Tístrams táttur
Av teimum mongu gitnu ástarsøgunum úr heims bókmentunum man hon um tey bæði, sum hjá okkum verða nevnd Tístram og Ísin frú, vera ein tann kendasta.
Søgan um tey verður søgd í “Tístrams tátti“, CCF nr. 110, sum bara er at finna í einari uppskrift, sum Hammershaimb gjørdi í 1848 í Fámjin, har hin 77 ára gamla Anna Hanusardóttir kvað fyri honum. Hammershaimb prentaði hetta kvæðið í anthologi síni 1. bindi í 1891, og A.C. Evensen tók tað eisini upp í sína kvæðabók, 1910.
Vit frætta fyrst um, hvussu góð hesi bæði, Tístram og Ísin frú, eru. So hoyra vit um tey vondu ráð, foreldur hansara leggja, tí tey vilja skilja hesi bæði ungu sundur: Tey senda sonin til Fraklands kong við brævi, har Tístram biður um fronsku kongsdóttrina - og í brævinum verður sagt, at vil Tístram ikki taka gentuna, skal Fraklands kongur beina fyri honum.
1. Tað var áður í fyrndini,
saman untust tvey:
Tístram og hon Ísin frú,
av harmi sprungu tey.
Burt skal eg ørindi ríða,
hvør er mær betri?
Blanki ella Brúni? Brúni ella Reyði?
burt skal eg ørindi ríða.
2. So vóru tey í ástum kær,
so var lagt í minni:
tað mátti ei annað úti vera,
tá ið annað tað var inni.
3. So vóru tey í ástum kær,
so er komið til mín:
tey lótu ikki hugin av
falla millum sín.
4. Faðir hans og móðir
tala um sín vilja,
hvat tey skuldu til ráða fá
teirra ástir at skilja.
5. Svarar tað Tístrams móðir,
hon var í ráðum vond:
“Nú skal lata brævið skriva,
senda yvir lond.
6. Nú skal lata brævið skriva,
senda yvir lond:
Fraklands kongur dóttur eigur,
giftast skal honum í hond.
7. Vil hann ikki hansara dóttur
sær til ektar gifta,
bjóða honum ei onnur kor,
enn lív skal londum skifta.“
Áðrenn hesi bæði ungu skiljast, svørja tey hvørjum øðrum trygdareið, og so fer Tístram av stað við monnum sínum. Hann grunar ikki svikaráð foreldranna, og framkomin flýggjar hann Fraklands kongi brøvini.
8. Gingu tey í grasagarði
við miklum ástarbragdi,
søtan kossin kysti hann hana,
hendur um hálsin lagdi.
9. “Lat tær góðan hugin siga,
aftur skal eg koma,
elska tær ikki annan mann
heldur enn eg mær konu!
10. Lat tær góðan hugin siga,
aftur komi eg víst,
elska tær ikki annan mann,
heldur enn eg mær vív.
11. Tístram og hans fluttmenn
settu segl á vond,
teir fóru um tann sama dag
eystur í Frakland.
12. Vinda teir upp síni silkisegl,
gulli vovin við brand,
strikaðu ei á bunka niður
fyrr enn við Frakland.
13. Kastar sínum akkerum
á so hvítan sand,
fyrstur steig harri Tístram
sínum fótum á land.
14. Uti í miðjum grasagarði
akslar síni skinn,
og so búgvin gongur hann
í høgar hallir inn.
15. Og so búgvin gongur hann
í høgar hallir inn,
sum Fraklands kongur við borðið sat
við monnum hundrað fimm.
16. Hann fekk honum tey dýru brøv,
perlur dró av hendi:
“Harri, her eru brøvini tey,
mín faðir og móðir sendu!“
Tá ið kongur nú sær, hvat ið stendur í brøvunum, vendir hann sær til dóttur sína og sigur henni, at hesin ungi maðurin er komin at biðja um hana. Hon verður glað við, men tá ið Tístram skilur, hvussu foreldrini hava lumpað hann, má hann siga, at hann hevur lovað aðrari gentu trúskap sín, og tá tekur Fraklands kongur og beinir fyri honum.
17. Kongur gár for sína dóttur,
leitar við hana ráð:
“Her er komin ein ungur maður,
tílíkan eg ongan sá.
18. Higar er komin ein ungur maður,
tílíkan eg ongan sá,
spyrja teg, mín sæla dóttir,
um tú vilt hann á.“
19. Hon var øll á lofti,
heldur seg so glaða,
hon kom har at borðinum,
sum Tístram fyri sat.
20. Hon kom har at borðinum,
sum Tístram fyri var,
eingin sá hana gráta,
men allir sóu hana læa.
