Skip to main content

SVARTI SVEIN KALSSON

 

Til er í „Føroya kvæðum“ heldur langt kappakvæði, „Svarti Svein Kalsson“, CCF nr. 96, sum har er prentað í tveimum brigdum:

 

A er eftir Hammershaimb, sum í 1848 hevur skrivað tað niður eftir Jóhannes Jensen í Andrasgarði í Sumba, føddur í 1798, deyður í 1868. Hann var faðir at brøðrunum Jacob Symphor, Jóan Jacob og Jóhan Frederiki, sum áttu - og helst skrivaðu - kvæðahandritið „Sumbiarbók“. -

 

B er úr Sandoyarbók, Jóannes í Króki skrivaði tað í 1822 av eftir Elsebeth Jógvansdóttur heima á Sandi. Hon livdi frá 1765 til 1842.

 

Svarti Svein er sonur fátæk foreldur, men hóast umstøðurnar heima eru fátæksligar, so trívist hann væl og veksur upp til evnaligan ungling:

 

SVARTI SVEIN KALSSON

 

1. Kall og kelling eiga son,

tikin til góðar at evna,

síðan bað hon presti bera,

Svarta bað hon nevna.

 

Sótu tey, systkin tvey,

í teirri grønu lund,

sum fagurt tjald er

uttan við Oyrarsund.

 

2. Hann varð borin frá kirkjuni

aftur for móður sína,

meira læt hon akt á hann

enn alt sítt gull í skrínum.

 

3. Hann varð borin frá kirkjuni

aftur for móður knæ,

meira læt hon akta hann

enn alt sítt gull og fæ.

 

4. Hann vóks upp hjá síni móður,

lukkan honum hól,

meiri vaks hann í ein mánað

enn onnur børn í tólv.

 

5. Hann vóks upp hjá síni móður,

lukkan honum veks,

meiri vóks hann í ein mánað

enn onnur børn í seks.

 

Sveinur er nú komin til mans. Hann biður móður sína geva sær góð klæði, hon kemur aftur við eini brynju og sigur honum frá risanum, sum ræður fyri Rómarborg. Henda risan fer Sveinur at finna og fellir hann.

 

6. Enntá var tað Svarti Svein,

hann hugsar sær um ræði:

“Statt upp, mín móðir, tú før meg fram,

tú før meg í forlig klæði!“

 

7. Kelling fór sær haðan burt,

hon dvøldist ikki leingi,

hon kom aftur við brynju teirri,

ið sámilig var dreingi.

 

8. Hon kom aftur við brynju teirri,

hon glógvar sum silvur hvíta:

“Tak nú við, mín sæli son,

og vita, um tú nýtur!“

 

9. Hon kom aftur við brynju teirri,

ið var av alvin borin,

hon var bæði víð og síð,

sum skapað var og skorin.

 

10. “Hoyr tað mín hin sæli son,

tú eyka tær onga sorg!

Risin býr fyri handan á,

hann ræður fyri Rómarborg.“

 

11. Svarti fór sær yvir um á,

so er greint fyri mær,

tað var mær av sonnum sagt,

hann skreiðir øksu við lær.

 

12. Árla var um morgunin,

ið sól tók fagurt at skína,

risin reiv upp grót og grund

við sterkari øksu síni.

 

13. Svarti trívur um sigluskaft,

lívið mundi hann láta,

hann klývur høvd og heilareim,

búk og bein til máta.

 

14. Svarti fór sær aftur um á,

so er greint fyri mær,

tað var mær av sonnum sagt,

hann skreiðir øksu við lær.

 

15. Tá ið kelling øksu sá,

sára skar hon við,

tað var mær av sonnum sagt,

hon fell í óvit niður.

 

Sveinur spyr nú móður sína, um hon veit nakra gentu, hann kann fáa til konu. Hon vísir honum tá á dóttur Fróðar kong í Rómarborg:

 

16. “Hoyr tað, mín hin sæla móðir,

eyka tær onga sorg!

Eg havi vigið risan tann,

sum ráddi fyri Rómarborg.

 

17. Hoyr tað mín hin sæla móðir,

tú sig mær satt ífrá!

Hvar veitst tú so væna jomfrú,

ið mær er sómi at fá?“

 

18. Hoyr tað mín hin sæli son,

eg sigi tær satt ífrá!

