Skip to main content

ROYSNINGUR

 

Eitt av riddarakvæðum okkara hevur sjáldsama heitið “Roysningur“, og lat tað verða sagt alt fyri eitt, at tað hevur einki við bulmikla dýrið, sum svimur í Norðurhøvum, at gera.

 

Kvæðið finst í “Føroya kvæðum“ sum nr. 166 í tveimum brigdum.

 

A er eftir Hammershaimb, sum í 1848 hevur skrivað tað upp eftir eina Onnu Suffíu í Fámjin. Ørindini eru 35 í tali, seks teirra á donskum, og niðurlagið, sum er tvíflættað, er eisini á donskum: Fyrst kemur ein ørindisregla, so fyrri partur av niðurlagnum: “Roser ville I mig love“, so kemur seinna ørindisregla og restin av niðurlagnum: “Mens de andre sove/ de legte alt om en aften“.

 

B er eftir Schrøter, nr. 25 í hansara handriti “Sange fra Old-tiden betræffende danske tildragelser og sæder, bevarede på Syderø, opskrevne af Schrøter, præst på Syderøen“, 1825. Hetta brigdið er eitt sindur styttri, 33 ørindi, ørindini eru øll á føroyskum, hóast sumstaðni litað av donskum, og tað er niðurlagið eisini, tað er eisini tvíflættað: Fyrst kemur ein regla úr ørindinum, so “dansar I væl, mítt skjønna unga lív“, so kemur seinna ørindisregla og restin av niðurlagnum, „So mátti hon verða mín.“

 

Søgugongdin er henda:

 

Fyrst hoyra vit um, at Tíðrikur festir Gunnhild, og tá ið hann ætlar sær í stríð, biður hann Roysning verða heima eftir og ansa ríkinum, men mest skal hann ansa eftir festarmoynni, Gunnhild:

 

ROYSNINGUR

 

1. Tíðrikur reið sær undir oy

- dansar I væl, mítt skjønna unga lív,

festi stolt Gunnhild, væna moy

- So mátti hon verða mín.

 

2. Tíðrikur skuldi í leiðinga fara

heima skuldi Roysning taka londini vara.

 

3. “Tú vokta væl ríki, tú vokta væl land

allarmest stolt Gunnhild tað liljuvand!“

 

Men Roysningur roynist ikki álitismaður. Alt fyri eitt Tíðrikur er farin av stað, lokkar hann Gunnhild at vera frillu sína, men hon sigur nei. Tá sigur Roysningur, at vil hon ikki vera honum til vildar, so skal hann lúgva fyri Tíðriki, hvussu hon hevur tíggjað sær, meðan hann var burtur. Líka lítið hjálpir tað: Gunnhild sigur nei og setur álit sítt á Kristus:

 

4. Tíðrikur dró í leiðinga henn,

Roysningur hann var heima ígenn.

 

5. “Hoyr I, stolt Gunnhild undir oy,

villa I vera mín væna moy?“

 

6. “Eg verði ei títt skøkjulív,

eg eri kong Tíðriks ektavív.“

 

7. “Vil I ikki lovast meg,

so stóra lygn skal eg lúgva pá teg.“

 

8. “Gud gevi teg so lúgva,

til tíni eygun flúgva.

 

9. Eg hirði ei, tú lýgur um meg,

sannur Gud skal løna teg.

 

10. Lúgv og lúgv, tó tú fært skamm,

ein er Kristus mætari mann.“

 

Tá ið Tíðrikur nú kemur heim aftur, tekur Roysningur ímóti honum. Kongurin spyr eftir konu síni, og Roysningur lýgur tá, at hann veit, at fleiri menn hava ligið hjá henni: bæði biskups bróðir og allir hansara sveinar. Tíðrikur fer tá í øðini heim í kongsgarðin:

 

11. Roysningur gár á sandi,

Tíðrikur stýrir snekkju til landa.

 

12. “Hoyr I, Roysningur undir oy,

hvussu livir stolt Gunnhild, væna moy?“

 

13. “Eg tað við mínum eygum sá,

biskups bróðir hjá henni lá.

 

14. Ikki hann aleina,

men allir hansara sveinar.“

 

15. “Hoyr I, Roysningur undir oy,

tú být grá gangar for gyllini floy!“

 

16. Tíðrikur reið og rendi,

so snart sum eldurin brendi.

