Skip to main content

SVARTI SVEINUR

 

Kvæðið „Svarti Sveinur“ er nr. 172 í “Føroya kvæðum“, har prentað í bert einari uppskrift, sum nevnir hesar heimildir: Eina uppskrift, sum Hammershaimb hevði úr  Vestmanna, og eina uppskrift, sum Jakob Jakobsen hevur frá Rasmusi Paturssyni á Sandi. Hetta er eitt gamanskvæði.

 

Svarti sveinur fer at biðja sær konu, frú Juttu, sum ber seg undan við teimum orðum, at hon vil ikki lata so svartan svein sova sær á ljósum armi, og hon vil ikki bera tað barnið, sum svarti sveinur er faðir at:

 

SVARTI SVEINUR

 

1. Svarti sveinur fór at biðja sær konu

- kol og smiður við -

alt sum ein annar bóndasonur.

- Ungir kallar, kátir kallar, gangið upp á gólv, sláið lætt í ring!

 

2. Svarti sveinur heim í garðin fór,

úti frú Jutta fyri honum stóð.

 

3. “Væl standin I, frú Jutta, fagur og fín,

og vilt tú vera allarkerasta mín?“

 

4. “Svarti Sveinur, ríð tær hiðani burt,

eg vil ikki verða av tínum klæðum svørt.

 

5. Gud lati meg aldri líða tann harm,

at svarti sveinur svevur á mín ljósa arm.

 

6. Gud lati meg ikki tað barnið bera,

sum svarti sveinur skal faðir at vera.“

 

Nú svarti sveinur hevur fingið so tvitið aftursvar, ríður hann heim til móður sína, sigur henni, hvussu sær hevur gingist. Hon leggur honum tá tey ráð at fáa sær ljósan hest og siga seg vera prest.

 

7. Svarti Sveinur heim í garðin fór,

og úti hans móðir fyri honum stóð.

 

8. “Ver vælkomin, svarti sveinur, sonur mín,

hvussu tók frú Jutta við bønarorðum tín?“

 

9. “Hon bað Gud ei lata seg líða tann harm,

at svarti sveinur svevur á sín ljósa arm.

 

10. Mín kæra móðir, tú legg mær ráð,

hvussu eg skal frú Juttu fá!“

 

11. “Tak tú tær ein hvítan hest

og ríð, sum tú vart harra Karl prest!“

 

Svarti sveinur ger nú, sum móðir hansara hevur biðið hann. Og nú ber betur til. Frú Jutta tekur nú til takkar við, at svarti sveinur svevur á hennara ljósa armi, og at hon skal bera tað barnið, sum svarti sveinur skal vera faðir at, bara tí at hon helt mannin á hvíta rossinum vera „harra Karl prest“.

 

12. Hann tók sær ein hvítan hest

og reið, sum hann var harra Karl prest.

 

13. Svarti sveinur heim í garðin fór

úti frú Jutta fyri honum stóð.

 

14. “Ver vælkomin, harra Karl prest,

tú stíg av hest og ver vár gest!“

 

15. Fyrst fóru tey í drykkjustovu,

og síðan fóru tey til songar at sova.

 

16. Har lógu tey ta longu nátt,

tey larmaðu lítið, men svóvu fátt.

 

17. “Nú mást tú, frú Jutta, líða tann harm,

at svarti sveinur svevur í tín ljósa arm.

 

18. Nú skalt tú, frú Jutta, tað barnið bera,

sum svarti sveinur skal faðir at vera.“

 

Umframt í Føroyum er kvæðið eisini kent í Danmørk og Noregi. Í verkinum “Danmarks gamle folkeviser“ finna vit tað sum nr. 365 við heitinum “Sorte Iver“.

 

Danska uppskriftin, ið er úr Hammerum Herred í Vesturjútlandi, er 19 ørindi, sum er nakað tað sama sum okkara vísa. Ein høvuðsmunur er, at danska inngangsørindið leggur hendingarnar til ávísan bý í Danmørk: “Der går dans ved Riberport“, men her kunnu vit minna á, at júst Ribe verður nevndur í so mongum donskum vísum. Ein annar munur er, at danska vísan tykist meira heilskapað, tá ið hugsað verður um, hvussu søgan endar: Ivar gevur her gentuni morgungávu, gullringar, og so rýmir hann av garði, meðan gentan bønar hann at koma aftur:

 

“Og min allerkærest, du rider ej bort!

nu er du bliven hvid, som du før var sort.“

 

Norska vísan, sum er úr Telemørk, nevnir eisini sveinin Sort-Iver.

 

Gentan, hon sum hjá okkum eitur Jutta, eitur her Lusse. Danska vísan hevur liden Kirstin. Presturin eitur í norsku vísuni herr Per, í donsku herr Peder og í okkara harra Karl, men annars er gongdin í donsku og norsku vísuni meinlík. Okkara bregður sum sagt frá við tað, at hon tykist meira endaleys, og uppafturtøkurnar eru fleiri.

 

Mangur, sum kvøðið ella lisið hevur kvæðini “Svarti Svein Kalsson“ og „Svarti sveinur“, man av fyrstan tíð hava hildið, at hetta fór at snúgva seg um meinfýsnar menn, sum bera seg illa at. Heitini ljóða ikki sørt hóttandi. Men sum vit hava sæð, vóru teir eingir mannvargar, og í báðum førum gekst teimum væl at enda. Lýsingarorðið “svartur“ hevur, kunnu vit nú helst staðfesta, einki við lyndi teirra at gera, og ivaleyst kunnu vit taka undir við Svend Grundtvig, tá ið hann um okkara svarta svein sigur:

 

“Sædvanlig tænkes han kun som sortladen i Huden“.

 

So moralur okkara kundi verið tvíbýttur:

 

Fátæksmansbarnið roynist líka væl sum tað barnið, ið altíð hevur átt ríkidømi. - Og tey døkkholdaðu roynast minst líka væl sum tey, ið erpa sær av hvítum húðarliti.