Skip to main content

Bóklingur til ung um mannarættindi

15.01.2024

Hóast vit eru í 2023, er tað enn ringt hjá føroyskum ungum at finna kunning um tey altjóða, alfevnandi mannarættindini á teirra móðurmáli. Men hetta broytir ein nýggjur, ókeypis bóklingur, ið er ætlaður teimum eldru fólkaskúlaflokkunum.

Oline Lykke Grand hevur skrivað bóklingin Føroyar fyri Mannarættindi,  og hon greiðir soleiðis frá:

  • Tað kann skapa eina fjarstøðu til mannarættindi, tá ið tað einans ber til at lesa um tey á fremmandamálum. Tískil er tað av alstórum týdningi, at vit læra um okkara  rættindi á føroyskum, um vit skulu skilja og verja tey, sigur Oline Lykke Grand.

Føroyar fyri Mannarættindi er ein bóklingur, ið gevur ungum møguleika at læra um mannarættindi á føroyskum og í einum føroyskum samanhangi. Í bóklinginum eru  uppgávur, ið hava til endamáls at lata næmingin sjálvstøðugt skapa sínar egnu hugsanir um mannarættindi.

  • Føroyar skulu ganga á odda og vera eitt samfelag, har øll hava jøvn rættindi, og tískil er tað av alstórum týdningi, at tey ungu fáa innlit í mannarættindamál. Bóklingurin  Føroyar fyri Mannarættindi gevur unngum møguleika at læra um mannarættindi á føroyskum, soleiðis at tey kunnu luttaka í føroyska mannarættindakjakinum, greiðir  Oline Lykke Grand frá.

Málbólkurin er serliga ætlaður teimum eldru flokkunum (8. og 9. flokkum) í fólkaskúlanum. Bóklingarnir eru prentaðir, og tá ið skúlarnir bíleggja teir, móttaka næmingarnir eitt  ókeypis eintak í part. Umframt hesum fylgir ein nágreinilig læraravegleiðing við bóklinginum, ið ger tað einfalt hjá lærarum at taka bóklingin við í undirvísingina. Sambært  námsætlanini hava lærarar møguleika at brúka bóklingin til at menna førleikarnar hjá næmingum sum ein part av einum ískoytisøki, ið 20% av undirvísingini skulu brúkast til.

Føroyar fyri Mannarættindi er skrivað við fíggjarligum stuðli frá altjóða hópfíggingarpallum og privat-persónum, og Nám hevur veitt Oline Lykke Grand ráðgeving viðv. útgávuni.

Kunning um bóklingin:
Heiti: Føroyar fyri Mannarættindi
Rithøvundur og myndprýðari: Oline Lykke Grand
Síðutøl: 50
Útgávuár: 2023
Útgivin við stuðli frá:
● Nám
● GoMakeADifference x UWC Initiative
● The Changemaker Project
● Privat-persónar í USA og Norra

Hetta skulu skúlarnir gera:
Skúlar í Føroyum hava møguleika at bíleggja ókeypis eintøk av Føroyar fyri Mannarættindi til allar næmingar í 8. og 9. flokki. Nám hevur ábyrgd av útbýtingini av  bóklingunum, og fólkaskúlar kunnu venda sær til bms@bms.fo at fáa fatur á bóklinginum

Fyri at fáa greiniligari kunning kanst tú seta teg í samband við:
Oline Lykke Grand, rithøvundur: +298 21 76 20 / oline3103@gmail.com

Stuttur úrdráttur úr bóklinginum:
Áheitan frá rithøvundinum til lesaran

“Tú ert ein týdningarmikil partur av samfelagnum og við dirvi og vitan kanst tú vera við til at tryggja einar Føroyar, har øll kunnu nýta síni mannarættindi. Við tí vitanini, tú  hevur fingið frá hesum bóklinginum, kanst tú greiða foreldrum og vinum tínum frá um mannarættindi teirra. Tú kanst eisini brúka teir sosialu miðlarnar til at varpa ljós á  mannarættindabrot kring allan heimin. Afturat hesum hevur tú eisini rætt til at verða virkin í einum felagi, har tú kanst arbeiða beinleiðis fyri at bøta um mannarættindi. Møguleikarnir eru nógvir, og um vit øll koyra á, kunnu vit skapa einar Føroyar, har øll kunnu nýta síni mannarættindi.”

Onnur tíðindi

13.12.2024

Nám gevur út bókina “Úr gomlum ritum” við…

Les meira
03.12.2024

Týskvøldið varð avdúkað í Havnar Bio, at…

Les meira
30.11.2024

Leikurin Romeo og Julia, sum nú hevur tær seinastu…

Les meira
14.11.2024

Sum liður í arbeiðinum at menna fyribyrgjandi átøk…

Les meira