Skip to main content

SANKTA GJØRTRÚGV

Árni Dahl

 

Yngsta kenda halgimenni, viðgjørt verður í kvæðum okkara, er Sankta Gjørtrúgv.

 

Til er á føroyskum bara ein uppskrift av hesum kvæði, sum hevur CCF-frámerkið 131. Upprunin er fyrsta bókin, prentað er á føroyskum H.C. Lyngbye: “Færøiske Qvæder“, 1822.

 

SANKTA GJØRTRÚGV

1. Sankta Gjørtrúgv var tann fagrasta moyggj,

sum fødd var í kong Karlamagnusar oyggj.

 

Heilaga jomfrúgv, sankta Gjørtrúgv.

 

2. Hennara góði gudfaðir doyði,

hann gav henni borgir og oyggjar.

 

3. Tá kom tann heidni greivi,

hann vildi henni tey londini meina.

 

4. Sankta Gjørtrúgv tekur sær bók í hand,

so gongur hon á kirkjugarð.

 

5. Sankta Gjørtrúgv hon bæði las og sang,

inntil hon fekk tann deyða mann á gang.

 

6. Sankta Gjørtrúgv hon gjørdi sær so stóran ómak,

hon tók sín gudfaðir á sítt bak.

 

7. Tann deyði inn um dyrnar sá,

allir teir livandi hvukku tá frá.

 

8. Har lupu burtur hvør sum kann:

“Skamm fái tú fyri henda mann.“

 

9. Sankta Gjørtrúgv gjørdi sær meiri ómak,

hon bar sín gudfaðir aftur í grav.

 

10. “Hvat vilt tú, sankta Gjørtrúgv, geva fyri tað,

eg taki teg ikki livandi í grøvina við meg?“

 

11. “Fríggjadagsføstu vil eg tær geva,

og sunnudagslestur, so leingi eg man liva.“

 

12. So skeddi einki meiri tá,

uttan hon begróv sín gudfaðir aftur, sum hann lá.

 

Vísan er umframt í Føroyum bara at finna í Danmørlc, DGF nr. 93, “Dødningens bistand", men bara í einari uppskrift frá um leið 1700.

 

Henda Gjørtrúgv verður søgd at vera Sankta Gertrude, ið var abbadissa í Benediktinarakleystrinum í Nivelles í Brabant, sum er landslutur, ið var báðumegin markið, ið nú er millum Belgia og Niðurlond. Hon var fødd í 626 og doyði í 659.

 

Til ber ikki at vísa til nakra søgu, sum viðger lív hennara, ið samstundis vísir til ta søguna, halgivísa okkara ber fram.