SELAMON
Í grein um Roysning varð røtt um svik og øvund, tá ið hann bar fram lygnarákærur móti Gunnhild drotning.
Uppaftur ógvisligari verður farið fram í øðrum riddarakvæði, TSB nummar 256.
Hjá okkum eitur vísan “Selamons ríma“, CCF nr. 168. Hon er á prenti í tveimum brigdum, einum til tað heilskapaðum A-brigdi, 28 ørindi, eftir Schrøter frá 1825, og einum brotakendum B-brigdi, einans fimm ørindi, sum Hans Andreas Poulsen úr Kollafirði kvað fyri Hammershaimb í 1861.
Lagt verður fyri við, at riddarin Selamon ger til og býður í brúdleyp:
SELAMONS RÍMA
1. Selamon læt sær klæði skera,
- fram at stíga og dansa -
tí hann skyldi sítt brúdleyp gera.
- Stoltans Gunnhild,
Niilmann, bóndans vív, vunnið var.
2. Hann beyð upp á bríkar
mangar menn og ríkar.
3. Hann beyð upp á beinkir
ríkar menn og einkjur.
4. Hann beyð til so mangan mann,
kongsins son av Engelland.
Frilla Selamons er eisini boðin við í brúdleypið og skipað verður fyri, at hon skal skeinkja. Einki verður sagt, hvat ið hon skeinkir fyri gestunum, men tá ið Selamon hevur drukkið, verður hann frá sær sjálvum, dregur svørð og høggur niður alt, sum fyri er. Heitt verður á brúðrina Onnu um at spekja húsbóndan, men tað megnar hon ikki, og at enda beinir Selamon fyri brúðrini sjálvari:
5. Selamon man teinkja,
frillan hon skal skeinkja.
6. Alt hon skonkti, alt hon bar,
fyrstur Selamon svikin varð.
7. Hann vá til tað fyrsta,
fyri bar silvurkista.
8. Hann vá til tað annað,
fyri bar silvurkanna.
9. “Hoyr tú, brúðurin Anna,
halt stýr á tínum manni!“
10. “Eg honum ikki fái stilt,
óndar konur hava hann vilt.
11. Eg honum ikki stilla kann,
stilli hann Gud tann heilig and.“
12. Hann vá upp á bríkar
mangar menn og ríkar.
13. Hann vá upp á beinkir,
mangar menn og einkjur.
14. Hann vá til so mangan mann,
kongsins son av Engelland.
15. Hann vá til tað triðja,
brúðrina av um miðju.
Tá ið Selamon hevur framt hetta hóvverkið, fer hann til songar, sovnar og droymir, at frillan kemur fram fyri hann og sigur honum, hvat ið hann hevur gjørt. Hann vaknar, og tá ið honum verður greitt, hvat hann hevur gjørt, beinir hann fyri frilluni:
16. Tá ið hann hevði vunnið tað háð,
tá lysti Selamon til songar at gá.
17. Tann fyrsta svøvn, ið Selamon fár,
frillan á hans armi lá.
18. Tann fyrsta svøvn, ið Selamon fekk,
frillan av hans armi gekk.
19. “Gakk tú teg í hallina frítt,
at skoða aftanspælið títt!“
20. Selamon inn í hallina leit,
hans unga brúður í blóði fleyt.
21. Selamon inn í hallina sá,
hans unga brúður í blóði lá.
22. Selamon við sínum svørði brá,
hann kleyv frilluna í lutir tvá.
Nú sigur ríman okkum, at Selamon eigur svørð, sum dugir at tala, hann skiftir orð við tað, setir skaftið niður í stein og beinir fyri sær sjálvum:
23. Selamon gongur undir hallarvegg
talar við sína svørðsegg.
24. “Hoyr tú, brandur rjóði,
kanst tú vekja blóðið?“
25. “Ja og menn, at eg tað kann,
ert tú maður at vega fram?
26. Ja og menn, at eg tað vil,
ert tú maður at vega til?“
27. Skaftið setir hann niður á stein,
oddin fyri sítt hjartabein.
