Skip to main content

Løgmaður á Holocaustdegnum

19.01.2023

Á opnu undirvísingarsíðuni, Snar, er temasíða um Holocaust og onnur fólkamorð. Altjóða Holocaustdagur er 27. januar. Henda dag er síðan miðdepil í átøkum, sum Nám og Amnesty skipa fyri.

Holocaustsíðan >>

Hóast Holocaust er karmurin um árliga tiltakið, hava fyriskipararnir lagt seg eftir hvørt ár at leggja nýggj evni í sama karmin, til tess at undirstrika at fólkamorð er ikki eitt isolerað fyribrigdi, ið endaði í 1945 og bara viðvíkti einum fólki, men er eitt fyribrigdi, sum altíð er í gongd og tað um allan heim.

Í ár er Holodomor evnið. Lýst verður hvussu hetta fyribrigdið bleiv til í núverandi Ukraina árini 1932-1933. Nomið verður eisini við núverandi støðuna í sama landi, har minnismerki sum Babij Jar minna okkum á fyriskipaði fólkamorð undir krígnum.

Fuglafjarðar skúli er vertur fyri tiltakinum.

Samskipari fyri Nám er Ólavur í Geil.

Longu nú ber til at lesa og síggja tilfar um dagin og evnið á opnu undirvísingarsíðuni Snar

Holocaustsíðan >>

Skráin fyri dagin 27. januar 2023 er soleiðis:
  1. Oddur á Lakjuni, lærari og søgufrøðingur, greiðir frá søguligu hendingini Holodomor
  2. Hanus Kamban, rithøvndur, setir sín dám á, hvussu og hví Holodomor fór fram
  3. Tóra Petersen, trivnaðarráðgevi á Námi, greiðir frá, hvussu menniskjað er sett saman og hvussu óndskapur kann taka skap
  4. Mariiu Shvets Olsen, er úr Ukraina, men búsitandi Føroyum. Hon sigur frá, hvussu søguliga Holodomor ávirkar Ukraina í dag, og hvussu hennara familja er rakt av kríggnum í landinum í dag
  5. Georg Petersen, tíðindaleiðari á KVF, sigur, hvussu KVF velur til og frá, tá tíðindi koma úr krígsherjaðum londum
  6. Aksel V. Johannesen, løgmaður Føroya, greiðir frá, hvat Føroyar kunnu gera, at hjálpa londum í neyð

Holocaustsíðan >>