SANKTA NIKLAS
Jólamaðurin eigur innivist í “Føroya kvæðum“. Í ensktmæltum øki eitur hesin maðurin Santa Claus, og tað er sami maður sum Sankta Niklas, ið lagt hevur navn til vísu nummar 152 í “Føroya kvæðum“. Hon er har prentað í tveimum brigdum.
Bæði brigdini eru úr savni Hammershaimbs, tað fyrra hevur Jon Danielsen úr Skálavík kvøðið fyri honum, tað seinna hevur Jóan Petur Gregoriussen í Kvívík skrivað honum upp í 1874 eftir eina Kristionnu Jóannesardóttur.
Kanna vit heildarverkið “The Types of the Scandinavian Medieval Ballad“, kunnu vit staðfesta, at hetta stutta kvæðið bara er at finna í Føroyum:
“Tveir klerkar (B-brigdið sigur tríggir) halda av stað suðureftir á pílagrímsferð. Teir gista hjá bónda, sum beinir fyri teimum og tveitir líkini i ánna. Sankta Niklas kemur til bóndan og spyr eftir klerkunum, hesin viðgongur tað, hann hevur gjørt. Niklas fer tá oman til sjóvarstrond, bjargar líkunum, grøðir sár teirra og fær teir aftur til lívs.“ (Týðing: Marianna Debes Dahl).
SANKTA NIKLAS
1. Tríggir vóru klerkar,
ið fóru yvir land
til at bøta syndir
og sálargrand.
Hjálp oss, Gud og Harri og Sankti Niklas
2. Gistu teir hjá ríka bónda
eina nátt,
hann læt teir av lívi taka
alvæl brátt.
3. Saltaði hann teir
í eina skeið,
hon var bæði djúp og long
og goysin breið.
4. Tá ið hann hevði beint
fyri teirra hold og hár,
tá kom Sankta Niklas
og bankaði uppá.
5. “Hoyr tú, ríki bóndi,
eg tali til tín,
hvat hevur tú gjørt
við klerkar mín?“
6. “Eg saltaði teir
í eina skeið,
hon var bæði djúp og long
og goysin breið.“
7. “Hoyr tú ríki bóndi,
eg tali til teg,
hvat gjørdi tú við teirra innvøl,
tað sig tú meg!“
8. “Eg floytti teir oman
eftir eini á,
sum stríðir streymar bóru
teir longur frá.“
9. Sankta Niklas tekur
bók í hand,
so gongur hann
til sjóvarstrand.
10. Sankta Niklas rættir
bók yvir sjó,
so allur teirra innvølur
hann upp frá grunni dró.
11. Grøddi hann teirra
hold og hár,
sum teir høvdu ikki
havt fingið banasár.
Hesin Niklas ella Nikolaus - jólamaður okkara - er heldur sagnakendur persónur. Hann skuldi vera biskupur í Myra í Lykiu í Lítla Asia. Sagt hevur verið, at hann endaði í fongsli, tá ið Diocletian, sum var keisari frá 284 til 305, nívdi tey, ið boðaðu kristna læru.
Tá ið Konstantin fekk keisaranavn í 307, skuldi hann fáa frælsi aftur, og sagt hevur verið, at hann var við á stóra kirkjufundinum í Nikæa í 325.
Sagt hevur eisini verið, at hann gjørdi fleiri undur, meðan hann var uppi á døgum, og fleiri undur skuldu eisini henda, tá ið halgigripir hansara vóru funnir í 1087. Hann er halgimenni bæði í griksku-katólsku og rómversku-katólsku kirkjuni.