Skip to main content

Sandoyartunnilin

 Spurningar til fólkaskúlan 

Nýggjasti undirsjóvartunnilin er hin longsti í Føroyum. Tað er Sandoyartunnilin, sum verður tikin í brúk hin 21. desembur 2023. Hann er 10,8 km. langur. Lægsta punkt er 155 metrar undir havbotninum, og eins og í Eysturoyartunlinum er mesta hallið 5 prosent.

 

Vit arbeiða við listarligum tunnilsmyndum

 Uppgáva til hádeild 

Tú arbeiðir á Føroya størsta tíðindamiðili. Í dag skalt tú skriva um Sandoyartunnilin. Inn eru komnar seks myndir frá fotografinum. Miðilin brúkar bara góðar myndir. Stjórin, sum skal rinda fyri hvørja mynd, sigur við teg, at tú sleppur at velja eina mynd til inngang og eina mynd til útgang í greinini um Sandoyartunnilin. Vanliga tekur fotografurin litríkar myndir, antin av fólki í tjóðbúnað á ólavsøku, ella jólamonnum, sum tendra jólatrø og geva børnum pakkar í miðbýnum. Nú er fotografurin farin niður í jørðina, har eingir litir úr náttúrini eru. Allíkavæl brúkar fotografurin litir, tá hann tekur myndir niðri í undirsjóvartunnilinum. Alt hetta veitst tú um fotografin, sum hevur vunnið virðislønir fyri gott fotoarbeiði.

Uppgávur
  1. Vel eina mynd til inngangin. Í innganginum skalt tú taka støði í myndini og siga fyri lesaranum, hvat hann sær. Inngangurin, sum tú skalt skriva er í mesta lagi 100 orð.
     
  2. Vel eina mynd til útgangin. Í útganginum skalt tú siga, hvat vit síggja á myndini. Útgangurin, sum tú skalt skriva er í mesta lagi 100 orð.
     

Ólavur Frederiksen - Faroe Photo - hevur tikið myndirnar

 Spurningar til fólkaskúlan 

Hyggið æt tunnilskortinum, sum Umhvørvisstovan hevur gjørt, og loysið hesar arbeiðsuppgávur í flokkinum:

(Trýst á kortið fyri at gera tað størri)

  1. Hvar á Streymoynni byrjar tunnilin?
  2. Hvar í Sandoynni kemur tunnilin upp?
  3. Hvussu hevur sambandið millum hesar oyggjar verið higartil?
  4. Tosið í flokkinum um fyrimunir við hesum undirsjóvartunilinum. Finnið heimildarfólk.
  5. Takið støðu til, um nakrir vansar kunnu verða, eftir at ein tunnil, sum hesin, er gjørdur og tikin í brúk.
  6. Hvat er meginendamálið við at byggja tunlar og lendingar í Føroyum?
  7. Hvørjar oyggjar hava ikki fast samband, nú Sandoyartunnilin er tikin í brúk? Hvør er tann størsta?
  8. Halda tit, at tað nakrantíð fer at bera til at koyra til allar oyggjar í Føroyum?
  9. Hvørjar bygdir standa næstar fyri at fáa tunlar gjøgnum fjøll?
  10. Hvør rindar fyri teir tunlar, sum eru gjørdir?
  11. Hvussu verður kostnaðurin fyri tunlarnar rindaður?

Lýsingafilmur um Sandoyartunnilin

 Spurningar til hádeild 

Her er ein lýsingarfilmur, sum Tunnilsfelagið gjørdi fyri fimm árum síðan um ætlaða Sandoyartunnilin, sum nú er liðugur.

Hyggið eftir filminum, sum varir knappar 3 minuttir og svarið hesum fimm spurningum í felag í flokkinum:

  1. Hvussu setir Tunnilsfelagið tunnilsætlanina í karm? Hvørji sølu- og handilssnildi verða brúkt í filminum? Hvat verður sagt um fólkatalið? Gev filminum eitt ummæli fyri nyttu og kunningarvirði. Minnist til, at filmurin er fimm ára gamal.
     
  2. Í filminum verður nevnt eitt møguligt samband til Suðuroyar. Skiftið orð um hesa nevndu farleið. Hvussu er farleiðin til Suðuroyar í dag? Hvussu kundi hon verið eftir at Sandoyartunnilin er liðugur og tikin í brúk?
     
  3. Hyggið í Føroyakortið og metið um tað rímuliga ella órímuliga í, at ein so stór oyggj sum Suðuroyggin, ikki hevur samband við restina av Føroyum. Hvat talar fyri, og hvat talar møguliga ikki fyri, at ein Suðuroyartunnil eisini verður gjørdur?
     
