hana heim í helli sítt, har móðir hansara verður sett at ansa gentuni. 

 

25. Tekur hann hana á bak sítt upp,

ongum sigur frá,

ber hana so til strandar oman

mót teirri bylgju blá.

 

26. Tekur hann hennar gula hár,

fast við súðir bindur,

Fípan fagra møðig græt

og mest av harmi springur.

 

27. Rógva undir Álafossi

heim við átta árar,

so er lítil byrur hans,

at vindur foykir báru.

 

28. Tekur hann hana á bak sítt upp,

tað man honum ikki bella,

ber hana so í fjallið upp,

tað eitur í Oknarhelli.

 

29. Tekur hann hennara gula hár,

fast við reipum bindur,

Fípan fagra møðig græt

og mest av harmi springur.

 

30. Risin liggur við árni fram

fullur av øskukrási:

“grát ikki Fípan, fárlig’ fljóð!

Fátt verður tær á vási.”

 

So fer risin á skógin at veiða djór. Ímeðan loysir móðir hansara Fípuna úr bondum og lærir hana at ganda fram bæði bjørg og vatn og høgan eld, sum skulu verða verja hennara, og so leggur hon henni lag á, hvussu hon skal klæða seg til ikki at verða kend. Og nú flýggjar Fípan úr hellinum.

 

31. Risin fer á skógvar burt

villini djór at veiða,

kelling vappar vánir fram,

tekur nú bond at greiða.

 

32. Kelling vappar vánir fram,

ger nú fljóðið fegið:

“Verði nú enn, sum jøtun segði,

komin á endadegi!“

 

33. Kelling vappar vánir fram,

tekur nú fljóði at fagna:

“Tríggjar ónskir skal eg tær ynskja,

allar skulu tær gagna.

 

34. Tá ið tú kemur í skógvin fram,

tú sært risan renna,

ónsk tær bæði bjørg og vatn

og høgan eld at brenna!

 

35. Tá ið tú kemur í trongan skógv,

tú hav væl onnur klæði,

rív upp á teg bjørkuvið,

tað javnt við jørðina drag!“

 

Tá ið risin nú kemur heim aftur og sær, at Fípan er flýdd, verður hann so óður, at hann beinir fyri móður síni. Hann tekur jarnstongina og heldur aftan á Fípuni, sum nú tekur til gandakynstur, sum risamóðirin hevði lært hana. Hon ynskir sær vatn, tað drekkur risin, hon ynskir sær eld, hann sløkkir risin, men tá ið hon ynskir sær bjørg, megnar risin ikki at røkka henni, men doyr av stremban síni.

 

36. Risin kemur av skógvum heim,

saknaði fljóð av bondum,

hann visti sær eingi sømri ráð,

hann tók sína móður á hondum.

 

37. Tekur hann hennara búk og bein,

kastar á hurðarás:

“Ligg nú har, hvar jøtun segði,

stokt til øskukrás!“

 

38. Risin tekur jarnstongina,

titar títt um stund,

fljóðið varð ikki fegið við,

tað leit seg aftur á fund.

 

39. Tá ið hon kom í skógvin fram,

hon sær risan renna,

ónskti sær bæði bjørg og vatn

og høgan eld at brenna.

 

40. Drekka mundi hann vatnið,

sløkkja mundi hann bál,

tá ið hann kom at bjørginum,

springa mundi hann tá.

 

Fípan fer nú í kongsins garð, har gjørt er til til brúdleyps, nú Eirikur hevur fest sær vív. Tilstundandi brúðirin spyr, hvussu vitjandi moyggin eitur, og Fípan svarar, at hon eitur Nævurbussa. Eirikur kemur tá heim og spyr, hvør tað er, ið er komin til hallar, men móðir hansara svarar, at tað bara er ein fátæk kvinna.

 

41.So ríður frúgvin henda dag

fagrar fløtur og fríðar,

hon sær heim í kongsins garð

so mangar riddarar ríða.

