MAGNUS JÓGVANSSON
Í fýra kvæðum í heildarverkinum “Føroya kvæðum“ kemur vanliga mansnavnið Magnus fyri, “Magnus kongur í Noregi“, CCF nr. 31, “Magnus av Fraklandi“, CCF nr. 76, “Magnusar táttur“, sum er partur av “Torsteins kvæði“ CCF nr. 99 og „Magnus Jógvansson“, CCF nr. 148.
Hetta seinast nevnda verður tikið til viðgerðar her:
Søgan er henda:
Magnus Jógvansson hevur lovað Elini, ið situr einkja eftir unga Dagfinn, at hann skal giftast við henni. Hann spyr hana, sum vanligt er í riddarakvæðum, hvussu leingi hon vil bíða, meðan hann fer av landi, og hon svarar, sum eisini er vanligt í riddarakvæðum yvirhøvur, at hon vil bíða í sjey vetrar.
MAGNUS JÓGVANSSON
1. Tað var Magnus Jógvansson,
hann giljar alt hann mátti,
hann giljaði tað væna vív,
ið ungi Dagfinn átti.
Burt skal eg ørindi ríða.
Hvør er mær betri
Blanki ella Brúni,
Brúni ella Reyði?
Burt skal eg ørindi ríða.
2. Giljaði hann tað í mánaðir,
giljaði hann tað í tvá,
eingin ið tað visti,
og eingin ið tað sá.
3. “Hoyr tað frúgvin Elin,
hvør leingi vilt tú mín bíða,
meðan eg ríði upp á land,
míni brúdleypsklæði at sníða?“
4. “Bíða vil eg í sjey vintur
við mína frænda vilja,
giftast ikki livandi manni,
tóat mær kongur man gilja.“
Men Magnus roynist ikki álitismaður. Hann svíkur Elina og festir frúnna Ingibjørg. Tá gerast skal til til brúdleyp, ber Magnus seg eisini undarliga at: hann biður brúður sína senda Elini stakkin og brúðarklæðini, tí hon er tikin úr leikum at seyma, men Ingibjørg verður ill og gevur Elini óhøviskt skoðsmál, men Magnus minnir hana tá á, at hon má vara munn sín, tí Elin eigur tveir synir, sum tæna hjá kongi.
5. Tað var Magnus Jógvansson
gjørdi eftir sín harras ráð,
festi frúnna Ingibjørg,
og hana mundi hann fá.
6. “Send tú frúnni Elini
tín stakk og brúðarklæði,
hon er sær bæði høvisk og bold,
tað sámir henni best at skera.“
7. Svaraði frúgvin Ingibjørg,
tann høviska og tann ríka:
“Tað skal eingin skøkja vera,
míni brúdleypsklæði skal sníða.“
8. “Hoyr tað, frúgvin Ingibjørg,
tú føja so væl tíni orð,
hon eigur sær tveir raskar synir,
teir tæna for kongsins borð.“
Elin og Ingibjørg hittast í kirkjuni, og heimafturkomin skrivar Elin loynibræv, har hon biður synirnar koma heim:
9. Tað var frúgvin Ingibjørg,
skuldi til kirkjuna ríða,
ikki vildi frúgvin Ingibjørg
eftir Elini bíða.
10. Tað var frúgvin Elin,
hon gongur í kirkjuna inn,
har sat frúgvin Ingibjørg,
hon smílist undir skinn.
11. Svaraði frúgvin Elin
eftir kirkjugólvi fór:
“Tað torir vera á tínari ævi,
tú grætur so hátt, sum tú ló.‘
12. Tað var frúgvin Elin
letur tey loynibrøv skriva,
sendir hon tey upp á land
sínum kæru synum at geva.
Synir Elinar og Dagfins fara nú fram fyri kong og biðja um ferðarloyvi. Tað fáa teir - men bara í tríggjar dagar. Teir koma heim til móður sína; hon sigur teimum, hvørjum háði hon hevur ligið fyri, síðan faðir teirra doyði, og so fara tey í kirkju:
13. Tað vóru ungu Dagfins synir,
teir gingu for kongin at standa:
“Orlov munnu vit biðja um
og heim til fedranna landa.“
14. “Orlov munnu tit gjarna fá,
tykra fedranna land at síggja,
ikki mugu tit burtur vera
longri enn dagarnar tríggjar.