  4. Hvør er longsti teinur, vit uttan støðg kunnu koyra í bili í Føroyum, eftir at Sandoyartunnilin er tikin í brúk? Metið um brúktu tíðina at koyra longstu leiðina við í mesta lagi mest loyvdu ferð. Hvussu langa tíð tekur tað at koyra longsta vegateinin í Føroyum eftir at Sandoyartunnilin er liðugur og tikin í brúk?
     
  5. Eiga vit at seta eitt hægsta mark í minuttum, hvussu langt nakar skal hava at fara til arbeiðs, lækna ella líknandi?

 

Sandoyartunnilin í grunddeild

 Undirvísingargongd  í grunddeild 

Her eru nakrir spurningar til yngstu flokkarnar, nú Sandoyartunnilin  er liðugur og Føroyakortið er dagført samsvarandi.

Lærarin velur og stýrir spurningunum, ið eru at rokna sum hugarok í felag, har høvuðsdenturin verður lagdur á, hvønn týdning nýggi undirsjóvartunnilin kann metast at fáa persónliga fyri teg og fyri økið, har tit búgva.

Hygg eftir føroyakortinum

a) Hvar býrt tú?
b) Hvussu langt er áleið frá djúpasta dýpinum til hægsta fjallið?

Vit hyggja á heimasíðuni hjá Landsverki, hvussu langt er millum býir og bygdir

 

Vit tosa í flokkinum um tunnlar.

  1. Hvørjum tunnlum hevur tú kort í?
  2. Hví hava vit tunnlar, og hvørja nyttu gera teir?
  3. Hvør var fyrsti undirsjóvartunnil í Føroyum?
  4. Til hvørja oyggj er ætlanin at gera ein nýggjan undirsjóvartunnil, sum verður Føroyar longsti?

 

Frítíðartilboð

 Uppgávur til miðdeild 
  1. Í frítíðini vilja vit øll gera okkurt rekreativt. Hvat merkir tað?
     
  2. Hvussu eitir fótbóltsliðið hjá sandoyingum? Hvussu verða útlitini hjá sandoyingum at spæla fótbólt og íðka annan ítrótt, eftir at tunnilin er tikin í brúk?
     
  3. Gongur tú í kirkju og á møti, hvørjir verða so møguleikarnir at gera hetta, eftir at tunnilin er opnaður? Skiftið orð um hetta í flokkinum og um nýggja støðan er góð ella ring.
     
  4. Vil familian fara út at eta, hvørjir eru so nýggju møguleikarnir og avbjóðingarnar nú, sæð úr Sandoyarsjónarmiði?
     
  5. Hvønn týdning fær tað fyri ferðavinnu í Sandoynni, at fast samband nú er við meginøkið og meginpartin av landinum? Kann tað eisini vera ein avbjóðing av neiliga slagnum? Skiftið orð um hetta í flokkinum.
     

Sandoyartunnilin í støddfrøði

 Til Hádeild 


a)
Sandoyartunnilin er 10,8 km langur. Julianna koyrir við ferðini 80 km/t gjøgnum tunnilin.

Hvussu nógvar minuttir og sekund tekur tað hjá Juliannu at koyra gjøgnum tunnilin?

 

b)
Tórur býr á Sandi og arbeiðir í Havn. Hann ferðaðist aftur og fram millum Sand og Havnina 5 dagar um vikuna, 40 vikur um árið .

Tá ið Tórur ferðaðist við Teistanum, brúkti hann 1,5 tímar hvønn vegin.  Nú Sandoyartunnilin letur upp, væntar Tórur at brúka 40 minuttir hvønn vegin.

Hvussu nógvar tímar sparir Tórur um árið?
 

c) 

Á heimasíðuni hjá Tunnilsfelagnum sæst, hvat tað kostar at koyra gjøgnum Sandoyartunnilin.

Karl Jóhannus arbeiðir ikki í Havn. Hann væntar kortini at fara umleið 8 ferðir um mánaðin norður um Skopunarfjørð.

Hvussu nógv Tórur vænta at gjalda um mánaðin?
 

d) 
Á avslátrarskipanini hjá Tunnilsfelagnum sæst, at hvønn mánað verður goldið fyri 40 teir fyrstu túrarnar gjøgnum tunnilin, síðan er ókeypis at koyra.

Rósa væntar, at koyra oftari enn 40 ferðir gjøgnum tunnilin hvønn mánað.

Hvussu nógv skal Rósa gjalda um mánaðin?
 

Flytføri

 Uppgávur til hádeild 

Finnið fram til týdningin í hugtakinum flytføri.

  • Hvat merkir tað?
  • Hvørja ávirkan kann broytt flytføri fáa á handlar, bústaðir og arbeiðspláss?