Tað er Fróðar í Rómarborg,

ið væna dóttur ár.“

 

Sveinur heldur nú av stað til Fróðar kong. Hesin heldur hann ikki vera av nóg góðum fólki at fáa dóttur sína, men hann lovar honum hana, stendur hann tvær royndir, sum í okkara uppskrift í fyrstu atløgu tykjast eitt sindur gátuførar, men av viðgerðini longri úti í kvæðinum og av B-brigdinum skilst, at treytirnar eru hesar: 1) hann skal vísa, at hann er førur fyri bæði at eta og drekka nógv, og 2) hann skal klára at fylgja kongi, tá ið hann ríður av stað.

 

19. Tað var um ein heilagan dag,

man meg rætt um minna,

Svarti fór sær yvir um á

Fróðar kong at finna.

 

20. Úti í miðjum grasagarði

akslar hann sítt skinn,

og so búgvin gongur hann

í høgar hallir inn.

 

21. Svarti gongur í høllina inn

í forðum var sá siður,

hann hevur alt í einum orði,

heilsar og hann biður.

 

22. Svarti stendur á hallargólvi,

ber fram bønarorð síni:

“Sit væl, Fróðar í Rómarborg,

tú gev mær dóttur tína!“

 

23. Kongur so til orða tekur,

gott er at taka til evna:

“Sig mær ætt og heiti títt,

hvussu skal eg teg nevna?“

 

24. “Hevur tú hoyrt frá brendu borg,

sum stendur í tygra ríki,

har eri eg føddur og alin upp

alla ævi tillíka.

 

25. Kall so eitur mín faðir

og kelling mín móðir,

Svarti Svein á navni nevndur,

Gud gav mær tað ljóðið.“

 

26. “Tykir tað øllum høviskum monnum

vera stórt mannamun,

hon er ein útvald kongadóttir,

og tú ert ein kallsson.

 

27. Tá ið neyðin noktar meg

á jólakvøldi fyrsta,

tú skalt fáa unga Eygargott,

so ofta sum lívið lystir.

 

28. Tá ið neyðin noktar meg,

á trettanda kvøld skal kalla,

tá skalt tú fáa unga Eygargott

so tína ævi alla.“

 

Svarti fer nú heim aftur til móður sína, sum spyr, hvussu ið gingist hevur. Og tí greiðir hann frá.

 

29. Svarti fór sær aftur um á,

so er greint fyri mær,

tað er mær av sonnum sagt,

hann skreiðir øksu við lær.

 

30. Enntá var tað Svarti Svein,

hann heim í garðin fór,

úti hansara sæla móðir

fyri honum stóð.

 

31. “Ver vælkomin, mín sæli son,

higar út til mín!

Hvussu tók Fróðar í Rómarborg

við bønarorðum tínum?“

 

32. Tykir tað øllum høviskum monnum

vera stórt mannamun,

hon er útvald kongadóttir,

men eg eri ein kallsson.

 

33. Tá ið neyðin noktar hann

á jólakvøldi fyrsta,

tá skal eg fá unga Eygargott,

so ofta sum lívið lystir.

 

34. Tá ið neyðin noktar hann,

á trettanda kvøld skal kalla,

tá skal eg fáa Eygargott

og so mína ævi alla.

 

35. Tað er hann Fróðar í Rómarborg

hevur so undarligan hátt,

hann ríður til eina trøllkelling

á hvørji jólanátt.“

 

Móðir hansara lovar nú at hjálpa honum. Hon gevur honum eitt ílat, ein gandaknokk, og sigur, at við hesum ílati fer hann at standa fyrru royndina, og so sigur hon honum, hvussu hann skal standa seinnu royndina við. At enda biður hon hann rópa á seg, um hann kemur í nakran vanda:

 

36. Hoyr tað mín hin sæli son,

nú skal tað so vera.

Tú skalt fara út í hans ferð,

men ikki heima vera.

 

37. Tú tarvt ikki, Svarti Svein,

kvíða tær for eygum,

niður rapa teir ríku rassar

rætt sum brandar deyðir.“

 

38. Hon fór eftir knokki teim,

hon leggur á hansara lógvar,

her er bæði mikið og fund,

so lítið, ið hann lógvar.

