Skip to main content

SVEIN KONGUR

 

Kvæðið “Svein kongur“ er eitt riddarakvæði, prentað í “Føroya kvæðum“ í einari uppskrift. Hon er úr “Sandoyarbók“. Jóhannes í Króki hevur í 1822 skrivað tað av eftir bróður sín, Óla Clementsen á Sandi, føddur 1782, deyður 1858.

 

Søgugongdin kann í brotum verða søgd soleiðis:

 

Svein kongur spyr menn sínar, um teir vita nakran, sum kann metast javnlíki kongs. Menninir vísa tá á Knút á Borgum, sum júst er norðuri í Botnum og festir sær frú til handa:

 

SVEIN KONGUR

 

1. Svein kongur liggur við havið út,

tjaldrar sær við lín,

eingin fer so suður og norð,

hann býður ei heim til sín.

 

Fuglin í fjøruni,

hann eitur más,

silkibleik er húgva hans,

sum knept er hans hár,

fuglin í fjøruni.

 

2. Svein kongur liggur við havið út,

tjaldrar sær við brandar,

Knútur er í Botnum norð,

festir sær frú til handa.

 

3. Svein kongur liggur við havið út,

tjaldrar sær við skrúður,

Knútur er í Botnum norð,

festir sær unga brúður.

 

4. Svein kongur liggur við havið út,

tjaldrar sær við dreingir:

“Hvar vitið tær mín javnlíka,

tað havi eg hugsað leingi.“

 

5. Svein kongur liggur við havið út,

snakkar við sínar menn:

“Hvar vita tit mín javnlíka,

tað havi eg hugsað enn.“

 

6. Sveinar svara sínum harra:

“Hví spyrjið tær so,

best manst tú vita við sjálvum tær,

hvar tín stár hugur á.

 

7. Best manst tú vita við sjálvum tær,

hvar tín stár hugur á,

hoyrt havi eg gitið, Knút á Borgum

væna drotning ár.

 

Kongsmenn siga nú Sveini, hvussu ómátaliga vøkur henda gentan er, sum Knútur á Borgum hevur kosið sær. Og kongur ger tá av at fara at finna Knút og brúður hansara:

 

8. Knútur á Borgum drotning eigur,

væna og so vísa,

kanst tú hana til ekta fá,

hon kann títt lív væl prísa.

 

9. Knútur á Borgum drotning eigur,

føgur er hon sum sól,

so er at líta á drotnings kinn,

sum droyrin drýpur á snjó.

 

10. Knútur á Borgum drotning eigur,

føgur er hon á brún,

flættað hár á herðum lagt,

við silkibondum snún.

 

11. “Er hon so von og tekkilig,

sum tær sigið frá,

hagar streingi eg heiti mítt,

tað stendst hvat av, ið má.“

 

12. Út var loystur gangarin

undir hallarvegg,

prýddur var hann við skarlak

niður á hóvarskegg.

 

13. Prýddur var hann við skarlak

niður á miðal síðu,

forgyltur var saðilin,

ið Svein kongur skuldi á ríða.

 

14. So ríður hann Svein kongur

lystiliga fram,

forgyltir leika ringarnir,

meðan hans gangari rann.

 

Knútur á Borgum tekur væl ímóti konginum, men hesin er ikki komin í vinaørindum, og hann eggjar Knúti at verja drotning sína og drepur hann:

 

15. Tað var reystur Svein kongur,

heim í garðin fór,

úti sjálvur Knútur á Borg

fyri honum stóð.

 

16. “Ver vælkomin Svein kongur

higar nú til mín,

drekk nú hvat tær betur líkar

mjøðin ella vín!

 

17. Drekk nú, hvat tær betur líkar,

mjøðin ella vín,

ver vælkomin, Svein kongur,

tú gakk í hallina inn!“

 

18. Svein kongur situr for breiða borði,

mælir for munni sín:

“Statt upp, reystur Knútur á Borg,

verj nú drotning, brúður tína!“

 

19. Tað var reystur Svein kongur,

sínum svørði brá,

hann kleyv reystan Knút á Borg

sundur í lutir tvá.

