Krypilin á Vatnsoyri.
Í yvirlitsverkinum TSB eru náttúrukvæðini at finna í fremstu deild, A-deildini, 75 í tali. Tey verða vanliga skift sundur í tveir høvuðsbólkar, kvæði um yvirnáttúrligar verur, 29 í tali, og kvæði um heksakynstur og gand, 46 í tali.
Í seinnu deildini finna vit eitt kvæði, sum tykist at vera kent bara í Føroyum. Tað er TSB nummar 37, “Krypilin á Vatnsoyri“, sum verður lýst soleiðis: “Enchanted cripple seduces women“, gandaður krypil lokkar konufólk.
“Krypilin á Vatnsovri“ er nummar 147 í “Føroya kvæðum“, har tað bara er at finna í einari uppskrift, sum Hammershaimb í 1848 gjørdi eftir Suffíu Dánjalsdóttur í Fámjin. Fulla navn hennara var Billa Suffía Katrina, hon var dóttir Dánjal við Gjógvará í Vági, fødd í 1821, deyð í 1871.
Her byrjar søgan:
Fólk eru á veg í kirkju, tá ið tey hoyra vakran song. Tað er ein krypil, ið syngur, og øll verða ov sein til messu. Ein riddari, ið eitur Rósival, fer tá oman á Vatnsoyri, har krypilin situr:
1. Tað var um ein halgan dag,
teir skuldu til vøku gá,
krypilin sang so fagran sang,
at eingin kann vøku ná.
Stígum fast á várt gólv,
sparum ei vár skó,
Gud man ráða,
hvar vær drekkum onnur jól!
2. Tað var um ein halgan dag,
teir skuldu til vøku ganga,
krypilin sang so fagran sang,
at eingin kann vøku halda.
3. Riddarin bað tá bíða sær,
meðan hann gekk har niður,
haðan tá á Vatnsoyri,
sum krypilin fyri situr.
Rósival riddari spyr nú krypilin, hví hann syngur so fagran song. Krypilin svarar tá argandi, at hann veit konu, sum riddari eigur, sum er betri við hann, krypilin, enn við mann sín. Rósival spyr, hvussu tann riddarin eitur, og fær til svar, at tann riddarin er eingin annar enn Rósival sjálvur. Rósival fellur tá í óvit:
4. “Hoyr tú tað nú, krypilin,
hví gert tú tað svá,
at tú syngur so fagran sang,
at eingin kann vøku ná?“
5. “Eg veit eina moy út í tann garð,
sum betri er mær enn tær.“
Rósival stóð og lýddi hará,
tað gekk hans huga so nær.
6. “Hoyr tað tú nú, krypilin,
satt sig tú mær frá,
hvussu eitur tað lítla menni,
ið ta frúu ár?“
7. “Bæði um dagar og dimmar nætur
er hann í moynnar sali,
tað er hansara rætta navn,
riddarin Rósival.“
8. Tað var riddarin Rósival,
illa varð hann við,
so var mær av sonnum sagt,
hann fell í óvit niður.
Rósival kemur nú heim fyri konu sína, sum tekur væl ímóti honum, men sjálvur er hann lítið blíður við hana, hann fer fyri kong, sum sendir hann í myrkustovu:
9. Ikki kom hann av skógi heim,
fyrr enn lidnar vóru nætur tvær,
hans frú gongur honum ímót,
hon var bæði mild og mæt.
10. Hans frú gongur honum ímót
og fellur tá honum til fóta.
Hann rendi hana av vreiði burt,
vánt var at søkja til bóta.
11. “Hoyr tú kongurin harri mín,
tú lina mínum veldi,
eg giti onga skemtan gjørt
nú á hesum kvøldi.“
12. “Tú skalt fara í myrkastovu,
gera tær tað til tykki,
hvørki skalt tú hagar fá
matin ella drykkju.“
13. “Um enn eg fari í myrkastovu,
tað linar ei mínum veldi,
eg giti onga skemtan gjørt
nú á hesum kvøldi.“
14. Myrkastova stóð skamt ífrá,
sum dreingir plaga útríða,
hagar bleiv tá riddari førdur,
segði, so gott skal bíða.