 

39. Knokkur hann skal líkstra øl,

rætt sum kelling lovar,

snú tú tær frá drykkjumáli,

lat sum tú skalt sova!

 

40. Tú skalt sita á lendum á hesti,

tað skal eg nú valda,

ikki skal kongur síggja teg,

tó at tú í klæði hans heldur.

 

41. Hoyr tað mín hin sæli son,

hvat eg sigi tær,

hvar tú verður í neyðum staddur,

hugsa tú um meg!“

 

Sveinur fer nú aftur til kongin, stendur fyrru royndina, sigur seg fara at sova, men í staðin loypur hann upp á rossabak aftan fyri kongin, so hesin ikki sær. Kongur ríður nú av stað, undrast á, at rossið ikki ríður, sum tað plagar. Hann heldur leiðina til eina huldukonu, sum er frilla kongs.

 

42. Svarti situr í hásæti

gullkrúnu ber til vissar,

tømir nú bæði skálir og føt

hartil fríðar diskar.

 

43. Knokkur hann mundi líkstra øl,

rætt sum kelling lovar,

Svarti snúðist frá drykkjuskál,

læt, sum hann skuldi sova.

 

44. Kongur upp í saðil sprakk,

sum søgur ganga frá,

Svarti upp fyri aftan hann,

so kongur ikki sá.

 

45. Hesturin leyp um Gostingsjó,

sum fyrr var vanur at loypa:

“Hvat feilar tær, folin góður,

tú snublar í slíkum treyti?“

 

46. Kongur leyp um Gostingsjó,

hann talar fyri seg enn:

“Hvat feilar tær, folin góður,

hví ert tú so seinur?“

 

47. Hestur loypur um Gostingsjó,

sum har hevur farið leingi:

“Hvat feilar tær folin góður,

at tú ikki gongur?“

 

48. Hann steig upp í Hilmars song,

fátt skal slíkum lova,

Svarti Svein foruttan stendur,

hann heldur á Fróðars fola.

 

49. Hann stígur upp í Hilmars song,

hann svav har ikki leingi,

ei gat kappin klædnað seg,

fyri honum kom Guðmars geingi.

 

Kellingin luktar nú mannablóð, nevnir Svarta Svein og biður Fróðar kong senda yngsta alva teirra út at leita. So verður gjørt:

 

50. Kelling geispar gómum fast,

glettir upp á tonn:

“Eg havi bæði kol og krím,

helst av kristnum monnum."

 

51. Kelling geispar gómum fast,

er henni ilt í øllum:

“Mær tykir, sum Svarti stendur

her í Hilmars høllum.“

 

52. “Svarti hann er sovnaður,

fullur av drekka móður,

tá ið eg komi til hallar heim,

eg veki hans hjartablóð.

 

53. Svarti hann er sovnaður,

fegin og fullur í høllum,

morgin skal hann láta lív

frá londum og gørpum snjøllum.“

 

54. Kelling geispar gómum fast,

glettir upp á tonn:

“Eg havi bæði kol og krím,

helst av kristnum monnum.

 

55. Eg havi bæði kol og krím,

tað helst av kristnum manni,

sendið vár yngsta arvinga út

so vítt yvir vegin at kanna!“

 

Tá ið nú yngsti alvin fer út at kanna, beinir Sveinur fyri honum, kellingin eggjar Fróðar kongi at fara ímóti Sveini. Hann hevur ikki hug til tess í fyrstu atløgu og býður Sveini dóttur sína, men hesin ger stutt av og beinir fyri konginum:

 

56. Út fór yngsti arvingi teirra

so vítt yvir vegin at kanna,

øksin skar sum skyggjað voks

háls og herðar av svanni.

 

57. Ulkinn fell tá deyður niður

við ljós og lampna loga,

gívurin vaknar úr blundi upp

og biður ei Fróðar sova.

 

58. Floksar tveir á fótum vóru

við goyst og grimdum huga,

Svarti hugsar um móður sína,

gott skal dreingi duga.

 

59. Har kom hansara sæla móðir,

sín son vildi goyma,

búgvið horn í hendi ber

og saðil og hest við teyma.

 

60. “Eg skal geva tær Eygargott

dóttur mína dýru,

síðan taka við tigils navni,

lond og ríki stýra.