 

Tá ið Tíðrikur nú kemur heim, leggur hann á konu sína og bukar hana harðliga, men tey eiga saman tvey børn, sum taka at biðja fyri henni og biðja Tíðrik lata hana bera gløðandi stál at prógva, at hon er ósek:

 

17. Tíðrikur heim í garðin fór,

úti stolt Gunnhild fyri honum stóð.

 

18. “Tað síggi eg á mín harras reið,

antin er hann drukkin, ella er hann vreið.

 

19. Hann tekur í Gunnhild ljósu hand,

leiðir hana so í loftið fram.

 

20. Hann slær hana í dagar og dagar tvá,

eingin ið stolt Gunnhild hjálpa má.

 

21. Eingin tordi tala uttan børnini tvey,

og Tíðrikur kongur átti tey.

 

22. “Mín kæri faðir, slá ikki so,

tú lat hana Gunnhild bera stál!“

 

23. “Tú lat hana Gunnhild bera stál,

tí henni bítur eingin eldur á.“

 

Gunnhild fer nú til gongu haðani og møtir tí minsta kristna manninum, Mimmaring Tann, sum førir hana av heidnamannalandi. Tá ið Gunnhild kemur inn í eina kirkja, tá springa jarnbondini av henni:

 

24. Gunnhild gongur eftir stræti

alt við so jammurliga læti.

 

25. Her møtti henni Mimmaring Tann,

hann var tann minsti kristni mann.

 

26. “Eg tænti tínum faðir í átta ár,

aldri eg teg so jammurliga sá.“

 

27. Hann førdi hana av heiðið land

av henni sprungu jarnband.

 

28. Gunnhild gár sær í kirkju inn,

av henni sprungu jarnbond fimm.

 

29. Gunnhild gongur á kirkjugólv,

av henni sprungu jarnbond tólv.

 

So kemur jóladagur, og Gunnhild fer at geva gávur. Svíkjaranum, Roysningi, gevur hon reyðan gullring, og tað voldi, at hennara hjarta brast:

 

30. Tað var um ein jóladag,

Gunnhild góðar gávur gav.

 

31. Summum gav hon spunnið gull,

summum gav hon skálir full.

 

32. Roysningi gav hon reyðan ring,

hann var allur við gulli kring.

 

33. Hann var allur við gulli kring,

voldi tað, hennara hjarta mundi springa.

 

So løgin tykist hesin endin vera, at hon, sum verið hevði trúgv og fyrimyndarlig, illa viðfarin og svikin, skuldi missa lív, at tú fært illtanka um, at onkur misskriving er at finna í seinasta ørindi: “Hann var  allur við gulli kring/ voldi tað, hennara hjarta mundi springa“.

 

Og hesin illtankin verður váttaður, kannar tú A-brigdi okkara, har ið seinasta ørindið er meinlíkt, tó við einum avgerandi muni: “Hann var allur við gull umkring/ hann voldi, hansara hjarta mátti springa.“

 

Og nú fellur søgan í rætta legu.

 

Tað er ikki Gunnhild sum doyr, men svíkjarin, Roysningur, sum so skammiliga hevði spilt umdømi hennara.

 

Og hesin endin samsvarar væl við endan á teimum vísum í grannalondum okkara, ið viðgera sama evnið. Víst verður til teirra í yvirlitsverkinum TSB, har vísan hevur talmerkið D 231. Sum fyrr nevnt eru D riddaravísurnar.

 

Í “Danmarks gamle folkeviser“ hevur vísan talmerkið 13 og nevnist “Ravengård og Mimering“. Hon er har at finna í trimum uppskriftum, einari úr ónevndum staði í Jútlandi frá um 1550, einari av oynni Fuur í Limfjørðinum frá 1844 og einari av Mors eisini í Limfjørðinum frá 1852.

 

Í verkinum um íslendsku fornkvæðini hevur vísan talmerkið 12 og nevnist “Kvæði af Røgnvaldi og Gunnhildi“. Tilsamans 28 ørindi. Har verður eisini sagt, at hon er kona Tíðriks, og eisini her verður sagt, at børnini tvey biðja fyri henni, tá ið maðurin bukar hana. Men endin er eitt sindur øðrvísi í íslendsku vísuni:

 

Svíkjarin, Røgnvaldur, verður skapaður um til hund, hann fer til heljar og Gunnhild til himmiríkis.

 

Vísan er eisini at finna í bretskum øki. Í Onglandi í uppskriftum hjá Percy frá um 1600: “Reliques of Ancient English Poetry“ og í Skotlandi í bókini hjá Walter Scott: “Minstrelsy of the Scottish Border“, 1812.

