Skip to main content

Kunning frá Málráðnum

30.05.2016

Ung og málið – talgild stuttfilmskapping

Í september 2016 kunnu ung í aldrinum 14 – 20 ár kappast um besta talgilda stuttfilmin í kappingini hjá Málráðnum, sum hevur fingið heitið Ung og málið.

Hóast lærarar og skúlar sum so ongan leiklut hava í filmsverkætlanunum, so er ætlanin hjá Málráðnum við kappingini og hesari kunningini, at tit her hava høvi at geva teimum ungu íblástur.

Leggið til merkis, at verkætlanirnar við stuttfilmunum fara ikki fram í skúlatíðini, og lærarar hava onga ábyrgd av filmsverkætlanunum. Stuttfilmarnir kunnu latast inn sum einmansavrik, ella tey ungu kunnu lata inn sum bólkar sum t.d. ein skúlaflokkur.

Virðislønir verða latnar, og vinnararnir verða avdúkaðir á móðurmálstiltakinum Ung og málið, ið verður á Føroya Fólkaháskúla í Havn hin 1. oktober 2016.

Meira verður at frætta um tiltakið seinni.

Gott summar!