RUDISAR VÍSA
“Rudisar vísa“ er nr. 167 í “Føroya kvæðum” og har prentað í trimum brigdum, úr 19 upp í 26 ørindi.
A er eftir Hammershaimb, sum byggir á uppskriftir hjá Óla Jespersen og J.H. Schrøter í Suðuroy.
B er eftir Schrøter, sum nevnir Elsebeth í Túni í Hvalba sum heimild.
C er eisini eftir Hammershaimb. Hann nevnir her Antonius Hansen í Húsavík sum heimildarmann.
Vísan er um hin fyrsta kristna pínslarváttin Steffan (nevndur í teksti til 2. jóladag) og keisaran Heródes, sum á føroyskari tungu hevur fingið heitið Rudis.
Eins og í Mariuvísunum báðum, serliga teirri seinnu, er søgugongdin frí og ævintýrkend og ikki so trúgv mótvegis søgunum í Bíbliuni. Men hetta ger hana ikki til eina veikari andaliga yrking fyri tað. Tvørturímóti. Kristus verður ongastaðni nevndur við navni, men við hegnisligum skaldskaparmáli lýsir yrkjarin anda og mátt hansara í fleiri romum myndum.
Søgugongdin í vísuni er tann, at Steffan sær eina sól og eina stjørnu á himli, og hann kennir á sær, at ein mætur kongur er borin í heim. Rudis fær frænir av hesum og biður sínar sveinar fara eftir Steffani, binda hann og stinga eyguni úr honum. “Vitið um so hjálpir tann konungur so prúð“, sigur Rudis. Steffan verður tikin, bundin, og eygu hansara verða stungin út, men “tó sá hann nátt sum ljósan dag“.
Tá verður ein hani skorin í tríati stykki, og Rudis sigur, at um hanin rísur upp og fer at gala, tá skal hann trúgva Steffans talu. Tá hendir undrið, og hanin fer á føtur.
Nú kemur øði í Rudis, og heldur enn at trúgva á Steffans talu biður hann sveinarnar saðla sær gangaran, tí nú vil hann ríða til Betlaheim at síggja henda nýfødda kongin. Tá ið Rudis kemur til Betlaheim, stendur Maria fyri honum. “Ver vælkomin Rudis higar til mín/ nógvur er blandaður mjøður og vín“. Men Rudis vil ongan mjøð hava. Hann vil hava son hennara at negla á kross.
“Vilt tú mín hin sæla son hava/ upp til himla tá mást tú fara“, svarar Maria honum. Rudis ætlar sær tá onkursvegna til himmiríkis, men her standa tólv Guds einglar og forða honum at koma inn. Rudis stoytist tá til jørðina niður, doyr og fer til hin grábeinta.
RUDISAR VÍSA
1. Út kom hann Steffan, hann leit seg í eystan,
- og tað sigi eg av sonnum –
ovarlaga glógvar tann stjørnan reysta.
- Med øllum Guds heilagu monnum.
2. Inn kom Steffan, hann sigur ífrá:
“Eg sær sól á himli og stjørnu hjá.
3. Eg sær sól á himli, og stjørnu standa hjá,
mætur er sá konungur, ið føddur var í gjár.
4. Mætur er sá konungur, ið borin er í heim,
tí eg sær sól á himli og stjørnu rein.“
5. Rudis hann heitir á sveinar tvá:
“Tit biðið hann Steffan for meg inngá!
6. Tit bindið so á honum hond og fót,
vita um tann konungur ræður honum bót!
7. Tit stingið mær Steffans eygu út,
vitið um so hjálpir tann konungur so prúð!“
8. Bundu teir Steffans hond og fót,
mætur var sá konungur, ið honum ráddi bót.
9. Stungu út hans eygu, fell so væl í lag,
tó sá hann nátt sum ljósan dag.
10. Í tríati stykki varð hanin skorin,
so varð hann inn fyri Rudis borin.
11. “Tá skuldi eg trúð Steffans talu,
um upp stóð hanin og fór at gala.“
12. Rudis stóð og sá tar á,
at saman førdist hanin, á diskinum lá.
13. Hann fleyg upp á reyðargullstól,
hann sló sínar veingir, so fagurt hann gól.
14. Hann sló sínar veingir, so fagurt hann gól,
við hvørjari messu syngur hann í kór.
15. Rudis heitir á sveinar tvá:
“Tit leggið mær saðil á gangara grá!
16. Saðlið mær tann besta ein,
tí eg vil ríða í Betlaheim!
17. Eg vil ríða í Betlaheim
at skoða har tann unga svein.“
18. Rudis hann átti ein rumpuhvítan hest,
hann reið til Betlaheim, sum hann kundi best.
19. Rudis heim í garðin fór,
úti hon Maria fyri honum stóð.
20. “Ver vælkomin, Rudis, higar til mín,
nógvur er blandaður mjøður og vín.“
21. “Tú tarvt einki, Maria, fagna meg,
eg vil hava tín son at negla á træ.
22. Tú tarvt einki, Maria, fagna oss,
eg vil hava tín son at negla á kross.“
23. “Vilt tú mín hin sæla son hava,
upp til himla tá mást tú fara.“
24. Rudis hann skuldi til himmiríkis fara,
tólv Guds einglar teir ringdu honum haðan.
25. Rudis hann stoyttist til jørðina niður,
og øll hans indur á vinstru síðu við.
26. Øll hann indur á vinstru síðu niður,
sjálvur hin útskotni tók honum við.
Sum longu nevnt er henda vísan eisini kend í Danmørk, prentað í “Danmarks gamle folkeviser“ við felagstalmerkinum 96, Jesusbarnet, Stefan og Herodes. Hon er eisini kend í Noregi og Svøríki. Og hon er eisini kend í Bretlandi úr handritum úr 14. og 15. øld. “A carol for St. Stephen's day“.