15. Orlov skulu tit gjarna fá
heim til fedranna landa,
hoyrið tit, ungir Dagfins synir,
komið tykkum í ongan vanda!“
16. Tað vóru teir ungu Dagfins synir,
teir komu har ríðandi í garð,
úti stóð teirra sæla móðir,
hon feldi møðig tár.
17. “Hoyrið tað, mínir sælu synir,
eg sigi tykkum satt ífrá,
eg havi leingi for háði ligið,
síðan tykkum doyði faðirin frá.“
18. “Hoyr tú, vára sæla móðir,
tær grátið ikki so,
tað vilja vit for sanningin siga,
har kemur góð bót uppá!“
19. Tað var frúgvin Ingibjørg,
hon skuldi til kirkju ríða,
ikki vildi frúgvin Ingibjørg
eftir stolt Elini bíða.
20. Tað var frúgvin Elin,
hon gongur í kirkjuna inn,
har sat frúgvin Ingibjørg,
hon smílist undir skinn.
21. Tað var frúgvin Elin
eftir kirkjugólvinum fór:
“Tað skal vera á tínari ævi,
tú grætur so hátt, sum tú ló.“
Tá ið synir Elinar nú koma inn í kirkjuna, er lítið um Magnus Jógvansson. Teir taka hann á hondum, leiða hann í grasagarð og beina fyri honum. So ríða teir aftur í kongsgarðin:
22. Tað vóru teir ungu Dagfins synir,
teir gingu í kirkjuna inn,
har sat Magnus Jógvansson,
hann bliknar undir kinn.
23. Tóku teir Magnus Jógvansson,
teir leiddu av kirkju út,
eftir sat frúgvin Ingibjørg
bæði við sorg og sút.
24. Uppi í miðjum grasagarði
har læt tann riddar sítt lív,
eftir grætur í kirkjuni
so sorgarfult vív.
25. Tað vóru teir ungu Dagfins synir,
teir bundu sítt svørð við síðu,
so lystir teim so lystiliga burt
til danakongin at ríða.
“Magnus Jógvansson“ er kvæði nr. 148 í “Føroya kvæðum“, har prentað í einum brigdi úr Suðuroy. Heimildin er savn Schrøters frá 1825.
Í TSB hevur kvæðið frámerkið D 212 og heitið: “Man is killed for breaking promise of marriage“, maður verður fyribeindur, av tí at hann brýtur hjúnalyfti.
Umframt í Føroyum er kvæðið bara at fínna í grannatjóðini fyri vestan: “Kvæði af Magnúsi Jónssyni“, Íslenzk Fornkvæði nr. 27.
Magnus Jógvansson eitur her, sum skilst, ikki óvæntað Magnús Jónsson, Elin eitur Elen, Ingibjørg Ingegjerdur og Dagfinn David. Hjá okkum verður eingin av Dagfinssonunum navnnevndur, men í íslendsku uppskriftini verður annar teirra nevndur Logi.
Íslendska uppskriftin er heldur longri enn føroyska. Og tað kemst serliga av, at meira verður her gjørt burtur úr tveimum viðurskiftum: aftursvarum Magnusar, tá ið hann verður tikin, og so hevndini yvir Ingibjørg.
Tá ið Magnus verður tikin í kirkjuni, tekur hann at biðja fyri sær - her í hissini føroyskari týðing:
Eg eigi mær ein skipaflota/ og úrvalt góðs eg eigi,
tað vil eg so fegin/ at móðir tykkara fær.
Eg eigi mær ein súreplagarð/ har aldin fagurt blómar
tríati merkur av reyðargull/ er útvegað væl til sóma.
Frábregðandi er eisini, at Elin, móðirin, biður dreingirnar lata Magnus liva og taka við teimum gávum, hann býður.
Hjá okkum verður einki sagt um, at dreingirnir gera seg inn á Ingibjørg, bara, at hon syrgir. Í íslendsku útgávuni eyðmýkja teir hana og hevna seg soleiðis:
Teir tóku frúnna Ingigerð/ og løgdu á sín arm
ymsar skulu tær skifta um/ og bera frillu navn.
Enn so var hon Ingigerð/ at liva við tann harm
níggju nætur frillan lá, á harra Loga armi.
Kvæðið “Magnus Jógvansson“ er í verkinum „The types of the Scandinavian Medieval Ballad“ at finna í deildini undir riddarakvæðum, sum hevur heitið “Unfaithful love, adultery“ - ótrúskapur, hjúna- bandsbrot.
