Skip to main content

SANKTA JÁKUP

 

Eitt halgimenni, sum viðgjørt er í kvæðagripi okkara, er “Sankta Jákup“, sum er eitt tað best varðveitta av halgikvæðum okkara og í “Føroya kvæðum“ prentað sum kvæði nr.140, í fýra brigdum:

 

A er sami tekstur, sum prentaður er í bók H.C. Lyngbyes “Færøiske Qvæder“, 1822, 34 ørindi.

 

B hevur sum keldur: “Sandoyarbók”, 1821-31, 1. bind av kvæðasavni Napoleon Nolsøes, 1840 og “Fugloyarbók”, undan 1854, 34 ørindi.

 

C er úr savni Hammershaimbs. Hann hevur í 1873 skrivað tað av eftir Kristian Joensen, skúlalærara, heima á Sandi, sum hevði tað eftir Marionnu Poulsen úr Skopun, 28 ørindi.

 

D er úr savni Jakob Jakobsens, sum hevði skrivað kvæðið niður eftir Rasmus Petersen heima á Sandi, 27 ørindi.

 

Í heildarsavninum TSB verður vísa okkara flokkað saman við øðrum norðurlendskum vísum undir yvirskriftini „St.James converts pagans with a miracle“, tað er: Við einum undurverki fær sankta Jákup trúarvillingar at venda um.

 

Samandrátturin í TSB ljóðar týddur soleiðis:

 

„Várharra sendir Sankta Jákup til heidningaland. Hagar siglir hann á einum steini. Jákup gongur fram fyri heidningakongin, sum sigur seg vilja taka við kristnari trúgv, um Jákup kann vekja til lívs kongssonin, sum er druknaður fyri árum síðan. Jákup tekur at lesa og syngja, til deyði unglingin rísur úr havinum. Sonurin sigur frá um eydnuna í himmiríki og greiðir greiniliga frá pínslunum í helheimi. Tá tekur kongur við kristnari trúgv.“ (Týðing: Marianna Debes Dahl).

 

SANKTA JÁKUP

 

1. Sankta Jákup tekur í Várharras hond:

- harra mín -

“Lovið mær at kristna Garsialand!“

- um summarið, tar allir fuglar syngja væl.

 

2. “Hvussu skalt tú tað kristnað fá?

tú hevur einki skip at sigla á.“

 

3. “Størri er nú miskunnheit tín,

tú kanst skapa skipin mín.“

 

4. “Tú gakk tær oman til sjóvarstrand,

har stendur ein lítil stein fyri land.“

 

5. Sankta Jákup tekur sær bók í hand,

so gongur hann niður til sjóvarstrand.

 

6. Sankta Jákup ristir kross yvir stein,

steinurin út frá landi dreiv.

 

7. Steinurin tók at ganga

út fyri Garsiatanga.

 

8. Steinurin tók at líða,

fimm hundrað mílir at skríða.

 

9. Inn kemur lítil smádrongur og sigur frá:

“Her kemur ein steinur, og maður situr á.“

 

10. Inn koma kvinnur, hava tváað seg rein:

“Her kemur ein maður, hann situr á stein.“

 

11. Garsiakongur tekur sær øks í hand,

so gongur hann niður til sjóvarstrand.

 

12. “Hoyr tú, sankta Jákup, eg tali til tín,

hvat vilt tú á landið higar til mín?“

 

13. “Tað vil eg á landið higar til tín,

at mín skapari er mætari enn tín.“

 

14. “Hvat er tín skapari mætari enn mín?

Mín drekkur hvønn dag mjøð og vín.“

 

15. “Tað er mín skapari mætari enn tín,

mín kann venda vatn til vín.

 

16. Mín kann venda mold til breyð,

kann geva teimum lív, sum áður eru deyð.“

 

17. “Fái eg aftur sonin mín,

so skal eg trúgva á skapara tín.

 

18. Fái eg hann aftur við hold og hár,

sum hann fór fyri fimtan ár.

 

19. Fái eg hann aftur við heyk og hund,

sum hann fór fyri sjóvargrund.

 

20. Fái eg hann aftur við hold og hár,

sum hann hevði ikki kent sítt banasár.“

 

21. Sankta Jákup niður í bókina sá:

“Hann er ikki góður aftur at fá.“

 

22. Tá ið hann hevði staðið eina lítla stund,

tá manaði hann mann frá vítinis grund.

 

23. “Nú hevur tú fingið hann aftur við hold og hár,

sum hann fór fyri fimtan ár.

 

24. Nú hevur tú fingið hann aftur við heyk og hund,

sum hann fór fyri sjóvargrund.

 

25. Nú hevur tú fingið hann aftur við hold og hár,

sum hann hevði ikki kent sítt banasár.“

 

26. “Hoyr tú, sæli sonur mín,

hvat er títt í ferðum tín?“

 

27. “Tað er títt í øðrum heim,

eingin kennir ei annans mein.

 

28. Tað er tann konan, sum børnini hevur hatað,

hon kemur ikki av ormagata.

 

29. Tað er tann konan, sum børnini hevur myrt,

hon gongur sær altíð við eitursvørð gyrt.

 

30. Tað eru teir keypmenninir ríku,

teir skríða í ormalíki.

 

31. Tað eru teir sýslumenninir hørðu,

teir skríða í ormagørðum.

 

32. Og tað er fútin við sín breiða hatt,

hann situr í helviti og krevur skatt.“

 

33. “Nú havi eg aftur fingið sonin mín,

tí vil eg trúgva á skapara tín.“

 

34. Tað gjørdi sankta Jákup, meðan hann var har,

hann kristnaði Garsia konung og alt, har var.

 

Hesin heilagi Jákup var ein av lærusveinum Jesu, Jákup, sonur Zebedæusar, ikki at blanda  við hin lærusveinin, son Alfæusar, sum eisini æt Jákup.

 

Jákup, sonur Zebedæusar, verður saman við bróðrinum Jóhannesi og Pæturi hildin at hava staðið meistaranum eina næstur. Og onkrir bíbliutulkarar hava gitt, at móðir Jákups og Jóhannesar, Salome, var systir Mariu, móður Jesu.

 

Søgufast tykist vera, at Herodes Agrippa fyrsti beindi fyri hesum Jákupi í árinum 44 (sí Apostlasøguna 12,1-2), og sostatt gjørdist hann tann fyrsti av lærusveinunum, ið leið pínslarváttardeyðan.

 

Hesin veruleiki kann vera ein orsøk til, at halgisøgur, sum á ongan hátt eru søgudyggar, fóru at ganga um hann í miðøld:

 

Sagt verður, at tá ið hann var deyður, tóku lærusveinar hansara líkið og fluttu tað um borð á eitt skip. Komnir út á skipið, sovnaðu teir. Skipið fór kortini at sigla, og teir vaknaðu ikki, fyrr enn teir komu til Spania, til landslutin Galicia - í okkara vísu nevndur Garsialand. Har bóru teir líkið í land og løgdu tað á ein stein, sum tá blotnaði sum toyandi kavi og gjørdist líkkista. Fleiri undurverk hendu aftrat, so at ótti kom á heidna kongin, sum vendi um og læt seg og alt lið sítt doypa.

 

Jákup skal liggja grivin í býnum, sum ber navn hansara Santiago de Compostela.

 

Í danska heildarsavninum DGF er vísan nr. 100 “Den hellige Jakob - Himmerig og helvede“. Har eru prentað trý brigdi, tað elsta frá 1732.

 

Vísan er eisini funnin í Noregi og Svøríki.