 

42. Hon kom har so síðla á degi

mikil var mannatrongd,

bað hon ein duravaktar

veita sær inngongd.

 

43. Uttarlaga sær sessin tók,

mist hevði gleði og teiti,

bjarta brúður á beinki situr,

spyr, hvat navn hon eitur.

 

44. “Mítt er ikki navnið títt,

tað til navns at leita,

tað er mítt hitt hægsta navn,

Nævurbussa eg eiti.“

 

45. Eirikur kemur av skógnum heim,

sær til merki stór:

“Hvør er her til hallar komin,

síðan eg heiman fór?“

 

46. Svaraði hansara sæla móðir,

silki situr og tvinnar:

“Her er eingin til hallar komin

uttan ein fátæk kvinna.“

 

Men Eirikur kennir Fípuna aftur, hann ger tá av at halda fyrsta lyfti sítt, sendir brúður sína burtur og giftist við Fípuni.

 

47. Eirikur talar til sveinarnar,

tógva ella tríggjar:

“Leiðið mær frúnna í hallina inn,

nú vil eg hana síggja!“

 

48. Hon reiv av sær bjørkuvið

umframt onnur klæði,

silkiserk og skarlak reyð,

tað javnt við jørðina dregur.

 

49. Frúgvin varð leidd í hallina inn,

tá lýsa tók á enni,

allar tær, ið inni vóru,

bliknaðu tá fyri henni.

 

50. Frúgvin gongur at borðinum,

tekur í dúkin dýra,

seymar skjótt og skundiliga,

kundi væl nál at stýra.

 

51. “Lyfti havi eg lovað,

tað skal eg væl enda,

hesa frú at festa mær,

men hina aftur senda.“

 

52. Frúgvin varð sett millum moyar,

Eirikur millum dreingir,

eg kann ikki kvøða tað,

ið yrkt er ikki longur.

 

Í norðurlendska yvirlitssavninum, TSB, hevur “Fípan fagra“ talmerkið E 159, og har verður, sum longu nevnt, sagt, at kvæðið er serføroyskt, men tú skalt ikki hava hoyrt hesa søgu ofta til at koma eftir, at hon er meinlík ævintýri.

 

Svenski fólkaminnisgranskarin Bo Almqvist, sum leingi hevur verið knýttur at Department of Irish Folklore í Dublin í Írlandi, helt á 200 ára minningarstevnuni fyri Jóannes í Króki fyrilestur um hesa vísuna og vísuna, sum nevnd er “Drósin á Girtlandi“, CCF nr. 43. Greinin er prentað í “Fróðskaparritum“ 42. bók, sum kom út í 1994.

 

Har vísir hann í fyrsta lagi á, at Fípusøgan er tann sama, ið verður søgd í ævintýri nummar 313 í yvirlitsverkinum “The Types of the Folktale“, sum granskararnir Antti Aarne og Stith Thompson góvu út í 1961. Ævintýrið eitur „Genta sum hjálpari, tá ið hetja flýggjar“. Og nær skylt ævintýr er nummar 60 í “Færøske folkesagn og æventyr“, “Kongasonurin, ið tikin varð av sjótrøllakonginum“.

 

Í øðrum lagi vísir hann á, at forðingarnar, ið Fípan nýtir, tá ið hon flýggjar, ikki eru tær vanligu í norðurlendskum øki, men heldur sipa móti keltiskum/gæliskum øki.

 

Tá ið talan er um forðingar í ævintýrum, søgdum í Norðurlondum, er oftast talan um skóg, fjall og hav - og oftast í teirri røð, sum sýnir eina torleikaøking: Skógin er lættast at sleppa í gjøgnum, fjallið er næstlættast, og havið er so truplasta forðingin.

Í „Fípuni føgru“ er onnur forðing nevnd, eldurin, í staðin fyri skógin - og júst eldurin sum forðing er eitt eyðkenni fyri írskt ævintýraøki.