 

Nú beint er fyri Knúti á Borg, fer Svein kongur til brúður Knúts, Kristina, og sigur, at hann vil sleppa at sova hjá henni. Hon svarar, at hon vil sova hjá honum, vil hann lova ikki at nerta hana fyrstu sjey næturnar. Hon ger so til jarðarferðina, og har á sjálvum gravarbakkanum beinir hon fyri drápsmanninum, Sveini kongi, og vil nú ikki vita av manni aftur:

 

20. Hann kleyv reystan Knút á Borg

sundur í lutir tvá:

“Hoyr tú, lítin frú Kristin,

meg lystir at sova tær hjá!“

 

21. Svaraði lítin frú Kristin,

tó hana býður harm:

“Lova mær í sjey nætur

sova moy út í tín arm.

 

22. Eina bøn, ið eg teg biði,

hana skalt tú mær lova,

lova mær í sjey nætur

moy hjá tær at sova.“

 

23. Ikki kostaði frú Kristin

minna til enn tá,

børurnar av reyðargulli

læt hon honum slá.

 

24. Børurnar av reyðargulli

læt hon honum gera,

korsið av tí skæra silvur,

merkið við at bera.

 

25. Eystan fyri kirkjuna,

dreingir eyka á fold,

gróvu tað hitt ljósa lík

niður í døkka mold.

 

26. Eystan fyri kirkjuna,

dreingir eyka skara,

dimmur er hesin dagur í dag

niður í mold at fara.

 

27. Kristin stendur á gravarbakka,

helt um brandin bjarta,

rendi hann so fyri kongsins bróst,

at oddurin stóð í hjarta.

 

28. Kristin stendur á gravarbakka,

helt um brandin brúna,

rendi hann so fyri kongsins bróst,

at oddurin stóð í dúna.

 

29. Eftir livdi frú Kristin

við trega og tunga neyð,

hon vil ongan ediling lova

eftir Knútar deyð.

 

30. Eftir livir frú Kristin

við trega og tunga sorg,

hon vil ongan ediling lova

eftir Knút á Borg.

 

Vit finna hesa søguna sagda í yvirlitsverkinum TSB undir riddarakvæðunum, D 172, “King kills rival and forces himself on rival’s wife“, kongur drepur sambiðil og trokar seg inn á brúður sambiðilsins.

 

Umframt í Føroyum er vísan at finna í Danmørk, Íslandi og Noregi, og felags fyri hesi trý nevndu londini er, at tey ikki nevna vísuna eftir Sveini kongi, sum okkara kvæði ger, men eftir fyribeinda húsbóndanum hjá Kristini, Knúti á Borgum.

 

“Knud af Borg“ eitur vísan á donskum, har hon er at finna í “Danmarks gamle folkeviser“ sum nummar 195, í fimm uppskriftum, tann elsta frá Peder Syv frá 1695.

 

Felags fyri tey donsku brigdini er, at tey ikki nevna álopskongin Svein, men hava nøvnini Sander, Sanner, Soner ella Sunner, sum summir danskir granskarar hava hildið verið misskriving fyri fyrra lið í tí vanliga heitinum dannerkonning, sum einki hevur við landsnavnið Danmark at gera, men heldur sipar til orð sum dannet ella dannelse.

 

Í norskum vísuøki eru tríggjar uppskriftir við heitinum “Knút í Borgi“, og í íslendsku fornkvæðunum hevur vísan talmerkið 31, fimm uppskriftir, við felagsheitinum “Kvæði af Knúti í Borg“, sum frásøguliga ivaleyst eru tær mest fullfíggjaðu, m.a. verður í einari av hesum uppskriftum greitt frá, at frú Kristin hevði mist bæði móður, faðir og bróður, áðrenn Knútur í Borg festir hana, og eisini, at bæði hon og móðir Knúts doyggja av sorg, tá ið Knútur er fyribeindur.

