MOYGGIN Á BÁLINUM
Henda halgivísan hevur ikki fingið innivist í CCF, “Føroya kvæðum“, men vit finna eina uppskrift prentaða saman við tveimum brigdum av donsku vísuni “Møen på bålet“, DGF nr. 109 (sí “Danmarks gamle folkeviser“ II. bind, s. 588-589). Har verður sagt, at V.U.Hammershaimb skrivaði hana upp í Suðuroy í 1848. Málið í vísuni er blandingsmál, føroyskt og danskt hvørt um annað.
TSB, sum tekur saman um allar norðurlendsku uppskriftirnar, ger henda stutta samandrátt:
“Bróðir roynir at tøla og lokka systur sína, men hon ber seg undan. Hann fer so til faðir teirra og ákærir hana fyri siðaloysi og barnamorð. Faðirin kyndir bál at brenna hana á. Tvær dúgvur dala tá niður úr erva og flyta hana til himmals, meðan tveir ravnar flyta bróðurin til heljar“. (Týðing: Marianna Debes Dahl).
MOYGGIN Á BÁLINUM
1. Ivar spurdi systur sín:
- Roser ville i mig love?
“Viltu troloves broder din?“
- Mens de andre sove,
de legte alt om en aften.
2. “Det haver jo Gud forboðið,
at systir skal troloves broder.“
3. “Viltu ikki troloves meg,
so stóra lygn skal eg ljúgva á teg.“
4. “Gud gevi teg so ljúgva,
at tíni eygun útfljúgva!
5. Ljúgv og ljúgv, so tú fær skamm!
og tó er Kristus mætari mann.“
6. Ivar svøber sit hoved i skind
og går i loftet for sin fader ind.
7. “Hil sidder I, fader, og drikker vin;
hvordan haver du lært op datter din?“
8. “Så haver jeg lært min datter kære,
hun lever hver dag med tugt og ære.“
9. “Eg tað við mínum eygum sá,
at erkabispin hjá henni lá.
10. Ikki hann aleina,
men tríggja hansara sveina.“
11. Greivin upp frá borði stóð:
hansara kinn bleiv reyð sum blóð.
12. “Hoyrtu Ívar, mín son so fín:
“Hvad dom siger du over søster din?“
13. “Den dom siger jeg over søster vár:
at hun skal gå på det brændende bål.“
14. Ívar talar til sveina tvá:
“Tit gangið á skógv og kyndið bál!
15. Tit kastið harí bæði asp og eik,
tí haraf gerist login kveik.
16. Tit kastið harí bæði asp og við,
tí haraf gerist login hvím.“
17. Sveinar fóru og treyðir vóru til:
men alt má vera, sum Ívar vil.
18. Út kemur Elin føgur og fín:
hon sær tað fagra, í skógnum skín.
19. Spurdi tá Elin føgur og fín:
“Hvat er tað fagra, í skógnum skín?“
20. “Tað er tað fagra, í skógnum skín:
og tað skal verða brúðarsong tín.“
21. “Fyri Guði eg tað ikki veit,
íhví mín brúðarsong skínur so heit.
22. Fyri Guði havi eg tað ikki gjørt,
at mín brúðarsong skínur so bjørt.“
23. Ívar tók Elinar ljósu hand,
leiddi hana so á bálið fram.
24. Talaði Elin, á bálinum brann:
“Tit gevið mær drekka í Jesu navn!“
25. “Har er eingin á íhjá,
og tú kant einki drekka fá.“
26. Hennar móðir gár til borga,
hentaði vín með sorga.
27. Tá ið hon kom frá borgarlið,
tá stoytti Ívar kerið niður.
28. Tar komu av himli dúgvur tvær:
mitt í bálið settust tær.
29. Mitt í bálið settust tær,
bóðu Elina fylgja sær.
30. “Eg fari ikki til himla við tær,
uttan faðir og móðir fylgja mær.“
31. “Tín móðir skal loysast af vanda,
men faðirin eftir standa.“
32. Tvær flugu burtur, men tríggjar flugu heim:
og tað var Elin ein af teim.
33. Tað komu tveir ravnar úr helviti upp:
teir tóku burt Ívar, sum hann gekk.
34. Tveir flugu burtur, tríggir flugu heim:
og tá var Ívar ein af teim.
35. Í himmiríki har stendur ein stól:
harí skal Elin drekka jól.
36. Í helviti har stendur ein kista:
har skal Ívar um jólin gista.
Nevnt er, at vísan er at finna í øllum Norðurlondum, og í tí sambandi kundi verið lagt aftrat, at hon frásøguliga stendur eina sterkast í Íslandi, har hetta søguevnið finst í tveimum vísum, fyrri partur í “Íslenzkum fornkvæðum“ nr. 34 “Ólöfar kvæði“ (25 ørindi) og seinni partur í sama verki nr. 80 “Loga kvæði“ (30 ørindi).
Annars kundi eisini verið nevnt, at tvey av ørindunum í okkara kvæði, nr. 9 og 10, ganga aftur sum ør. 13 og 14 í einum øðrum føroyskum kvæði, „Roysningi“, CCF nr. 166.