 

61. Eg skal geva tær Eygargott“,

mælti kongur av hjarta,

“síðan taka við tigils navni,

bera mín brand hin bjarta.“

 

62. Svarti hugsar við sjálvum sær,

heldur á brýndum knívi:

“Fekk eg kongin av lívi tikið,

so hevði eg vald á vívi.“

 

63. Enntá var tað Svarti Svein

við sínum svørði brá,

hann kleyv Fróðar í Rómarborg

sundur í lutir tvá.

 

Aftan á bardagan finnur Sveinur móður sína, sum er illa særd. Hann vil bera hana heim til húsa, men hon sigur seg vera særda at deyða. Hann skal grava hana, fara heim, umsita ognir sínar væl og fara væl við fólki sínum. So doyr móðirin, og Sveinur grevur hana í heyg:

 

64. Svarti reikar um grønan vøll,

ið loystur var av vanda,

hann sær, hvar sín móðir situr

næstum hevði givið upp anda.

 

65. Hann sær, hvar sín móðir situr,

næstum hevði givið upp anda,

hann tekur í hennara ljósu hond,

biður hana heila upp standa.

 

66. “Eg havi vigið dúgligt sprund,

øllum tykir undur,

hon hevur brotið bein í mær,

riv og ryggin sundur.“

 

67. “Eg skal taka teg fegin og fús,

bera teg heim til hallar,

tey munnu tíni sárini grøða,

slíkt verður gitið valla.“

 

68. „Eg man ljóta láta lív,

mær helst er komið til handa,

sonur mín, far til hallar heim,

tú goym væl gulls og landa!

 

69. Sonur mín, far til hallar heim,

tú goym væl gulls og æru,

ger so væl við fólkið alt,

sum fyrr var vant at vera!“

 

70. Svarti situr sær við sorg,

meðan hans mundi móðir doyggja,

síðan gróv hann drós í heyg,

sum dreingir dagligt hoyggja.

 

71. Svarti situr sær við sorg,

meðan hans læt móðir lív,

síðan gróv hann drós í heyg,

sum dreingir dagligt stríða.

 

Nú fer Svarti heim, setst i hásætið og kallar dóttur Fróðar kongs fram fyri seg. Hann tekur hana til konu, og stórt brúdleyp verður hildið. Seinastu ørindini bera so fram tað, vit kunnu rópa moralin í kvæðinum: Hann, ið komin er úr fátæksligum korum, kann roynast væl og vinna upp í hægsta sess:

 

72. Svarti stundar av skóginum heim,

ið loystur var av pínu,

hirðin øll á fótum var

og lútar fyri harra sínum.

 

73. Svarti situr í hásæti,

gullkrúnu ber so bjarta,

undrast allir kongsins menn,

tá rann teim ræður í hjarta.

 

74. Svarti talar til tríati menn,

hann biður í høllina ganga:

“Leiðið mær kongsins dóttur inn,

meg lystir tað fljóð at fanga!“

 

75. Svarti talar til tríati menn,

hann biður í høllina gá:

“Leiðið mær kongsins dóttur inn,

meg lystir tað fljóð at fá!“

 

76. Enntá var tað Svarti Svein,

hann fellur upp á síni knæ,

meðan hann dóttur Fróðar kongs

til ektar festi sær.

 

77. Drukkið varð teirra brúdleypið,

kátt var teirra lív,

bæði gingu í eina song

Svarti og hans vív.

 

78. Drukkið varð teirra brúdleypið,

hirðin var so fegin

sum sá fuglur, í viði situr,

verður á ljósum degi.

 

79. So er mangur av lítlum stigin,

ið lukkan snúðist til handar,

hann ræður nú fyri Siglandi,

hann goymir væl gulls og landa.

 

80. Svarti ræður fyri Siglandi,

hann goymir væl gulls og æru,

hann ger so væl við fólkið alt,

sum fyrr var vant at vera.

 

81. Svarti eri eg kallaður,

mestur eri eg hvítur,

eingin veit av søtum at siga,

fyrr enn hann beiskum bítur.

 

82. Svarti ræður fyri Siglandi,

honum skortar ei gullið reyða,

drotning heil av harmi sprakk

eftir Fróðars deyða.