Skip to main content

Rói og Sanna

Krabbabók

Høvundur :

Jørn Jensen,

Rói og Sanna.
 

Rói og Sanna gera bløð. Sanna ger eitt um kettur. Rói ger eitt um bilar. Men so kemur pápi Sannu; hann ætlar sær at lesa avísina, sum hann plagar. Men so verður ikki ... Jørn Jensen hevur skrivað. Hann er føddur í Danmark í 1946, útbúgvin gullsmiður og lærari. Hann hevur skrivað hópin av bókum, serliga lættlesiligar bøkur og hevur fingið fleiri bókmentavirðislønir. Hildigunn Niclasen hevur týtt Róa og Sannu til føroyskt. Bókin er væl egnað sum framíhjálesnaður í 2. flokki.

Bókadeild Føroya Lærarafelags og Føroya Skúlabókagrunnur eru farin í samstarv um at geva út hópin av lættlesiligum bókum.

Í nógv ár hava lærarar gjørt vart við, at stórur tørvur er á bókum, ið kunnu fáa glið á lesingina hjá børnum, sum nýliga eru farin at lesa og ikki reiðiliga eru komin í venjing, og annars at stuðla undir lesingina hjá børnum, soleiðis at lesiferðin økist, eins og at lesihugurin verður mentur.

Fyri góðum ári síðan tóku stóru forløgini í Føroyum, Bókadeild Føroya Lærarafelags og Føroya Skúlabókagrunnur stig til samstarv, sum hevur til endamáls at fáa út eina rúgvu av hesum bókum, og nú eru tær fyrstu sjey komnar. Bókarøðin eitur Krabbabøkurnar, og bøkurnar verða bólkaðar í sjey torleikastig; vegleiðandi er 1. stig til 1. flokk, 2. stig til seinnu helvt av 1. flokki og 2. flokk, 3. stig til 2. og 3. flokk, 4. stig til 4. flokk, 5. stig til 4. og 5. flokk, 6. stig til 6. og 7. flokk og 7. stig til 8. flokk og eldri. Torleikastigini eru ávíst í bókunum við krabbum í ymsum litum. Fyri at tryggja, at bøkurnar lúka treytirnar at vera lættlesiligar, eru tær viðgjørdar lesinámsfrøðiliga.

Fyrstu bøkurnar eru allar týddar úr øðrum málum. Valdar eru út bøkur frá nógvum ymiskum forløgum, serliga í Norðurlondum; hetta eru alt forløg, ið hava gjørt vart við seg í útgávu av lættlesiligum bókum. Dentur er lagdur á, at úrvalið av hesum bókunum er fjølbroytt og gott. Samstundis sum arbeitt verður við at týða lættlesiligar bøkur, verður eisini arbeitt við at fáa til vega upprunatilfar. Miðað verður ímóti, at tær fyrstu upprunaføroysku bøkurnar í Krabbarøðini koma út komandi ár.

Tær fyrstu sjey bøkurnar í Krabbarøðini eru: Pál ansar kettuni eftir Jørn Jensen, Gev mær posan, Rói eftir Jørn Jensen, Rói og Sanna eftir Jørn Jensen, Reyði bilurin eftir Knud Hermansen, Magnus eftir Jim Højberg, Arni og teldan eftir Rita Bitsch, og Ninna og Kára og nýggj vinaløg eftir Katrine Marie Guldager; tær fyrstu seks eru ætlaðar bólki 2 (2. torleikastig) og tann síðsta til bólk 3 (3. torleikastig). Fyri summarfrítíðina koma tær næstu bøkurnar; tær eru eisini 7 í tali og ætlaðar bólki 3, og fyrst í komandi skúlaári er ætlanin, at fleiri koma.

Rói og Sanna
Rói og Sanna