Nú kemur krypilin krúpandi, og tá ið drotningin hoyrir song hansara, verður hon so hugtikin, at hon fær ikki farið frá honum. Sjálvt um hann slær hana undir vanga, verður hon bara alsknari og reiðir ból hjá honum:
15. Myrkastova stóð skamt ífrá,
sum dreingir plaga í basta,
har kom krypilin krúpandi
við sítt fuglalass.
16. Har kom krypilin krúpandi
við sítt fuglalag,
har kom drotning leypandi,
hon fell fyri honum í knæ.
17. Hann hevði upp sína høgru hond,
hann sló hana undir vanga,
hon var sær alt blíðari,
hon vildi ei frá honum ganga.
18. Enntá var tað drotningin,
hon snúðist av teirri breyt,
hon kom aftur við seingjarklæði,
hon reiðir upp við skeyt.
Riddarin Rósival kemur nú inn fyri kong og verður spurdur, hvat ið hann hevur sæð í myrkustovu. Hann ballar alt væl inn, sum hann sigur, men at enda kemur burtur úr honum, at hann hevur sæð drotningina ligið hjá kryplinum. Kongur verður tá í øðini og sigur, at lýgur hann upp á drotningina, skal hann missa lív.
19. Rósival situr í myrkastovu
allir vilja hann vega,
rósur sprungu á kongsins borði,
tá ið hann fór at læa.
20. Myrkastova stóð skamt ífrá,
sum dreingir plaga útríða,
haðan bleiv tá riddari førdur,
so tann, ið gott vil bíða.
21. “Tað ið tú sást í myrkastovu,
tað letur tú siga,
tá ið eingin noyddi teg til,
skuldi tú sitið og tigað.“
22. “Tað eg sá í myrkastovu,
mær fyri eygum bar,
tað heldur tú einki vera,
tó at tú verður tað varur.
23. Tað eg sá í myrkastovu,
tað tykir tær harm,
eg sá tína drotningina
sova hjá øðrum manni.“
24. “Lýgur tú á drotning mína,
tú skalt missa lív,
í hesum somu fótasporum
við hvøssum slíðraknívi.“
Men drotningin vil ikki, at riddarin skal missa lív fyri sínar sakir. Hon viðgongur alt og verður tá dømd, men krypilin kemur tá at biðja fyri teimum báðum. Hann greiðir frá, at hann hevur átt ónda stjúkmóður, sum hevur gandað hann til krypil, men so hevur hann eisini átt fastur, sum gav honum tann eginleika at syngja so vakurt, at øll, sum hoyrdu málið í honum, alt fyri eitt gjørdust skotin í honum.
25. “Ikki skal hann fyri mína skuld
missa sítt unga lív,
hvørt orð sigur hann satt ífrá,
tó at eg eri títt vív.“
26. Døma teir um drotningina,
ei mátti niður falla,
hoyrast mátti uttanhalla,
rætt sum trummur gjalla.
27. Har kom krypilin krúpandi,
fell for kongi á knæ:
“Harra, tilgev vreiðina,
bæði drotning og mær!
28. Eg átti mær eina stjúkmóður,
hon vildi mær so illa,
hon skapti meg í krypilslag
á Vatnsoyri at liggja.
29. Eg átti mær eina føðursystur,
hon meg betur unti,
hon legði mær ráðini,
tey mær alvæl dugdu.
30. Hon legði mær ráðini,
tey mær alvæl dugdu,
hon skapti meg í hindarlag,
at allar skuldu mær unnast.“
Søgutráðurin í hesum kvæði er ævintýr - tað síggja øll alt fyri eitt: Stjúkmóðir, sum skapar stjúksonin um til krypil, og so ein hjálpari, her ein fastir, sum gevur neyðars kryplinum eginleika, sum hann fær gagn av.
