TROM - Ein krimirøð úr Føroyum
Til hádeild og miðnám
Krimirøðin TROM er fyrsta stóra sjónvarpsrøð, sum í nýggjari tíð er tikin upp í Føroyum.
TROM byggir á kendu krimibøkurnar, sum Jógvan Isaksen hevur skrivað um tíðindamannin Hannis Martinsson.
Tórfinnur Jákupsson hevur skrivað handritið til røðina, og enski filmshandritahøvundurin, Donna Sharpe, hevur saman við Torfinni, skrivað søguna til film.
Røðin er um Hannis Martinsson, sum leitar heim til Føroya, tí unga kvinnan Sonja á Heyggi, sum sigur seg vera dóttir hansara, heldur seg vera í lívsvanda.
Røðin er í seks pørtum, og hvør partur varðar 40 minuttir. Hesir seks partarnir eru fyrsta umfar av sjónvarpsrøðini TROM.
Kendi danski sjónleikarin, Ulrich Thomsen, hevur høvuðsleiklutin sum Hannis Martinsson. Aðrar stórar leiklutir hava danska Maria Rich og føroyski Olaf Johannessen.
Hugarok í flokkinum
- Lesið inngangstekstin um TROM og hygg eftir brellbitanum niðanfyri
- Finnið ein møguleika at síggja TROM
- Nógvir føroyingar hava verið við í upptøkunum. Hevur nakar tykkara verið við?
- Hvat er eyðkenni fyri eina krimisøgu, sum tær dámar?
- Lesið arbeiðsuppgávurnar niðanfyri, og loysið tær í flokkinum saman við læraranum.
Arbeiðsuppgáva 1
AT KENNA SEG AFTUR
At gera film er ein fjøltáttað uppgáva, sum lættliga sæst aftur, har hon verður gjørd. Miðlar eru eisini ofta til staðar. Hevur tú verið við í nøkrum upptøkum til TROM? Hvønn týdning hevur tað, at kenna og síggja seg aftur í eini søgu, sum hesari?
Arbeiðsuppgáva 2
SJEYNDA LISTAGREININ
Sagt verður at vit hava sjey listagreinar, har filmslistin er hin nýggjasta. Tað merkir samstundis, at nýggja listagreinin byggir á fleiri aðrar og eldri listagreinar. Kannið efitir, hvørjar hinar seks listagreinarnar eru.
Hyggið eftir teim ymsu brellbitunum, sum er gjørdir til nýggju krimisjónvarpsrøðina TROM. Hvørjar aðrar listagreinar enn filmsupptøka kunnu hugsast at verða brúktar í brellbitunum? Á hvørjum máli er undirteksturin?
Arbeiðsuppgáva 3
HVØR ER TYKKARA YNDISKRIMI?
Tosið í flokkinum um, hvat eyðkennir eina krimisøgu. Hava tit eina yndiskrimisøgu, sum eisini er filmur? Hvør er høvuðspersónur í einum tílíkum krimifilmi? Hvør roynir at uppklára brotsgerðirnar í einum vanligum krimifilmi? Er nakrantíð stríð millum løgreglu og journalistar í krimifilmum? Hvussu og hví fer tað stríðið fram?
Uppgáva 4
HVÍ HEITIÐ TROM?
Nýggja krimirøðin byggir á fleiri bøkur hjá høvundanum Jógvani Isaksen (f.1950). Spyrjið tykkum fyri, hví sjónvarpsrøðin man eita TROM?
Uppgáva 5
JÓGVAN ISAKSEN
Umframt aðrar bøkur og greinar, hevur virkni krimihøvundurin Jógvan Isaksen (f.1950) eisini skapt persónarnar Hannis Martinsson og William Hammer, sum eru í fleiri bókum. Far á bókasavnið og tel, hvussu nógvar bøkur eru um teir báðar, Hannis og William. Minst til at fáa allar bøkurnar við.
Upgáva 6
FØROYAR SUM KULISSA
Hendingarnar fara fram í Føroyum í okkara samtíð, har leikarar verða settir at gera og siga tað, sum stendur í handritinum. Eftir listarligu leiðsluni hjá leikstjóranum verða Føroyar brúktar sum kulissa á sama hátt sum leiktjøld á einum sjónleikarapalli.
Hyggið eftir brellbitunum og takið støðu til, hvør fremsti og sjónligasti eginleiki er, tá vit brúka føroysku náttúruna á filmi og í sjónvarpi.
Uppgáva 7
PROTAGONISTURIN
Høvuðspersónurin er Hannis Martinsson. Hann er protagonisturin, tað er okkara umboðsmaður, framsøgumaður og tann persónur, sum førir okkum inn í hendingarnar.
Hvussu skjótt fáa vit greiðu á eginleikum, lyndi og atferðini hjá Hannis Martinsson?
Hvør er hansara bakgrund, útbúgving, starv og familjusambond? Hvønn týdning hava júst hesi viðurskifti fyri huglagið og vitanarstøðið í filminum?
Skrivið upp allar eginleikar meðan tit hyggja.
Uppgáva 8
DANSKT ELLA FØROYSKT
Høvuðspersónurin tosar danskt. Hví ger hann tað? Gongur tað nøkrum ov nær, at Hannis Martinsson, sum tosar føroyskt, nú tosar danskt? Hvar er tað kjakið?
Uppgáva 9
GRINDADRÁP
Grindadráp kemur fyri í filminum. Takið støðu til, hvussu tit fata tað sum føroyingar. So skifta tit senu og spæla útlendingar, sum einki vita um Føroyar. Hvussu sær grindadráp út nú?
Uppgáva 10
FERÐAVINNA
Hvønn týdning kann ein filmur sum hesin hava fyri ferðavinnu? Kann TROM verða ein ferðavinnumagnet, sum dregur ferðafólk til okkara? Er tað gott ella ringt og fyri hvønn?
Eru aðrir filmar enn TROM, sum hava sett Føroyar á heimskortið? Hvørjir og hvussu? Hvønn týdning hevur tað, at Føroyar verða marknaðarførdar, settar á skrá og gjørdar sjónligar úti í heimi við einum spælifilmi?
Er munur á, um ein filmur um Føroyar, er heimildarfilmur ella spælifilmur?
Í onkrum føri er tað Trøllanes og í førinum TROM er tað serliga Múli, sum er í miðdeplinum í nýggjastu filmum. Kannið eftir, hvussu vit koma til hesar báðar bygdir. Eru tær førar fyri at taka ímóti einum streymi av ferðafólkum? Hvat kunnu tey uppliva har? Kunnu fólk, sum búgva á staðnum, skapa sær ein nýggjan vinnuveg úr filmi, sum lýsir Føroyar?
Uppgáva 11
SKRIVIUPPGÁVA
Nú skifta vit aftur senu og tit fáa sama leiklut sum Hannis Martinsson. Hann er gravandi journalistur við sansi fyri øllum samfelagsligum órætti. Tit taka hesar eginleikar til tykkara, og fáa 20 minuttir at skriva niður eina grein, sum í mesta lagi er 2000 tekn við millumrúmum. Lærarin er redaktiónsleiðari. Spurningurin er: Er tað nóg mikið at vit verða brúkt sum kulissa? Tá liðugt er, lesa tit upp uppá skift. Redaktiónsleiðarin velur eina grein og setur hana á talvuna. Henda grein fær frámerkið ”Oddagrein”. Tit kanna nú, hvat ein oddagrein er, hvar hon stendur og hvønn týdning hon hevur.