Skip to main content

MARIU VÍSA SEINNA

 

Í “Føroya kvæðum“, finna vit, við talmerkinum 150, eisini eina “Mariu visu - seinnu“, í tveimum brigdum:

 

A er eftir Hammershaimb, sum hevur snikkað hetta brigdið til eftir uppskrift hjá Schrøter frá um 1800.

 

B er eisini eftir Hammershaimb. Hesa uppskrift hevur hann fingið frá eini Maluni í Vági í 1848.

 

Talan er her um alt aðra Mariu, Mariu Magdalenu, sum hevur havt annað orð á sær enn móður Jesu.

 

Gongdin í vísuni er henda:

 

“Jesus kemur at eini á, møtir Mariu Magdalenu og biður hana geva sær at drekka. Ílat hevur hon einki, men hann sigur, at hann vil drekka úr lógva hennara, um hon er ónortin moy. Tað svør hon, men hann sigur henni, at hon hevur átt trý børn, eitt við faðir sínum, eitt við bróður sínum og eitt við presti. Hon biður hann skrifta sær, men Jesus sigur, at hon fyrst má ganga berføtt á frosti og køldum snjó í níggju vetrar. Tá ið árini eru liðin, hittir hon aftur Jesus á máli, og hann spyr hana, hvussu henni líkaði skriftan hansara, hon letur væl at, og hann gevur henni grið.“

 

MARIU VÍSA SEINNA

 

1. Jesus kom at eini á,

har sat Maria við bekk at tvá.

 

Nú er vár Jesus vár skjøldur í hvørjum vanda.

 

2. “Hoyr tað Maria, eg tali til tín,

gev mær drekka av kerum tínum!“

 

3. “Míni ker eru ikki rein,

vilt tú drekka av mínum lóvum tveim?“

 

4. “Vart tú so rein sum Maria, móðir mín,

tá skuldi eg drukkið av tínum lóvum tveim.“

 

5. Hon svór tað av munni,

hon var so skír sum ein nunna.

 

6. Hon svór tað av saltarabók,

at hon ikki mann í loyndum tók.

 

7. “Svør ikki, svør ikki, syndugt vív,

trý ganga børn á jarðarríki.

 

8. Tað fyrsta við tínum faðir,

tað annað við tínum bróður.

 

9. Tað triðja við tínum sóknarprest,

og tað var syndin allarstørst.“

 

10. Maria fell á síni knæ:

“Sjálvur Jesus, skrifta mær!“

 

11. “So skal eg tær skrifta,

tað skal verða tín gifta.

 

12. Tú skalt úti ganga,

níggju vetur langa.

 

13. Troða frost og kaldan snjó,

berføtt og í ongum skóm.

 

14. Berføtt, við eitt høvuðlín,

so skalt tú bøta fyri syndir tínar.“

 

15. Maria tók at ganga,

níu vetur langa.

 

16. Tróð hon frost og kalda fonn,

berføtt og í ongum skóm.

 

17. Berføtt, við eitt høvuðlín,

so bøtti Maria fyri syndir sínar.

 

18. Níu vetur umliðið var,

aftur kom Jesus í sama stað.

 

19. “Hoyr tað, Maria, eg tali til tín,

hvussu líkar tær skriftan mín?“

 

20. “So líkar mær skriftan tín,

sum drakk eg hvønn dag klára vín.“

 

21. “Tað skalt tú hava fyri tolinmøði tína

tæna Mariu, móður míni.

 

22. Tæna Mariu, móður míni,

sjey ferðir klárari, enn sólin skínur.“

 

Vísan er at finna víða um í Norðurlondum, “Maria Magdalena“ eitur hon í “Danmarks gamle folkeviser”, har hon er nr. 98. Í íslendsku fornkvæðunum er hon nr. 77, “Kvæði af syndugri konu“, og hon er at finna í Noregi og Svøríki við, eisini á slaviskum og vendiskum.

 

Sum hjá okkum er tað eisini í hesum vísum soleiðis, at fleiri ymiskar søgur verða blandaðar saman: Søgan um Mariu Magdalenu úr Nýggja testamenti, søgan um Samáriukvinnuna við Jákupsbrunnin og søgnin um Mariu Egypticu, sum var kvinna, sum livdi í oyðimørkini í 47 ár til tess at bøta um syndir sínar.

 

(Sí eisini “Mariu vísu fyrru”!).