 

Peder Syv hevur hug at seta henda Knút á Borg í samband við býarnøvnini Pætursborg ella Kalundborg, men Svend Grundtvig, ið sum vant viðger vísuna rættiliga nágreiniliga, heldur als onga heimild vera fyri hesum.

 

Um møguligan uppruna sigur hann soleiðis:

 

“Tað er einki, sum bendir á, at rætt er at seta hesa søguna í samband við nakran av teimum søguligu donsku kongunum, sum bera Sveins-navn, tí vit vita, hvussu hesir komu av døgum. Loyvt man vera at nevna tann møguleikan, at hesin Sveinur, sum kvøðið verður um, kundi verið sonur Knút hin Stóra, norski kongurin Sveinur Alfvívusonur, sum faðirsins vegna og undir verju móður sínar stýrdi Noregi, frá tí Ólavur kongur Heilagi fall á Stiklastøðum í 1030, til Magnus hin Góði tók við kongsnavni í 1035. Hesin Sveinur, sum var sonur ensku frillu Knúts hins Stóra, Alfvívu, var illa umtóktur og flýddi í 1035 til Danmarkar, har bróðir hansara, Harðiknút, gav honum lut í ríkinum, men hann doyði longu árið eftir, í 1036, tjúgu ára gamal.“

 

Kanna vit harafturímóti søguskjøl, t.d. Saxo og Snorra, so siga tey einki um, hvussu hesin kongur kom av døgum, bara at hann doyði, men væl kann tað vera, at fólkatrúgvin hevur givið honum harðan deyða, sum vísan sipar til, hóast søguskjøl einki vátta í so máta.

 

Viðvíkjandi hinum høvuðsmansnavninum í vísuni, Knúti á Borg, veit Svend Grundtvig at siga, at tað er nevnt í eini danskari staðarsøgn, sum er prentað í verkinum hjá biskupinum og kanslaranum Eriki Pontoppidan “Danske Atlas“, 1762-63. Har stendur um Understed sogn í Vendsýslu soleiðis:

 

“I syslet findes en bakke, kaldet Slottebakken, hvorved er kjendetegn af tvende vindebroer. Der skal have stået et slot, hvor den søhane Knud af Borg skal have bot.“

 

Keldan, Pontoppidan vísir til, er “En lille samling af Aalborg stifts gamle minder“, sum Peder Larsen Dyrskøt, føddur í 1630, deyður í 1707, skal hava skrivað. Har verður tikið soleiðis til:

 

“Nok skal udi samme sogn findes et bjærg, kaldet Knud (og Grundtvig heldur bjærg verða skrivivillu fyri borg), hvor formenes en vældig herre at have bot og være kaldet Knud af Borrig, som skal have været en god søhane og taget frit på sørøveri, thi havet skal i forrige tider have ganget op til bjærget, saasom og tilforn skal være fundet i marken et skibsanker og meget rav.“

 

Hvørki av hesum endurgivnu brotunum setur Knút í samband við nakra vísu, og lítið bendir á, at okkara vísupersónur hevur nakað við hetta staðanavn at gera. Knútsnavnið var ógvuliga vanligt í Danmørk, og fleiri støð, har borgir høvdu staðið, vórðu rópt á Borg.

 

Samanumtikið er at siga, at Grundtvig kortini heldur uppá, at vísan upprunaliga er donsk, norðmaðurin Landstad heldur harafturímóti - honum so líkt - uppá, at vísan upprunaliga er norsk, men fast stendur, at føroyska vísan tykist minst líka heilskapað sum donsku og norsku brigdini, og mest fullfíggjað av øllum tykist okkurt av íslendsku brigdunum.