Skip to main content

Húgvutátturin

 

Tað eru minni enn so øll føroysk kvæði ella allar føroyskar vísur, sum eru á prenti í stóra verkinum “Føroya kvæðum“.

 

“Húgvutátturin“ ella “Eg átti mær eina húgvu“ kemur t.d. á prent fyrstu ferð í “Harubókini“, vit kalla. Hetta er frálærubókin “Føroysk lesibók fyri eldri børn“, sum A.C. Evensen gav út í 1906. Seinni er tátturin prentaður í “Lesibók til 5. skúlaár“, sum kom út seinna partin av 1960-árunum, í kvæðabókini “Grør so fagurt“, 1980, og í songbókini “Veitslugávuni“.

 

Tátturin er í verkinum TSB flokkaður í deildini skemtikvæði, hevur talmerkið F 47 og verður lýstur soleiðis: “Man trades magnificent cap for something of little value“, maður selur góða húgvu fyri okkurt, sum er lítið vert.

 

Tað er ein eg-persónur, ið kvøður, og fyrstu tvey ørindini lýsa hesa góðu húgvu:

 

HÚGVUTÁTTURIN

 

1. Eg átti mær ein húgvu,

tøvd var hon í tóva,

tíggju konur og tíati

hana úr vatni drógu.

 

2. Tíggju konur og tíati

hana úr vatni drógu,

hon hevði einki annað lýti,

uttan rendurnar vóru ov stórar.

 

So verður greitt frá øllum fólkunum, umboðandi ymisk størv og ymiskt virki, sum koma at skoða henda virðismikla lut:

 

3. Har komu allar vevkonur

hvør við sínum vavi;

har komu allir fjallmenn,

hvør við sínum stavi.

 

4. Har komu allir spunamenn,

hvør við sínum rokki;

har komu allar bindingarkonur,

hvør við sínum stokki.

 

5. Har komu allir veltingarmenn,

hvør við sínum haka;

har komu allar seymkonur,

hvør við sínum staka.

 

6. Har komu allar seymkonur,

hvør við síni nál;

har komu allir drykkjumenn,

hvør við síni skál.

 

7. Har komu allir jarnsmiðir,

hvør við sínum jarni;

har komu allar bróstakonur,

hvør við sínum barni.

 

8. Har komu allir bátasmiðir,

hvør við síni tong;

har komu allir fleygingarmenn,

hvør við síni stong.

 

9. Har komu allir træsmiðir,

hvør við sínum knívi;

har komu allar hoykonur,

hvør við síni rívu.

 

10. Har komu allir útróðrarmenn,

hvør við sínum snøri;

har komu allar kirningarkonur,

hvør við sínum smøri.

 

11. Har komu allar tíningarkonur,

hvør við sínum trogi,

har komu allir bakkamenn,

hvør við sínum togi.

 

12. Har komu allir slóttumenn,

hvør við sínum líggja;

har komu øll tey fólkini

mína húgvu at síggja.

 

Komið er nú hagar til, at kongur sjálvur hevur hoyrt um húgvuna og býður eigaranum dýrar gávur, ja, sjálvt dóttur sína afturfyri at fáa henda høvuðbúnan, men maðurin noktar:

 

13. Kongur beyð mær ríkið hálvt,

kúgv á hvørjum ári;

eg læt ikki húgvu mína,

tí tá var eg ein dári.

 

14. Kongur beyð mær ríkið hálvt,

tógvar hestar hvítar;

eg vildi ei mína húgvu lata,

mær tókti tað vera ov lítið.

 

15. Kongur beyð mær dóttur sína,

tann hin væna moy,

annar beyð mær knørrin tann,

ið sigldi fyri Skánoy.

 

So løgið tað ljóðar ger maðurin at enda, nú hann hevur synjað fyri øllum ríkidømi fyri húgvuna, ikki mætari, enn hann selur hana fyri at kalla einki:

 

16. Farin er nú húgva mín,

mangt er fyri hana prangað,

fingið fyri hana tógvar knívar,

brendir upp í tanga.

 

17. Farin er nú húgva mín,

tað má eingin vita,

fingið fyri hana tógvar knívar,

hvørgin bítur bita.

 

18. Farin er nú húgva mín,

mangt er fyri hana boðið,

fingið upp í tóma vomb

eina sleiv av soði.

 

Umframt í Føroyum er tátturin eisini at finna í Íslandi, “Íslenzk Fornkvæði“ nr. 108, har nevndur “Húfan dýra“. Íslendsku uppskriftirnar eru heldur styttri enn okkara, og bera vit tær saman við okkara, kunnu vit siga, at tær gera lítið ella einki burtur úr tí, ið okkara uppskriftir gera nógv burturúr, og nógv burtur úr tí, ið okkara gera lítið burturúr, t.d. hevur íslendska vísan einki um hesi fólkini, ið koma at skoða húgvuna: vevkonur og fjallmenn, tókonur og seyðamenn, bindingarkonur og spunamenn, seymkonur og veltingarmenn, bróstakonur og drykkjumenn, jarnsmiðir og bátasmiðir og træsmiðir, hoykonur og fleygingarmenn, kirningarkonur og útróðrarmenn, tíningarkonur og bakkamenn og slóttumenn.

 

Hinvegin verður í íslendsku uppskriftunum gjørt nógv burtur úr hestunum, ið bodnir verða fyri húgvuna. Okkara uppskrift sigur bara, at tveir hvítir hestar vóru í boði. Her hevur íslendska høvuðsuppskriftin umframt tveir hvítar hestar, tveir reyðar, tveir brúnar, tveir kvikar hestar, tveir jarpar, tveir gráar og tveir ljóst reyðar.

 

Men skipið, sum siglir fyri Skánoy, er bæði í íslendsku og føroysku uppskriftunum, og lítilsvert er í báðum uppskriftum tað, ið drongurin tekur við, tá ið hann letur húgvuna: hjá okkum tveir óhvassir knívar og ein sleiv av soði upp í tóma vomb, í íslendsku uppskriftunum tvær kókaðar sildir.