Í teirri deildini eru tilsamans 22 kvæði, og kanna vit tjóðarupprunan, sæst týðiliga, at riddarakvæðini best eru varðveitt í Danmørk. Meira enn helmingurin, 12 av 22 av hesum vísum eru bara funnar sum uppskriftir á donskum. Av hinum tíggju eru tvær funnar í Danmørk og Svøriki, ein í Danmørk, Noregi og Svøríki og ein í Danmørk, Noregi, Svøríki og Føroyum. Av øllum 22 eru bara 6, sum ikki eru funnar í Danmørk.
“Magnus Jógvansson“ er, sum longu nevnt, funnin í Íslandi og Føroyum, ein vísa er bara funnin í Noregi, tvær bara í Íslandi og tvær bara í Føroyum. Teimum báðum seinastu skulu vit hyggja nærri at.
“Herleivs kvæði“ er nr. 64 í „Føroya kvæðum“, har prentað í einari uppskrift, ið sum keldu nevnir savn Schrøters og eina uppskrift, Hammershaimb hevði frá Tummasi Jóhan Augustinussen - Jóhan í Smidlum - í Vági, føddur 1823, deyður 1896.
“Herleivs kvæði“ hevur í TSB undiryvirskriftina “Man deserts mistress and marries, but his bride dies“, maður rýmir frá frillu síni og giftist, men brúðurin doyr.
Søgugongdin verður lýst soleiðis:
“Herleiv, sonur keisarans, ætlar sær til Danmarkar at biðja um kongsdóttrina har. Móðir hansara ávarðar hann um, at frilla hansara fer at royna at hevna seg, men hann fer og giftist við kongsdóttrini kortini. Ein mánað seinni doyr brúðurin, og Herleivur fer í klostur."
Hitt riddarakvæðið, sum bara er at finna í Føroyum, nevnist „Brøðurnir“, nr. 120 í “Føroya kvæðum“, har tað er at finna í fýra brigdum: A er úr Svínoy. Hammershaimb hevur skrivað upp eftir Magnus Ólavsson, sum var ættaður úr Hvannasundi, føddur í 1789, deyður í 1870. B hevur Hammershaimb skrivað í 1861 eftir Hans Andrias Pálsson úr Kollafirði, sum livdi frá 1814 til 1880. C er eftir Schrøter frá 1825, og D er uppskriftin úr “Fugloyarbók“, sum varð til millum á leið 1830 og 1854.
Í TSB hevur kvæðið undirheitið “Wife's unfaithfulness leads to fatal fight between husband and brother-in-law“, kona er ótrúgv, og tað hevur við sær lagnutungan bardaga millum húsbónda og svág.
Søgugongdin kann lýsast soleiðis:
“Steffan fer at vitja bróður sín, Róland, og kona Rólands, Hilda, tekur ímóti honum. Hon sigur, at Róland er burturstaddur og kemur ikki aftur fyrr enn á jólum. Hon og Steffan sova saman um náttina. Tá ið Steffan vaknar, stendur Róland uppi yvir hjúnaseingini og spyr bróðurin, hvat ið hann hevur har at gera. Steffan svarar, at Hilda hevði sama hug sum hann. Hilda gevur Steffani brynju, og brøðurnir rúka saman at berjast. Báðir falla.“
At enda skulu vit stutt greiða frá tí kvæðinum í hesi deildini, sum umframt í Føroyum er kent av uppskriftum í Danmørk, Noregi og Svøríki:
“Riddarin og festarmoyin" er nr. 162 í “Føroya kvæðum“, har á prenti bara í einari uppskrift, sum er eftir Schrøter frá 1825.
Í TSB hevur kvæðið undirheitið “Betrothed fails test of faithfulness“, trúlovað stendur ikki trúskaparroynd.
Søgugongdin verður lýst soleiðis:
“Gentan hjá einum riddara vissar hann um, at hon hevði syrgt hann sára, um hann doyði, men tá ið hann ríður burtur á skógin, letst at vera deyður og verður borin heim aftur á børu, vísir hon eingi tekin um sorg. Hann verður illur og slær hana. Hon ber seg undan við at siga, at hon visti, at hann var ikki deyður, men hann trýr henni ikki og sigur, at hon hevði verið glað, um hann doyði.“