21. “Vilt tú ikki mína dóttur
tær til ektar gifta,
eg bjóði tær ei onnur kor
enn lív skal londum skifta.“
22. “Frættir tað ikki Ísin frúgv
eystur í síni lond,
at eg lovist tíni dóttur,
giftist tær í hond!“
23. Tóku teir harra Tístram
av so tungum stríði,
tað var mær av sonnum sagt,
fyri Ísin frú læt hann lívið.
Tá ið nú Tístrams menn koma heim aftur, stendur Ísin frú fyri teimum og spyr, hvar ið unnusti hennara er. Tá ið hon frættir deyða hansara, mannar hon sjálv skip til Fraklands, har hon í hevnisøku brennir kongin inni, og tá ið hon finnur Tístram í gálganum, doyr hon sjálv av sorg.
24. Aftur sigla Tístrams menn
við so lítið geingi,
bæði eldur og brúnur roykur
logar um teirra streingir.
25. Kastar sínum akkerum
á so hvítan sand,
sjálv var gingin Ísin frú
niður til sjóvarstrand.
26. Sjálv var gingin Ísin frú
niður til sjóvarstrand:
“Hvar er harra Tístram?
Hví kemur hann ikki í land?“
27. Svarar tá ein av sveinunum
av so tungum stríði:
“Harra Tístram á Fraklandi
fyri teg læt hann lívið!“
28. Ísin frú og hennar fluttmenn
settu segl í vond,
tað var á tann sama dag
eystur í Frakland.
29. Kastar sínum akkerum
á so hvítan sand,
fyrst steig hon, Ísin frú,
sínum fótum á land.
30. So loyniliga gekk hon frá strondum niðan,
eingin var við hana varur,
brendi inni konur og børn,
hvar hon kom at garði.
31. Svaraði tá Fraklands kongur,
login leikar so hátt:
“Hvat havi eg til sakar gjørt,
hví eri eg brendur í nátt?“
32. Svaraði hon Ísin frú
av so tungum stríði:
“Tú tókst harra Tístram
so brádliga burtur av lívi!“
33. Tí svaraði Fraklands kongur,
login leikar við honum:
“Sá er seggur í vørildini,
ið eigur góða konu.“
34. Tað var enntá Ísin frú,
svaraði honum ann:
“Sá er seggur í vørildini,
ið hevur ein góðan mann.“
35. Tað var enntá Ísin frú
fram við bálinum gekk,
hon kom har at gálganum,
sum Tístram fyri hekk.
36. Tekur hon harra Tístram,
setur í grønan vøll,
tað var mær av sonnum sagt:
tungan var ikki snjøll.
37. Hon sprakk av harmi eftir hann
tann hin ríka frú,
svørji tann eið á mína trú:
tað hendir ongum nú.
Henda ástarsøgan í kvæðalíki byggir á alkendu frásøguna um tey bæði Tristan og Isolde, sum er keltisk søgn, ið er vorðin kend av fronskum frásøguyrkingum, sum verða hildnar at vera yrktar um miðja 12. øld.
Tristan var keltisk sagnahetja, mikil stríðsmaður, veiðumaður og hørpuleikari. Hann búði í Cornwall hjá pápabeiggja sínum Marc. Hesin Marc sendi Tristan til Írlands til sína vegna at biðja um kongsdóttrina Isolde. Írlandsdrotning, sum ráddi fyri borgum, var glað við hesi boð og tað, sum nú stóð dóttur hennara í boði, og Tristan førir Isolde heim til farbróðurin.
Móðir Isolde hevur bryggjað saman ein gandadrykk, sum hon gevur dóttrini við sum ferðagávu. Henda drykk skal hon drekka saman við tilstundandi manni sínum, Marc, tí tá fara ástarbond ongantíð at slitna teirra millum.
Men á ferðini ger terna hennara, Brangaine, eitt mistak, so Isolde drekkur gandadrykkin saman við Tristani, og nú eru tey í ástum knýtt saman við bondum, sum eingin kann loysa.
Av hesum spyrjast mangar fløkjur. Marc kongur rekur tey bæði av borgini út í villini skóg, har tey hava neyðarslig kor. At enda fara tey hvørt til sítt, hann fer av landi og tekur sær aðra Isolde til konu, men ikki megnar hann at gloyma ta fyrru. Í bardaga verður hann særdur, og bara fyrra unnusta hansara kann grøða sárini, men hann doyr, áðrenn hon vinnur vegin fram, og tá ið hon sær, at hon er ov sein, doyr fyrra unnusta hansara av sorg.
Umframt okkara kvæði eru í fólkavísuhøpi fleiri frásagnir um hesi bæði ungu og kærleika teirra.