Lokaliseringsteori

 Uppgávur til hádeild 

Finnið fram til týdningin í hugtakinum lokaliseringsteori.

  • Hvat merkir tað?
  • Tit fara í tríggjar bólkar, hvør við sínum leikluti: handil, bústaður og arbeiðspláss.
  • Nú Sandoyartunnilin er tikin í brúk, síggja tit hvør í sínum lagi ein nýggjan marknað:
  • At opna ein nýggjan handil, at bygja nýggjar bústaðir og at skapa nýggj arbeiðslpláss.
  • Skrivið eina røðu, har tit tala heitt fyri tykkara uppgávu – ávikavist sum handilsfólk, bústaðarbyggjari ella arbeiðsleiðari

- Hann er jólamaður

 Spurningar til miðdeild og hádeild 

Skemt hjá Jákupi Veyhe frá 2008

Ofta verður hermt eftir málføri og tosingarlagi hjá fólk ymsa staðni úr landinum.

Lurtið eftir jólaskemtinum hjá Jákupi Veyhe, sum sjálvur er ættaður úr Sandoynni. 

Lurtið eftir skemtinum her

  1. Fara hesi sereyðkenni at hvørva, tá landfast er millum flestu oyggjar og bygdir, so tú eftir stuttari løtu kanst koma runt í meginpartinum av Føroyum?
     
  2. Verður kravið um undirhald annarleiðis tá?
     
  3. Ella fer hetta skemt púra at hvørva?
Barnaútvarpið í Sandoy (Mynd: Vitlíki)

Rotturnar læra seg sandoyarmál

 

 Spurningar til hádeild 

Lýsing frá Umhvørvisstovuni

Eingin rotta er í Sanoynni. Fyri Umhvørvisstovuna hevur Nudlavirkið gjørt hesa lýsing, sum varir 48 sekund. Lýsingin hevur verið á ymsum pallum, nú Sandoyartunnilin letur upp.

Hyggið í felag eftir lýsingini og svarið hesum spurningum:

  1. Hvat er endamálið við lýsingini, og hvør er grundleggjandi álvarin í lýsingini?
  2. Í stuttum lýsingum ræður um at fanga áhugan beinanvegin. Hvør man vera tann stíllegan, sum best og skjótast fangar áhugan hjá teim flestu, hvar tú so ert í heiminum?
  3. Greið frá millumtekstasambondum í hesi lýsing. Hvør er høvuðsleikarin og kennir tú nakran, ið líkst høvuðsleikaranum? Lurtið eftir seinasta setningi í lýsingini. Hvat ber hesin setningur boð um?
  4. Met um virðið og effektivitetin í lýsingini. Verður endamálið rokkið?
Higartil hevur eingin rotta verið í Sandoynni. Nú eru rotturnar farnar at læra seg sandoyarmál :-)

Nostalgi

 Uppgávur til hádeild 

Upp undir jól koma nógvar bøkur út. Allar flestu eru um gamlar tíðir, antin persónslýsingar ella um roysni, serliga á sjógvi. Vit kalla bøkurnar siðsøguligar.

Í Kringvarpinum eru sendingar í útvarpi og sjónvarpi. Hóast ungdómssendingar eru komnar til hesi seinastu árini, er meginparturin av sendingunum um gamlar dagar.

Hetta kalla vit nostalgi.

  1. Tosið um hetta fyribrigdið, nostalgi, í flokkinum. Tosið til dømis um Barbie filmin, sum er hin best umtókti í ár. Er hetta nostalgi? Tosið fyri og ímóti, og finnið onnur dømi, sum tit eru sannførd um, at tey eru nostalgi.
     
  2. Spyrji foreldur tykkara, kanska eisini ommur og abbar, hvussu tey ferðaðust millum bygda fyrr í tíðini.
     
  3. Leggi serligan dent á at spyrja eldri fólk, sum hava ferðast á eini leið, sum ikki er til longur. Tað kann verða tí at eitt Strandfaraskip er hildið uppat at sigla, sum til dømis Ternan, ið fyrr sigldi millum Leirvík og Klaksvík. Tá Sandoyartunnilin verður tikin í brúk, fer Teistin av gevast at sigla millum Gomlu Rætt og Skopun. Hvat halda fólk, sum í áravís hava siglt hesa leið, um tað?
     
  4. Takið støðu til nostalgi. Er tað gott ella ringt við nostalgi? Kann nostalgi taka yvirhond? Ella er tað gott við nógvari nostalgi, so vit minnast farnar tíðir?