 

Áhugavert er, við atliti at teimum rannsóknum, Tórður Jóansson hevur gjørt um samband føroyinga og breta millum, at staðfesta, at minst líka nógv líkist føroyska svíkjaranavnið, hetta løgna Roysningur, teimum bretsku svíkjaranøvnunum, heldur enn teimum norðurlendsku. Í donsku heimildunum eitur hann, sum nevnt, Ravengård, í íslendsku Røgnvaldur. Á enskum eitur hann Raldingar, á skotskum Rodingham.

 

Vit skulu enda við nøkrum orðum um søguna, sum søgd verður í hesum kvæði.

 

Hetta at maður verður settur at ansa hústrú, meðan maður hennara er burtur, at hann lokkar hana, fær nei, og so lýgur fyri manninum, at hon hevur verið honum ótrúgv, er alkend søga ella søgn í at kalla øllum mentanum.

 

Í donsku brigdunum eitur húsbóndin ikki Tíðrikur men Hendrik, og danskir vísugranskarar vísa í fyrstu atløgu á eitt giftarmál í 1036, tá ið kongsdóttirin Gunild, dóttir Knúts hin Stóra, var givin kongi, seinni keisara, av frankaraættini, Heindriki 3. - nevndur hin svarti, sonur Konrads keisara 2.

Henda tilsiping er íkomin ikki minst av tí, at granskararnir kunnu vísa til hesa søguna, sum bretski søguskrivarin William of Malmesbury festir á blað tíðliga í 12. øld:

 

„Harðiknút gifti systur sína, Gunnhild, dóttrina, Knútur átti við Emmu, við týska keisaranum Heindriki.

 

Hon var avbera vøkur genta, sum mangir biðlar bóðu. Stásiligt var brúðarfylgið, og enn í okkara øld verður á gøtunum sungið um, tá henda viðgitna moyggin varð leidd til strandar. Allir stórmenn Onglands fylgdu henni og lótu av ríkidømi sínum umframt tað, sum almenna pengagoymslan og kongaliga gripagoymslan lótu.

 

Komin til brúðgóm sín livdi hon fleiri ár í hjúnalagi, men so varð hon ákærd fyri ótrúskap. Hon bað tá ein smádrong, fosturson bróður hennara, sum hon hevði havt við sær úr Onglandi, fara í einvíggj fyri seg móti ákæranum, einum risa at kalla. Og tá ið bardagin tók seg upp, tá hendi tað Guds undrið, at hesin lítli høgdi knæsbøturnar undan risanum, sum einki fekk gjørt.

 

Gunnhild fegnaðist um óvæntaða sigurin, skildist frá húsbónda sínum, og hóast bæði varð bønað og hótt, fekst hon ikki aftur til legu hansara. Hon fór í heilagan kappa og eldist í friði og náðum í tænastu Guds.“

 

Men bæði føroysku brigdini og íslendska vísan nevna húsbóndan Tíðrik. Og tað fær granskarar at venda sær til søgu Tíðriks av Bern, sum viðgjørdur er í so mongum kvæðum og donskum vísum við. Í bókini “Søgu og stev 4“ eru tólv tikin fram, men tey eru væl fleiri enn so.

 

Henda tilsiping kemst ikki minst av tí, at kona Tíðriks einastaðni í søguni verður navnnevnd sum Gudilinda, sum ikki er so langt frá Gunnhild, sum allar uppskriftir hava.

 

Eitt annað, sum bendir huganum móti Tíðriki og hansara monnum, er navnið á bjargaranum í okkara vísu, Mimmaring Tann.

 

Hetta navnið bendir bæði so og so móti Tíðriks søgu. Vit kunnu til dømis vísa á, at Mimmaring eitur stallbróðirin hjá einum av fremstu kappum Tíðriks, Virgari Valintssyni, í donskum vísum nevndur Vidrik Verlandssøn. Hvussu teir hittast frættist í donsku vísuni, nr. 10 í “Danske kæmpe- og folkeviser“, “Mimmering var den mindste mand“.

 

Í eini aðrari danskari fólkavísu er Mimmaring svørð Virgars. Tað er í vísuni “Blakman konge“, og ørindið, sum so mangan verður tikið til, ljóðar soleiðis:

 

“Vidrik taler til sit sværd:

„Mimmering monne du noget due,

det var aldrig i femten år

jeg hug af vredere hue.“