28. Skaftið setir hann niður á grót,
oddin fyri sína hjartarót.
Á donskum eitur vísan “Vellemands vanvid“, nr. 206 í “Danmarks gamle folkeviser“. Uppskriftin er bara ein, 24 ørindi, úr handriti hjá einari Karen Brahe frá um 1600. Hon bregður frá føroysku uppskriftini bara í tí, sum kortini er rættiliga umráðandi, at høvuðspersónurin her ikki beinir fyri sær.
Í Íslandi hevur vísan talmerkið 73 í verkinum “Íslenzk fornkvæði“, men fert tú at kanna eftir, spyrst, at har er bara eitt ørindi varðveitt, soljóðandi:
“Kongurinn heldur brullaup sítt,
hann Salomon,
thar var allt af vilja veitt
minn folenn rennur um græna skóga“.
Mest líkist okkara kvæði svensku uppskriftini, sum er at finna á prenti hjá A.I. Arwidson, 1834, nr. 84: “Salmon“.
1. Salmon han brygger och blandar vin,
bjuder han konungen hem til sin.
2. Han bjuder konungen och alle hans men,
och drottningen føljer och sielf med.
3. I thet gjorde Salmon illa:
han bødh begge sine frillor.
4. Den ene gaf honum af denn math,
medh oroo han vidt bordet satt.
5. Den andra gaf honom af den drick,
med oroo han på golfvet gick.
6. Salmon gåhr til vegga,
talar til branden den snegga.
7. “Hør du brand, æstu godh:
lyster digh dricka mannablodh?“
8. “Bloden jagh gjerna dricka vill,
men du skall hjelpa sjelfver till.“
9. Salmon høgg uthe och inne,
han høgg ihjel mann och kvinna.
10. Dæth ropade jungfru Anna:
“Du stilla din fæstemanne!“
11. “Stille honum Gudh och den helige and!
Intet jagh honum stilla kan.“
12. Salmon høgg till medh vilja,
høgg af sin brudh i midia.
13. Dhe toge Salmon och ledde i sængh,
dær sombnade han, så trøtt en dreng.
14. Salmon vacknar, om sigh sågh:
“Hvar ær den brud, jagh fæste i går?“
15. “I afftons du så russgahlen var:
din eigen brudh du bahna gaf.“
16. Salmon satte knoten emot en steen,
och udden emot sitt hjertebeen.
Vit nevndu, at hetta brotið um svørðið, sum dugir at tala, ikki er við í donsku uppskriftini av hesum kvæði. Men til er onnur donsk vísa, har ið hetta sama kemur fyri. “Hævnersværdet“ eitur vísan, DGF nummar 25. Í TSB hevur hon frámerkið 48 millum kappakvæðini, tað er í E-deildini, og har sæst, at vísan bara er kend í Danmørk og Noregi:
“Fremmandamaður kemur á gátt í einum húsum. Hann hevur leitað allastaðni eftir manninum, sum beindi fyri faðir hansara, og hann spyr, um nakar kann vísa honum á faðirsins banamann. Ein maður, ið inni er, sigur seg vera banamannin. Fremmandamaðurin spyr tá svørðið, um tað vil hjálpa honum, og svørðið svarar, at um so skal verða, so má tað fyrst verða sleggjað og mýkt. Fremmandamaðurin so ger, fer inn í húsini og drepur alt, ið fyri er, sjálvt barnið í vøgguni. So bønar hann svørðið at halda uppat, og svørðið svarar, at hevði hann ikki gjørt tað, hevði tað beint fyri honum eisini.“
Hetta at svørð ella vápn yvirhøvur verða persóngjørd er vanligt í fornsøgum:
Í norrønu gudalæruni gevur Froyur Skírni svørð, sum hevði tann eginleika, at tað drap av sær sjálvum, og í søguni um Hjálmar og Angantýr er gitið svørðið Tyrfingur, sum vildi smakka blóð, hvørja ferð tað varð drigið úr slíðrum. Í Kormáks søgu verður sagt frá svørðinum hjá Rólvi, Skøfnungi, sum skríggjaði í slíðrunum og losnaði, tá ið bardagi stundaði til, og atgeirur Gunnars av Líðarenda í “Njáls søgu“, høvuðsvápn hansara, visti bardaga í undan stríðnum mikla við Rangá.
