Skip to main content

 

Á talvuni...

... er ein síða á Snar við hugskotum at brúka í undirvísingini.

 

Hví skulu vit undirvísa um Holocaust?

17.01.2012

Sólvá Jónsdóttir, Elsa og Róland í Skorini skipa fyri skeiði

Hetta var ein av stóru spurningunum, sum kom fram á skeiði hjá Námi um Holocaust. Róland og Elsa í Skorini undirvístu á skeiðinum saman við Sólvá Jónsdóttir, ráðgeva.

Luttakarafjøldin var breið, heilt frá lærarum, sum undirvísa yngstu næmingunum, og til lærarar á miðnámi, og øll sótu við somu spurningum: Hví skulu vit undirvísa um Holocaust? Hvørjar eru størstu avbjóðingarnar?

Fólkadráp sum Holocaust eru tíverri ikki serstakar undantakshendingar, og heilt upp til okkara tíð eru fleiri folkadráp hend, sum dømi kunnu nevnast fólkadrápini í Rwanda, Bosnia og Darfur.
Neyðugt er, at næmingar fáa innlit í, hvønn týdning ráðandi virði og hugsanir hjá menniskjum kunnu hava, og hvussu hetta eisini í dag kann føra til grundleggjandi mannarættindabrot. Tí søgan um fólkadráp og Holocaust kann tíverri eisini sigast at vera søgan um okkum menniskju. Sum Ka Zetnik, jødiskur rithøvundur, sum yvirlivdi Auschwitz, segði: “Where there are humans, there is Auschwitz. For it was not the Devil who created Auschwitz, but rather you and I...”

Størsta avbjóðingin, tá undirvísast skal um fólkadráp og Holocaust í bæði fólkaskúla og á miðnámi, liggur helst í búnanum, tilfarið og undirvísingin eru ílatin. Sera týdningarmikið er, at næmingarnir kunna seta óskiljandi ræðuleikarnar og kensluloysið í eitt samanheingi, fyri at fáa eina fatan av, hvat hetta í veruleikanum snýr seg um.

Komið var eisini inn á ítøkilig førleikakrøv í námsætlanunum, sum leggja upp til undirvísing um Holocaust í fleiri lærugreinum, eins og víst varð á ítøkiligt undirvísingartilfar.

Nevnast kunnu heimasíðan www.theresienstadt.dk, sum er ein víðfevnd undirvísingarheimasíða við tilfari og filmi um donsk børn í savningarlegu í Theresienstadt, og krabbabøkurnar “Anna Frank” og “Jødatýningin,” sum Nám og Bókadeild Føroya Lærarafelags hava givið út.

Ein temasíða er á Snar í samband við, at 27. januar er altjóða dagur til minnis um Holocaust