MARIU VÍSA FYRRA
“Mariu vísa fyrra“ eisini nevnd „Barnavísan“ er í “Føroya kvæðum“, har hon hevur talmerkið 149, til í fýra brigdum, sum øll hava átta ella sjey ørindi.
A er eftir Hammershaimb frá 1858. Heimildarmaður hansara er Jákup Mikkelsen úr Leynum.
B er somuleiðis eftir Hammershaimb, eisini frá 1858, heimildarmaður er Jákup Jakobsen á Miðgerði í Kollafirði.
C er sanniliga eisini eftir Hammershaimb, frá ónevndum heimildarfólki.
D er úr savni Jakob Jakobsens, úr vísubók hjá Rasmusi Petersen heiman av Sandi.
Henda Mariu vísan er um Mariu, móður Jesu. Henni møtir eingilin Gabriel, og hann boðar henni, at hon skal eiga Jesusbarnið. Maria sigur seg vera búna til tess, og jólanátt verður hann borin í heim. Útgangsørindini siga so frá, at hann, sum syngur vísuna, skal “óræddur bæði sigla og ró“ og ikki “í svøvni verða svikin“.
MARIU VÍSA FYRRA / BARNAVÍSAN
1. Tað var jomfrú Maria,
hon gongur eftir veginum fram,
møtir henni eingilin Gabriel,
hann heilsar henni við navn.
Nú er Jesus vár skjøldur í hvørjum vanda.
2. “Hoyr tú, jomfrú Maria,
tú ert ein liljuvand,
I skal føde det velsignede barn,
lovet være den hellig ånd.
3. Hoyr tú, jomfrú Maria,
I er et liljekvist,
I skal føde det velsignede barn,
lovet være du, Jesus Krist.“
4. Tað var jomfrú Maria,
hon svarar eitt orð dertil:
“Jeg er Herrens tjenerinde,
mig ske, som Jesus vil.“
5. Jólanátt tey sótu,
føddur var Harrin so rein,
tá stóð alt í stilli,
bæði sól og máni skein.
6. Jólanátt tey sótu,
føddur var Harrin so góð,
tá stóð alt í stilli,
bæði veður og vatn og flóð.
7. Hvør, ið hesa vísuna syngur,
tá ið hann fer til sjó,
óræddur skal hann tann sama dag
bæði sigla og ró.
8. Hvør, ið hesa vísuna syngur,
tá ið hann leggur seg at sova,
hann verður ei í svøvni svikin,
tað hevur sjálvur Jesus lovað.
Danska heildarsavnið DGF knýtir okkara vísu at A-brigdinum av vísuni “Jesubarnet, Stefan og Herodes“ - nr. 96 í nevnda yvirlitsverki, men henda vísan sipar meir til okkara „Rudisar vísu“, (sí hesa!).
Viðmerkingarnar í DGF benda á, at okkara “Mariuvísa - fyrra“ er ein signingarvísa, kvøðin at biðja sær góð líkindi á havinum.
(Sí eisini “Mariu vísu seinnu”!).