Talandi svørð og mann, sum tað eigur og beinir fyri sær, hitta vit eisini í finska tjóðkvæðinum “Kalevala“, sum Jóhannes av Skarði so meistarliga hevur týtt. Týðingin varð givin út í 1993.
Untamo stríðist við bróður sín Kalervo og drepur hann og alt lið hansara. Hann eirir bert einari konu, sum er við barn. Kullervo verður borin í heim, og longu í vøgguni hóttir hann við, at hann skal hevna seg inn á Untamo. Kullervo verður seldur sum trælur til smiðin Ilmarinen, og kona smiðin setur hann at sita hjá neytum og seyði. Hon bakar honum breyð at hava við og bakar ein stein mitt inn í breyðið. Hon biður við longum rúnaorðum skógarmaktirnar verja fæið og rekur kríatúrini í hagan.
Kullervo situr hjá kríatúrunum og hugsar um lagnu sína. Hann fer um kvøldið at fáa sær, og tá ið hann sker breyðið, brotnar knívurin móti steininum. Hann harmast um knívin og verður illur. So rekur hann kríatúrini út í eina mýri og rekur bjarnir og úlvar heim á garð. Hann fær so konuna sjálva at fara at mjólka, og hon verður tá sundurskrødd av villdjórunum.
Kullervo flýggjar nú frá Ilmarinen og gongur syrgin í skóginum og ger av, at hann skal hevna hesar óndu gerðirnar ímóti sær. Hann fær at vita, at móðir, bróðir og systir hansara liva, og hann finnur tey uppi við Lappland. Móðirin sigur, at hon helt, at hann var deyður, og at eldra dóttirin eisini var deyð.
Kullervo verður settur til arbeiðis, men eingin dugur er í honum. Fosturfaðirin sendir hann at gjalda jarðarskatt. Á vegnum heimaftur møtir hann eini gentu og ger hana við barn. Fær dagin eftir at vita, at hon er systir hansara. Hon druknar seg. Hann fer heim og sigur móður síni hetta, og at hann fer at beina fyri sær. Móðirin biður hann sissa seg, tí árini munnu fara at linna sorgina.
Kullervo býr seg nú út til bardaga og sigur farvæl. Móðirin mælir honum frá at fara og sigur honum um deyðavandarnar, sum fara at møta honum. Hann hevnir seg inn á Untamo, drepur øll og brennir garðin.
Tá ið hann kemur heim, eru húsini tóm og eingin inni uttan ein hundur. Á ferð gjøgnum skógin kemur hann á staðin, har hann hitti systur sína á sinni. Hann blakar seg tá á svørðið.
„Kullervo, Kalervo sonur, svørðið hvast úr slíðrum dró og
hevði tað í hondum, og hann leit at tí úr ymsum ættum,
spurdi, um tað hevði hug at, um tað veruliga vildi
kíka í seg kjøt og síðan blóð frá sekum sella drekka.
Svørðið kendi kalsins ætlan, visti, hvat hann vildi, seggur.
Svaraði tí svørðið, segði: “Hví skal eg ei eta vilja,
kíka í meg kjøt, og síðan blóð frá sekum sella tæra?
Eisini av ósekum eg eti kjøt og droyran drekki.“
Kullervo, Kalervo arvi, bláhosaði seggjar sonur,
hjaltið fast í fold hann rennir, djúpt í mold hann knappin kúgar
oddin beint mót bringu vendir, opnan seg á oddin blakar.
Soleiðis hann lívið læt, og sjálvur fyri sær hann beindi.
Tað var deyði unga alvans, fórst har Kullervo hin ungi,
deyðan hann har, eina, hitti, maðurin til óhaps aldur.“
Og her man vera hóskiligt at sleppa hesum heldur ótespiliga evni, sum ført hevur okkum so víða um lond.