Tú undrast, tá ið tú á tíni granskingarferð verður varur við, at henda søgan ikki er søgd í bundnum máli í nøkrum øðrum Norðurlandi. Tí summar orðingar førka huganum móti onkrum av grannamálunum, eitt nú “Riddarin bað tá bíða sær/ með- an hann gekk har niður“ í 3. ørindi og “Lýgur (nútíð av at lúgva) tú á drotning mína“ í 24. ørindi.
Staðanavnið Vatnsoyri sigur okkum heldur ikki nógv. Tað hevur sjálvsagt einki við ta bygdina í Vágum at gera, sum nú eitur so - hon er ung niðursetubygd, og Vatnsoyrarnavnið man vera kent so nógvastaðni í Føroyum.
Riddaranavnið, Rósival, hjálpir okkum heldur ikki nógv. Vit síggja, at næstan sama navn, Rósinval, verður nýtt í B-brigdinum av øðrum kvæði, CCF nr. 117 „Blikimans kvæði“, sum er eitt av Tíðrikskappakvæðunum.
Men okkurt úr fornsøgum minnir um:
Odysseus gjørdi seg til heimferð av oynni, har Kirke búði. Hon varar hann við at sigla ov nær oynni, har lokkingardísarnar búðu, tí hoyrdi sjómaður málið í teimum, varð hann drigin inn móti landi og glataðist. Har á strondini skola mannabein í blámanum, og teir, ið har koma, síggja ongantíð aftur konu sína og børn síni.
Men Odysseus vil hoyra sang teirra. Hann biður menninar binda seg at mastrini og ikki loysa seg, fyrr enn teir eru komnir fram við oynni. Manningin fær voks at stappa í oyruni. Soleiðis hoyrir Odysseus sangin hjá hesum yndisligu moyggjum, men verður bjargaður.
Ymiskt mæla sagnirnar um, hvar hesar lokkingardísar skuldu halda til. Forbergið Pelorum við Messinasundið hevur verið nevnt, men eisini Napolivíkin.
So tølandi var sangurin hjá hesum moyggjum, at allir menn, sum hann hoyrdu, vóru lokkaðir til teirra. So tølandi sang Krypilin á Vatnsoyri, at allar konur máttu fara at finna hann.
Løgið, halda vit. Men ikki so løgið kortini, hava vit fyri okkum nútíðar sjónvarpsmyndir t.d. av gentuhópunum, sum fagnaðu eitt nú Beatles- dreingjunum, tá ið teir vóru á palli.
Vit skulu nú enda við at siga okkurt lítið um tey kvæði, sum sambært yvirlitsverkinum TSB standa “Kryplinum á Vatnsoyri“ næst. Tey eru níggju í tali:
“Beiarblakkjen“, sum bara er at finna í norskum uppskriftum, er um ein yvirnáttúrligan hest, sum hjálpir kongi í bardaga.
So eru tvey kvæði, sum bara eru funnin á donskum:”Kæmperne pá Dovrefjeld“ er um tólv brøður, sum allir hava gandamegi, og “Ridderen i hjorteham“ er um mannin, sum skapar seg um til hjort og dárar eina unga gentu, sum annars hevur borið seg undan.
Tvey kvæði eru um hetta, at nevnir tú persón við navni, veldur tú deyða hansara. Vísan „Ribold og Guldborg“ er funnin í Danmørk, Íslandi, Noregi og Svøríki, “Hildebrand og Hilde“ bara í Danmørk og Svøríki.
Tvey kvæði eru funnin í skandinavisku londunum bara: “Hustru og mands moder“ er um konu, sum av gandaávum gongur við barni óhøviliga leingi, og “Ungen Svejdal“ er um mannin, sum við gandagávum arvaðum frá farnu móður síni finnur brúður.
Nú eru so at enda eftir bara tvey kvæði í hesi deildini, bæði eru eisini at finna í Føroyum: “Harpu ríma“ um tær báðar systrarnar er annað, hitt er “Flúgvandi biðil“, um dreingin, sum skapar seg um til fugl, umframt í Føroyum eisini funnið í Danmørk og Svøríki.