Táttur um Sandoyartunnilin

Undir yvirskriftini ”Infrakervið fyrr og nú” yrkir Árni Jacobsen, ið arbeiðir hjá Landsverki, ein tátt um Sandoyartunnilin, sum almenningurin nú kann brúka. 

Táttayrking hevur eina drúgva søgu í Føroyum, men tann undirdeild av táttayrking, sum hesin kann tengjast at, tók seg upp, tá ið Útvarpið fór undir V4-undirhaldssendingar í 70'unum. Tí verður ofta sagt, at hetta eru V4-tættir.

Lagið, sum tátturin er yrktur til, er ein av kendastu V4-tættunum. Finnið lagið og syngið táttin!

 

Spurningar

Í fyrsta ørindi hoyra vit um menn og konur fyrr í tíðini, og hvussu tey ferðaðust millum bygdir og oyggjar. 

  • Hvat var avgerandi tá, um tú skuldi ferðast? 
  • Hvussu verður henda tíðarmynd lýst?

Í øðrum ørindi verða nýggj fyribrigdi nevnd, so sum vegir og brúgvar. 

  • Hvat er endamálið við hesum nýggju verkætlanum? 
  • Hómast nøkur raðfesting í ætlanunum?

Í triða ørindi verður ein Suðuroyartunnil nevndur. 

  • Hvat heldur tættayrkjarin um hesa verkætlan? 
  • Lýs orðini og huglagið í hesum ørindi. 
  • Kunnu brúktu orðini fáa politiskan týdning at gera ein tunnil til Suðuroyar?

Í fjórða ørindi er Sandoyartunnilin evnið. 

  • Hvussu er huglagið í hesum ørindi? 
  • Hvørji orð og hvørjar hugmyndir verða brúktar at lýsa nýggju farleiðina? 
  • Hvør er ágóðin, eftir at tunnilin er tikin í brúk, og hvør er tað, sum fyrst og fremst, fær ágóðan?

Í fimta og seinasta ørindi verða jólini nevnd. 

  • Kann nýggjasti tunnilin, og allir undan honum, fatast sum ein jólagáva? 
  • Hvør er gevarin og hvør er móttakarin? 
  • Kunnu vit siga nakað um, hvat táttayrkjarin alment heldur um tunnlar, og um teir hava ein beinleiðis týdning fyri menningina í samfelagnum? 
  • Kunnu vit knýta henda V4 táttin til skemtið hjá Jákupi Veyhe frá 2008, har sagt verður, at ”børnini eru framtíðin”? 
  • Takið stuðu til, um táttayrkjarin sigur, at tunnlar eru framtíðin.

 

Infrakervið fyrr og nú!

Lag: Per fór til Havnar

1. Gomlu við árarnar settust at rógva
yvir um fjørðin, tað kravdi sín mann.
Mangan var strævið, tá illa var sjógvað,
sjómanskap hesir teir dugdu, mín sann.
Fóru um fjøllini, dalar og líðir,
tungt var at ganga í kava til tíðir.
Takk fyri forfedrar slóðaðu veg,
kvinnur og menn, hesi spardu ei seg.

2. Vegir og brúgvar kring landið vit fingu,
ferjur enn sigla um firðir og sund.
Hvalbiartunnil - tey undan har gingu,
síðani Norður um Fjall hevði skund.
Bora enn tunlar so nógvar í tali,
nýggjan skjótt fáa tey suðri í Dali.
Tjørnuvíkstunnil er settur á skrá,
ein tryggari farleið har gerast jú má.

3. Suðringar allir við tolni enn bíða.
"Tunnil sum onnur vit vilja nú fá".
Við kanningum øllum, man fara at líða,
lat okkurt henda,- trýst speedaran á.
Milliardir, ja, fýra tit finna,
innaftur hesar vit nokk skulu vinna.
"Smyril er okra" og vit hava tol,
komið í gongd nú og borið eitt hol.

4. Í Sandoyartunli nú frítt kunnu aka,
fólkið í oynni tey gleða seg mest.
Leiðina Gomlurætt-Traðardal taka,
skjótt er at ferðast úr eystri í vest.
Lætt er til arbeiðis, vitja og annað.
Teistin er søga tao mugu vit sanna.
Koma og fara, tá tíð er til tess,
køin er ongin, og burtur er stress.

5. Beint undan jólum vit tunnilin fingu,
sangur og røður - ja, øll vóru glað.
Fleiri tey súkklaðu, runnu og gingu,
bragdligur hópur tá legði avstað.
Gerhard snórin við knívinum kvettir,
stríðið er vunnið, og bringuna brettir.
Teistan ei sakna - sum hetta er gott,
koyra nú kunnu á degi og nátt

Árni Jacobsen 25. dec 23
 

Tak táttin niður sum PDF-skjal