Skip to main content

Temasíða · Alis- og evnafrøði

Karin Kvant

19 stuttir filmar um atom, ljós og alheimin

Karin er 16 ára gomul og hevur sína egnu YouTube-rás. Har tosar hon um móta, veitslur og vinir – men eisini um kvarkar, svørt hol og tíðarferðir.

Filmarnir eru 1–2 minuttir langir og hóska serliga væl til 6.–9. flokk. Nakrir kunnu eisini brúkast í 4.–5. flokki.

Vel ein film niðanfyri. Til hvønn film eru spurningar, sum tit kunnu tosa um í flokkinum, og upplýsingar um viðkomandi førleikamál. Til nakrar av filmunum eru eisini spøl, sum hóska til flokstalvuna.

19 filmar · 5 spølKarin Kvant í kamarinum við teleskopi og tilfari
Karin Kvant – føroyska útgávan av Kvante Karina, sum Nám gav út (Syddansk Universitet)

Til læraran

Hvørjir filmar knýta seg at førleikamálunum, og hvørjir kunnu brúkast sum ískoyti? Í yvirlitinum kanst tú eisini lesa um, hvaðani Karin kemur.

Rásin á YouTube ↗

Um filmin

Prát í flokkinum

    Til læraran

      Til læraran

      Karin Kvant er føroyska útgávan av Kvante Karina. Upprunafilmarnar gjørdu alisfrøðingar á Syddansk Universitet í verkætlanini Kvantebanditter saman við fólkunum handan Terkel i knibe. Nám gav filmarnar út á føroyskum í 2020. Filmarnir kunnu geva íblástur, nýtast sum ískoyti ella vera ein góð innleiðing til eitt evni. Teir eru ikki ætlaðir sum ein heil undirvísingargongd. Ein filmur, nakrir spurningar og eitt prát kunnu vera ein góð byrjan á einum tíma.

      Floksstig

      Filmarnir vóru upprunaliga brúktir í 4.–10. flokki. Filmarnir um sólina, tíðarferð og náttina hóska til 4.–6. flokk, filmarnir um atom til 5.–7. flokk og filmarnir um partiklafysikk til 8.–10. flokk. Á hvørjum filmakorti stendur, hvørjum floksstigi filmurin hóskar best til.

      Kjarni ella ískoyti?

      • Kjarni – filmurin kann brúkast í arbeiðinum við einum førleikamáli í námsætlanini fyri alis- og evnafrøði 7.–9. ella alisfrøði 10. Málið stendur undir filminum.
      • Náttúra og tøkni – evnið hoyrir til náttúru og tøkni í 4.–6. flokki (sólin, sólskipanin, himmalin).
      • Ískoyti – evnið (t.d. svørt hol, myrkt evni, antievni ella kvantafysikk) er ikki beinleiðis nevnt millum førleikamálini. Filmurin kann brúkast sum ískoyti og til at vekja forvitni.
      • 🎮 Spæl – til filmin hoyrir eitt spæl, sum kann brúkast á flokstalvuni. Trýst á „Spæl“, so letur spælið upp á øllum skíggjanum. Trýst á „Heim“ fyri at fara aftur til filmin.

      Førleikamál, sum filmarnir knýta seg at (alis- og evnafrøði 7.–9.)

      • 7. fl., Evnisbygnaður: „at arbeiða við atom- og mýlfyrimyndir“
      • 8. fl., Evnisbygnaður: „við grundevnaskipanini sum grundarlag at greiða frá um atombygnað og jonir“
      • 9. fl., Atom-alisfrøði: „at greiða frá atominum og vita, at tað er bygt av protonum, nevtronum og elektronum“ og „at greiða frá α-, β-, γ-geislingum“
      • 9. fl., Sveiggj: „at finna sveiggitíð og frekvens, og kenna sambandið teirra millum“, „at greiða frá ljósbroti og afturkasting“ og „at greiða frá ljósi, liti og ælaboga“
      • Alisfrøði 10.: kjarnaøkini „Aldueginleikar hjá ljóði og ljósi“ (ljósspektur, grundlitir, alda-partikkul-myndil), „Joniserandi geislingar“ og „Orkugerð við kjarnorku“

      Námsætlanirnar: alis- og evnafrøði 7.–9. · alisfrøði 10. · náttúra og tøkni 4.–6. · Rásin: Karin Kvant á YouTube