Í Danmarks Gamle Folkeviser finna vit tvær vísur, ávíkavist nr. 470 og 471, “Tistram og Isold“ og “Tistram og jomfru Isolt“.
Í teirri fyrru er søgan henda:
Tristan sendir boð til drotningina Isolt um, at tey skulu hittast á ávísum staði í skógini. Í loyndum fer Isolt at finna hann og hevur við sær ternu sína. Tey hittast og práta eina løtu saman. Tá ið hon kemur heim aftur, stendur maður hennara fyri henni og vil vita, hvat ið hon hevur gjørt úti so seint á kvøldi. Ternan svarar, at tær báðar hava hjálpt konu í barnferð. Isolt lønar ternuni væl fyri hesa hjálpina.
Seinna vísan sigur hesa søgu:
Tristan gevur seg í tænastu keisarans, og hann verður varaður við at leggja ástir við Isolt. Tá ið hann kemur til keisarahirðina, sær keisaradóttirin, Isolt, hann og gerst skotin í honum. Tey finnast í loyndum, og móðir hennara roynir at forða hesum. Tristan og Isolt flýggja saman at giftast.
Vísan er eisini at finna í íslendskum kvæðahøpi, “Tristrams kvæði“, Íslenzk Fornkvæði nr. 23. Søgan her snýr seg um endan á søgnini, sum vit kenna hana á prenti:
Tristan verður særdur illa í bardaga og sendir boð eftir Isolt at grøða seg. Hann biður boðberarnar, sum hann sendir, um at draga blá segl í hún, um so er, at Isolt er við skipinum aftur, og svørt, um hon ikki er við. Skipið kemur aftur við bláum seglum og Isolt innanborða, men kona Tristan sigur honum, at seglini eru svørt. Hann doyr tá av sorg, og tá ið Isolt finnur hann deyðan, doyr eisini hon av sorg.
Vit finna eisini hesa søguna sagda í tónleikaheiminum. Kendasta verkið man vera operan í trimum pørtum hjá Richardi Wagner, “Tristan und Isolde“, sum byggir á frásøguyrking úr 13. øld eftir Gottfried, sum var býarskrivari í Strassbourg. Wagner skrivaði sítt verk í árunum frá 1855 til 1857.
Søgan er eisini kend úr fílmsheiminum.
Í 1979 gera amerikumenn film um søgnina og taka hann upp í Írlandi. Filmurin hevur verið nevndur bæði “Love spell“ og “Tristan and Isold“, høvuðsleikarar vóru Kate Mulgrew og Richard Burton, men filmurin fekk stak ring ummæli.
Í 1989 gera danir film úr somu søgu, eina nútíðarkenda kærleikssøgu. Heitið er “Isolde“, Jytte Rex leikstjórnaði, og Pia Vieth leikti høvuðsleiklutin í hesum vakra filmi, sum í myndum tvinnaði saman gomlu søgnina við kend støð á okkara leiðum og í okkara tíð.
At enda kann verða nevnt, at vit eisini í klassiskari føroyskari yrkingalist finna hetta evnið viðgjørt. Tað er í yrking, Hans Andrias Djurhuus letur prenta í “Varðanum“ 2. bindi, 1922:
TÍSTRAM
Ísin góða, Fraklands kongur
beyð mær yngstu dóttur sína.
Hennar hond eg tveitti aftur,
Ísin, tí tú gavst mær tína.
Situr Tístram tí í festi,
læstur í tey tungu fjøtur,
hugsar um Provence og minnist
frúartos og ástarløtur.
Ísin, nú er sólarsetur,
seinir geislar viðin roða,
brátt á borgunum við Rhóná
túsund bjartar kertur loga.
Reyðar rósur, hvítar rósur
anga fram við veg og gøtur.
Ísin, Ísin - hendur mínar
tyngja Fraklands tungu fjøtur.
Tó tú veitst í tínum landi,
hvussu vegir mínir vóru,
tú í hjarta mínum búði,
meðan stund og vikur fóru.
Lotið ferðast yvir Rhóná,
suðar mjúkt í syprisbløðum,
og har birtist upp hitt ríka
ljóð av túsund ástarkvøðum.
Ísin, brátt er tímin komin,
síðstu gøtu skal eg ganga –
ikki har, ið Rhóná rennur,
og tær hvítu rósur anga.
Her er kalt, og gráur morgun
millum berar heygar rísur.
Áh, Provence! har Rhóná rennur,
og hin bjarta sólin lýsir.
Føldi eg meg himnafarnan,
hitti teg í grønum lundi –
fullu gjøgnum ský vit bæði –
heimurin og verøld stundu.
Ísin, brátt í køldum gjóstri
Tístram undir gálga stendur,
djúpt á deyðans stund eg nígi,
kyssi tínar ljósu hendur.